týsdagur 18. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 11 - 18. januar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 11 - 18. januar 2000
THEODOR E. D. OLSEN
»Eg skrivaði Móður Sjey-
stjørnu í einum stórum,
eydnuríkum íblástri«, segði
William Heinesen í eini
samrøðu í áttatiárunum. Og
helst hava limirnir í leik-
bólkinum Grímu kent tað
sama, tá teir hava arbeitt við
at seta hesa skaldsøguna á
pall, tí útkomin úr Meiarí-
num leygarkvøldið var eg
ikki í iva: »Góðska er ein
realitetur, ein veruleiki«,
sum stjørnuskaldið undir
Varða vildi vera við. Ikki
bara teir spontanu menn-
iskjansligu
gerningarnir,
framdir av næstrakærleika,
men so sanniliga eisini
góðskan, kvaliteturin í før-
oyskari leiklist 2000.
Tað er nevniliga heldur
enn ikki ein djørv roynd hjá
leikrithøvundanum og leik-
stjóranum, Ega Dam, og
hansara fólki at fara undir
at flyta eina so poetiska
søgu á ein ítøkiligan pall,
men kveikjarin William
megnar enn á hundrað ára
degnum at vera ein inspira-
tiónskelda hjá føroyskum
listafólki.
Lív
Komin innar í meiarímyrkr-
ið verða vit nevniliga bein-
anvegin sogin inn í tað ser-
liga universið, har sjálvt lív-
ið byrjar. Unga gentan An-
tonia, dóttir tann góðvarna
keypmannin, eigur eitt barn.
Men eins ektaður og móð-
urkærleikin hjá Antoniu er,
eins óektaður er hesin hjálp-
arleysi nýføðingurin í eygu-
num hjá Trinu, ið sum fræg-
ast og eftir bestu sannføring
hevur roynt at uppalt An-
toniu. Jákup, sum hesin
drongurin verður doyptur,
er nevniliga føddur uttan
fyri hjúnarlag, og er sostatt
Sjey stjørnur til Grímu
Leygarkvøldið var leikurin »Móðir Sjeystjørna« frum-
framførdur á Meiðarínum í Havn. »Góðska er ein reali-
tetur, ein veruleiki«, sum stjørnuskaldið undir Varða vildi
vera við, staðfestir ummælarin
sambært hesi serligu kristni-
fatan enn ein frukt av kunn-
leikans træi. Og tær vaksa
sum ókrút, skulu vit trúgva
tí eldru.
Men munur er á kvinnum,
og meðan Trina gamla í sín-
um einsemi neyvan hevur
kent tey mongu mannfólk-
ini, eru tað fleiri, ið verða
hugtiknir í tí ungu Antoniu,
sum við sínari lívsgleði og
merkiligu erotisku útstrál-
ing er keldan til alt fram-
haldandi lív, sum tó er og
skal njótast her og nú.
Tað gongur tó ikki so væl
hjá tí óivað vituga, men
turrisliga og smávandna
læraranum, Napoleon, at
gera Antoniu lukkuliga.
Hann dugir sína søgu og
brúnu bøkur uttanat, men
gloymir, at kærleikin hjá
Romeo til sína Juliu var
størri enn alt mannavit. Bet-
ur riggar hjá tí meira festliga
Gravara Peturi, sum dugir
at spæla harmoniku og at
reypa frá sínum ferðum á
heimshøvunum, at vinna
hjartað hjá Antoniu. Tað
eydnast tó Trinu at styggja
hendan unga sjarmørin
burtur, sum ikki er av so
»góðum« fólki, og tí ikki
nóg góður til hesa ungu
gentuna.
Sonurin
Men lívið vil tó altíð vinna
– eisini á tí ónda og á deyða-
num – og hóast sóttin herj-
ar, og Antonia saman við so
nógvum øðrum doyr á ung-
um árum, veksur sonurin
Jákup upp í sínum egna
hugaheimi, har alt er nýtt.
Trina, sum enn einaferð
hevur fingið uppgávuna at
uppala eitt barn, roynir aftur
sum frægast at gróðurseta
sína kristnifatan í hetta lítla
barnið, og verja tað móti
synd og ólevnaði sum liv-
andi hugflogi, pimparíi og
kortspæli.
Tað er tó strævið hjá
Trinu, hvørs lívsfilosofi á-
haldandi minnir á, at verðin
er ónd, at halda á spæla hin
sjálvvalda leiklutin sum
tann, ið altíð skal døma síni
syndugu medmenniskju. Tá
hevur ein nevniliga úr at
gera, og lítli Jákup og huga-
heimur hansara hóra undan
tí myrka og lívsnoktandi á-
ganginum frá Trinu. Ikki
við beinleiðis uppreistri,
men barnsligum forvitni og
fantasii.
Heilt avrik
Sum áður nevnt er Móðir
Sjeystjørna ein sera poetisk
skaldsøga, sum hevur ikki
sørt av mytiskum flogi og
formi í sær. Tað var tí
spennandi leygarkvøldið at
síggja hvussu Gríma, ið er
sera trúgv mótvegis bókini,
megnaði at flyta heimsins
nalva, gomlu Havnina, har
alt upphav byrjaði og tók
skap, á pall í Meiðarínum.
Og júst pallurin var eisini
við til at gera hesa fram-
førsluna til eina heildar-
mynd. Tað má sigast at
sveinastykkið hjá tí unga
scenografinum royndist av-
bera væl. So við og við
vórðu funktiónirnar við
pallinum opinberaðar fyri
okkum
áskoðarum,
og
gjøgnum allan leikin stuðl-
aði scenografiin leikarunum
og søgugongdini, og ikki
minst saman við tónleiki-
num undirstrikaði hetta tað
skiftandi huglagið. Pall-
myndin
stjól
ongantíð
sjálva myndina, men var við
til at skapa eindarmyndina,
ið Móðir Sjeystjørna sum
sjónleikur er. Vit møta
nevniliga nógvum persón-
um í leikinum. Ja, eg taldi
fjúrtan í tí snøggu og kunn-
andi leikskránni, men hes-
um megna teir seks leikar-
arnir úr Grímu at geva lív,
uttan at áskoðarin verður
ørkymlaður av teimum ofta
títtu skiftunum. Her sleppa
vit rættiliga at síggja hvussu
fjøltáttaðum og gávuríkum
sjónleikarum Gríma veru-
liga er mannað av.
Leikritið
Tað er heldur ikki á hvørj-
um degi at nýggj føroysk
leikrit síggja dagsins pro-
jektørljós, og sum heild er
tað enn einaferð hepnast
Ega Dam væl at skriva leik-
rit. Sjálvandi leita tankarnir
altíð aftur til upprunasøg-
una, tá talan er um kenda
bók, og tað vil so vera, at
onkrar nuancur og brigdi
hvørva, tá ein miðil verður
útskiftur við annan og enntá
konkretiseraður. Eitt nú
kundi tú spurt um grundina
til óndskapin og misskiltu
góðskuna í leikinum, og um
persónarnir, ið umboðaðu
daprasta
svartskygni,
í
grundini ikki kundu verið
lýstir meira sympatiskt og
við størri medviti, hóast
áskoðarin tó sær hvørjum
korum tey liva undir. Alt
hevur jú sína orsøk.
Móður Sjeystjørnu haldi
eg tó vera eitt heppið val, tá
talan er um eina søgu, sum
skal umboða kjarnuna í
skaldskapinum
hjá
Williami, tí hesin mytiski
og samstundis stutti og
greiði frásøguhátturin lýsir
kanska betur sjálva góðsk-
una, sum sambært høvunda-
num hóast alt býr í menn-
iskjanum, enn hevði tað
sosialrealistiska perspek-
tivið fingið takið á fortelj-
ingini, sum t.d. í onkrari av
teimum eldru og drúgvaru
skaldsøgunum, men sum
hinvegin tó kanska kundi
sýnt okkum, hví menniskj-
uni gera sum tey gera.
Tillukku Gríma
Slíkt kann ein altíð hugsa
um aftan á, tá leikurin er
sodnaður í sinninum, men
meðan eg sat og hugdi,
kendi eg meg bæði heima í
hesum mytiska frumbý-
num, har lítli Jákup var
dømdur at vaksa til mans
millum góðsku, skygni og
alt køvandi mistreysti, og eg
ræddist, tá tær gróðursettu
myrku kreftirnar, sóu út til
at vinna.
Men størstur av øllum er
hóast alt kærleikin, og eins
og tokkin til leiklistina iva-
leyst hevur drivið verkið hjá
Grímu, eiga vit eisini at vera
góð við okkara yrkisleik-
bólk, sum enn einaferð hev-
ur ríkað okkum við einum
góðum leiki. Onkuntíð hev-
ur tað kanska sæð út sum
hesin bólkur kanska skuldi
fingið somu lagnu sum okk-
urt av børnunum í Móður
Sjeystjørnu, nevniliga at
blíva offrað í sínum ung-
dómi á onkrum vígvølli av
profitthungrandi valdsharr-
um ella berari líkasælu.
Men sigast má, at Gríma
sum langt síðani er farin um
tey tjúgu, hevur fingið tað
at rigga á Meiðarínum.
Sjeystjørnan verður eisini
nevnd Pleiadurnar. Hesar
vóru í griskari mytologi tær
sjey døturnar hjá Atlasi, ið
noyddist at bera himna-
hválvið á sínum herðum.
Hiðani kunnu vit bert stað-
festa, at í hesum døgum ber
Gríma lættliga hæddirnar í
føroyskari leiklist, og vón
mín er, at tey framhaldandi
fara at vísa okkum, at
góðska veruliga er ein
realitetur.
Sjey stjørnur til Ega og
tey.
Hann sá fyrstu ferð dagsins
ljós, keypmanssonurin An-
dreas William Heinesen, ein
15. januar, best sum fólk
vóru farin at venja seg við
at skriva 1900 – t.v.s. tey
fáu her á landi, sum yvir-
høvur fingust við at skriva
ella høvdu áneyðir fyri slík-
um ella dugdu til sovorðið.
Og nú øldin er fullrunnin,
rætt dagin í dag, í hesum
Harrans ári, sum er so ov-
byrjað av øllum sínum
nullum, eru vit komin
saman higar at staðfesta, at
danska munnmælið: um
hundrað ár er alt gloymt –
kanska
er
rætt
á
tí
persónliga økinum og í
teirri ítøkiligu hendingini,
men fer heilt skeivt, tá ið
ræður um okkara felags
gleði og takksemi uppi yvir
stórslignum og fjølbroyttum
manndómsverki í einum
longum og virkisríkum lívi,
hansara, sum sá dagsins ljós
15. januar í árinum 1900.
Tí at tá var hann føddur.
Men gitin var hann og livdi
í móðurlívi í 1800-árinum,
tí seinasta, í øldini við Na-
poleonskríggjum, Nólsoy-
ar-Pálli og Brillumanninum,
einaveldi og einahandli,
men eisini við fólksligum
rembingum, byltingum og
sosialismu, skipsfiskiskapi
og
tjóðskaparrørslu.
Í
grundini havi eg leingi hild-
ið, at William Heinesen, tó
at hann á so mangan hátt er
eitt eyðkent barn av 20. øld,
í sínum baksýni hevur sterk-
ar røtur longur aftur í tíðina,
mentanarliga og málsliga,
og tað er ikki minst mót-
spælið og samspælið ímill-
um gamalt og nýtt, í hugsan,
hugdámi, málføri og listar-
ligum búna, sum ger skald-
skap hansara og aðra list,
sum hann hevur íðkað, so
einsýna forkunnuga og
spennandi. Nú siga tey
kønu, at 19. øld var ikki av
fyrr enn í 1901, men kanska
hon, við síni hugtiknu og og
hugtakandi
ljósu
framburðstrúgv, toygdi seg
upp aftur longur. Tað heldur
ið hvussu er William sjálvur
í
eini
minnisrún
um
Havnará,
sum
kastaði
hvørvisjón yvir seg niðri í
býnum, men enn rennur her
uppi í óbygdum:
»Verðin tóktist so ung tá,«
skrivar hann, »kríggj og ó-
friður hóttu ikki. Menniskj-
uni tá á døgum høvdu fast-
asta álit á framtíðini. Og vit,
ið tá vóru piltar, fingu –
snevilin av einari tíð og ein-
um tíðaranda, sum so brád-
liga hvarv í árinum 1914 –
Í tí árinum snaraði tíðarinn-
ar hurð um síni leikindi;
søguliga sæð var hetta alda-
mótið og ikki kalendaraárið
1900.«
Í hesum barndómsins tíðar-
hvarvi er tað, at skaldskap-
urin hjá Williami Heinesen
so týðiliga hevur sínar veru-
ligu røtur, sínar vellandi
keldur, og kanska, hvør veit:
kanska eisini sítt treysti og
sítt trúfesti? Úr hesum út-
sýnistorni, sum hann smíðar
og byggir út, so tað verður
rúmligari og fínligari og
litríkari, sum árini renna,
tekur at skyggja og glógva
av ungdómi, av elli og
ævinleika, og hiðani, úr
erva á hesum torni, hevur
hann frálíkt útsýni í tíð og
rúmd.
Byrjanin
Tað byrjaði annars, alt, fyrst
í tjúgunum, við trábeittari
tilverugrundan
í
yrkingasavni eftir yrkinga-
savn, skoðandi løtuna í
ævinleikans mátistokki, við
symbolistiskt løddari yrking
og við føroysku náttúruni
sum myndabrunni og leik-
tjaldi. Sum so, um tíggju-
áraskiftið, snaraði í sam-
felagskritiska og moraliser-
andi ætt, yvir í skaldsøguna,
yvir í skaldsins episka og
etiska tíðarskeið, sum Chr.
Matras hevur nevnt, ta
breiðu frásøguna, sum hann
øll tríatiárini og fjørutiárini
stríddist við, at fáa hana at
legnast fyri sær rættiliga, í
stórum og stórt ætlaðum
merkisverkum,
til
tað
umsíðir eydnaðist honum
heilt fyri hálvaldarskiftið, tá
ið hann endiliga hevur
skrivað seg fram á sína egnu
episku skrift, hevur funnið
sín sermerkta frásagnarstíl,
sítt útsýni og sín form: tit
vita, henda mytiska, broder-
andi, poetiska, fabulerandi,
sum onkur nevnir magiska
realismu, og sum vit tí,
ekkaleys, taka upp aftur her,
av tí at navnið spillir ongan.
Lívsins meining
Eitt er at nevna, sum óloysi-
liga er knýtt at prosaskriv-
ingini hjá Williami Heine-
sen, og sum seinni tekur seg
upp í yrkingunum við: hesin
serligi undirstreymur av
góðvild og mannatokka, ið
seyrar ímillum reglurnar í
bókunum og altíð lýsir av
summum umráðandi per-
sónum í skaldsøgunum og í
stuttsøgunum. Hesin hjarta-
reini fløvin er tað, hetta ó-
spilta og óuppgjørda sinnis-
lætið, henda óumhugsaða
góðskan, kanska opinlýs,
At vera heima á jørðini
Heðin M. Klein helt røðu, tá minnisvarði til minnis um William Heinesen
varð avdúkaður leygardagin
Framhald á síðu 12
DÁNJAL HØJGAARD
- Hetta er keðiligt fyri byggi-
harran. Tað setur hann í eina
ringa knípu.
Petur á Lava Olsen, stjóri
á Brunaumsjón Landsins er
sera misnøgdur við manna-
gongdina, sum verður nýtt,
tá bygningar verða reistir -
ella umbygdir.
Eftirlitsstovnarnir, sum
skulu góðkenna bygningarn-
ar verða ikki hoyrdir fyrr enn
arbeiðið er liðugt. Hetta
kemur mangan dýrt aftur um
aftur, tí eftirlitsstovnarnir
krevja mangan ábøtur og
broytingar, sum byggiharrin
ikki hevur tikið fyrivarni
fyri.
Við øðrum orðum kann
bygningurin gerast nógv dýr-
ari enn roknað var við.
Byggiloyvi
- uttan hoyring
Petur á Lava Olsen fílist á,
at kommunurnar í Føroyum
kunnu skriva út byggiloyvi
- uttan at avvarandi mynd-
ugleikar fyrst hava mett um
byggingina. Hetta er bæði
galdandi fyri nýbygging og
t.d. um eini sethús verða
umbygd til barnagarð.
Kommunurnar
kunnu
spyrja avvarandi stovnar
eftir, men tað er eingin treyt.
Er talan um t.d. røktar-
heim, ansingarstovn, sjúkra-
hús ella gistingarhús, so skal
bygningurin kortini góð-
kennast áðrenn hann verður
tikin í brúk. Og tástaðni
Skeiv gongd í byggimálum
Tað kostar dýrt, at bygningar ikki verða skoðaðir fyrr enn arbeiði er liðugt. Tað
sigur Brunaumsjón Landsins, sum fyrireikar eina kunngerð, ið skal tryggja, at
avvarðandi myndugleikar verða hoyrdir áðrenn byggiloyvi verða latin.
Tað er eingin vandi fyri
hundinum. Men fólk mugu
hinvegin ansa eftir, nú
salmonella er staðfest í
hundakrási
Tilvildarlig mynd
Salmonella í
hundakrási
Serfrøðingar í Danmark hava staðfest salmonella í sonevndum hundasnacks. Teir
biða fólk ansa eftir, tí fólk eru í smittuvanda. Føroyskir handlar innflyta hundakrás
úr Danmark.
DÁNJAL HØJGAARD
Danska Plantudirektoratið
hevur tikið stakroyndir av
sonevndum hundasnacks.
Hetta er krás til teir fýrføttu,
gjørt av turkaðum svínaoyr-
um, svínatrýni og svínasinu.
Í triðja hvørjum føri var
salmonella staðfest í krás-
inum.
Talan er um tað vanda-
miklu multi-mótstøðuføru
salmonella DT104, sum er
ógvuliga trupul at handfara,
skrivar danska blaðið Aktu-
elt í gjár.
Krevur ansni
Ein
serfrøðingar,
sum
granskar í djórasjúkum,
sum kunnu smitta fólk, bið-
ur fólk ansa eftir. Fólk
kunnu fáa Salmonella-bak-
teriuna, tá tey geva hund-
inum teir dálkaðu bestubit-
arnar, verður sagt.
- Sleikir tú tær um fingr-
arnar aftaná ella fer tú at
matgera uttan at vaska
hendur, so kanst tú verða
smittaður av salmonella.
Tað sama er galdandi fyri
smábørn, sum grulva á
gólvinum, um tey súgva
hunda-bitarnar ella koyra
teir í munnin, sigur Flem-
ming Bagger, ráðgevi á
danska Zoonosecentret við
Aktuelt.
Einki frætt
- Hetta havi eg einki hoyrt
um, sigur Niels Mortensen,
stjóri í SMS í Havn.
Miklagarður er ein av
handlunum í Føroyum, ið
selur krás til hundar, og
hundakrásið í Miklagarði
kemur úr Danmark.
Niels Mortensen sigur, at
Miklagarður plagar altíð at
frætta frá fyritøkunum, sum
handilin keypur vøruna frá,
tá vandi er fyri salmonella.
Men hann hevur einki hoyrt
um nakran vanda í sam-
bandi við hundakrásið, sig-
ur hann.
- Hetta má eg fara at
kanna, sigur stjórin í SMS.
Smittukeldan funnin
Flemming Bagger heldur, at
myndugleikarnir við hesum
hava loyst gátuna um nakrar
av DT104-tilburðunum í
Danmark, har tað higartil
ikki hevur borið til at stað-
fest smittukelduna.
Hundinum sjálvum nýtist
ongum at vera bangin fyri,
Brunaumsjón Landsins fyrireikar eina kunngerð, sum skal
tryggja, at kommunur ikki kunnu geva byggiloyvi áðrenn
avvarðandi myndugleikar hava úttalað seg um málið
Tilvildarlig mynd
sigur Flemming Bagger.
- Teir eru ránsdýr við
sterkari sýruforðing, sum
drepur salmonellabakteri-
una áðrenn hon sleppur nið-
ur í magan, sigur hann.
koma stovnar sum Bruna-
umsjónin, Starvsstovan og
Arbeiðseftirlitið inn í mynd-
ina - mangan við kostnaðar-
miklum krøvum.
- Tá teir avvarandi mynd-
ugleikarnir koma aftur um
aftur, hevur kommunan
mangan hug at seta teir til
viks, sigur Petur á Lava
Olsen.
Órættvíst
Stjórin á Brunaumsjónini
heldur, at framferðin í byggi-
málunum er órættvís móti
byggiharrunum, sum mang-
an eru óroyndir á økinum.
- Í mongum førum royna
teir seg sum byggiharrar fyri
fyrstu ferð. Tí handla teir í
roynd og veru í góðari trúgv,
sigur Petur á Lava Olsen.
Kunngerð í uppskoti
Til tess at binda um heilan
fingur er stjórin á Brunaum-
sjónini tí farin undir at orða
eitt uppskot til kunngerð, at
leggja fyri landsstýrið. Eina
kunngerð, sum skal tryggja,
at teir avvarandi stovnarnir
verða eftirspurdir áðrenn far-
ið verður í gongd.
- Kunngerðin skal tryggja,
at kommunan í síni máls-
viðgerð hevur eina hoyring
millum teir avvarandi mynd-
ugleikarnar áðrenn skrivligt
byggiloyvi verður latið, sig-
ur Petur á Lava Olsen, sum
ætlar at tosa við hinar eftir-
litsstovnarnar áðrenn upp-
skotið verður lagt fyri lands-
stýrið.
Byrjað verður aftur mánadagin, 10. januar og halda vit á til
fyrst í mai.
Sjálvandi er altíð møguligt at fáa ókeypis royndar-
tíma í SPINNING, AEROBIC og BALLETT.
Møguleiki er hjá feløgum, fyritøkum o.ø. at
leiga tímar í Yndi.
Komið inn á gólvið ella ringið á
tel.: 311 311, 310 025 ella 312 868.
Tlf.: 311 311
Fax: 318 527
SPINNING
AEROBIC
BALLETT
SPINNING
Sum nakað spinnandi nýtt kunnu vit nú fyri fyrstu ferð í
Føroyum bjóða tímar í SPINNING, sum seinastu árini er
vorðin sera vælumtókt víða um. SPINNING er sera gott fyri
Y, lungu og blóðrenslið sum heild. Eisini er SPINNING sera
konditiónsstimbrandi og samstundis ein ógvuliga góður
háttur at klænka seg. Samstundis kann SPINNING íðkast av
øllum, eisini teimum við veikum liðum ella ryggi.
Byrjað verður aftur mánadagin, 10. januar og halda vit á til
leygardagin, 15. apríl.
Nýtt Nýtt Nýtt
Nýtt Nýtt Nýtt
Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag
18:00 – 18:50
Spinning
Feittknúsari
18:00 – 18:50
Spinning
Feittknúsari
19:00 – 19:50
Spinning
20:00 – 20:50
Spinning
20:00 – 20:50
Spinning
19:00 – 19:50
Spinning
19:00 – 19:50
Spinning
19:00 – 19:50
Spinning
Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag
15:45 - 17:00
Klassiskt
Vaksin
16:45 - 17:45
6 - 8 ár
15:45 - 16:45
9 - 12 ár
16:00 - 17:00
13 ár og eldri
19:15 – 20:30
Dansur
Vaksin
KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ
1 ferð um vikuna:
450 kr.
2 ferðir um vikuna:
780 kr.
3 ferðir um vikuna: 1.100 kr.
6-12 ár: 375,- kr.
13 ár og eldri: 450,- kr.
Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Leygardag
KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ
60 min. 75 min. Skúlanæmingar
1 ferð um vikuna : 450 kr. 560 kr. 20 % avsláttur
2 ferðir um vikuna: 690 kr. 860 kr. 20 % avsláttur
3 ferðir um vikuna: 790 kr. 975 kr.
Byrjunartilboð 25% í avsláttri
Bert galdandi frá mánadegnum, 10. januar til hósdagin, 20. januar
KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ
Trimmari – Aerobic – Stepp + styrkivenjing – Venjing uttan
hopp – Menn – Mix.
Fá meira at vita hjá Yndi, ella kom framvið og fá tær ein
faldara ella eitt prát.
AEROBIC
BALLETT
17:15 - 18:30
Aerobic
Vand
18:30 - 19:45
Aerobic
Vand
17:45 - 19:00
Stepp + Styrki
Øll
17:15 – 18:15
Tilkomnar
kvinnur Low
17:15 – 18:30
Stepp + Styrki
Øll
15:00 – 16:30
Mix
18:30 - 19:30
Aerobic
Byrjarar
19:00 – 20:00
Trimmari
Øll
18:15 – 19:15
Aerobic
Byrjarar
Yndi kann bjóða flest øllum okkurt slag av kropsvenjing.
Kvinnum sum monnum, ungum sum eldri, stórum sum
smáum, sterkum sum veikum.
19:30 - 20:30
Trimmari
Øll
20:30 - 21:30
Menn
20:00 - 21:15
Mix strævin
Vand
19:45 - 20:45
Trimmari
Øll