Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 11 - 18. januar 2000 Fleyrkvinnurn- ar møttu ikki Flogbóltur: Dysturin millum TB og Fleyr í meistaradeildini hjá kvinnum varð av ongum, tí Fleyr møtti ikki, og í løtuni er ivasamt hvørjar avleiðingar tað fær fyri Fleyr SVEINUR TRÓNDARSON Tað gongur ikki serliga væl í hond hjá Fleyr í løt- uni. B-liðið í meistaradeild- ini hjá monnum varð tikið úr kappingini um viku- skiftið, og sunnudagin møtti Fleyr ikki til dystin tær skuldu spæla á Tvør- oyri. Sjúka og annað for- fall var orsøkin, men fel- agið hevði ikki fingið loyvið til at útseta dystin, og tí kann tað fáa ógvu- sligar avleiðingar fyri Fleyr. Bert fimm leikarar Í skránni stendur dysturin at skula vera leiktur leyg- ardagin 15. januar, men av tí at ferðaætlanin hjá Strandferðsluni er sum hon er, eru allir heima- dystir hjá TB fluttir til sunnudag. Vóru teir ikki tað, hevði tað havt við sær, at útilið- ini skuldu suður fríggja- kvøld og norður aftur sunnumorgun. Men hóast dysturin var fluttur, so bar ikki til hjá Fleyr at fáa fleiri enn fimm leikarar til dystin, og tá seks leikarar skulu vera á vølli, var ikki nóg mikið. Sjúka og annað forfall var orsøkin til at havna- kvinnur ikki fingu mann- að lið, og tí ikki fóru suð- ur um fjørðin. Kann fáa fylgjur Tað hevur annars verið siðvenja hjá FBF ikki at geva feløgum loyvi til at útseta dystir, serliga við atliti til fjølmiðlar og áskoðarar. Eingin meining er í, at hava eina kapping gang- andi har dystir vera fluttir í tíð og ótíð, og í ár hevur tað eydnast flogbóltssam- bandinum sera væl at halda skil á. Men tað sum hendi sunnudagin var, at liðið var sett, og tá farast skuldi avstað spældi sjúka og verður Fleyr eitt puss og tá bar eftir øllum at døma ikki til at fáa fatur á nýggjum leikarum. Leikararnir á lægru lið- um felagsins kundu ikki flyta upp, tí teir høvdu spælt leygardagin, og tá sigur lóg FBF‘s, at ikki er loyvt at leika sunnu- dagin í hægri deild. Men fyri felagið kann avlýsingin hava tær av- leiðingar, at liðið í bestu deildini verður tveitt úr kappingini, góðtekur FBF ikki at dysturin verður út- settur við sjúku og for- falli, sum grundgeving. Grein 14, b, í kapping- arreglum FBF‘s siga, at møtir eitt lið í meistara- deildini ikki til 1 dyst, verður tað koyrt úr kapp- ingini.. Spurningurin er so bara, hvussu Flogbólts- sambandið tulkar gerðina hjá Fleyr. So vera bara fýra eftir Um FBF velur at siga, at Fleyr hevur brotið grein 14 b og tveitir liði úr fel- agnum, so eru bara fýra lið eftir í landskappingini, og so kunnu vit seta eitt stórt spurnartekin um nakað virði er eftir í landskappingini yvirhøv- ur. Áðrenn kappingin byrj- aði tók KÍF lið sítt úr landskappingini og sam- stundis fór annað liðið hjá TB eisini úr kappingini. Í teirra stað kom ÍF, sum hóast tær komu beina leið úr 2. deild, hevur klára seg stak væl. Úr Flogbóltssamband- inum frætta vit, at tey ar- beiða við málinum, og vit skilja, at tey vilja gera sítt til at kappingin ikki dettur sundur. – Vit bíða bara Liðskiparin á liðnum hjá Fleyr, Mariann Øster sig- ur, at tær eru sera keddar av støðuni, sum er íkom- in. – Vit royndu tað, sum stóð í okkara makt, at fáa tingini at fella upp á pláss í góðari tíð, tí tað vísti seg longu hósdagin, at vit fóru at hava trupult við at manna liðið. Men tá sjúka og veður spælir inn eisini tá fáa vit einki gjørt, sigur hon og leggur afturat, at nú bíða tær eftir svari frá FBF. – Men vit eru sera kedd- ar av støðuni, sigur hon. Av Tvøroyri er støðan tann sama, tí har bíða tey eisini. Virgar Durhuus sigur, at tað einasta tey kunnu gera er at bíða til tey frætta nærri frá Flogbóltssam- bandinum. Men, sum skilst á hon- um, er tað ikki óhugsandi, at TB møtir upp, um FBF avgerð at dysturin skal leikast t. d. í hesi vikuni. Vit bíða í spenningi eft- ir næsta parti í spennings- søguni um flogbóltin. Mjølnir tapti enn ein javnbróra Flogbóltur: Fram gav Mjølnir eitt skot fyri bógvin í dystinum teirra millum á Eysturskúlanum sunnudagin, og klaksvíkingar taptu enn einaferð tann sein- asta javnbrótaran við bara tveimum stigum Dráttur av at vita í Klaksvík Flogbóltur: Mjølnir vann greiðan 2- 0 sigur á Drátti um vikuskiftið og fyrsta settið vunnu tær 21-2 Mjølnir-Dráttur 2-0 SVEINUR TRÓNDARSON Meistararnir úr Klaksvík høvdu vitjan av Drátti um vikuskiftið og enn einaferð gjørdist talan um ein greið- an 2-0 sigur til Mjølnir. Av tí at liðini hittust í fin- aluni seinasta vikuskiftið tá Mjølnir skipaði fyri kapp- ing, kundi væntast, at dyst- urin fór at gerast javnur, men so varð ikki. Mjølnir var omaná allan dystin, og tað var um repp- ið, at vágakvinnur fingu tað, sum í gomlum døgum varð kallað eitt egg. Fyrsta sett taptu tær nevni- liga 21-2, og tað er ógvuliga sjáldan at eitt lið tapir so nógv. Kortini komu tær, sum dysturin leið, eitt sindur meira við í spæli, men tær vóru ongantíð nær í námind av sigrinum. Við sigrinum er Mjølnir framhaldandi greitt á odda í meistaradeildini hjá kvinn- um. Mjølnir vann ruddiligan 2-0 sigur á Drátti Heldur ikki hesaferð eydnaðist Mjølnir at vinna á Fram, hóast teir gjørdu júst tað fyri eini viku síðan tá liðini hittust í innleiðandi umfarinum í Mjølnirkappingini. Tá leikt varð í Havn sunnudagin máttu teir brúka seinasta javnbrótar- an til at avgerða dystin, og fyri triðju ferð í ár, fóru klaksvíkingarnir nakkalangir av aftur vøllinum. Teir taptu sein- asta javnbrótaran 15-13 savnsmynd Fram-Mjølnir 2-1 SVEINUR TRÓNDARSON 15-13 til Fram í seinasta javnbrótaranum, og 2-1 samanlagt. Enn eitt tap, men í hesum føri er tað kanska serliga tungt at taka, tí gongdin seinastu umførini fyri jól var so góð, og tað sá út til, at Mjølnir skuldi fara at hótta Fleyr í kappingini um at gerast meistarar. Teir hava nevniliga víst í innanhýsis dystunum móti Fleyr, at teir hava gott tak á teimum, tí hóast teir hava tapt báðar dystirnar móti oddaliðnum, so hava havn- amenninir verið noyddir at geva tað teir eiga. Eftir tapið móti Fram um vikuskiftið er ivasamt um nakar fær fatur á Fleyr, ið sum kunnugt hevur havt eitt stak gott tak á Fram. Tann lítli munurin Uttan at fara inn í eitt størri kjak um, hvør orsøkin er, at Mjølnir tapir ein dyst, sum henda, fara vit tó at loyva okkum at staðfesta, at Mjølnir avgjørt ikki hevur marginalarnar á sínari síðu. Hetta er ikki fyrstu ferð, at teir hava tapt ein dyst, við at tapa seinasta javnbrótar- an, og tað er heldur ikki fyrstu ferð, at teir tapa hann við tveimum stigum. Fyrr í hesum kappingar- árinum taptu teir móti ÍF á Kambsdali, og tað var á sama hátt, sum móti Fram. Og tað kann í grundini tykjast løgið, at so er, tí Mjølnir hevur fingið eina væl størri breidd við tað, at Borko Ilic, Trygvi Poulsen og Jóannes Poulsen eru á liðnum samstundis. Spurningurin er so bara um leikararnir vera brúktir á røttum plássi, fyri at fáa mest burturúr teimum. Okkurt er í hvussu er, sum ger, at Mjølnir tapir »ov nógvar dystir«, um teir ætla sær meistaraheitið í ár. Um tað kann broytast fáa vit at síggja. CARL ELI NOLSØE SAMUELSEN Klaksvíkingar kláraðu ikki at koppa havnarmonnum á hesum sinni. Havnin vann nevnliga 2,5-1,5. Rani Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen leiktu javnleik á fyrsta borði. Carl Eli fór eftir einum kvaliteti í byrjanarspælinum og var nærum revsaður fyri sín á- gang, men Rani fann ikki besta leik. Rani fekk tó pressa Carl Eli so mikið, at hann helt støðuna til javn- leiks. Talvið hesa vikuna mill- um Ólavur Simonsen og Haldur S. Johansen varð eitt rættuligt blóðbað. Ólavur herjaði á Haldur, og hesin fekk aldrin fóta sær. Ólavur vann sannførandi. Herluf Hansen úr Havn tykist ikki til at steðga. Hann hevur vunnið øll seks talvini í ár, og hesaferð varð tað Steintór Rasmussen sum stóð fyri skotum. Talvið hekk í leysari luft leingi, men Herluf fekk sett eitt álop í gongd og Steintór kendi seg noyddan at geva ein kvalitet. Eftir hetta vann Herluf trygt. Suni Merkistein úr Havn og Tummas M. Athoniussen telvaðu á fjórða borði. Eftir at hava staðið verri alt talvið vann Suni. Tummas telvaði væl í byrjanarspælinum og miðspælinum, men tá end- aspælið nærkaði seg gjørdi hann ein avgerandi feil, sum viðførdi at hann misti rók fyri riddara. Tummas gavst stutt aftaná. Stórsigur Toftamenn fingu av at vita frá hvalvíkingum hetta vik- uskifti. Heili 3,5-0,5 vunnu hvalvíkingar. Jens Kristian Hansen úr Toftum tapti heldur óvænt- að móti Martini Brekká. Martin kom at standa væl beinanvegin við hvíta fólk- inum, fekk frítt spæl og vann leikandi lætt. Talvið vardi bert 23 leikir. Á øðrum borði vann Finnbjørn Zachariassen úr Hvalvík eitt langt talv móti Helga Joensen. Finnbjørn fekk finnu meir, men yvir hálvfjers leikir skuldi til áð- renn hann umsíðir vann. Á triðja borði vann Gunn- ar Joensen úr Hvalvík móti Wenzeli Højgaard. Gunnar vann heldur lættliga, og at enda fekk hann mann frá Wenzeli. Álitið hjá toftamonnum í ár hevur verið veteranurin Jústines Hansen. Hann hev- ur ikki tapt í ár, og móti Bergi Magnussen bleiv tað til eitt hálvt stig. Jústines stóð annars betur, hevði finnu meir, men lukkaði sjálvur støðuna av og talvið endaði javnt. Kollfirðingar ota seg fram Eftir at kollfirðingar vunnu 2,5-1,5 móti sandavágs- monnum eru teir úr Sanda- vági dottnir niður á aftasta pláss, meðan kollfirðingar hinvegin spakuliga ota seg fram. Bernhard Thomsen sum ikki hevur verið við í ár, leikti javnt móti Torkili Nielsen. Torkil fekk kvali- tet, men Berhard fekk har- afturímóti álop. Tað endaði við, at Berhard tók sær ævigt skák. Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði vann aftur hetta vikuskifti, hesaferð móti Berhardi Augustinus- sen. Berhard stóð passivt alt talvið, men Hans Kristian hevði einki beinleiðis av- gerandi. Móti endanum setti Berhard ein mann beint í deyða, og so varð tað talvið avgjørt. Á triðja borði leikti Karl Louis Johannesen úr Kolla- firði og Heri Christoffersen javnleik. Karl Louis stóð eitt sindur aktivari, men støðan var so mikið lukkað at tað ikki loysti seg hjá hvørgum at telva víðari. Jógvan Martin Joensen og Dánjal Haraldsen leiktu eitt rokut talv á fjórða borði. Báðir fingu frúgv upp og Jógvan Martin mátti taka ævigt skák. Støðan í 1. deild: Havnin 19 Klaksvík 16,5 Hvalvík 11,5 Toftir 8,5 Kollafj. 8,5 Sandavág 8 Sera javnt er í botninum, og í næstu viku verður botn- gýsari millum Sandavág og Toftir. Klaksvíkingar fáa kollfirðingar á vitjan, og havnarmenn taka ímóti hvalvíkingum. Spurningur- in er um hvalvíkingar kunn- u gera nakað við oddaliðið úr Havnini. 2. deild Báðir dystirnir í aðru deild hetta vikuskifti endaði javn- ir. Klaksvíkingar vitjaðu Vestmenningar og fingu eitt gott úrslit norður við aftur. John Rødgaard og John Ja- cobsen úr Vestmanna vunnu móti ávíkavist Ingolfi Gaard og Esberni Christi- ansen, meðan Samson Høj- gaard og Jákup Andreasen úr Vestmanna tapti móti á- víkavist Rúna Dragaberg og Óla Joensen. Eisini hetta vikuskifti fekk altjoða meistarin harða mótstøðu, hesaferð móti In- golfi, men hann vann í eyð- kendum tryggum stíli. Innanhýsis grannaupp- gerð var í Havn millum Havnina 3 og Havnina 2. Og Ikki fyri at broyta tann góða felagsandan endaði dysturin 2-2. Helst ætlaðu teir á Havnini 2 at vinna dystin fyri at nærka seg vestmenningum, men ikki bleiv tað eftir teirra ynski. Runavíkingar høvdu frí hetta vikuskifti. Støðan í 2. deild: Vestmanna 13,5 Havnin 2 11 Havnin 3 8,5 Klaksvík 8 Runavík 7 Leggjast skal til geyma at runavíkingar hava leikt ein dyst færri enn hini liðini, men vestmenningar sum liggja klárt á odda, kunnu teir ikki taka aftur. 3. deild Havnin 4 strýkur avstað í triðju deild. Eisini her var innanhýsis grannauppgerð. Havnin 4 vann 2,5-1,5 móti Havnini 5. Eingin tykist at kunna steðga Havnini 4 í ár. Í Gøtu vunnu gøtumenn 3- 1 móti klaksvíkingum, og hava nú blandað seg í odda- stríðið. Vestmenningar sum eisini liggja væl framvið, høvdu fríumfar hetta vikuskifti. Unglingar Eingin broyting er í odd- inum í unglingadeildini og tað merkir, at Klaksvík 1 liggur enn eitt hálvt stig frammanfyri Havnina 1. Klaksvík 1 vann 4-0 móti Klaksvík 2, og Havnin 1 vann somuleiðis 4-0 móti Havnini 2. Kollveltandi alnetis- dystur Komandi leygardag tann 22. januar klokkan 16.30 verður ein sera áhugaverdur talvdystur í netcafé Orbits í Havn. Talan er um dyst millum telvarar her heima og úti- setar. Telvað verður via al- netið, www.chessclub.com, ella icc sum flestu kenna tað. Átta mans vera á hvør- jum liðið, tað vil siga átta teldur. Liðið hjá føroyingum her heima sær soleiðis út: 1.IM John Rødgaard 2.Jens Kristian Hansen 3.Rani Nolsøe 4.Ólavur Simonsen 5.Martin Brekká 6.Carl E. N. Samuelsen 7.Martin Poulsen 8.Hans Kristian Simonsen Sum tað sæst so eru umboð úr flestu feløgunum kring landið á liðnum. Liðið hjá útisetum er ikki endaliga sett, men eitt er greitt; John Arni Nilssen og FM Heini Olsen verða at síggja á útisetaliðnum, so talan verður helst um sterk- asta lið. Telvað verður tvey hálvan tíma talv móti hvørjum øð- rum. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið í Orbits leygardagin kl. 16.30 Stuðlað tiltakinum hevur Føroya Tele. Flóvin á ferð Kappingin Flóvin Tór Næs hevur telvað í Spanien end- aði sunnudagin. Hann tapti tað síðsta talvið móti einum altjóða meistara og endaði sostatt við 4,5 stigum av tíggju møguligum. Eftir sjeynda umfar hevði Flóvin bert 2,5 stig, men hann gjørdi tíbetur eitt gott hál móti endanum. Flóvin end- aði sum nummar 72 av 123 luttakarum. Hann stendur nøkunlunda í stað í rating. Veteranurin Lajos Portisch vann kappingina saman við einum russara. Teir fingu átta stig. Flóvin verður verandi í Spania, tí skjótt fer hann í gongd við aðra kapping í landinum. Havnarmenn stevna móti FM Toppdysturin í Klaksvík endaði við einum teprum sigri til havnarmenn, og við sigrinum hava teir nú lagt seg klárt á odda í fyrstu deild. 1. e4 c5 2. Rif3 Ric6 3. Bb5 d6 4. 0-0 Bg4 5. c3 Rif6 6. d4 Fb6 (6_Rixe4 7. d5 a6 8. Bd3 og hvítur fær ein av riddarunum) 7. Ria3 0-0-0?! (7_Rid7 8. Be3 g6 hevði verið betri fyri svartan) 8. Fa4 Bxf3 9. gxf3 cxd4? (letur hvít- an fáa c-linjuna) 10. cxd4 a6(?) (Ein møg- uleiki er 10_Rixd4, men hvítur fær avgerandi fyrimun við 11. Be3 e5 12. Rfd1) 11. Bxc6 bxc6 (11_Fxc6 12. Fb3!) 12. Bd2! (Nú sær svart út hjá svørtum) Fb7 Talvið hesa vikuna Hvítur: Ólavur Simonsen, Klaksvík (2170) Svartur: Haldur Suni Johansen, Havnin (2035) 13. Ba5 Re8 14. Rac1 c5 (14_Kd7 15. d5 Rc8 16. Rxc6 Rxc6 17. Rc1) 15. Dxc5 d5 16. e5 Fd7 17. c6 Fa7 18. exf6 gxf6 19. c7 Rg8+ 20. Kh1 Bh6 21. Rc6 Be3 22. fxe3 Fxe3 23. Fb3 Fe2 24. Fb8+ Kd7 25. c8/F+ Rxc8 26. Fb7+ Rc7 27. Fxc7 Ke8 28. Fd8++ Skákmát 1-0 Viðmerkingar: Ólavur Simonsen og Carl Eli N. Samuelsen Komandi leygardag verður spennandi tiltak, tá telvarar her heima, skulu royna seg móti útisetum, í dysti á alnetinum Savnsmynd