hósdagur 7. apríl 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 65 — 7. APRIL 1994 Sida 7
Blákrossheimið:
Hundrað í miðal
hjalpt um árið
Blákrossheimið í Havn verður 10 ár leygardagin
Leygardagin seinnapartin
hevur Blákrossheimið í
Lynggøtu í Havn opið hús.
Tá vóna starvsfólkini at
síggja góðar vinir, fyrrver-
andi búfólk og onnur, og
ikki minst vóna tey, at
landsstýrismaðurin í al-
mannamálum, Jóannes
Eidesgaard, støkkur inn at
gólvið, at hitta tey og hoyra
um virksemið á stovninum.
9. apríl 1984 fluttu tey
fyrstu búfólkini inn í Blá-
krosheimið, sum tá var í
Kongagøtu. Tvey ár seinni
var hetta heim góðkent sum
viðgerðarstovnur.
Men húsið í Kongagøtu
var ov lítið, og í 1987 vórðu
eini stór hús í Lynggøtu
keypt aftrat, og síðan hevur
stovnurin fingið fleiri fak-
fólk, lækna, sjúkrasystir,
psykolog, sosialpedagog
og onnur starvsfólk.
Fjølbroytt tilboð
Sólborg Dulavík, leiðari á
Blákrossheiminum, ivast
ikki í, at hesin stovnurin er
tann, sum hevur bestu og
fjølbroyttastu tilboðini til
misnýtarar.
- Vit arbeiða opið og ær-
liga og enda landsstýrinum
á hvgrjum ári ársfrágreing
og grannskoðaðan rokn-
skap, sigur Sólborg Dula-
vík.
Hon óttast fyri framtíðini
hjá Blákrossheiminum, nú
boð eru komin um sam-
skipan av viðgerðarstovn-
unum. Tað harmar hana
eisini, at einki herbergi er til
teirra, sum ringast eru fyri,
og sum ikki eru egnað at
fara í viðgerð.
Sólborg Dulavík aftur-
vísir, at fólk kunnu koma og
fara av Blákrossheiminum,
soleiðis sum teimum lystir.
Rætt er tað, at nøkur koma
inn á stovnin nakrar ferðir,
men stórra helvtin kemur
bara eina ferð inn. Onnur,
sum ikki kenna viðurskift-
ini, kunnu ikki loyva sær at
argast um, at nøkur koma
inn oftari, tí eingin droymir
um, hvussu ringt summi
hava tað, og hvussu nógv
stendur teirra næstu, sigur
Sólborg Dulavík, sum held-
ur tað vera nógv fyri, at
eniki herbergi skal vera.
Í 1993 vóru 125 fólk inni
á Blákrossheiminum, antin
bara í avrúsing ella eisini í
viðgerð. Summi koma inn
ambulant.
Ymisk år
A Blåkrossheiminum duga
tey ikki at siga, um hetta er
ein øking, ti tað er altíð
ymist frå einum ári til
annað. Í miðal venda 100
fólk um árið sær til Blá-
krossheimið fyri at fáa
hjálp.
Tey halda tað vera ilt at
siga, um drykkjuskapurin er
øktur av arbeidsloysinum
og av Rúsuni, men ymist
bendir á, at summi, sum
áður drukku nakað, drekka
meira nú, og at drukkið
verður meira javnt, halda
tey á Blákrossheiminum.
Væl fleiri menn enn
kvinnur venda sær til Blá-
krossheimið. Ein orsøkin er
óivað, at kvinnurnar
skammast við at biðja um
hjálp fyri misnýtslu.
Blákrossheimið er ikki
arar. Taðer vorðið meiraog JegvanBæk og Sólborg Dulavík ganga eins og hini á Blákrossheiminum við lív og sál upp í
meira vanligt við tablett- arbeiðið (Mynd: Jens Kristian Vang)
misnýtarum. Fleiri, serliga
millum tað yngra fólkið, eru
misnýtarar av báðum.
Finna loysnir
Á Blákrossheiminum koma
misnýtararnir fyrst í av-
rúsan, og eru tey motiverað,
fara tey síðan í viðgerð, sum
kann vera ambulant. Við-
gerðin hevur til endamáls at
finna loysnir á teimum trup-
ulleikum, sum misnýtarar-
nir hava at dragast við.
Minni dentur verður lagður
á at finna orsøkin til, at hesi
fólk eru komin soleiðis fyri,
men heldur finna ein máta
fyri hesi fólk at fáa skil á sítt
lív, ikki bara viðvíkjandi
rúsdrekka, sigur Jegvan
Bæk, sum er psykologur á
Blákrossheiminum.
Á Blákrossheiminum fáa
misnýtararnir antabus, um
tey leggja í. Tey, hava ar-
beiðsbólkar, har tosað verð-
ur um trupulleikarnar, og
tey taka ymsar spurningar
upp til viðgerðar, menn-
iskjasyn, etikk 0.s.v.
Likamsvenjing
Likamsvenjing er fastur
tåttur í viðgerðini, tí likam-
liga og sinnisliga støðan
fylgjast.
Skyldfólk, vinfólk ella
starvsfelagar verða eisini
tikin upp á ráð, tí hesi skulu
stuðla.
Nógv ringja fyri at biðja
um ráð, og tað eru eisini tey,
sum ringja énevnd.
Umframt avrúsanar- og
viðgerðarstovnin í Lyng-
gøtu, er búfelagsskapurin í
Kongagøtu og ein annar
búfelagsskapur í leigaðum
hólum í Grønulid. Tilsam-
ans 12 fólk búgva í teimum
búfelagsskapunum, sum
hvørja viku fáa vitjan av
starvsfólki úr Lynggøtu.
Bíðilisti er til búfelagsskap-
irnar.
Nógv eru tey, sum vitja
um kveldið í Lynggøtu, til
at práta ella bara hugna sær.
Tey spæla kort, syngja og
spæla.
Búfólkini sjálv hava tað
eisini hugnaligt saman, og
av og á gera tey útferðir á
bygd.
randi
Samskinast í summar
Játtanin til rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu má skerjast sum
allar aðrar játtanir á fíggjarlógini, heldur landsstýrið, sum
kemur við útspæli fyrsta dagin
Landsstýrið samtykti á
fundi 27. januar at viðgerð-
arstovnarnir fyri rúsdrekka-
og rúsevnismisnýtarar skal
samskipast í seinasta lagi 1.
juli.
Hvat ftøkiliga liggur í
hesum, vita tey á Blákross-
heiminum ikki.
Johanny Winther Hol-
bech, leiðari á almanna- og
heilsudeildini í Tinganesi,
heldur ikki, at hetta kann
koma óvart á nakran. Nógv
varð tosað um samskipan
fyri tveimum árum síðan,
og tað eru somu ætlanir,
landsstýrið nú hevur.
- Tað verður skorið niður
á gllum játtanum á fíggj-
arlógini, og tí ber ikki til at
varðveita játtanina til upp-
lýsing og til viðgerð av rús-
drekka- og rúsevnismisnýt-
arum óbroytta, sigur
Johnny Winther Holbech.
Landsstýrið ætlar ikki at
avtaka avrúsing og viðgerð,
tilboðini skulu verða, og vit
skulu eisini hava herbergi
fyri tey, sum ikki eru motiv-
erað at fara í viðgerð. Her-
bergi er heldur ikki tað, ið
kostar nógv, sigur Johnny
Winther Holbech.
Tað snýr seg also um at
samskipa virksemið hjá
Blákrossheiminum og
Heilbrigdinum og fyri ein
part eisini hjá sjúkrahús-
inum.
- Vit skulu hava tilboðini
um avrúsing og viðgerð,
men vit hava ikki ráð til at
hava tvey tilboð av sama
slagi, sigur Johnny Winther
Holbech.
Hann sigur, at landsstýrið
ikki enn hevur ftøkiligt
uppskot, hvussu virksemið
skal samskipast, men lands-
stýrið ætlar at koma við út-
spæli fyrsta dagin - helst í
hesum mánaðinum.
randi
Vit gera
ALU-PLAST bindandi
u VINDEYGU TILBOD
= HURÐAR
u UTISTOVUR o.a.
verda
P/F PLASTVIRKID
i Svanga 23 — 100 Tórshavn
Tlf. 18796 Fax. 18746
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 21. april 1994, kl. 11.30
tvangsauktion, (AS 798/93) over matr.
nr. 163 a, Klaksvik, bygning på lejet
grund, beliggende Klaksvik.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an P. Lassen, Bryggjubakki 22, Tórs-
havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 312/89) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er en verksteds-
handelsbygning. Det bebyggede areal
udgør 810 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 05.04.94
Mette Søgaard-Nielsen
dfm.