týsdagur 18. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 11 - 18. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 11 - 18. januar 2000
Broytingaruppskot
um Vágatunnilin
Vinnunevndin fer í dag at leggja fram álit í málinum um undirsjóvartunnil
undir Vestmannasundi. Talan verður helst um eitt broytingaruppskot
JOHN JOHANNESSEN
Talan verður helst um eitt
broytingaruppskot,
tá
vinnunevndin seinnapartin í
dag fer at leggja fyri løg-
tingið álit í málinum um
Vágatunnilin.
Nevndin er tó ikki heilt
liðug at viðgera málið enn,
og tí ber enn ikki til við
vissu at siga, um talan verð-
ur um eitt broytingarupp-
skot, og hvat innihaldið í
broytingaruppskotinum
verður. Seinasta viðgerðin
av málinum verður í vinnu-
nevndini í dag, og verður
tað á hesum fundi, at enda-
lig støða verður tikin.
Landsverkfrøðingurin
bjóða út
Sum skilst á formanninum
í Vinnunevndini, Heina O.
Heinesen, fer broytingar-
uppskotið helst at skjóta
upp, at tað verður Lands-
verkfrøðingurin, ið bjóðar
út tunnilsgerðina í staðin
fyri, at tað verður P/F Vága-
tunnilin.
Heini O. Heinesen vil
ikki siga nakað nevndarinn-
ar vegna, men hann ger heilt
greitt, at hann framvegis er
ímóti ætlanini um, at eitt
partafelag skal standa fyri
at gera tunnilin undir Vest-
mannasundi.
– Eg haldi tað vera burt-
urvið, at eitt partafelag skal
bjóða út arbeiðið at gera
tunnilin, tá vit í Føroyum
hava ein stovn við drúgvum
royndum at gera tunlar.
Hetta ger bara arbeiðið
nógv dýrari.
Formaðurin
í
vinnu-
nevndini sigur seg tó ikki
krevja, at Landsverkfrøð-
ingurin skal gera alt tunn-
ilsarbeiðið, men hann held-
ur tað vera skilabest og mest
rímiligt, at Landsverkfrøð-
ingurin stendur fyri at bjóða
arbeiðið út.
– Tá vit hava Landsverk-
frøðingin, ið er ein stovnur
við drúgvum royndum og
hollum kunnleika innan
tunnilsarbeiði, haldi eg tað
vera púra burturvið at lands-
stýrið í P/F Vágatunnilinum
ger ein nýggjan Landsverk-
frøðing, ið skal byrja á ber-
um botni.
Heini O. Heinesen ger
púra greitt, at hann undir
øllum umstøðum vil hava
Landsverkfrøðingin við í ar-
beiðið við Vágatunnilinum.
Men tá einasta kravið er, at
Landsverkfrøðingurin skal
standa fyri at bjóða arbeiðið
út, er spurningurin, um hetta
ikki í veruleikanum er júst
tað sama, sum at P/F Vága-
tunnilin bjóðar arbeiðið út.
Tí tá eru somu møguleikar
fyri, at tað verða útlending-
ar, ið gera arbeiðið.
– Nei, hetta er als ikki líka
mikið. Landsverkfrøðingur-
in hevur royndir á økinum,
og tí er tað er tað skilabest
at
Landsverkfrøðingurin
hevur ábyrgdina av arbeið-
inum, sigur Heini O. Heine-
sen.
Skeivt at privatisera
Formaðurin í vinnunevnd-
ini er eisini ímóti, at P/F
Vágatunnilin skal yvirtaka
part av landsvegnum nær-
hendis tunnilinum.
– Føroyska vegakervið er
alment, og eiga partar av tí
ikki at verða privatiseraðir.
Hetta er tað sama, sum at
partar av linjunum hjá SEV
brádliga komu á privatar
hendur.
Heini O. Heinesen vísir
á, at tað er alneyðugt, at vit
hava eitt alment vegakervi í
landinum, og tí er hann
ímóti at privatisera tað.
Hann vísir á, at verður tað
Landsverkfrøðingurin, ið
fær ábyrgdina av Vágatunn-
ilinum,
verður
vegurin
sjálvsagt ikki privatiseraður.
Heini O. Heinesen ger at
enda greitt, at hann er sann-
førdur um, at Vágatunnilin
fer at kosta einar 100 til 200
millónir meira enn væntað,
verða tað útlendingar, ið
standa fyri arbeiðinum.
Somuleiðis roknar hann
við, at hetta fer at verða
endin á allari tunnilsgerð í
Føroyum.
Tað er sokallaða anlegs-
lógin, ið gevur P/F Vága-
tunnilinum heimild til at
standa fyri at gera Vága-
tunnilin og at fáa rættindi
yvir pørtum av vegnum
nærhendis tunlinum.
Anlegslógin varð løgd
fyri tingið fyri jól. Hon
hevur seinastu tíðina ver-
ið til viðgerðar í vinnu-
nevnd løgtingsins, har
stór ósemja hevur verið
um málið.
Nevndarviðgerðin er nú
um at vera liðug, og sum
skilst, kemur vinnunevnd-
in við einum broytingar-
uppskotið, áðrenn tingið
fer undir aðru viðgerð av
málinum.
Fakta um
Heini O. Heinesen er framvegis ímóti, at P/F Vágatunn-
ilin skal standa fyri arbeiðinum at gera Vágatunnilin
Rýmdi frá óhappi
EIRIKUR LINDENSKOV
Sunnudagin hevur onkur
rent á ein bil, sum stóð park-
eraður uttan fyri Hotel Før-
oyar í Havn.
Politiið
fekk
boðini
klokkan 21:45. Ákoyrdi bil-
urin fekk stóran skaða - og
tá skaðavoldarin ikki hevur
boðoð frá, so hongur eigarin
upp á skaðan.
Roknað verður við, at
skaðin er gjørdur millum
klokkan 19 og 21:30 sunn-
ukvøldið.
Politiið í Havn vil tí fegið
frætta frá fólki, sum vita
nakað um óhappið at siga.
Hósdagin tók politiið í
Havn upp tríggjar hundar -
og enn hevur eingin fregn-
ast eftir teimum, sigur Suni
Vinther á Politistøðini í
Havn. Tí rokna teir við, at
eingin eigur ella vil vita av
hundunum, sum tí verða av-
lívaðir, um eingin ger vart
við seg. Um hundarnar
verður sagt, at ein er svartur
og miðal stórur. Annar er
svartur og brúnur, og hin
triðji er svartur. Hundarnir
eru tiknir upp við Fútalág
19. Er onkur, ið kann hjálpa
løgregluni við hesu málum,
so er at venda sær til politi-
støðina í Havn, telefon
311448.
Creamy til Føroya
Gitni bólkurin í Danmark,
Creamy, kemur til Føroya á
vitjan í næsta mánað.
Tær skulu hava konsert í
Runavík sunnudagin 20.
februar kl 17. Kappróðrar-
felagið NSÍ hevur fingið
bólkin hendanvegin.
Saman við gentubólki-
num verða eisini Kular Røt-
ur við
Forsølan av atgongu-
merkjum byrjar í morgin,
og verða atgongumerkini
seld á flest øllum Statoil-
støðum kring landið, sigur
kappróðrarfelagið í tíðind-
askrivi.
Tað hevur gingið sera væl
hjá bólkinum, har føroyska
Rannvá Joensen er sjálv
onnur. Bólkurin hevur í
fimtan vikur verið á hittlist-
anum og hava eisini fingið
fyrstaplássi á »Danmarks
Officielle Hitliste«.
Creamy hevur nú fingið
trífalt platin, nú tær hava selt
yvir 190.000 fløgur.
Gitni gentubólkurin, Creamy, er ávegis til Føroya
FLAMBERINGSKVØLD
Á HOTEL FÖROYUM
fríggjakvøldið 21. jan. og leygarkvøldið 22. jan.
Borðbílegging á
tel. 317500
Eisini fæst bílig
gisting
Sosialurin - 311820
Dinnertónleikur við
Sámal Petersen og
Jóhannus Andreasen
TIL MATNA
• Flamberað havtaska
í pernod v/smátt-
skornum urtum
• Piparbúffur við
salat buffet og
bakaðum epli
• Bananasplitt
Kostnaður kr. 198.-
Fyrsti fundurin í ár
Fyrsti tingfundurin í ár verður
settur í dag klokkan hálgvum tvey
JOHN JOHANNESSEN
Fyrsti tingfundurin síðani
22. desember í fjør verður
settur í dag klokkan
hálvgum tvey seinnapart-
in. Á skránnni eru fimm
mál. Tvær fyrstu viðgerð-
ir, eitt svar uppá fyri-
spurning,
nevndarval
sambært grein 25 og
framløga.
Tær báðar fyrstu við-
gerðirnar eru ávíkavist
fyrsta viðgerð tingmáli
20/1999, ið er uppskot til
ríkislógartilmæli um at
seta í gildi »lov om pat-
ienters retsstilling«, og
fyrsta viðgerð av tingmáli
nummar 28/1999, sum er
uppskot til løgtingslóg
um álíkning, innkrevjing,
eftir lit og annað í sam-
bandi við skatting av inn-
tøku av kolvetnisvirk-
semi. Hetta málið legði
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, fyri tingið
tann 22. desember.
Svarið uppá fyrispurn-
ing eigur Signar á Brúnni.
Hann skal svara Rúnu
Sivertsen uppá fyrispurn-
ing viðvíkjandi skúlanum
á Trøðni. Fyrispurningur-
in varð fráboðaður 24.
november í fjør.
Nevndarvalið verður
framt sambært grein 25 í
stýrisskipanarlógini.
Talan er um nevnd til við-
gerð av tingmáli nummar
27/1999, sum er uppskot
til løgtingslóg um Løg-
tingsins umboðsmann.
Virðisbrævamarknaður
klárur innan eitt ár
EIRIKUR LINDENSKOV
Á landsstýrisfundi í gjár
kunnaði Anfinn Kallsberg,
løgmaður, landstýrið um ar-
beiðið við at seta á stovn
føroyskan
virðisbræva-
marknað.
Landsbankin og lands-
stýrið eru samd um at
stovna marknaðin sum ein
løggildan marknað (autori-
seret markedsplads) sam-
bært lógini um virðisbræv-
ahandil.
Hetta merkir, at markn-
aðurin verður skipaður á
eins høgum støði sum ein
fondsbørsur, sigur Jonhard
Eliasen, búskaparfrøðingur
í Landsbankanum. Ein løg-
gildur marknaður hóskar
betur til føroysk viðurskifti
enn fondsbørsur, við tað at
minni fyritøkur eisini kunnu
skrásetast á marknaðinum.
Marknaðurin skal sam-
bært lógini stovnast sum
partafelag. Landsbankin ar-
beiðir í hesum sambandi
víðari við at fáa fleiri partar
við í sjálva stovnanina av
felagnum. Landsstýrið og
landsbankin meta, at tað er
týdningarmikið, at javnvág
er millum tey týðandi áhug-
amálini, sum gera seg gald-
andi á einum virðisbræva-
marknaði. Hesi áhugamál-
ini kunnu í stuttum sigast at
vera:
1) íleggjarar
2) fyritøkur
3) peningastovnar og
4) myndugleikar.
Miðað verður tí eftir, at
javnvág millum hesi áhug-
amál verða tryggjað í felag-
num, sum skal reka markn-
aðin.
Jonhard Eliasen sigur at
enda, at eftir ætlan verður
virðisbrævamarknaðurin
klárur innan eitt ár.
Jonhard Eliasen, búskap-
arfrøðingur í Landsbanka-
num, hevur verið við í
fyrireikingararbeiðinum at
stovna virðisbrævamarkn-
aðin
Úr Løg-
tinginum
Lóg fyri
rættindi hjá
skúklingum
Rættindini hjá sjúklingum skulu nú
niðurfellast í lóg. Í dag er hetta til
fyrstu viðgerðar í tinginum
JOHN JOHANNESSEN
Sjúklingar skulu hava ávirk-
an á, at hvørja viðgerð teir
fáa og um teir skulu hava
viðgerð. Tí hevur Helena
Dam á Neystabø, lands-
stýriskvinna í almanna- og
heilsumálum, lagt fyri ting-
ið uppskot um ríkislógar-
tilmæli til at seta í gildi fyri
Føroyar »lov om patienters
retsstilling«. Hetta uppskot
kemur til fyrstu viðgerðar á
tingfundinum í dag.
Lógin tryggjar til dømis
sjúklinginum møguleikan at
sýta fyri at taka ímóti blóði
og úrdráttum úr blóði. Eis-
ini kann ein sjúklingur,
sambært lógini, sýta fyri at
meiningsleys viðgerð verð-
ur sett í verk, ella at hildið
verður fram við slíkari við-
gerð, tá hetta bert kann
leingja um livitíðina, uttan
at geva nakran bata annars.
Eisini gevir lógin borgar-
um møguleika fyri at gera
eitt lívstestamenti, ið har
teir sjálvir kunnu gera av,
hvussu teir seinastu dagar-
nir skulu vera, um teir koma
í eina støðu, har teir ikki
sjálvir vera førir fyri at taka
avgerðir hesum viðvíkjandi.
Lógin flytir eisini rættin
at síggja sjúklingajournalir
frá lógini um alment innlit
yvir á hesa lógina. Somu-
leiðis verður kravið um
tagnarskyldu og um rættin
til at lata upplýsingar um
sjúklingin til onnur flutt úr
fyrisitingarlógini og skrá-
setingarlógini yvir í hesa
lógina.
Havbúnarfelagið hevur
ynskt at bøta um ástøði-
liga førleikan hjá teim-
um, sum starvast í før-
oysku alivinnuni, og hev-
ur tí heitt á Fiskivinnu-
skúlan
Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna skipar í hesum
døgum fyri tveimum
skeiðum til alivinnuna.
Eitt skeið er til alarar á
sjónum og eitt til smolt-
alarar. Skeiðini eru ætlað
til starvsfólk í føroysku
alivinnuni, sum ikki hava
serliga útbúgving innan
virkisøkið.
Havbúnarfelagið hevur
ynskt at bøta um ástøði-
liga førleikan hjá teim-
um, sum starvast í før-
oysku
alivinnuni,
og
hevur tí heitt á Fiskivinn-
uskúlan um at skipa tvey
skeið – eitt fyri starvs-
fólk á alistøðum á sjón-
um og eitt fyri starvsfólk
á smoltstøðum.
Innihald á skeiðnum
Á skeiðunum verður m.a.
undirvíst í laksalívfrøði,
fóðurlæru, aling og um-
hvørvi, kynsbúning og
vøkstri, sjúkufyribyrging,
smoltifisering, resirkuler-
ing og tøku og hagreið-
ing.
Hesi fyrstu skeiðini
til alivinnuna eru á
byrjunarstøði og verða
møguliga fylgd upp við
dagskeiðum, har meira
verður gjørt burturúr
einstøkum evnum.
Á Hotel Eiði
Skeiðini verða skipað
sum vistarskeið á Hotel
Eiði 7. og 8. feb. og 14.
og 15. feb. 2000. Tey, sum
undirvísa á skeiðunum
eru: Ingvard Fjalstein,
Ragnar Joensen, Guðrið
Andorsdóttir, Hørður
Wardum, Rúni Dam,
Jan Sørensen, Ole Jurg-
ens, Lena Leivsdóttir og
Janet F. Johannesen.
Fiskivinnuskúlin
skipar fyri
skeiðum
Hótta við at leggja
Landssjúkrahúsið lamið
Verður hildið fram við ætlanunum um at leggja størv á
Landssjúkrahúsinum saman, fer Havnar Arbeiðsmanna-
felag í verkfall klokkan ellivu í morgun
JOHN JOHANNESSEN
Eingin matur og eingin
portørtænasta á Lands-
sjúkrahúsinum. Hetta verð-
ur støðan á Landssjúkrahús-
inum frá klokkan ellivu
fyrrapartin, verða ætlanirnar
um at leggja størv saman
ikki sleptar.
Karl Johansen, formaður
í Havnar Arbeiðsmanna-
felag, greiðir frá, at felagið
hevur sent leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum hóttan
um verkfall í sambandi við
sparingarnar.
Arbeiðsmannafelagið
góðtekur ikki, at størv við
ymiskum sáttmálum verða
løgd saman fyri at fremja
sparingar á sjúkrahúsinum.
Hetta hevur felagið fyrr
gjørt leiðsluni greitt, men tá
uppsagnir kortini eru sendar
út, har grundgevingin verð-
ur søgt at vera, at starvið
verður lagt saman við øðr-
um starvi, er tolið hjá
arbeiðsmannafelagnum nú
uppi. Felagið sammetir
støðuna við, at til dømis
læknastarvið og laborant-
starvið vóðru løgd saman
og undir sama sáttmála.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag var á fundi við Høgna
Joensen, sjúkrahússtjóra, í
gjár, og fekk hann at vita,
at felagið stendur fast við
verkfallshóttanina.
Verður verkfall á Lands-
sjúkrahúsinum, kann vænt-
ast, at onnur feløg eisini fara
at stuðla, og tá kann verk-
fallið gerast ógvuliga um-
fatandi.
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag hóttir
við verkfalli á
Landssjúkrahúsinum í
morgun kl 11