týsdagur 18. januar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 11 - 18. januar 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 11 - 18. januar 2000
jakup
JÁKUP MØRK
At eitt lið lærir meira av at
fáa bank, enn at tapa við
einum ella tveimum málum,
man besta mansliðið vera
eitt sera gott dømi um. Í
grundspælinum taptu teir
fleiri dystir við minst møg-
uligum marginalum, men
eftir at teir viku síðani fingu
bank frá neistanum, er rætt-
uliga viðvent í holuni.
Fyrst vóru teir í Vest-
manna mikudagin, har teir
vunnu fyrru hálvfinaluna í
steypakappingini móti odd-
aliðnum, og sunnudagin
vundu teir burtur úr strand-
ingum, sum hava verið í
oddinum alt kappingarárið.
Trygg leiðsla
Fyrstu 30 minuttirnar var tó
lítið, sum bendi á, at dyst-
urin skuldi enda við stór-
sigri til heimaliðið.
Eftir at kyndilsliðið hevði
fingið betri byrjanina, vóru
tað nenvliga strandingar,
sum stýrdu meginpartin av
hesum hálvleiki.
Álopsspælið koyrdi á
sama skjóta hátt, sum vit so
ofta fyrr hava sæð tað, og í
verjupartinum vóru teir sera
nærlagdir.
Serliga lá væl fyri hjá
John Petersen í álopspart-
inum, meðan Johan Dan-
ielsen sýndi fleiri góðar
bjargingar í hinum end-
anum.
Nógvir strandingar vóru
komnir til Havnar at fylgja
liði teirra, og sum vera man,
so var lagið av tí allarbesta,
tá StÍf kundi fara til hálv-
leiks við eini tryggari
leiðslu.
Hamskiftir
Hvat Sophus havði sagt við
sínar menn í hálvleikinum,
er ilt at vita, men í hvussu
so er var kyndilsliðið sum
hamskift, nú teir komu aftur
á vøllin.
Beinan vegin fóru teir at
eta burtur av leiðsluni hjá
føroyameistarunum, og hó-
ast StÍF helt framman fyri á
máltalvuni, so kom nú rætt-
uliga spenningur í dystin.
Í verjupartinum bardust
kyndilsmenninir um hvønn
tann einasta bólt, og í álops-
partinum var Bjarni War-
dum nú vorðin rættuliga
heitur.
Eisini var Hans Á. Dahl
Christiansen komin á vøllin
nú, og hetta viðførdi eisini,
at vinstra álopssíða hjá
Kyndli gjørdist nógv meira
vandamikil, eins og hann er
sera sterkur í verjupartinum.
Sum nevnt, so megnaði
StÍF so dánt at halda seg
framan fyri grøna liðið, men
eftir at Marius hevði sent
bóltin í netið til 23-21 steðg-
aði alt fullkomuliga upp hjá
strandingum.
Seinastu 15 minuttirnar
fingu teir bert eitt mál, og
tá kyndilsleikararnir sam-
stundis skoraðu eftir vild,
mátti tað enda galið.
Í málinum byrjaði Lars
bráddliga at taka alt, sum
varð tveitt eftir honum, og
hóast Jónleif setti seg sjálv-
an á vøllin, so megnaði
hálvskaddi venjarin ikki at
venda skeivu gongdini.
Alt, sum líktist sjálvsá-
litið, varð so at siga sogið
úr føroyameistarunum, og
besta dømi um hetta var, tá
teir fingu eitt brotsskast til-
lutað.
John Petersen hevði stutt
framman undan brent eina
roynd úr teimum sjey met-
runum, men kortini vildi
Artur hava hann at skjóta.
John noktaði tó fyri hesum,
og endin var at Artur
skeyt…á tvørstongina.
Móti endanum av dyst-
inum var talan um eina rætt-
uliga eyðmýking av strand-
ingum, sum bert tóktist bíða
eftir, at seinasta bríkslið
skuldi ljóða. Hetta kom tó
ikki fyrr enn allir 60 min-
uttirnir vóru leiktir, og tá
vóru kyndilsleikarar og -
viðhaldsfólk langt síðani
byrja at fegnast um sigurin.
Kann røkkast
Lítið er at ivast í, at sigurin
var sera kærkomin hjá
Kyndilin er ikki slóknaður
Eftir at hava verið aftanfyri við fimm málum, tá farið
varð til hálvleiks, megnaðu kyndilsmenninir kortini at
hólva føroyameistararnar av strondum, so enn eiga teir
ikki at verða avskrivaðir heilt
kyndilsleikarunum. Verður
sæð burtur frá javnleikinum
móti vestmenningum á
heimavølli, so vóru teir akk-
urát ov stuttir í øllum dyst-
unum móti hinum oddalið-
num, og tískil gjørdist odda-
sessurin alt meira veruleika-
fjarður.
Enn er tó langt eftir á mál,
men kortini kann eg ikki
lata vera við at hugsa um
støðuna fyri einum ári síð-
ani. Tá var líkt til, StÍF als
ongan møguleika hevði at
vinna meistaraheitið, men
við einum ótrúligum enda-
spurti eydnaðist tað teimum
kortini at røkka ovastu tind-
unum.
Enn er tó langt eftir á mál
hjá kyndilsleikarunum, men
megna teir framhaldandi at
sýna sama spælið, er ikki
óhugsandi at teir kunnu taka
stig frá bæði Neistanum og
VÍF.
Fyrsti møguleikin verður
longu mikukvøldið, tá VÍF
kemur á vitjan, og megnar
Kyndil at vinna sær tvey
stig í hesum dysti, verður
av sonnum líkt til, at vit
aftur í ár fáa eitt sera spenn-
andi endaspæl, har einki
verður avgjørt fyrr enn í
seinastu dystunum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarnu Wardum 11
(4), Jacob Jónsson 8, Rúni
Poulsen 5, Hans Á. D.
Christiansen 3 (1), Leivur
Holm 2, Regin M. Petersen
2
StÍF: John Petersen 8 (4),
Artur Johansen 4, Marius
Joensen
4,
Alexandur
Johansen 3, Sveinbjørn
Poulsen 3, Bent Durhuus 1,
Karstin Danielsen 1
Brotskøst:
Kyndil 6, StÍF 6
Útvísingar:
Kyndil 7, StÍF 4
Diskvalifikatión:
Kyndil 1 (2x3 minuttir)
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Krist-
ian Joahansen
Kyndilsleikararnir vóru nógv meira ágrýtnir, og í eftir at Hans Áki kom á vøllin, fingu
teir rættuliga fatur á strandingunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Bent verður her tikin í eini heldur sjáldsamari atsókn á
kyndilsmálið
Mynd: Álvur Haraldsen
Sjálvandi kann
ÍtróttarSosialurin eisini
lesast á alnetinum:
www.sosialurin.fo
15.01.200)
Nú skipað verður fyri há-
tíðarhaldi í sambandi við, at
hundrað ár eru liðin síðan
William Heinesen, mæti rit-
høvundur okkara, varð borð
in í heim, er heitt á meg,
vegna landsstýrið, at siga
nøkur orð í hesum sam-
bandi. Hetta geri eg fegin
og takki samstundis fyri
tann heiður, mær við hesum
er sýndur.
Sum rithøvundur hevur
William Heinesen eina ser-
støðu í bókaheimi okkara.
Hann hevur lagað ein prýði-
ligan varða av bókmentum,
skaldsøgum, yrkingum og
greinum, sum vit føroyingar
eru sera takksamir fyri.
William hevði tey stóru
skaldsligu evni, at hann við
penni sínum megnaði at
greiða og lýsa fyri okkum
hendingar og fólk, tíðarrák
og umhvørvi á so greiðan
og hugtakandi hátt, at hesi
gerast livandi og skiljandi í
hugaheimi okkara og gerast
partur av tilvitan okkara um
tey evni, ið høvdu mestan
týdning og áhuga í skald-
skapi Williams.
Sagt hevur verið, at í
skaldskapi sínum hevur
William granskað teir inn-
astu streingirnar í sálarlívi-
num á fólki og funnið fram
og víst á evni og fyribrigdi,
sum skapa múruna í okkum,
Røða, ið Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, helt í sambandi
við 100-ára dag William Heinesens
gott og ilt, gaman og álvara
og hvørt av sínum.
Um hetta hevur William
sjálvur sagt, at hann, tá hann
skrivaði, altíð hevði livandi
fyrimyndir fyri eyga; men
tó ikki á tann hátt, at hann
einvegis lýsti ella avdúkaði
einstakar persónar. Heldur
var tað so, at hann tók egin-
leikar frá mongum fólkum,
ella fyrimyndum, og setti
teir saman til ein skaldsøgu-
persón. Og í veruleikanum
var tað so, legði William
afturat, at í seinasta enda var
tað ofta seg sjálvan, tað
djúptøkna skaldið lýsti.
Í sambandi við umrøðu
av tílíkum viðurskiftum
hevur William endurgivið
kendu orð Ibsens: »At digte
er at holde dommedag over
sig selv«. Hesi orð eru ikki
innantómt tos, tí veruligt
skald er ikki bert eygleiðari,
sálarfrøðingur ella manna-
kennari; men alt tað, tú hev-
ur fingið innlit í og kunn-
leika til, stavar í seinasta
enda frá sjálvum tær. Sagt
á annan hátt: eisini teir
ódámligu persónarnir í
skaldaverkum tínum hevur
tú frá sjálvum tær.
Tí ber eisini til at siga um
William, at hann er so rein-
førur í lýsingum sínum, at
hann sigur okkum júst tað,
sum hann sær og skilir –
uttan at fríðka ella lýta aðal-
eyðkennini við tí, hann við-
gerð og skrivar um. Hetta
er galdandi, bæði tá hann
lýsir einstakar persónar,
bólkar ella eitt nú føroying-
ar í størri høpi, og hetta
gerast vit varug við, tá vit
ferð eftir ferð taka fram av
hillunum bøkur hansara og
lesa okkum av framúrskar-
andi frásøguhátti og per-
sónslýsingum hansara. Tí
hvørja ferð, vit gera hetta,
finna vit evni, sum kennast
nýggj fyri okkum, tí vit – í
víttfevnandi skaldaheimi
hansara – ikki hava givið
okkum stundir til ella megn-
að at síggja allar teir marg-
littu lutir, ið skaldaverk
Williams í veruleikanum
eru samansett av.
Eingin ivi er í, at ikki bert
vit, sum nú liva og í stóran
mun eru samtíðarfólk Willi-
ams, lesa verk hansara og
fegnast um tey, men at eisini
komandi ættarliðini fara at
ogna sær bøkur hansara.
Verk hansara fara at hava
varandi týdning, og lív og
avrik hansara fara tí at
gagna fólki og landi ikki
bert nú, men eisini í kom-
andi tíðum. Long tíð er
longu liðin, síðani bøkur
eftir William Heinesen
vórðu umsettar til fremm-
and mál og gjørdust partur
av teimum miklu og tíðandi
bókamentadýrgripum, ið
eru vorðnar til í mentanar-
øki vesturheimsins.
Ofta er so, at stórur lista-
maður er gávaður við fjøl-
broyttum listarligum evn-
um. William Heinesen er
dømi um mann, ið hevði
fleiri streingir á hørpu síni,
og tá hann leikar á teir,
verða vit drigin inn í heim
hansara, har listaligi boð-
skapur hansara kann verða
givin okkum eins væl í orð-
list, tónlist og í málninga-
list.
Um hetta seinasta kann
verða sagt, at málningar,
tekningar og pappírsklipp
Williams hava teirra egna
stíl – motivini eru altíð før-
oysk, og við teimum hevur
hann millum annað víst
okkum, hvussu stóran tokka
hann hevði til tann partin
av mentararvi okkara, sum
nevndur verður skaldskapur
av manna munni.
Eitt nú kemur hetta fram,
tá William myndar huldu-
fólk, vættrar, trøll og onnur
sagnarfólk og sagnmenni,
sum búleikast í føroysku
náttúruni. Ofta síggja vit
náttúruna lýsta í ævintýra-
dæmi og í litum, sum ljósir,
kámir, daprir ella sterkir
skapa júst tað huglag, sum
sermerkir einstøku myndina
– um hon so er um dreingin,
sum bangin skundar sær
heim í skýmingini, har hvør
steinur tykist honum hava
fingið andlit og óhugnaver-
ur tykjast hótta hann, ella
um ástarparið, ið vónríkt
fylgist gjøgnum tjúkt grønt
og sevjuríkt gras ta fjálgu
summarnáttina í vissu um,
at vónrík framtíð liggur fyri
teimum.
Í listaheimi Williams
tykjast mannakor, tilvera,
ævintýrheimur, tað ítøkiliga
og tað úrtøkiliga at ganga
saman inn í størri heildar-
høpi, ið spreingir mørkini
fyri tíð, rúmd og stað, og
hugflogið reikar ótálmað.
Saman við tónlistini, ið
hevði so stóran týdning fyri
William alt lívið, og sum
hann íðkaði við so miklum
áhuga og hegni, myndaðu
bókmentirnar og myndlistin
tann stóra listamannin og
humanistin William Heine-
sen, sum er kendur so víða
um lond, og sum so mong
kring heimin heva tikið til
sín og virða. Hesi fólk vita,
hvaðan William er, og á
tann hátt hava tey eisini
nomið kunnleika til hetta
vakra landið úti í Atlants-
havi, sum hann hevur lýst
so væl í skaldskapi sínum.
William Heinesen er ikki
millum okkum longur; men
verk hansara í skaldskapi,
tónleiki og málningalist eru
enn líka frísk, djørv og
sonn. Vit virða minnið um
tann mannin, sum gav okk-
um so nógv, sum kravt var
so nógv av, og sum hevði
so ríkar gávur, at hann fram
um aðrar við list síni lýsti
fyri okkum bæði tað álvar-
sama og tað skemtiliga –
eins væl og tað hugtakandi
vakra í tilveru einstaka
menniskjans bæði sum ein-
støk vera og í samfelagi við
onnur.
At enda fari eg at takka
øllum tykkum, sum hava
skipað fyri hesum stór-
fingna tiltaki til minnis um
Williams Heinesen á 100-
ára degi hansara, samstund-
is sum eg lýsi hesa fram-
sýning at vera setta.
Verkini eru enn frísk og djørv
kanska loynd, ið ger ongan
háva burtur úr sær, sum er
skaldsins vón og álit, lívsins
súrdeiggj, ja ivaleyst fyri-
treytin fyri øllum liviligum
lívi og lívsins veruliga og
sannasta meining. Hin tví-
faldi grikski Eros í sínum
veldi og í øllum sínum
brigdum, sum positiv, sam-
einandi frummegi og sum
holdsliga nærstaddur veru-
leiki.
Men í førum kann vera
neyðugt við sterkari lúti til
skurvut høvd. Tá krevst, at
tey fólk eru til, sum vilja
ikki sættast við tað, ið rang-
vorðið er. Vilja ilskuni ann!
So sum í skaldsøguni Vónin
góð, sum bregður frá øllum
hinum verkum hansara, um
Havnina í seinnu helvt av
17.øld, í Gablatíðini, eitt
veldugt epos um stríðandi,
lívsjáttandi mátt, sum undir
trongum umstøðum og mitt
í allari neyðini og maktar-
loysinum bjóðar óndskapi-
num, fákunnuni og trong-
skygninum av, eitt epos um
tann skroypiliga menniskja-
liga aðalin, sum saktans
kann farast, men sum altíð,
og hvaðna skjótari, kyknar
upp aftur av nýggjum.
»Moralisturin,« skrivar
William Heinesen í sínum
ummæli av skaldsøguni
Men lívið lær eftir Heðin
Brú, »má trúgva tí – at lívið
í seinastu syftu vil roynast
sámuligt, og at tey berandi
lívsvirðini verða í gildi, hvat
so enn kundi borið á./ Tann
hugsanarsami rithøvund-
urin – kennir ongan lætt-
gongdan veg til hesa trúgv
– Grunn optimisma og lætt-
vunnin kristiligheit stendur
honum líka fjart. Men tað,
at hesin mótsetningsfulli
heimur við síni ofta ófati-
ligu lagnugongd eisini kann
vísa á góðan vilja og edi-
ligar gerðir – er hansara
uggi og treysti.« Soleiðis
skrivar William Heinesen
um Heðin Brú, men eg
loyvi mær at halda, at hann
sigur ikki sørt um seg sjálv-
an, so sum ofta er, tá ið høv-
undar skriva um aðrar. Tað
er ikki bara Mortensen
magistari í Glataðu spæli-
monnunum, men eisini rit-
høvundurin William Heine-
sen, sum má rópa, eftir
klerkum, ráðharrum og al-
skyns kraddarum og krígs-
øsarum og leggja dýran við,
um góðskuna sum einum
livandi veruleika í manna-
lívinum.
Av øllum føroyingum,
sum av heilum hugi hava
givið seg undir listarligt ar-
beiði, er William Heinesen
maðurin við teimum mongu
listagávunum. Eingin annar
hevur nær náminda verið so
margstreingjaður og so fjøl-
broyttur sum hann. Og tó at
hann sigur seg bara hava
fingist við, so hevur hann
kortini í tónum skapað
merkisverd verk av sera
ymiskum slag, eitt nú
Norsku løvu og Tívilsdøtur.
Øðrvísi er við myndandi
list, við tekning, sum frá
barnsbeini er partur í hans-
ara gerandisdegi, við máln-
ingalist og klipping, sum
ymisk tíðarskeið í lívi hans-
ara hava næstan tikið hann
heilt. Í list síni sum í skald-
skapinum er tað eyðkent
fyri hann, at hann stirðnar
ikki, men heilt upp í ellina,
við leikandi forvitni og ung-
um eldhugi, roynir seg fram
og gevst ikki, fyrr enn hann
bókstaviliga misir pennin
og saksin úr hondunum. Vit,
sum eru um mín aldur og
eldri,
munnu
ongantíð
gloyma tekningarnar í lesi-
bókunum, ymiskt íheimlig-
ar og fjálgar ella ramligar
og ovfarakátar, eitt nú trøll-
ið við teimum sjey høvdu-
num ella teir veldugu labb-
arnar á Hanusi í Dímun,
sum hekk í longutong í Lítlu
Dímun. Og ta dansandi dís,
álvagentuna, sum her kem-
ur fevnandi ímóti okkum,
vit halda okkum so vist
kenna hana aftur onku-
staðni. Í føroyskari list hev-
ur William Heinesen, um-
framt kveikjari og stuðul,
eisini verið undangongu-
maður á sínum øki.
Gávumildur
Men hann var meira enn
tað. Hann fylgdi væl við í
øllum, sum hendi í føroysk-
um mentanarlívi, og tekti
hann gávur og gróður og
listarligt álvara, var hann
allastaðni fúsur at stuðla og
birta uppundir og leggja
aftrat, altíð rúmligur og væl-
viljandi í orðum og veru-
máta, tí hann var gávumild-
ur og generøsur móti øðrum
listarfólki. Men tað sjálv-
dyrkandi eksklusiva lá ikki
til hansara, og tað mystifis-
erandi sjálvuppgjørda átti
ongan vin í honum. Oftani
kemur tað fyri, at hann mæl-
ir ímóti og tekur at verja tað,
sum hann heldur vera
órættvíst ella bara órímiliga
viðfarið, og í ummælum og
mentanarligum orðadrátti
og kjaki er tað meira enn
eina ferð William Heinesen,
ið sigur tað, sum sigast skal.
Teknari ella høvundur
Í samrøðum við útlendingar
plagdi William Heinesen
onkuntíð
koksandi
at
skemta sær við, at hann í
Føroyum var nógv kendari
sum teknari enn sum rithøv-
undur. Og tað var ikki einki
í hesum. Tann stóra fjøldin
av
føroyingum
mundi
kenna hann best, ella
kanska bara, frá tekningum
í lesibókunum og úr teimum
mongu jólabløðunum, sum
tá vóru, tí hann var altíð
lagaligur og beinasamur at
heita á. Eg haldi hetta einki
gátuført vera, tí tað man
vera eitt sindur ivasamt, tá
ið samanum kemur, hvussu
stívir føroyingar yvirhøvur
eru í donskum. Vit vita,
hvussu takksamur William
Heinesen var, at farið varð
undir at týða hann til før-
oyskt, og eingin mundi
gleðst sum hann um tær
stásiligu bøkur, sum í hes-
um døgum eru útkomnar,
nú eisini er slóðað fyri av
álvara, at undirvíst kann
vera í hansara skaldskapi á
føroyskum. Hetta arbeiðið
eigur at halda fram – eisini
við nýtýðingum – soleiðis
at teir føroyingar sum vilja,
kunnu hava umstøður at
lesa allan skaldskapin hjá
føroyinginum
Williami
Heinesen á føroyskum.
Tann
ungi
yrkjarin
William Heinesen leitar
eftir meining í tilveruni og
roynir at lesa sær hana úr
stjørnunum. Men honum
gerst, sum frá líður, greitt,
at eingin uttan hann sjálvur
kann sum jarðar búgvi geva
eini, at síggja til, meinings-
leysari tilveru meining, lív
og varma:
Tá hómar tú
í tí hvíta og blómandi
kavafokinum
andlit við góðum munnum,
reikandi verur
ið koma tær ímóti
við blíðum eygum og
opnum ørmum,
konur og børn og kátir vinir,
livandi og deyð
men øll ung og við
sanginum
um framtíð í blóðinum.
Tey eru tú sjálvur
og tú ert tey.
At halda mishopinum burt-
ur. At halda mótinum uppi.
At halda mannavirði í æru.
Tað gjørdist, sum árini
runnu, tað hugspekiliga
grundarlagið undir skald-
skapinum og lívinum, ikki
bara hansara lívi, uttan hjá
allari mannaættini. Tí at
stjørnuskaldið gamla undir
Varða, sum nú var vorðið
vísmaður mikil, helt seg
vita av egnum royndum, at
einki kann koma í staðin,
og einki er ímóti hesum eina
– at maður av mold fær ver-
ið heima á jørðini.
15. januar 2000.
Heðin M. Klein
Signar á Brúnni, landsstýrismaður Mynd: Jens Kristian Vang
Heðin M. Klein
Mynd: Jens K. Vang
Framhald av síðu 8