Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 65 — 7. APRIL 1994 Hans Pauli Olsen, myndahøggari, fekk seruppgåvu: Fekk arbeidsrum å Amalienborg Hans Pauli Olsen, myndahøggari år Føroyum, hevur seinastu tidina arbeitt å Amalienborg, har hann hevur gjørt bringumyndir av donsku prinsunum Skírishósdag vóru bringu- myndirnar hjá Hans Paulia Olsen av donsku prinsunum avdúkaðar á Frederiksborg- museet í Hillergd. Hans Pauli Olsen, lista- maður, hevur fingið góð ummæli fyri verkini, og i bløðunum verður mynda- høggarin róstur fyri at seta menniskja í miðdepilin í sínum verkum, eins og hann ikki er bangin fyri at lata tey líkjast teimum persónum, sum hann skal lýsa. Í telefonini úr Keyp- mannahavn, sigur Hans Pauli Olsen frá arbeiði sín- um at skapa hesar bringu- myndir: Fekk loyniliga uppgåvu - Eg fekk uppgåvuna i heyst, og eg fekk at vita, at tað skuldi haldast loyniligt, til bringumyndimar vóru avdúkaðar. - Tað er Det Nationalhist- oriske Museeum á Frede- riksborg, sum bað meg gera hesa uppgávu, sigur Hans Pauli Olsen. - Mette Bligaard, leiðari á Frederiksborgmuseet ring- di til mín og spurdi, um eg var áhugaður gera eina ser- uppgávu, sum hon ikki vildi siga hvat var - í telefonini. - Eg var sjálvandi forvitin og helt, at júst ein serupp- gáva var áhugaverd, um hon bert kundi siga mær, hvat tað snúði eg um. - Jú, tað var at gera tvær bringumyndir av donsku prinsunum. - Hvussu ber tað til, at júst tú fekk hesa uppgávu? - Ein framsýning við sjålvsmyndum er helst or- søkin til, at eg fekk hesa uppgávu, sigur Hans Pauli Olsen. - Metta Bligaard, bjóðaði fyri stuttum 300 mynda- høggarum og ødrum lista- fólkum at verða við á fram- sýning, har listafólk skuldu geraeina sjålvsmynd, ogeg var millum teirra. Listaverk av kendum fólkum - Vanliga er tað soleiðis, at slíkar myndir ofta verða gjørdar av kendum fólkum. Hesi plaga sjálvi at velja listafólkið, sum skal gera myndina, og tí eru tað ofta tey somu listafólkini, sum gera slíkar seruppgávur. - Frederiksborgmuseet vildi við framsýningini av sjålvsmyndum fáa so breitt úrval av listafólkum sum gjørligt, ið kunnu gera slík- ar uppgávur, sigur Hans Pauli Olsen. Hann tók av tilboðinum at gera bringumyndimar av prinsunum, treytað av, at prinsarnir sótu model. - Eg fekk eitt rúm á Am- alienborg at arbeiða í, og har vóru bringumyndirnar gjørdar, sigur Hans Pauli Olsen. Seinni vóru tær stoyptar í gipsi á verkstaðnum hjá listamanninum, og eftir hetta í bronsu á bronsu- stoypivirki. - Tað var sera torført hjá prinsunum at fáa stundir at sita fyri mær, av tí at teir hava so nógv at gera, sigur Hans Pauli Olsen. - Frederik, krónprinsur, kundi bert sita fyri mær í vikuskiftinum, av tí at hann gekk í skúla í Árhus, og eg lagaði mær tí arbeiðstíðina eftir honum. Krónprinsurin lættur at arbeiða við - Eg byrjaði við at gera myndina av Joachim, prin- si, og hann sat einar tveir tímar í senn. Tað gekk rættiliga væl við at skapa hesa myndina, tí Joachim var so tolin og dugdi væl at miðsavna seg um tað, sum eg skuldi gera. Hann er annars rættiliga formellur persónur, hóast vinarligur og fyrikomandi. - Frederik, krúnprinsur, var ødrvisi at arbeiða við. Hann gloymdi at hann sat modell, og var púra náttúr- ligur í sínum hátti at um- gangast fólk. Hann leggur lítið í at halda seg á formella stødinum, sigur Hans Pauli Olsen. - Eg fekk at vita at eg skuldi bara siga tygum við prinsarnar, um vit vóru einsamallir, men um onnur fólk vóru hjåstødd, so skuldi eg siga "Kongeliga højhed”. - Prinsarnir búgva í eini í- búð á Amalienborg tá teir eru heima, og teir hava fólk um seg, sum syrgja fyri øll- um. Starvsfólkini vóru eisini ógvuliga fyrikomandi, vísti mær runt á slottinum, men annars fekk eg frið at ar- beiða, sum mær lysti. Arbelddi á Amalienborg - Vanliga eru nógv vakt- arfólk á Amalienborg, men eg var ikki órógvaður av nøkrum í mínum arbeiði. Tá prinsarnir vóru lidnir at sita fyri meg, so kundi eg halda fram at arbeiða, sigur Hans 8) Pauli Olsen. Í einum ummæli skrivar Ole Nørlyng, at Hans Pauli Olsen í sínum listaverkum altíð hevur sett menniskja í miðdepilin, og at hann ikki hevur verið bangin fyri at lata listaverkið líkjast tí persóninum, sum hann vil lýsa. Tað hevur eisini eyndast við hesum verkum Tíðindablaðið Hans Pauli Olsen, listamaður: - Tað hevur nógv at síga fyri ein listamann, at hann fær samband við persónin, sum hann skal lýsa, og eg hugsaði eisini um, hvussu eg skuldi bera meg at, fyri at fáa samband við prinsarnar - Hvat tosaðu tú við slíkar persónar um, meðan ar- beitt verður? - Tað hevur nógv at siga fyri ein listamann, at hann fær samband við persónin, hann skal lýsa, og eg hugs- aði eisini nógv um, hvussu eg skuldi bera meg at, fyri at fáa samband við prinsarnar. - Umhvørvid við Amali- enborg er åhugavert, og har er serliga riddarastand- myndin, sum eg havi eyg- leittofta. Av tí at vitkomu at arbeiða í høli, við útsýni til hesa standmynd, var tað bert náttúrligt at tosa um hana í byrjanini. - Tað vakti áhugan hjá Frederik, krónprinsi, at eg visti at siga honum frá yms- um í sambandi við hesa standmynd. Hann spurdi nógv um teknik og tílíkt. Tad gav mær ein møguleika at koma afturum "fasadu- na", sum er neyðugt fyri at eg kann lýsa henda persón- in. Listarligt innlit - Tað var eyðsæð, at prins- arnir ferðast iumhvørvi, har listin hévur innivist, og at teir hava holla vitan og áhuga fyri slíkum, sigur Hans Pauli Olsen. - Hvat hildu prinsarnir um úrslitið hjá tær? - Teir vóru vælnggdir við úrslitið, søgdu teir mær. - Ert tú vorðin ríkur av hesi uppgávu? - Eg eri ikki vorðin ríkur, men tú kanst siga, at eg fekk arbeiðið væl betalt, sigur Hans Pauli Olsen, sum nú kann kalla seg "Kgl. hof- billedhugger", men hetta er bert skemt, sum listamað- urin ikki vil nýta, tó at slíkar uppgávur hava nógv at týða fyri listafólk í arbeiði teirra frameftir. Framsýningin á Frederik- sborgmuseet er opin hvønn dag fyri almenninginum frá kl. 10- 17. Hetta er ein sýn- ing, sum verður standandi frameftir. Dagny