Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 JÁKUP BOGI JOENSEN Elsta fótbóltsfelagið í landinum, TB av Tvøroyri, hevur nú fingið nýggjan venjara til kom- andi kappingarár. Talan er um danan, Lynge Nielsen, sum tó er gamal kenningur í føroy- skum fótbólti. Hann var í 1990 venjari hjá fótbólts- felagnum Royn í Hvalba. Heri Mortensen, for- maður í TB, sigur við So- sialin, at enn eru tó smá- lutir, sum endaliga skulu koma uppá pláss í sátt- málanum millum TB og Lynge Nielsen. Formaðurin í TB á- sannar tó, at hann í roynd og veru veit ógvuliga litið um komandi venjaran fe- lagið hevur ognað sær. -Samstarvaavtalan millum TB og Lynge Nielsen er komin í lag gjøgnum nakrar av eldru leikarunum í TB, sum minnast Lynge frá tíðini hann vandi Royn, sigur Heri Mortensen við So- sialin. Á Tvøroyri, sum alla aðra staðni í landinum, eru fyrireikingarnar til komandi kappingarári fyri langari tíð síðani far- nar í gongd og sum heild hevur formaðurin í TB góðar vónir. -Vónirnar eru altíð góð- ar. Vit gjørdust nummar trý í næstbestu deildini í fjør, men í ár hava vit ætl- anir um at koma enn long- ur upp á stigatalvuna. Spurningurin er bara, um vit klára at halda uppá sama fólki, sum undan- farna kappingarár, sigur Heri Mortensen. Leysatíðindi hava sein- astu tíðina gingið um, at Tórður Holm, sum sein- asta kappingarár spældi fyri VB skal koma aftur til TB. Men sæmbart for- manninum í TB, Hera Mortensen, hava teir ikki hoyrt nakað frá Tórði Holm. Men hann leggur aftrat, at Tórður og aðrir altíð eru vælkomnir í fe- lagið. Hvussu er og ikki, so er framvegis langt á mál, um Tvørámenn ætla sær at røkka somu hæddum, sum teir vóru á fyrr. Tá var so at siga gerandiskostur at FM heitið endaði í Suðuroynni, men síðani seinasta meistaraheitið varð vunnið í 1987m hevur tað verið dekan ov langt millum snapsirnar. JÁKUP MØRK Kyndil-Stjørnan 25-18 (11-12) Fyri stuttum var greitt, at Flemming Raben hevði sagt seg úr sessinum sum venjari hjá kyndilskvinnu- num, og fram til hóskvøldið var eisini ógreitt, hvør skul- di hava ábyrgdina av bestu kvinnuliðnum hjá Kyndli. Endin varð tó, at Bárður Johannesen, sum hevur ein- a fortíð á besta mansliðið felagsins, skuldi taka um stýrisvølin fyribils. Enn er kansa nakað tíðliga at siga, hvørja ávirkan hetta fær á liðið, men skal avrik hans- ara metast eftir dystin sunn- udagin, er talan um eitt reint 13-tal. Uppsettar Tað var nevnliga frá byrjan greitt, at kyndilskvinnurnar vóru rættuliga uppsettar til hendan dystin. Fyri viku síðani leiktu tær móti Neist- anum, og í størsta orsøkin til tapið tað ferðina var, at tær á mótstøðuliðnum vóru nógv grammari eftir stig- unum. Soleiðis skuldi ikki vera hesuferð, og serliga í verju- partinum løgdu kyndils- kvinnurnar nógv fyri. Hetta kostaði tó nakrar útvísingar og nøkur brots- køst, men tað var eyðsæð, at hetta samstundis var við til at halda klaksvíkingu- num burtur, soleiðis at tær ongantíð fingu spæl teirra at koyra. Eisini hevði tað sera stór- an týdning fyri gongdina í dystinum, at kyndilsliðið so at siga hvørja ferð fekk end- a álopini við eini skotroynd, soleiðis at kontraspælið hjá Stjørnuni ongantíð kom at koyra. Júst hetta hevur ann- ars verið eitt av sterkastu vápnunum hjá klaksvíking- unum. Tað var tó ikki bert Bárð- ur, sum var nýggju á ven- jarabeinkinum sunnudagin, tí á beinkinum hjá Stjørnuni sat eisini Rógvi Nielsen, sum nú er liðugur at út- búgva seg, og tískil er flutt- ur heim aftur til Føroya. Ársins venjari seinasta ár nýtti heldur ikki langa tíð um gera vart við seg, tí eftir bert seks minuttum hevði hann rópt somikið nógv, at dómararnir góvu honum ostaflísina. Orsøkin til ógvusligu rópini var helst tann, at Kyndil tá var í ferð við at vinna sær eina hampuliga leiðslu, men Stjørnan slepti ongan tíð takinum hendan hálvleikin, og tískil vóru tær á odda við einum máli, tá farið varð til hálvleiks. Hart arbeiði og Marita Kyndilskvinnurnar løgdu fyri sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, og áðrenn klaks- víksgenturnar høvdu skotið nakað mál, hevði Kyndil fingið fimm, og so var kós- in sett. Kyndilskvinnurnar sýndu eingi tekin um at taka tað róligt, og so hvørt, sum munurin vaks, gjørdust stjørnugenturnar alt meira ráðaleysar. Fyrstu 25 min- uttirnar av seinna hálvleiki fekk Stjørnan einans trý mál, og tað man vera langt síðani, at tað hevur skorist somikið illa hjá teimum. Orsøkirnar til hetta vóru tvinnar. Fyrst og fremst ar- beiddu kyndilskvinnurnar ótrúliga hart í verjuparti- num, og har umframt stóð Marita Hermansen í mál- inum. Líkamikið hvussu klaks- víksgenturnar royndu, so fekk hon onkursvegna vart fyri, og uttan at taka munn- in ov fullan, kann helst staðfestast, at hon var besti leikarin á vøllinum sunnu- dagin. Í hinum endanum lá eis- ini væl fyri, og so hvørt, sum munurin vaks, vaks eisini sjálvsálitið hjá kynd- ilsleikarunum. Alla tíðina var roynt at trýsta móti ver- juni, og var eitt lítið glopp at hóma, royndu leikararnir at fara ígjøgnum. Gloym greipuna Endaliga støðan gjørdist so, at sjey mál vóru á muni millum liðini bæði, og hetta kann vísa seg at verða sera tungt hjá Stjørnuni at vinna aftur, tá liðini bæði hittast Stjørnan onga greipu Kyndil gav Stjørnuni ein ordiligan undir vangan, tá liðini bæði hittust í fyrru hálvfinaluni hjá kvinnunm sunnudagin. Tá liðugt var, vóru sjey mál á muni, og líkt er nú til, at Kyndilskvinnurnar standa við hálvumøðrum beini í finaluni TB fingið nýggjan venjara Tvøroyrar Bóltfelag hevur fingið nýggjan venjara. Talan er um danan, Lynge Nielsen, sum í 1990 var venjari hjá fótbóltsfelagnum Royn í Hvalba Eins og alla aðra staðni í landinum, eru tey á Tvør- oyri eisini farin at fyrireika seg til fótbóltslands- kappingina Savnsmynd Marita Hermansen stóð ein branddyst í málinum og var hon klárt besti leikarin á vøllinum. Við eina rúgvu av bjargingum helt hon máltalinum hjá Stjørnuni niðri. Mynd: Álvur Haraldsen um tvær vikur. Sjálvur segði Rógvi Nielsen eftir dystin, at har var so einki at gera. Tær taptu móti kyndilsliðið, sum ikki var at kenna aftur, og at tapa móti einum betri liðið er eingin skomm. Um møguleikarnir at koma víðari helt hann, at teir vóru ikki meira enn 20/ 80, men at tey sjálvsagt høvdu ætlanir um at spæla fyri teimum 20 prosentu- num, eins og hann eisini minti á, at tær enn hava før- oyameistaraheitið at spæla fyri har norðuri. Heilt galið stendur sostatt ikki til hjá Stjørnuni, men ivaleyst var tað eitt skot fyri bógvin, at tað nú er líkt til, at tær kunnu gloyma alt um nakra greipu í ár. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Kyndil: Ann Hansen 5, Pal- ma Petersen 5, Lotte Sør- ensen 5 (3), Jensia Petersen 4, Beinta Sørensen 3, Jórun Ludvig 2, Frida Johannesen 1 Stjørnan: Vesna Tomajek 10 (8), Andriana Miloda- novic 3, Simona Hansen 3, Annika Ljósstein 1, Joan M. Joensen 1 Brotskøst: Kyndil 3, Stjørnan 8 Útvísingar: Kyndil 6, Stjørnan 2 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Krist- ian Johansen SVEINUR TRÓNDARSON Fleyr-SÍ 2-1 Tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar, og slett ikki sum ein sjálvrur hevði ætlað sær. Leygardagin hevði odda- liðið í meistaradeildini hjá monnum vitjan av SÍ, og ikki var annað væntandi, enn at Fleyr fór at vinna ein lættan sigur, men so var kortini ikki. Teir máttu stríðast fyri tí, sum teir ætl- aðu sær, og tað uppfataðu teir ikki fyrr enn fyrri hálv- leikur var av. Og tá var støðan 1-0 — til SÍ. Dovnir havnarmenn Dysturin leygardagin var ein av teimum, har heima- liðið tók uppgávuna alt ov lætt. Tað var rættiliga skjótt, at tað sást, at teir ikki høvdu hug at gera meiri enn allar- hægst neyðugt, men, sam- stundis sum hugurin at spæla ikki var tann stóri, fall úrtøkan í spælinum. Hinumegin netið høvdu sørvingarnir fingið blóð á tonna, og við eitt sóðu teir SÍ gjørdi ein vørr Flogbóltur: Sørvingar tóku Fleyr á bóli í fyrra hálvleiki av dystinum í Havn, men tað var kortini ikki nóg mikið tí Fleyr vann dystin SVEINUR TRÓNDARSON Um vikuskiftið skuldu ÍF og Fleyr b spæla dyst sín- amillum, men dysturin varð av ongum, tí um dagarnar frættist, at Fleyr b hevur tik- ið liðið úr kappingini. Tað vil siga, at Fleyr ikki setir seg føran fyri at manna tvey lið í meistaradeildini hjá monnum, og tað hevur gingið tann vegin seinastu tíðina. Fleiri leikarar eru givnir – av ymsum ávum – og trupult hevur verið at fáa nýggjar leikarar til. Úrslitið av hesum er, at tað nú bara eru fimm lið eftir í deildini, og tað merkir eisini, at allir dystirnir har Fleyr b stendur sum annað liðið, detta burtur. Óheppið Tað má stigast vera stak ó- heppið, at eitt lið í meist- møguleikan at fáa nakað burturúr hesum dystinum, sum teir annars ikki høvdu væntað. Teir vístu vilja at vera við og tað eydnaðist teimum eisini. Teir lótu ongantíð Fleyr sleppa serliga langt frá teimum, og tá teir sjálvir høvdu sterkastu uppstilling frammi við netið fingu teir nógv burtur úr. Fleyr vann fyrsta sett, men tað var bert við trimum eygum – 21-18, men tað sást á øllum brøgdum, at dysturin var ikki av, tí sør- vingarnir vóru ikki langt frá, Bara fimm lið eftir Flogbóltur: So hendi tað aftur. Fleyr b er tikið úr kappingini og við tí eru bara fimm lið eftir. Nú má FBF bera so í bandi, at bara eitt lið úr hvørjum felag, kann spæla í bestu deildini og so var. Í øðrum setti gjørdu teir bart. Teir vunnu eitt sera javnt og spennandi sett við 22 stigum móti 20, og tá javnbrótaran vunnu teir eis- ini, so nú stóð brádliga 1-0 til SÍ, og tað var alt annað enn væntað. Men tað var fult uppi- borið, at SÍ hevði vunnið, tí fleyrleikararnir vístu seg ikki frá síni bestu síðu í fyrr- a hálvleiki, tí teir vóru dov- nir og líkasælir. Vaknaðu úr dvala Lagið var einki serligt á havnarmonnum tá hálvleikt var. teir lógu undir fyri sør- vingum, sum spældu ein- falt, men tað tyktist vera nóg mikið, tí teir vóru fram- manfyri. Fleyr hevði roynt við fjø’lbroyttum spæli, men tað vísti seg ikki hanga saman. Tá annar hálvleikur byr- jaði var eingin ivi um, hvat av liðunum hevði størsta hugin at vinna. Særda havn- arliðið hevði tikið seg sam- an og eftir lítlari løtu var Fleyr farið langt framman- fyri. Triðja sett endaði eisini við greiðum sigri til Fleyr, sum nú tyktist vera komið aftur á beint. Gongdin helt fram í fjórð- a setti, og í hesum báðum settunum kom rættiliga greitt til sjóndar munurin millum spæli hjá sørvingum og hjá havnarmonnum. Breiddin í spælinum hjá Fleyr er væl størri, og tí ber til at gera fleiri kombina- aradeildini verður tikið úr kappingini, og tað talar ikki høvuðsstaðarfelagnum til rós, at tað enn einaferð er eitt av teirra liðum, sum verður tikið úr kappingini á henda hátt, tí hetta er nevn- iliga ikki fyrstu ferð. Umtalan flogbólturin fær av slíkum er ikki serliga po- sitiv, og tað er heldur ikki serliga positivt, at lið í ov- astu deildini í eini ítróttar- grein verður tikið úr kapp- ingini. Hugurin hjá yngri leikar- unum at vera við í flogbólts- kappingini hevur verið vaksandi seinnu árini, og tað er hugaligt, men tað er ein spurningur, um støður, sum henda, ikki kunnu skapa eina beint øvugta gongd, og tað vildi verið meiri enn spell. Yngru leikararnir hava brúk fyri onkrum at síggja upp til, men tað er so verri enn so, at tað er at lið verða tikin úr kappingini. Broyting má til Tá vit enn einaferð hava staðfest, at eitt felag ikki klárar at hava fleiri lið í o- vastu deildini, so er eisini tíðin komin at rópa varskó. Tað kann ikki vera mein- ingin, at tað skal vera und- antakið heldur enn regulin, at flogbóltslandskappingin skal enda við eins nógvum liðum og hon byrjaði. Men tíverri er tað komið fyri fleiri ferðir, og tí eigur FBF at bera so í bandi, at tað slepst undan slíkum. Ein møguleiki er at seta av- marking fyri tali av liðum í meistaradeildini niður til fimm, og ein annar er at siga, at bara eitt lið úr hvør- jum felag kann leika í bestu deildini. Grundgevingin fyri tí seinna er, at tað er betri at tað eru færri lið, sum dugur er í, enn fleiri, har tað eina – ella fleiri – fella burtur. Í fjør var ÍF í meistara- deildini hjá momnnum við tveimum liðum, og hóast tað ikki skal takast nakað frá ÍF og fuglfirðingum, so var talan ikki um eitt sterkt lið – b-liðið. Kortini megn- aðu teir at spæla árið at end- a, og tað er til teirra rós. Tí er at vóna, at FBF fer at bera so í bandi, at kapp- ingin verður broytt, soleiðis at vit sleppa undan slíkum støðum, sum ístaðin fyri at menna flogbóltin, gera hon- um ónáðir. SVEINUR TRÓNDARSON Tað gongur strálandi hjá Gudrid og Fortunu í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Fyrr í kappingarárinum kom stígur í, men nú tyk- ist ferð verða komin á aft- ur hjá teimum. Um vikuskiftið var lo- kaluppgerð í Odense hjá bæði monnum og kvinn- um. Bæði liðini hjá DHG liggja á fremsta plássi, og tískil var væntandi, at tað kundi fara at gerast tor- ført, at fáa fulla úrtøku úr dystunum. Gudrid og tær vunnu Hóast væntandi var, at talan skuldi fara at vera um ein spennandi og drúgvan dyst, so sá ikki soleiðis út eftir fyrra hálv- leik, tí har gjørdu Gudrid og tær stutta prosess. Tær løgdu hart út, og vunnu rímuliga lætt fyrra hálv- leik. Í seinna hálvleiki har- afturímóti var ikki so lætt at koma til sigurs, tí odda- liðið í donsku meistara- deildini vildi fegin hava eitt orð at siga í hesum dystinum. DHG fótaði sær aftur og fekk annan hálvleik til høldar, soleiðis, at nú var neyðugt við einum javn- brótara fyri at fáa dystin avgjørdan, og her var tað Fortuna, sum dróg longra stráðið. Tískil vunnu tær dystin 2-1, og eru nú javnar í stigum við DHG, hóast Fortuna hevur spælt ein dyst fleiri enn DHG. Men tað er ikki eiti á spenningur Gudrid er vorðin partur av. Bárður tapti – enn einaferð Hjá monnunum í Fortuna gekst einki serligt. Liðið hjá DHG er heldur ikki hvør sum helst, tí teir hav- a bara tapt tann eina dystin í ár – ímóti For- tuna. Kortini var dysturin ikki heilt uttan spenning, tí javnbrótari mátti til í fyrra hálvleiki. Men, sum Bárður sjálv- ur tekur til, so hevur DHG fleiri streingir at spæla upp á , og tí vunnu teir dystin 2-0. Úrslitið av dystinum hevði tað við sær, at For- tuna varð liggjandi á næstaftasta plássi í bestu flogbóltsdeildini í Dan- mark, og har hava teir seks stig fyri, Men teir liggja rímuliga tryggir, tí niðafyri teir liggur Ros- kilde, men teir hava einki stig fingið í ár. Sosialurin ynskir Gud- rid og Bárði framhaldandi góða eydnu í donsku flog- bóltskappingini. Gudrid á øðrum plássi Flogbóltur: Kvinnurnar hjá For- tuna eru vaknaðar úr dvala, og um vikuskiftið vunnu tær á oddalið- num úr DHG. Menninir hjá For- tuna orkaðu ikki so væl og teir taptu sín dyst móti DHG tiónir enn onnur lið. Stórur munur til endans Hóast tað eftir fyrra hálvleik sá út til at fara at gera ein spennandi dystur, so varð tað ikki so tá til stykkis kom. Fleyr vaknaði áðrenn ov seint var, og fekk spælið aftur á beint. Seinasti javnbrótarin end- aði við greiðum sigri til Fleyr, sum sostatt fekk tog- að ein 2-1 sigur til høldar. Við sigrinum er stóra hø- vuðstaðarfelagið framvegis besta boðið til ein nýggjan meistara, men teir mugu taka seg saman, tí tað er ikki hvørja ferð, at teir sleppa at koma afturíaftur, sum teir gjørdu leygardagin. Klaks- víkingar lúra eftir teimum, og fara ikki at lata sær bjóða fleiri ferðir. Í teimum báðum seinnu settunum var eingin ivi um, at Fleyr var betra liðið, og til tíðir vístu teir sera vakurt spæl í hesum báðum settum. Hjá sørvingum var tað bara at staðfesta, at teir hvødu fingið meiri enn teir kundu væntað sær, og tað vóru teir eisini glaðir fyri. Til teirra rós, skal sigast, at teir bardust fyri sínum møguleika. Fleyr fekk ein hvøkk um vikuskifti, men at enda megnaðu teir kortini at basa SÍ Savnsvmynd