Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tænastuvinnurnar fjølgast Tað hevur vanliga verið so- leiðis, og tað er framvegis soleiðis, at flestu fyritøkur- nar, sum veita tænastur til vinnuna, eru í høvuðs- staðnum. Her verður m.a. hugsað um advokatar og grannskoðarar. Men tey seinnu árini hev- ur verið ein ávís gongd, sum bendir á, at eftirspurning- urin eftir tænastum av hes- um slagnum er so mikið stórur kring landið, at tað er grundarlag fyri sovornum fyritøkum aðra staðni enn í høvuðsstaðnum. Okkum kunnugt arbeiðir eingin advokatur burturav aðra staðni enn í Havnini, men advokatskrivstovur hava fólk t.d. í Eysturoy og í Klaksvík ein ella fleiri dagar hvørja viku. Ríkisgóðkendu grann- skoðararnir halda allir til í høvuðsstaðnum, men nú hevur onkur teirra skriv- stovur aðra staðni í landi- num, sum eru opnar ein ella fleiri dagar hvørja viku. Bókhaldsstovur og skrá- settir grannskoðarar eru fleiri av aðra staðni enn í Havnini. Avbjóðing Á fundinum, sum næst- síðsta mánakvøld var í Run- avík hoyrdu nógvir vinnulívsmenn í Eysturoy fyrstu ferð navnið Símun Hammer. Tað er kortini ikki tí, at maðurin er púra fremmandur í oynni, tí virk- ið hjá honum, sum eitur Virkisráðgeving Spf., er trý ára gamalt. Tað heldur til á Høgabóli, og umframt Sím- un Hammer er Sigvør Laksá í starvi í felagnum. Hon var fram til á sumri í fjør skriv- stovuleiðari á Handilsskúl- anum á Kambsdali. Símun Hammer, sum er 35 ára gamal, er útbúgvin fiskivinnufrøðingur frá lærda háskúlanum í Tromsø. Hann hevur eisini nomið sær útbúgving innan virkisbúskap, organisatión og marknaðarføring, og áðr- enn hann kom til Føroya, hevði hann arbeitt sum ráð- gevi í Noregi, umframt at hann hevði fingist við grannsking í Tromsø: – Tá eg flutti aftur til Før- oya, var tað í huganum at seta seg niður í Havnini, men eg valdi heldur at flyta inn á Toftir og at lata virkið upp í Runavík. Tað hevur sínar fyrimunir, men tað er eisini ein avbjóðing, tí tað verður roknað við, at virkini av tí slagnum, sum eg havi, eru í høvuðsstaðnum, og tí verður tað sjálvtsagt fyrst og fremst leitað eftir teim- um har. Maðurin, sum gav eina heildarlýsing av vinnulívi- num í Eysturoy, sigur seg ikki vera heilt ókendan við vinnuna: – Eg havi ikki gjørt nógv við at lýsa. Tað hevur ikki verið neyðugt, tí fyrispurningarnir hava ikki verið so fáir. At veita ráð og at tey, sum tú hevur veitt ráð siga øðrum frá um hetta, Virkisráðgeving á Høgabóli er eitt av fleiri virkjum, sum bjóða tænastur til vinnuna, ið hava sett seg niður kring landið hóskiligir. Í hesum sambandinum kom Olaf Olsen inn á, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri Eystur- oynna, at stórar almennar í- løgur hava verið gjørdar har tann seinasta mansaldurin, bæði kommunalar íløgur og íløgur, sum landið partvís ella heilt hevur átt ella hevur verið við til at fíggja. Íløg- urnar hava bæði betra um- støðurnar at fáast við vinn- ulív, og tær hava eisini havt týdning á øðrum økjum. Eitt er, at stóri parturin av Før- oya fólki, sum býr í Eystur- oy, nú er samanbundin í eitt regionalt samfelag, har vinnulig nytta fæst burturúr fólkagrundarlagnum á ein heilt øðrvísi hátt, enn tað áður var møguligt, og eitt annað er tað, at sambind- ingarnar og samantvinning- arnar hava havt við sær, at tað hevur borið til at fara undir tænastuvinnur, sum tað áður ikki var hugsningur um at hava í oynni. Olaf sipaði til vegakervið, sum er so nógvar ferðir betri nú, enn tað var í 1970, tunn- larnar millum Fjarða og í- gjøgnum Leirvíksfjall, sum knýta oynna saman bæði norður og suður og eystur og vestur, brúnna um Streymin, sum knýtir Eyst- uroynna saman við Streym- oy, og ikki minst allar kilo- metrarnar av havnarløgum, sum hava verið ein av megin orsøkunum til, at tað hevur borið til at bygt eitt so stórt og fjøltáttað virksemi fram við sjónum. – Nógva staðni síggja vit, at tað eru eitt ella tvey pláss, sum stinga seg framúr á vinnuliga, tá tað ræður um fiskivinnuna, soleiðis at skilja at skipini og virkini eru savnaði á einum ella tveimum støðum. Soleiðis hevur tað ikki verið her í oynni, og soleiðis er tað ikki her í oynni. Menn, sum búgva alla staðni í oynni, eiga skip. Tað eru fiskavirkir á nógvum plássum á Skálafjørðinum, í Sundalagnum og eystanfyri á oynni, og tað haldi eg vera gott og til frama fyri vinnuna og har- við oynna, segði Olaf Olsen. Klára avbjóðingarnar Tað eru stórar rembingar í nútíðini, og tað verða sett stór krøv til framtíðar vinn- una. Símun Hammer, virkis- ráðgevi, helt, at tað er eitt av eyðkennunum fyri vinn- ulívið í Eysturoy, at tað er rættað móti framtíðini: – Vinnan í oynni er fjøl- broytt, hon fevnir um øll privat økir, tað eru nøkur stór, men eisini nógv smá virki, ið hava víst, at tey megna at kappast og at tey megna at umstilla seg, tá fyritreytirnar broytast, og so er tað av alstórum týdningi, at sum heild er vinnan í hes- um partinum av landinum burðardygg, bæði hvat rakstrinum viðvíkur, og tá tað snýr seg um at gagnnýta tilfeingið. Vinnan í Eysturoy í fokus JAN MÜLLER Mánakvøldið í síðstu viku var fundur í Runavík fyri vinnulívinum í Eysturoy og politisku umboðanini, bæði tí í teimum trettan kommununum í oynni, og teimum, sum í landspolitikki umboða oynna. Talan er um seks løgtingsmenn og ein landsstýrismann. Nógvu fundarluttakararnir fingu bæði eina breiða lýsing av støðuni hjá vinnuni í oynni sum heild og eina neyva frágreiðing um støðuna hjá einstøkum vinnugreinum. Vit halda, at tað, sum kom fram á fundinum, hevur almennan áhuga – fyri eysturoyingar, føroyingar og tey, ið eru áhugað í føroyskum viðurskiftum. Tí fara vit í dag og í tveimum komandi bløðum at gera eitt sindur burturúr tí, sum kom fram. Í dag taka vit støði í tí, sum Símun Hammer, virkisráðgevi, segði í einari heildarlýsing av vinnuni í Eysturoy og í tí, sum Olaf Olsen hevði at siga um fiskivinnuna á sjógvi og landi. Jóannes Hansen var orðstýrari á fundinum, sum var í Runavík, og hann hevur skrivað greinarnar fyri okkum. hevur verið mátin, sum hig- artil hevur verið brúktur, sigur Símun Hammer. 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 Vágsbotnur - FO-100 Tórshavn - Tel. 320840 - Fax 317782 Sosialurin - 311820 Stóra útsølan heldur fram -nógv góð tilboð- Ger kvettið! Støkkið inn á gólvið! Støkkið inn á gólvið! Ger kvettið! millum trý og hálvt fjórða hundrað. Gongdin er rætta vegin Símun Hammer lýsti við Dansk Regnskabsanalyse sum keldu, hvussu gongdin hjá partafeløgum og smá- partafeløgum var í árunum 1996, 1997 og 1998. Av samlaða bruttovinninginum uppá 2,29 milliardir, áttu virkini í Eysturoy 597 mill- iónir. Suðurstreymur átti í 1998 helvtina av brutto- vinninginum ella 1,09 mill- iardir, meðan Norðoyggjar vóru á triðja plássinum við 231 milliónum. At nýta bruttovinningin, ið er samlaði vinningurin, tá variablu framleiðsluút- reiðslurnar eru drignar frá, sum grundarlag í einari lýs- ing, er ikki serliga neyvt, tí umleið ein triðingur av virkjunum hevur ikki upp- lýst í roknskapunum, hvussu stóran bruttovinning tey høvdu. Tí legði Símun Hammer í sínari lýsing serligan dent á ársúrslitini. Tað vil við øðrum orðum siga, hvat var eftir, tá rentur, avskrivingar og annar fastur kostnaður var drigin frá bruttovinning- inum. Samantalda úrslitið fyri øll virkini, sum lótu rokn- skapir inn tey trý árini frá 1996 og til og við 1998, var í 1996 260,83 milliónir. At samfelagsgongdin hevur verið rætta vegin síðani tá, sæst aftur í, at úrslitið fyri 1997 var meiri enn tvífalt so gott, sum tað var í 1996 – í 1997 var tað 569,77 mill- iónir – og í 1998 var tað 890,45 milliónir. Triðingurin í Eysturoy Ørindini hjá Símuni Hamm- er hetta kvøldið í Runavík, vóru at lýsa, hvussu stóran leiklut Eysturoyggin eigur í føroyska vinnulívinum, og í tí sambandinum varð stað- fest, at í 1998, ið er síðsta árið, sum roknskapartøl eru klár fyri, áttu virkini í Eyst- uroy ein triðing av samlaða yvirskotinum, tá tey stóru almennu partafeløgini og Føroya Fiskavirking ikki vórðu tald uppí. Í 1996 var úrslitið í Eyst- uroy 65,45 milliónir, meðan tað í Suðurstreymi var 160,95 milliónir og í Norð- oyggjum 27,28 milliónir. Í 1997 var úrslitið í Eysturoy 56,72 milliónir, meðan tað í Suðurstreymi og Norð- oyggjum var ávikavíst 455,46 og 13,88 (í 1997 var samlaða úrslitið í Vágum betri, enn tað var í Norð- oyggjum. Úrslitið í Vágum var hetta árið 19,09 milli- ónir). Í 1998 var úrslitið í Eyst- uroy 173,39 milliónir. Í Suðurstreymi var tað 577,1 milliónir, og í hinum økju- num í landinum sóu úrslitini soleiðis út: Norðoyggjar 33,91 milliónir, Norð- streymur 37,75 milliónir, Sandoy 8,48 milliónir, Suð- uroy 34,99 milliónir og Vágar 24,88 milliónir krón- ur. Í roknskaparligum høpi eru tað fleiri virki, sum eru skrásett í høvuðsstaðnum, hóast teirra virksemi og har- við teirra inntøkur og úrslit fyri ein stóran part eisini eru aðra staðni í landinum. Sím- un Hammer vísti í hesum sambandi á Føroya Tele, Føroya Banka, Føroya Fisk- avirking og Føroya Spari- kassa. Í 1998 høvdu hesar fyritøkurnar eitt úrslit uppá omanfyri 360 milliónir krónur, og tá tær vórðu tikn- ar burturúr, var yvirskotið hjá føroyska vinnulívinum soleiðis lutað út á tey sjey økini í Føroyum: Norðoyggjar 6%, Eystur- oy 32%, Norðstreymoy 7 %, Vágar 5 %, Sandoy 2 % og Suðuroy 6 %. Sambandið stóran týdning Olaf Olsen segði á fundi- num nøkur orð um fiski- vinnuna á sjógvi og landi. Hann ynskti ikki at fara í smálutir, tí hann helt fund- arluttakararnar í høvuðs- Eysturoy eigur triðingin av yvirskotinum Samantalda talið á partafeløgum, smápartafeløgum og privatum firmaum verður mett at vera upp ímóti teimum hálvt fjórða hundrað heitinum kenna til tradition- ellu vinnuna. At menn hava havt hug, hegni og áræði at fáa sær bátar og skip og at fara und- ir framleiðslu á landi hevur altíð verið og er framvegis lívsneyðugt. Men tað sigur seg sjálvt, at tað er hópin lættari og harvið hugaligari, tá karmarnir, sum tað skal arbeiðast innanfyri, eru JÓANNES HANSEN Tá umboð fyri vinnuna, lok- alu myndugleikarnar og umboðini fyri Eysturoy í landspolitikki mánakvøldið í síðstu viku hittust at lýsa støðuna hjá vinnulívinum í oynni og at tosa um fram- tíðarvánirnar, so mundu lut- takararnir longu framman- undan hava eina fatan av, at økið er eitt tað fremsta vinn- uøkið í landinum, og at gongdin tey seinnu árini hevur verið hugalig. Luttakaratalið – talið á luttakarunum knappaðist um hálvtannað hundrað – boðaði frá, at tað er nógv lív í, og á fundinum vórðu tøl løgd á borðið, sum staðfestu, at virksemið er nógv, og at úrslitini hava ikki verið heilt av leið. Símun Hammer, sum eig- ur og rekur smápartafelagið Virkisráðgeving í Runavík, visti í einari stuttari lýsing av vinnulívinum at siga, at talið á parafeløgum og smá- partafeløgum í oynni liggur um 270, og at virkini eru innanfyri allar vinnugreinar. Tá eru virki, sum ikki eru skrásett sum partafeløg og smápartafeløg, ikki tald við. Nógvir smáir handlar eru hvørki partafeløg ella smá- partafeløg, og tí heldur Sím- un Hammer, at tað er neyv- an langt av leið at rokna við, at samlaða talið á virkjum og feløgum er onkra staðni Olaf Olsen segði á fundi- num nøkur orð um fiski- vinnuna á sjógvi og landi Símun Hammer lýsti við Dansk Regnskabsanalyse sum keldu, hvussu gongdin hjá partafeløgum og smá- partafeløgum var í árunum 1996, 1997 og 1998. Av samlaða bruttovinninginum uppá 2,29 milliardir, áttu virkini í Eysturoy 597 milliónir. Suðurstreymur átti í 1998 helvtina av bruttovinnin- ginum ella 1,09 milliardir, meðan Norðoyggjar vóru á triðja plássinum við 231 milliónum Mynd: Jens Kristian Vang