Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Hetta má eitast at líkna før- oysku útgávuni av søguni hjá H. C. Andersen um nakna keisaran og hansara vøkru klæðir. Nú vit hava hoyrt øll tey føgru orðini um standmynd- ina, sum reist er yvir okkara mætasta skald nakrantíð og kanska til allar tíðir, Willi- am Heinesen, runnu fleiri onnur hugskot fram fyri meg, sum eftir míni metan høvdu verið meiri ærulig og vandalig hugskot. Minnist sjálvur frá 70-unum og 80- unum, tá ið eg starvðist í William í naknari kvinnu Havn, at eg tíðum rendi meg í William og Lisu í Plant- asjuni. Hetta er ein minnilig og ógloymandi sjón og hon stendur fyri mær enn sum ein virðiligur varði um hesi megnar fólk, har eg síðan serliga havi lært Lisu at kenna. At reisa einum so mætum og kendum manni ein so- vorðnan varða í býi, har hann sjálvur hevur verið heiðursborgari, eitt, sum eg til ongar tíðir fari at fata. Álvaratos, hvør verður standmyndin yvir Bill Clinton, kundu vit í spølni spurt, men hetta spølni er kortini ikki so fjart og grunt?! Síggi fyri mær fyrstu løt- una, tá ið eg og dóttirin fara spákandi gjøgnum Plantasj- una og vit koma til hesa standmynd. Hon spyr: - Babba, hvat er hetta? - Ein standmynd, svari eg. Hon spyr: - Ein standmynd?! - Ja, er hon ikki vøkur, svari eg. Hon spyr: - Ein standmynd av hvørj- um?! - Av langabba tínum! svari eg og havi hug at hyggja burt. Ólavur í Beiti rithøvundur Vit fáa í hesum døgum at vita, frá bæði bløðum, út- varpi og eisini beinleiðis frá landsstýrinum, at samráð- ingaruppleggið mótvegis dønum, er um at vera klárt at senda til uttanlands- nevndina. Tað er við hesum sam- ráðingaruppleggi, at lands- stýrið skal, at skipa Føroyar sum fullveldi, - tað vil siga at loysa úr ríkisfelagsskap- inum — júst sum løgtingið longu hevur samtykt. Samstundis síggja- og hoyra vit í fjølmiðlunum, at Javnaðarflokkurin ikki úti- lokar, at taka undir við sam- ráðingarupplegginum hjá landsstýrinum. Og hetta er høvuðsorsøkin til, at upp- leggið nú er klárt. Tveir kaffifundir Eg loyvdi mær í eini við- merking til hesi stórtíðindi at vísa á, og harmast um, at bert tveir sokallaðir kaffi- fundir skuldu til, fyri at fáa Javnaðarflokkin at taka undir við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum. At meta eftir tí, sum stað- ið hevur í bløðunum, og hevur verið at hoyrt annars, so eri eg ikki tann einasti, sum havi fata undirtøku Javnaðarfloksins til full- veldisuppskotið soleiðis. Tey stóru bløðini hava skilt tað soleiðis, og Útvarp- ið hevur eftir øllum at døma gjørt tað sama.Og fyri at eingin føroyingur skal vera í iva um, hvat Javnaðar- flokkurin nú er í ferð við at gera, so hevur okkara stór- meistari í karekaturtekning- um, Óli Petersen, eina so sera greiða og rámandi mynd á baksíðuni í Sosi- alinum, hósdagin 13 január. Har síggja vit ein blindan mann fara so beint í eitt kol- asvart hol. Henda tekning lýsir nógv betur enn orð kunnu gera tað, hvat tað er, sum for- maður Javnaðarfloksins nú er vassaður út í. Veðurhanin melur enn Nei Javnaðarflokkurin er so sanniliga ongantíð farin í baklás. Allir føroyingar hava uppliva, hvussu flokk- urin hevur vinglað í hesum málinum, sagt eitt í dag og annað í morgin. Eg havi fyrr samanborið formannin við ein val- smurdan veðurhana, sum alla tíðina snarar við ættini. Eftir valið tóku baði núver- andi- og ein fyrrverandi for- maður Javnaðarfloksins undir við tí partinum av samgonguskjalinum, sum snúi seg um fullveldi. Seinni, tá ið veljarakanning- ar vístu, at størsti parturin av føroyingum ikki vildu hava loysing, kúgvendi flokkurin aftur. Nú hevur loysingin fingið hentleika- flagg innanfyri ríkisfelags- skapin. Taktikkurin hjá loysing- arflokkunum sær út til at eydnast. Trýst á formannin í Javnaðarflokkinum, og hann gerst moyrur. Neyðsemja Spennandi verður nú at síggja, um løgtingssamtykt- in um, at Føroyar skulu skipast sum land við full- veldi, verður broytt til eina loysn, sum liggur innanfyri ríkisfelagsskapin. Tað má væl saktans verða ein náttúrlig fylgja, um nakað samsvar skal vera ímillum ætlan og ger hjá Javnaðar- flokkinum. Í grein í Sosialinum leyg- ardagin, finst formaður Javnaðarfloksins at upp- skoti Sambandsfloksins til nýðskipan av ríkisviður- skiftunum. Sambandsupps- kotið er ein nýmótansgerð av viðurskiftunum í ríkisfel- agsskapinum, sum vit hava kent tey, seinastu 50 áirni, ímeðan javnaðaruppskotið av serfrøðingum verður sagt, hvørki at líkjast fugli ella fiski. Sambandsflokkurin verjir ríkisfelagsskapin Formaður Javnaðarfloksins sigur, at Sambandsflokkurin fór í baklás fyri skjótt 100 árum síðani. Hetta skal helst skiljast soleiðis, at Sambandsflokk- urin enn sum áður heldur fast um — og hevur vart rík- isfelagsskapin, og ikki vil taka undir við loysingarætl- anini hjá landsstýrinum. Hetta er púra rætt. Meðan Javnaðarflokkurin og aðrir flokkar, tey seinastu árini hava víst á alt frá sjálvstýr- islóg til skipaða loysing, so hevur Sambandsflokkurin staðið klettafastur. Vit í Sambandsflokkinum vilja hvørki hava skipaða- ella óskipaða loysing. Vilja samarbeiða Lat tað verða sagt beinan vegin. Vit í Sambandsflokk- inum vilja fegin samarbeiða um eitt nýskipanaruppskot. Eina dagføring av viður- skiftunum, sum leggur upp til greiðar reglur millum rík- ispartarnar, og sum setur kós inní framtíðina. Har sum Føroyar, sum vælferð- arsamfelag eisini fáa lut í altjóða menningini og al- tjóða samfelagnum, og har sum ríkisfelagsskapurin er motorvegurin inní framtíð- ina. Men vit í Sambands- flokkinum harmast fram- vegis um, at tað eydnaðist landsstýrinum, eftir bert tveir kaffifundir, at fáa Javn- aðarflokkin at ganga við til fullveldisætlanina. Vit harmast um, at tað ikki sam- an við Javnaðarflokkinum, eydnaðist andstøðuni at geva samgonguni neyðuga mótspælið, sum krevst, fyri at varðveita ríkisfelagsskap- in. Ein ríkisfelagsskap, sum vit kenna hann, við teirri trygd, rættindum og skyld- um, sum náttúrliga fylgja við. Edmund Joensen Javnaðarloysing undir hentleikaflaggi Føroya Banki setur dám á myndina Sum myndin vísir, vaks samlaða yvirskotið hjá vinnuni úr 570 mió. kr í 1997 til 890 mió. kr í 1998. Um bankin ikki verður tikin við, vaks yvirskotið úr 227 í 1997 mió. kr til 584 mió. kr í 1998. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 fall yvirskotið hjá vinnuni 13% frá 1996 til 1997, meðan tað øktist heili 158% frá 1997 til 1998. Yvirkskot og Landssjúkrahúsið ABSURD er orðið, ið sigur alt um støðuna á okkara høvuðssjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum. Hvussu ber tað til, at føroyska samfelagið, sum í hesum árinum hevur eina fíggjarlóg, ið hevur fleiri hundrað milliónir kr. í yvirskoti, ikki hevur ráð til at at eitt vælvirkandi høvuðssjúkrahús - hvussu ber tað til, at tað skal verða neyðugt á hvørjum ári at niður- berja hetta sjúkrahúsið, soleiðis at allir føroyingar verða taparar? Taðhevur víst seg at vera ein afturvendandi trupulleiki á hvørjum ári, at tað mangla pengar í rakstrinum á Landssjúkrahúsi- num. Síðani skerjingarnar á hesum so týðandi parti av heilsuøkinum byrjaðu og tóku dik á seg fyrst í 90-unum hava teir ymsu starvfólkabólkarnir á Landssjúkrahúsinum livað í óvissuni. Sama kann eisini sigast um hini smærri sjúkrahúsini. VIT loyva okkum at spyrja í hvønn mun tað kann vera tann ósjónliga útjaðarasamgongan, sum er orsøkin til, at tað ikki ber til at játta okkara høvuðs- sjúkrahúsi so mikið av pengum, at tað kann virka sum eitt nútíðar sjúkrahús fyri allar borgarar í samfelagnum? Tað er eingin loyna, at tað eru løgmaður og fíggjarmálaráðharrin, sum sita á kassanum í Tinganesi og tí eru teir, ið gera av, hvussu nógvir pengar skulu játtast til eitt nú Lands- sjúkrahúsið. Nú so stórt yvirskot er á fíggjarlógini eigur at verða spurt, hví tað ikki ber til at loysa trupulleikarnar á Landssjúkrahúsinum, sum í síðsta enda botna í, at alt ov nógv verður lagt á hvørt starvsfólkið. Uppsøgnir hava rætt og slætt skapt ein ótryggleika, sum eingin kann liva við í longdini. Tær eru orsøkin til, at deildir mugu stongja, at fólkið má renna skjótari osfr. Í veru- leikanum áttu fleiri fólk verið sett á Landssjúkra- húsinum, soleiðis at tað bar til at liva upp til krøvini, sum eitt samfelag setir til sítt høvuðs/meginsjúkra- hús. Men tað sær ikki mætari út enn, at okkara ráðandi politikarar vilja als ikki hava eitt vælvirkandi landssjúkrahús. Tað er ikki ov nógv sagt, at Landssjúkrahúsið næstan ongan góðan eigur mill- um okkara politikarar. M.a. er tað eisini undrann- arvert, at andsstøðupolitikarar og fyri tað eisini samgongupolitikarar valdir í høvuðsstaðnum, mest sum bara lata standa til. TAÐ er ein politisk avgerð, at vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum. Spurningurin er so, um vit skulu hava trý sjúkrahús, har einki livir upp til krøvini, sum nútíðarsamfelagið setir til eitt sjúkra- hús ella vit skulu hava í hvussu er eitt høvuðs- sjúkrahús, sum livir upp til hesi krøvini. Teir pol- itikarar, sum hava gjørt av og krevja, at vit skulu hava trý sjúkrahús mugu so eisini gera sær greitt, at høvuðssjúkrahúsið má og skal prioriterast hægri enn tað verður gjørt í dag. Hetta vil í veruleikanum siga, at antin mugu hini sjúkrahúsini niðurpriori- terast ella mugu fleiri pengar finnast aðrastaðni til røkt og viðgerð og menning av hesum sjúkra- húsinum. Tað er absurt at hava eitt yvirskot á fíggjarlógini uppá fleiri hundrað milliónir, samtíðis sum landsins meginsjúkrahús ikki fær pengar til at kunna veita neyðugu tænastuna til allar lands- ins borgarar. Í okkara verð hava løgmaður, fíggjar- málaráðharrin og heilsumálaráðharrin fullu ábyrgd- ina av hesi vanvirðiligu gongd. Hvat hevur t.d. heilsumálaráðharrin gjørt til tess at sannføra sínar starvsfelagar í Tinganesi um, at Landssjúkrahúsið má prioriterast hægri? Hví góðtók hon uttan víðari, at stórur partur av lønarhækkingunum skuldi takast frá rakstrinum. Hví setti fíggjarmálaráðharrin hetta krav, tá hann visti, hvørjar avleiðingar tað fór at fáa fyri sjúkrahúsøkið? ÓLAVUR Í BEITI Landsstýrisfundur var fríggjadagin og vóru eisini seinastu rembingarnar við- víkjandi teimum mongu uppsøgnunum, sum skuldu verða á sjúkrahúsøkinum. Seinastu dagarnar hevur støðan verið soleiðis háttað hjá mongum, sum starvast á sjúkrahúsøkinum, at eing- in hevur kent seg tryggan, tí fráboðanir eru komnar dagliga frá ymiskum síðum. Stovnsleiðarin á Lands- Løgmaður góðtekur ikki støðuna — At stovnsleiðari ferð eftir ferð er í fjølmiðlunum við avgerðum og tekur landsstýrið sum gísla, fái eg ikki góðtikið, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður sjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre, hevur sagt fólk úr starvi, meðan landsstýris- maðurin, Helena Dam á Neystabø, hevur sett tey í starv aftur annan dagin, og tað er einki at siga um, at hetta hevur gjørt støðuna á arbeiðsplássinum sera ó- trygga og óunniliga. Fær fylgjur Ógreitt er enn at siga, hvør avleiðingin verður av øllum hesum rembingum, men løgmaður Annfinn Kalls- berg sigur við Sosialin, at hann góðtekur ikki støðuna. Hvørjar fylgjur hetta skal fáa er so avgerðin hjá landsstýrismanninum, men eg meti hetta sum sera álv- arsamt mál, sigur Annfinn Kallberg. – At stovnsleiðari ferð eft- ir ferð er í fjølmiðlunum við avgerðum og tekur lands- stýrið sum gísla, fái eg ikki góðtikið, og sum støðan er nú, fái eg ikki sagt meiri, sigur løgmaður. Og tað er einki at ivast í, at soleiðis sum støðan hevur verið seinastu dagarnar við hópuppsøgnum ein dag, og hópsetanum annan dag, er ikki nakað, sum ein stjórn- aleiðari fær góðtikið. Um tað so fær fylgjur fyri al- manna- og heilsumálaráð- harran ella stovnsleiðaran, er ikki lætt at siga, men sambært orðunum hjá løg- manni um, at hann góðtekur ikki støðuna, so má hetta fáa fylgjur. Starvsfólkini krevja tað og fakfeløgini krevja tað eisini. Samráðingaruppleggið til viðgerðar týsdagin Innikhaldið í samráðingarupplegginum um ríkisrættarligu støðuna varð í gjár viðgjørt á landsstýrisfundi. Uttanlandsnevndin fer helst undir viðgerðina týsdagin JOHN JOHANNESSEN Sokallaða politiska prosess- in í málinum um ríkisrætt- arligu støðu Føroya endar mikudagin. Tá verður sam- ráðingaruppleggið liðugt orðað og málið fer í uttan- landsnevndina, har viðgerð- in byrjar týsdagin, gongst alt sum ætlað. Landsstýrið skal í dag hava fund við Miðflokkin og samgongulimirnar í uttanlandsnevndini um mál- ið, og mikudagin verður fundur við Sambands- flokkin og Javnaðarflokkin. Hetta, verður sambært Høgna Hoydal, gjørt fyri at enda politisku prosessina á ein góðan hátt. Semja ávegis Greiðar ábendingar hava seinastu tíðina verið um, at nú er farið at nærkast mill- um samgonguna og Javnað- arflokkin í málinum. Men Javnaðarflokkurin hevur meldað út, at treytin fyri, at hann er við, er, at talan verð- ur eitt samráðingarupplegg, ið leggur upp til ein felags- skap Føroyar og Danmarkar ímillum. Hetta gevur ábendingar um, at talan ikki longur er um beinleiðis loysing frá Danmark, men um eina loysn, ið liggur onkustaðni ímillum verandi ríkisrættar- ligu støðuna og loysing. Tó ber ikki til at fáa nakað ná- greiniligt at vita enn. Lands- stýrið vil nevniliga ikki gera viðmerkingar til innihaldið í samráðingarupplegginum. Sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni, var tað høvuðsinnihaldið í ritinum, sum skal í uttanlandsnevnd- ina, ið varð viðgjørt á lands- stýrisfundinum í gjár. Men fyri at tað skal bera til at gera broytingar, verður inni- haldið ikki latið uttanlands- nevndini fyrr enn eftir fund- irnar mikudagin, tá politiska prosessin er liðug. Skal fáa góða viðgerð Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, sigur, at um samráðingarupplegg- ið verður nevndini í hendi áðrenn týsdagin, er tað heilt vist, at hol verður sett á málið týsdagin, ið er regluligur fundardagur hjá nevndini. Sum støðan er nú, roknar hann við, at hetta verður veruleiki, og lovar hann, at málið skal fáa eina góða viðgerð. – Hetta er týdningar- miklasta málið, ið nakrantíð er viðgjørt í nakrari Før- oyskari nevnd, og tí er við- gerðin ein stór avbjóðing, men eg skal nokk gera mítt til, at talan verður um eina góða viðgerð, sigur hann. Fleiri onnur mál JOHN JOHANNESSEN Umframt viðgerðina av uppritinum um komandi samráðingar við donsku stjórnina vóru eisini fleiri onnur mál viðgjørd á landsstýrisfundinum í gjár. Málið um føroyskan virðisbrævamarknað, sum Landsbankin leingi hevur arbeitt við, varð eis- ini viðgjørt, somuleiðis, sum uppskotið til løg- tingslóg um broyting í kolvetnisskattalógini eis- ini var til viðgerðar. Leingi hava ætlanir ver- ið um at tappa og selja vant úr Sumbiarberghol- inum, men hesar ætlanir hava ikki verið framdar í verki, tí ivasamt hevur verið, hvør hevur rættind- ini til vatnið, ið kemur innan úr fjallinum. Hetta mál varð eisini viðgjørt á landsstýrisfundinum í gjár. Seinast á skránni fyri landsstýrisfundin varð viðgerð av, um málsøkið Sjúkrasystraskúli Føroya skal flytast frá Almanna- og Heilsumálastýrinum Anfinn Kallsberg, løgmaður, góðtekur ikki støðuna á Landssjúkrahúsinum Kommunulæknarnir í Eyst- uroynn gera vart við, at teir eru stak væl nøgdir við sjúkrabilatænastuna, sum hevur virkað í oynni seinastu 11 árini — Vit fara at heita á tann fyrisitingarliga og politiska myndugleikan at hugsa seg væl um, áðrenn broytingar verða gjørdar, soleiðis at tænastustøðið fyri teir 11.000 borgararnar í økinum ikki versnar, og óneyðugur ótti og ótryggleiki verður skaptur, siga kommunulæknarnir — Vit gera vart við, at nú- Stak væl nøgdir við sjúkrabilatænastuna verandi tænasta verður røkt av vælútbúnum fólki við áralangum royndum og sum hava røkt sítt starv sam- vitskufult og við sera stór- um áhuga. Kommunulæknarnir gera vart við, at ein lækkan av tænastustøðinum á hesum øki samstundis vil gera arbeiði teirra truplari og harvið truplari at fáa kommunulæknar at leggjast afturat og støðast í økinum. — Vit meta eitt øki við 11.000 borgarum og mun- andi fjarstøðu frá sjúkrahúsi hevur sín sjálvsagda rætt at hava eina vælvirkandi am- bulansutænastu – røkta av fólki við hollari útbúgving og royndum. Skrivað undir skrivið hava: Pól Jóhs í Horni, komm- unulækni í Fuglafirði Andrias Petersen, kommunulækni í Gøtu Kári Rasmussen, kommunulækni í Runavík Sverri Lamhauge, kommunulækni í Runavík Hálvdan Simonsen, kommunulækni á Skála Magnus á Stongunum, kommunulækni á Eiði Kommunulæknarnir í Eysturoynni gera vart við, at teir er stak væl nøgdir við sjúkrabilatænastuna, so sum hon hev- ur virkað seinastu 11 árini Kommunulæknarnir eru væl nøgdir við tænastuna BYRJAR MIKUDAGIN 19/1 KL. 09.00 VETRARòTS¯LA OKKARA STîRA Sosialurin - 311820 Glyvrar • Tel. 44 72 60 ALLAR òTS¯LUV¯RUR Ö50%