týsdagur 18. januar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 11 - 18. januar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 11 - 18. januar 2000
JÁKUP MØRK
H71-Tjaldur 29-27
(15-15)
Tá farið varð í holt við
endaspælið,
vóru
helst
mong
viðhaldsfólk
hjá
Tjaldrinum, sum høvdu
bjartar vónir.
Skráin var nevnliga løgd
soleiðis, at teir báðir fyrstu
dystirnir hjá Runavíkingum
vóru móti teimum báðum
niðastu liðunum. Tjaldur
kundi sostatt við tveimum
sigrum,
leggja
niðasta
plássið nakað væl aftur um
seg, men tá hugt verður at
stigatalvuni í dag, er støðan
tó ein heilt onnur.
Gekk javnt á
Dysturin í dag endaði nevn-
liga við sigri til hoyvíking-
ar, sum sostatt lupu tvey
pláss upp á stigatalvuni, har
Kollfirðingar nú eru aftastir.
Tað eru tó bert nøkur fá mál
á muni millum tey bæði nið-
astu liðini, sum nú eru
Tjaldur og KÍF.
Orsakað av leikbannum
og
fótbóltslandsliðnum,
vóru liðini bæði nakað
skerd undan dystinum.
Hjá hoyvíkingum høvdu
Tróndur Vatnhamar
og
Allan Mørkøre leikbann,
meðan Jákup á Borg hevði
givið avboð orsakað av fót-
bóltinum, meðan Henning
Jarnskor ikki fekk vart tjald-
ursmálið, tí hann eins og
Jákup var inni á Svang-
askarði í fótbóltsørindum.
Tað var annars Tjaldur,
sum fekk betri byrjanina í
dystinum
leygardagin.
Meginpartin av fyrra hálv-
leiki var høvdu tjaldurs-
menn nevið framman fyri
mótstøðuliðið, og mið-
skeiðis í hálvleikinum var
munurin fýra mál.
Stútt og støðugt fingu
hoyvíkingar fatur aftur á
rætta endanum, og tá farið
varð til hálvleiks, stóð á
jøvnum millum liðini bæði.
Í seinna hálvleiki leikaði
javnt á, men tá tíggju min-
uttir restaðu at spæla, tók
ein hending seg upp, sum í
roynd og veru avgjørdi
dystin.
Tjaldursmenn
skuldu
fremja eina útskifting, men
varnaðust ikki, at leikarin,
sum skuldi út, samstundis
hevði fingið tveir fingrar frá
dómaranum. Úrslitið varð,
at bæði hesin leikarin, um-
framt tann leikarin, sum
skuldi inn á vøllin, fingu
reyða kortið.
Sostatt máttu tjaldurs-
menn spæla við fýra útileik-
arum komandi tveir min-
uttirnar, og næstu minutt-
irnar økti H71 un leiðsluna
úr einum upp í fýra mál.
Mundu komið aftur
Nú mundu flestu áskoðar-
arnir ivaleyst halda, at dyst-
urin var avgjørdur, tí ikki
var væntandi, at Tjaldur
skuldi vinna fýra mál aftur
innan fimm minuttir.
Tað ógjørliga var tó nær
við at eydnast, og tá ein
minuttur var eftir at leika,
var bert eitt mál á muni
millum partarnar.
Hoyvíkingar høvdu tá
misnýtt tvey brotskøst (ann-
að vegna yvirtraðk), og tað
var týðuligt, at leikararnir
vóru nærum ræðsluslignir
um, at sigurin skuldi gleppa
teimum av hondum.
Hoyvíkingar høvdu tó eitt
álop eftir, og tað eydnaðist
teimum eisini at skjóta enn
eitt mál, hóast runavíkingar,
og helst eisini áskoðararnir,
mundu halda, at eitt hoy-
víksbein var á bóltinum
undir hesum álopi, og at
runavíkingar tískil áttu at
fingið fríkast.
Hetta varð tó ikki dømt,
og kundu hoyvíkingar tí
fegnast um tvey sera kær-
komin stig.
Vánaligur ítróttarandi
Eftir dystin vóru fleiri av
runavíkingunum,
sum
royndu at gera dómararnar
varugar við, at teir høvdu
mistikið seg.
Sjálvandi skulu leikarar
hava rætt til at siga frá, tá
teir halda at alt ikki hevur
gingið rætt fyri seg, men
slíkur atburður, sum nakrir
av runavíkingunum framdu
leygardagin, hoyrir onga-
staðni heima.
Í fleiri ár hevur tað jú ver-
ið sigur, at liðini bæði takk-
a hvørjum øðrum og dóm-
aranum fyri dystin, sjálvt
um tað kanska hevur verið
í so heitt undir dystinum.
Soleiðis skuldi sjálvsagt eis-
ini vera hesu ferðina, men
Súni Fríði, Elias og Arn-
grímur hildu helst ikki, at
hetta skuldi gerast, og fóru
tí beina leið í skiftirúmið.
Nú skal eg ikki siga, at
lagið á ítróttafólki skal vera
eins gott, tá talan er um á-
víkavist sigur og tap, men
ein slíkur atburður kann als
ikki góðtakast.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
H71:
Olaf Vestergaard 7 (1),
Vøgg N. Debess 5, Halgir
D. Olesen 5, Eyðun Høj-
gaard 5, Bárður Brimvík 4,
Annfinnur N. Debess 3
Tjaldur:
Súni F. Johannesen 6 (3),
Mortan Hansen 5, Tummas
Magnussen 5, Sverri Just-
inussen 3, Arnfinn Lang-
gaard 3, Ragnar S. Olsen 2,
Ken Bærendsen 1, Elias
Hansen 1
Brotskøst:
H71 5, Tjaldur 3
Útvísingar:
H71 1, Tjaldur 4
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten
Andersen
Annað vikuskiftið á rað var Tjaldur partur í eini botnuppgerð, og annað
vikuskiftið á rað vóru teir við undirlutan
Av niðastu rók
JÁKUP BOGI JOENSEN
VB-Tjaldur 34-22
(16-15)
Ein landskappingardystur
millum 1. kvinnuliðini
hjá VB og Tjaldrinum
varð leiktur í Vági sunnu-
dagin. Talan gjørdist ong-
antíð um ein serliga
spennandi dyst, tí VB
vann sannførandi 34-22,
eftir at Vágskvinnur bert
vóru frammanfyri 16-15
í hálvleikssteðginum.
Sum Sosialurin skilir,
var talan sum heild um
ein sera vánaligan hond-
bóltsdyst.
Tað var annars VB,
sum kom betur frá byrjan
og tvey, trý mál skiltu
partarnar alla tíðina. Men
miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki
eydnaðist
tað
Tjaldrinum at javna til 8-
8, og veruligur spenn-
ingur kom í dystin aftur.
Liðini fylgdust at kalla
allan fyrra hálvleik, og
kanska vóru tey flestu eitt
sindur bilsin av, at Tjaldur
megnaði at spæla upp við
VB í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki settu
VB kvinnurnar meira ferð
á sítt spæl, og tá var týð-
uligt at síggja, hvat var
betra liðið. VB tók seg alt
meira frá Tjaldrinum, og
tá avtornaði, vann VB
stórt heili 34-22.
Úr Vági frætta vit, at
tað var klassamunur á lið-
unum báðum í seinna
hálvleiki. Tjaldrið hevði
ikki tað stóra at bjóða, og
VB sigurin var tí ongantíð
í vanda.
VB kvinnurnar vóru
leygardagin í Havn og
leiktu fyrru semifinaluna
í steypakappingini. Hesin
dysturin var móti Neist-
anum, og tá vann Neistin
tepurt við bert ein máli.
Úrslitið av tí dystinum
gjørdist 22-21 til Neistan.
Úr Vági siga tey, at tað
tóktist sum um, at dyst-
urin í Havn leygardagin
sat í beinunum á leikar-
unum, og at hetta kanska
var ein orsøk til, at so illa
gekst í hond í fyrra hálv-
leiki. Úr Vági ásanna tey
tó, at torført var hjá leik-
arunum at seta seg upp til
dystin, tí talan var um eitt
so mikið vánaligt mót-
støðulið. Men tað hevur
víst seg so ofta. Smærru
liðini kunnu saktans arga
tey stóru av og á, og helst
hava VB kvinnurnar fing-
ið ein skelk í fyrra hálv-
leiki sunnudagin, tá mót-
støðan var størri enn
væntað.
Trupulleikar tóku seg
annars upp í høllini í Vági
sunnudagin.
Vøllurin
gjørdist nakað vátur at
spæla á. Serliga við tað
eina máli var torført hjá
leikarunum at standa á
beinunum, men tó fekk
ongin skaða av tilburð-
inum.
Úr Vági frætta vit, at
fólk fara at kanna vøllin í
nærmastu framtíð, soleið-
is at spælast kann á hon-
um aftur komandi viku-
skiftið.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VB: Rannvá Augustinus-
sen 8, Gurið Mortensen
8, Regina Rádó 7, Arn-
leyð Krosslá 6, Sólrun
Krosslá 5 (5)
Tjaldur: Sunrid Gleðis-
heygg 7 (3), Kristine Ell-
ingsgaard 4, Hansa Mikk-
elsen 4, Mona Langgaard
3, Oddvá Fossdalsá 2,
Heidi Jacobsen 1, Sonja
Gleðisheygg 1
Brotskøst:
VB 6, Tjaldur 3
Útvísingar:
VB 1, Tjaldur 3
Dómarar úr VÍF:
Jan Møller og Erling
VB vann
VB vann stórt móti Tjaldrinum í 1.
deild hjá kvinnum sunnudagin. Úr-
slitið av dystinum sum var leiktur í
Vági, gjørdist ein ruddiligur 34-22
sigur til Vágskvinnur
Heidi Jacobsen er her á veg móti VB málinum, men
meginpartin av tíðini var søgan ein onnur
Mynd: Áki Bertholdsen
Ragnar og Bárður tykjast ikki vita, hvar bólturin blivin av. Tá tað kom til stykkis, vóru Bárður og hoyvíkingarnir tó
omaná, og eru teir nú á fimta plássi í landskappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
Neistin-VB 22-21
(10-20)
Talan gjørdist ongantíð um
nakran væl leiktan dyst, tá
fyrsta hálvfinalan hjá kvinn-
unum skuldi avgreiðast
leygardagin.
S p æ l i ð
var
rættuliga
óskipað
meginpartin av dystin, men
hóast hetta, so varð dysturin
rættuliga undirhaldandi, við
tað at liðini bæði vóru
rættuliga jøvn.
Hildur gjørdi munin
VB var liðið, sum fekk bet-
ru byrjanina á dystin, og
rættuliga skjótt byrjaðu tær
at draga frá Neistanum á
máltalvuni.
Eftir lítlari løtu vóru tær
á odda við fýra málum, og
líkt var til, at tær rættuliga
skuldi smyrja mótstøðuliðið
av. Tær gjørdu skjótt av í
álopspartinum og vóru sera
nærlagdar í verjuni.
Seinasta vikuskifti átti
Helena Dam sín stóra lut í
sigrinum á Kyndli, men
leygardagin hepnaðist ikki
alt líka væl hjá henni. Ven-
jari Neistans, Rene Krist-
ensen, gjørdi eisini rættu-
liga skjótta av at taka He-
lenu út, og ístaðin seta Hild-
ur Sørensen at verja málið.
Eftir hetta byrjaðu neista-
kvinnurnar at nærkast VB
liðnum alt meira, og tá farið
varð til hálvleiks, stóð á
jøvnum millum liðini bæði.
Hildur var sjálvandi ikki
einsamøll um at venda
skeivu gongdini, men hetta
er tó eitt gott dømi um,
hvussu týdningarmikið tað
er, at eitt lið hevur tveir góð-
ar málverjar, so til ber at
skifta millum teirra.
Javnt í seinna
Allan seinna hálvleik gekk
sera javnt á, og liðini bæði
skiftust um at hava leið-
sluna.
Munurin var ongantíð
størri enn tvey mál, hesar
30 minuttirnar, og uttan at
taka munnin ov fullan, kann
sigast at sigurin kundi fara
báðar vegir.
Orsøkin til, at tað at enda
eydnaðist neistaliðnum at
vinna dystin, var fyrst og
fremst tann, at liðið hevur
eina størri breidd, og at tað
tískil var gjørligt hjá teim-
um at skifta út, uttan at hetta
nervar spælið alt ov nógv.
Serliga tykist tað vera ein
styrkur fyri liðið, at Rúna
Wardum nú er um at koma
rættuliga fyri seg, við tað at
hon eisini kann taka eitt
sindur av trýstinum frá Ile-
anu og Ingu.
Neistaliðið er sostatt um
at koma rættuliga fyri seg
aftur, eftir at tær vóru sera
hart raktar av skaðum, fyrra
partin av kappingini, og hó-
ast tær helst mugu lata sær
lynda, at Stjørnan verður
føroyameistari, so hava tær
Enn kann alt henda
Neistin megnaði at vinna fyrru hálvfinaluna móti VB leygardagin, men spur-
ningurin er helst, um eitt máls sigurin er nóg stórur til at tryggja havnargent-
unum finalusessin
helst ætlanir um at vinnna
steypakappingina, sum tær
so at siga hava havt ein-
karætt til seinastu mongu
árini.
Hjá VB var tað sum vant
leikandi venjarin, Regina
Rádó, sum gjørdi mest um
seg, men eisini Arnleyg
Krosslá hevði ein sera góð-
an dyst, og saman við
Christinu Holm, sum ger
eitt megnar arbeiði á strik-
uni, hevur hon alstóran týd-
ning fyri liðið.
Framtíðin er í lagi
Umframt tær omanfyri-
nevndu, so hevur VB eisini
nakrar ungar leikarar, sum
rættuliga eru farnar at gera
vart við seg, og verður her
serliga hugsað um Gurið
Mortensen og Rannvá Au-
gustinussen. Hesar báðar
hava rættuliga bitið seg
fastar á VB liðnum hetta
kappingarárið, men enn eru
tær blaðungar, so ansast
skal helst eftir, tær ikki fáa
ov stórar byrðar á herðarnar
beinanvegin.
Verður rætt atborið, hava
vágbingar
helst
tveir
stjørnuleikarar í væntu í
hesum báðum, men tað skal
tó leggjast afturat, tað eru
tó eisini aðrar ungar gentur
á veg. Seinasta ár gjørdist
tað til eitt føroyameistara-
heitið í gentum 16 ár, so
staðfestast kann, at kvinnu-
hondbólturin í Vági hevur
eitt gott grundarlag at bygg-
ja framtíðina á.
Áðrenn tær koma somik-
ið langt, mugu tær tó royna
at vinna tað mista aftur, og
hetta hava tær møguleika
fyri, tá Neistin um tvær vik-
ur skal suður at verja tepru
leiðsluna.
Fyri bæði liðini er hetta
helst einasti møguleiki at
tryggja sær gullkrónur av
onkrum slag, men tað krev-
ur í øllum førum, at annað
av liðunum skal tryggja sær
finalusessin fyrst.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Neistin: Ileana Manulescu
9 (5), Inga Danberg 6 (3),
Katrin á Neystabø 3, Bjørg
Patursson
1,
Mildrid
Jacobsen 1, Gunnleyg Berg
1, Rúna Wardum 1
VB: Regina Rádó 8 (5),
Arnleyð Krosslá 5, Rannvá
Augustinussen 3, Gurið
Mortensen
2,
Eyðbritt
Krosslá 1, Christina Holm
1, Sólrun Krosslá
Brotskøst:
Neistin 9, VB 6
Útvísingar:
Neistin 2, VB 4
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten
Andersen
JÁKUP BOGI JOENSEN
KÍF-VÍF 22-33 (11-15)
VÍF vann stórt móti KÍF
í
landskappingardysti-
num í høllini í Vestmanna
sunnudagin.
Úrslitið
gjørdist ein greiður 33-22
sigur til teir gultklæddu
úr Vestmanna, sum í hálv-
leikinum vóru framman
fyri 15-11.
Tað vóru vestmenning-
ar, sum settu seg á dystin
frá byrjan, og tá bara
tríggir minuttir vóru leikt-
ir, var VÍF framman fyri
3-0. Men so menti KÍF
seg av álvara, og bardu
seg uppá 3-3.
VÍF fann tó stevið aftur,
og sum leið út á hálvleik-
in, tóku teir seg longur og
longur frá Kollfirðingum.
Spælið í fyrra hálvleiki
var kanska ikki av tí allar
besta. Tó høvdu vest-
menningar munin, og tað
var tí uppiborið, at teir
fóru til hálvleiks við eini
15-11 leiðslu.
Í seinna hálvleiki setti
VÍF av álvara ferðina
upp, og so megnaðu koll-
firðingar ikki at hanga í.
Sigurin var tí ongantíð í
vanda, men spurningur
var heldur um, hvussu
stórur sigurin skuldi fara
at blíva.
-Vit spældu faktiskt ein
góðan dyst í dag. Í fyrra
hálvleiki eru vit kanska í
so ókonsentreraðir, men
tá vit fingu glið á okkara
spæl í seinna hálvleiki,
haldi eg at vit veruliga
vístu, hvat var betra liðið,
segði venjarin hjá VÍF,
Hjalmar Klein Olsen, við
Sosialin eftir dystin.
Seinni hálvleikur gjør-
dist ongantíð nakað stórt
hondbóltsupplivilsi. Til
tað var munurin á liðu-
num alt ov stórur.
HJá VÍF sat Ingi Olsen
á beinkinum størsta partin
av dystinum, og kom
hann ikki á vøllin fyrr enn
móti endanum. Hetta sig-
ur bara eitt lítið sindur um
hvussu stórur munurin
var millum liðini. Ingi er
jú ein framúr hondbólts-
leikari, og plagar hann at
spæla við hvørja ferð.
Kollfirðingar
høvdu
ikki tað stóra at bjóða í
Vestmanna sunnudagin.
KÍF hevur ikki breiddina
sum skal til fyri veruliga
at standa seg í bestu deild-
ini.
VÍF leikti mikukvøldið
í farnu viku fyrru semifi-
naluna í steypakappingini
móti Kyndli í Vestmanna.
Tann dystin vann Kyndil
við einum máli.
Sunnudagin
ætlaðu
vestmenningar tað øðrvísi
og nú liggja vestmenn-
ingarnir einsamallir á
odda við 15 stigum, með-
an strandingar framvegis
eru á øðrum plássi við 13
stigum, nú tvey umfør av
endaspælinum eru farin
aftur um bak.
Kollfirðingar
liggja
hinvegin á aftasta pláss-
inum við bara 3 stigum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
KÍF: Jákup Dam 6, Vagn-
ur Johansen 5, Rúni Nol-
søe 3, Petur M. Johansen
2 (1), Emil Petersen 2,
Jónálvur Johannesen 2,
Finn H. Johannesen 1,
Petur M. Poulsen 1
VÍF: Sámal Joensen 7 (3),
Daniel Rápa 6 (1), Martin
Hummeland 6, Agnar
Joensen 4, Ragnar Zach-
ariasen 3, Harald Bjørg-
vin 3, Petur F. Joensen 2,
Ingi Olsen 2
Brotskøst:
KÍF 1, VÍF 4
Útvísingar:
KÍF 4, VÍF 4
Dómarar úr Tjaldur:
Kári Hansen og Dánial
Hansen
Stórsigur
Ongin ivi var um, hvat var betra
liðið í landskappingardystinum
millum KÍF og VÍF í Vestmanna
sunnudagin. VÍF vann dystin heili
33-22
Enn eina ferð var Ileana Manolescu stóri málslúkurin á neistaliðnum. Neistin tykist rættuliga at vera komin fyri seg,
eftir at rumenski leikarin kom til landið, og nú eru tær komnar hálva leið til steypafinaluna
Mynd: Álvur Haraldsen
-Vit fingu veruliga glið á spælið í seinna hálvleiki,
segði Hjalmar Klein Olsen, venjari hjá VÍF
Savnsmynd