Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 Dreymagentan avdúkað Leygardagin hevði listamaðurin, høvundurin og kveikjarin William Heinesen fylt 100 ár.Nógv varð gjørt burtur úr degnum. Fríggjadagin komu bøkur út á almennari samkomu og leygardagin var avdúking av standmynd, framsýning og sjónleikur á skránni DAGFINN OLSEN 100 ár vóru 15. januar liðin, síðani William Heinesen varð borin í heim. Og nógvar hava fyrireik- ingarnar verið og sigast má, at dagurin varð hildin, sum tað sømir seg. Kveikjarin, høvundurin og myndlista- maðurin varð leygardagin heiðraur við minnisvarða, bókum og sjónleiki og tón- leiki og framsýning um lív og avrik. Kvøldseta Longu fríggjadagin var kvøldseta í Kommunu- skúlaskálanum, har 3 bøkur vórðu lagdar fram. Forlagið Fannir gav út bókina William ummælir fagrar listir. Føroya Skúlabóka- grunnur gav út Stjørnu- skaldið undir Varða og Bókadeild Føroya Lærara- felags gav út Veingjaða Myrkrið, sum Edward Fuglø myndprýddi. Á kvøldsetuni kvóðu Myndir: Jens Kristian Vang børn brot úr Sjúrðarkvæð- num. William myndprýddi í fimtiárunum skálan við myndevnum úr Sjúrðar- kvæðnum. Fyri tónleiki og sangi stóðu Havnarkórið, Edvard Nyholm Debess og Teitur Lassen. M.a. Kom yrkingin »Hoyrdu tit havs- ins andalag« fyri 3 ferðir. Teitur og Edvard framførdu eina spennandi framførslu, har tónabúnin var nútímans. Havnarkórið sang yrkingina við lag eftir Vagn Holboe og við lag eftir H. J. Høj- gaard. Bøkurnar, ið komu al- ment út á samkomuni, vórðu lagdar fram og brot lisin úr teimum. Minnisvarði Leygardagin avdúkaði abbadóttir William, Elisa Heinesen, ein minnisvarða, sum Hans Pauli Olsen hev- ur gjørt. Listafelag Føroya hevur gingið á odda við at lata minnisvarðan yvir William gera og formaður felagsins, Helgi Fossadal, fegnaðist. Hann takkaði eisini fyri stuðul og segði, at sum heild hevði ikki verið trupult at fáa til vega pening, so verk- ið gjørdist veruleiki. Býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen helt eisini røðu og fegnaðist um minnisvarðan. Skaldið Heð- in M. Klein helt eisini røðu. Síðani varð farið í Lista- skálan, har Havnar Hornor- kestur framførdi Norsku Løvu eftir William Heine- sen. Framsýning Klokkan 16 lat framsýning- in Heima á foldum upp. Ein framsýning, ið Kgl. Bóka- savnið og Landsbókasavnið hava fyrireikað. Gunnar Hoydal hevur verið ein høv- uðsmaðurin vegna Lands- bókasavnið. Signar á Brúnni helt røðu og setti framsýningina. Kristina Hansen las yrkingina Heima á foldum og Nicola- os Kapnas spældi bratch- variatiónir hjá Williami Heinesen yvir gamalt før- oyskt sálmalag. Á kvøldið var frumsýn- ingin av leikinum Móðir Sjeystjørna, sum Egi Dam hevur flutt á pall eftir bókini hjá Williami Heinesen. Stórur áhugi var fyri heiðranini av skaldinum og Útvarpið sendi beinleiðis frá tiltøkunum. Sjónvarpið hevði samandrátt sunnu- kvøldið. Dreymagentan Eftir stendur skaldskapurin framvegis. Afurat er komin ein minnisvarði yvir fjøl- broytta listamannin William Heinesen. Ein minnisvarði, ið fólk tykjast á einum máli um, ímyndar hug og verk Williams. Hans Pauli hevur funnið gentuna í klippi eftir Willam. Á steininum, ið gentan stendur á, er skugga- mynd av Willaim og av spælimanninum, iðflest øll kenna frá myndum Williams. Kanska er hetta ein dreymagenta, ið Wiliam Hans Pauli Olsen, listamaður, framanfyri minnisvarðan yvir William Heinesen Næmingar kvøða brot úr Sjúrðarkvæðnum. Aftan Fyri mynd Abbadóttir William Heinesen avdúkar minnisvarðan. Pápin Zacharias og formaður Listafelagsins, Helgi Fossadal, hjálpa til Prógv í teldufrøði klipti aftur og aftur. Eisini kann tað vera ein av teim- um, ið hann skrivar um! Jú nógvar vóru metingar- nar. Bæði frá listarmanni og áskoðarum. Har hon stendur, dreyma- gentan, ber til at skoða nið- an á húsini hjá Lisu og William Heinesen, har smáttan hjá Williami eisini stendur. Tárnið á heimsins enda, har hann sat og skriv- aði alheims skaldskap. Eisini kann skoðast yvir Havnina, har William vaks upp, fekk íblástur og har søgurnar og søgupersónar- nir liva. Fimm kanditatar hava lokið BS-prógv í teldufrøði við Ålborg Universitet, men teir hava lisið í Føroyum DAGFINN OLSEN Longu fyrst í sjeytiárunum var data á skránni á Fróð- skaparsetrinum. Tað seinasta í hesi menning er, at fimm kanditatar í teldufrøði fríggjadagin fingu prógv. Teir hava lisið við Ålborg Universitet, men hava tó verið í Føroyum og hava m.a. fingið fjarundirvísing. Á samkomu fríggjadagin hildu hesi røðu: Hans Pauli Joensen, vararektari, Jørgen Østergaard, docentur við Ål- borg Universitet, Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, Vilhjálmur Gre- goriussen, umboð fyri næm- ingar. Øll vóru samd um, at sam- starvið hevði verið gott og at tað er sera neyðugt, tí vinnuni tørvar teldukøn fólk. Jørgen Østergaard helt í áhugaverdu røðu síni fyri, at vert er at leggja sær í geyma, at útbúgving hoyrir ikki longur bert ungdóminum til, men er neyðug alt lívið. Næmingarnir fegnaðust um, at stríðið nú ber ávøkst, tí strævið hevur tað verið. Eisini vóru teir takksamir um, at arbeiðsplássini høvdu givið teimum møguleikar, so hetta var gjørligt. Og somuleiðis takkaðu teir familjum, ið hava havt tol hava stuðlað. Stjórin í Elektron segði í hesum sambandi, at fyritøk- an eisini framyvir fer at stuðla fólki, ið tekur útbugv- ing, tí trot er á teldufrøðing- um í øllum ríkinum Jørgen Østergaard og Allan Dresling, Ålborg Universitet,Randi Dam Petersen, Egil Helmsdal, Vilhjálmur Gregoriussen, Frants Olsen, Sámal Christiansen, teldufrøðingar og rektarin á Fróðskaparsetrinum, Malan Marnersdóttir Mynd: Jens Kristian Vang Teitur Lassen og Edvard Nyholm Debess hava sett nýggj løg til yrkingar hjá Williami Heinesen Framsýningin Heima á foldum lat upp leygardagin Býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, á framsýn- ingini Heima á foldum Havnarkórið sang á kvøldsetuni fríggjakvøldið Formaður Listafelagsins, Helgi Fossadal, heldt røðu, tá minnisvarðin yvir William Heine- sen varð avdúkaður Bøkurnar, ið komu alment út á samkomuni, vórðu lagdar fram og brot lisin úr teimum