Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Innan fyri ella uttanfyri! HÓAST flestu av grannalondum okkara eru limir ella eru við at gerast limir í ES, so verður lítið tosað um møguligan føroyska limaskap í hesum felagsskapi. Flestu flokkar við undantaki av sambandsflokkinum og parti av fólkaflokkinum eru ímóti limaskapi. Hetta ikki minst av ótta fyri teimum nega- tivu avleiðingunum hann kann fáa fyri lítla føroyska samfelagið. Um ikki so langa tíð verður fólkaatkvgða í Finlandi, Svøriki og Noregi um limaskapin í ES. Enn er óvist um fólkið í hesum londum fer at taka undir við limaskapi, men tað er greitt, at fara øll hesi londini upp í ES, so kann tað fáa óhepnar avleiðingar fyri Føroyar. At íslendingar eis- ini eru farnir at tosa um limaskap í hinum felagsskapinum nevniliga tí norðuramerik- anska kann so uppaftur geva okkum nakað at hugsa um. SPURNINGURIN er, hvat føroyingar hugsa - og um føroyingar fara at hava eina aðra hugsan um limaskap, tá tað stendur greitt, at flestu Norðurlond er vorðin limir í ES. Meirilutin í landsstýrinum er avgjørt ímóti limaskapi, meðan ein stórur partur av and- støduni er fyri. Helst er eisini meiriluti mill- um føroyingar fyri ikki at gerast limir í ES. Spurningurin er bara, hvat fólk og politikar- ar fara at siga aftaná f6lkaatkvødurnar í grannalondum okkara. Hesar verða undan valinum komandi vetur, og tí kann tað væl henda, at júst ES-málið verður eitt av høv- uðsmálunum til komandi løgtingsval. EIN av teimum, sum heldur, at vit longu nú eiga at gera okkum greitt, hvat vit vilja í hesum spurningi, er stjórin í landsins størstu fyritøku, Føroya Fiskavirking. Bjarti Mohr sigur við Sosialin í dag, at vit føroyingar mugu gera støðuna upp og gera av antin at fara uppí norðuramerikonsku handilssam- .gonguna NAFTA ella upp í ES. Sjålvur heldur hann, at vit eiga at søkja um limaskap í ES. Alternativið - vilja vit vera uttan fyri - er at gera okkurt heilt nýtt, tinna eina rók sum td. at gera Føroyar til framtíðar figgjarmiddepil. Við ødrum meinar stjórin í landsins mætastu fyritøku, at besta boðið er ES-limaskapur og er ikki meiriluti fyri hesum, tá eru vit tvingað til at finna upp á okkurt heilt nýtt. Olja kann fáa stóran týdning heldur hann, men hon er ikki nokk í sær sjálvum. ANTIN vit vilja tað ella ikki, so verða vit noydd til at viðgera umrøddu spurningar í komandi tíð. Stødan í landinum er ålvarslig og batnar hon ikki í bræði tvs. at fiskastovn- arnir koma ikki fyri seg aftur og tað ikki lønar seg at keypa útlendskan fisk, tá mugu vit til at tosa um aðrar møguleikar. Limaskapur í ES er ein, limaskapur í NAFTA er ein annar, heilt nýggjar og óroyndar leiðir uppaftur ein annar osfr. Tað mest umráðandi í øllum hesum er, at vit ikki læsa okkum føst soleiðis at skilja, at vit als ikki vilja umrøda møguleikarnar. Tað hava vit skyldu til, antin vit so eru fyri FS- limaskapi ella ikki. Tað er burtur úr dialoginum at vit skulu finna tað frægastu loysnina fyri hetta land og hetta fólk. Uualilsini hjá stjóranum Fiskavirking er so hansara íkast til orðaskiftið, og vónandi fara tað at koma fleiri eftir hann, ið vilja siga sína hjartans ærligu meining um hesar spurningar. Gerið so væl - brúkið blaðið - setið gongd á dialogin og veljið og vrakið so millum møguleikamar. Orðið er frítt. SOSIALURIN FØROYAR ERU AFTUR VIÐ Í UEFA-CUP KAPPINGINI Seinnapartin í gjár kom tíðinda- skriv frå Fótbóltssambandi Føroya, har sagt verður frá, at Fóroyar aftur hava endurvunnið plássið í UEFA Cup-kappingini. Sostatt kann HB aftur fara út í Europa at spæla Sambært einum skrivi frá UEFA, ið er komið sendandi til Fótbóltssamband Feroya, sær út til, at vegurin aftur liggur opin fyri, at føroysk fótbóltslið kunnu spæla við í stóru UEFA Cup-kapping- ini. Tá GÍ fyri tveimum árum síðan segði neitakk og ikki meldaði lið til hesa kapping, ferdi tað rættiliga skjótt við sær, at europeiska fótbólts- samgongan UEFA tók rætt feroyinga at vera við har frá okkum, og tí var heldur einki lið við í hesi kapping í fjør, tå bert B68 sum meistarar og HB sum steypavinnarar vóru við í Europa Cup-kappingun- um sum umboð fyri Føroyar. Meðan úrslitið hjá B68 móti einum sera sterkum meistaraliði úr Kroatia ikki gjørdist serliga gott — teir taptu 5-0 á Svangaskarði og 40 returdystinum í kroat- iska høvudsstadnum Zagreb —gekk rættiliga væl hjá HB i fyrsta umfarinum, har lett- iska RAF Latvia var mót- steðuliðið. Vunnu við skrivi- borðsavgerð HB tapti fyrra dystin í Riga 1-0, hóast HB í veruleikanum var klárt tað betra liðið í hes- um dysti. Men av tí at RAF Latvia ongantíð metti upp til returdystin í Føroyum, varð HB áskriviborðinum gjørt til vinnara við málúrtekuni 3-0, so HB samanlagt kom víðari við málúrtekuni 3-1. Í øðrum umfarinum bar tó“ ikki til hjá HB at gera seg galdandi. Til tess var rum- enska liðið Universitatea Craiova ov sterkt. Fyrri dyst- urin í Rumeniaendaði 4-0, og seinna dystin, id var á Svangaskarði, vunnu rumen- ararnir 2-0. Nú er so líkt til, at HB fær enn einaferð meguleikan at fara út í Europa at royna seg í dysti við onnur lið. Hesaferð í kraft av, at HB gjerdist nummar tvey í landskapp- ingini í fjør, og tískil hevur rætt at spæla í UEFA Cup- kappingini. HB fegnast um nýggja meguleikan — Hvat sigur tú? Hatta har havi eg einki hoyrt um, var tað fyrsta, HB-formaðurin Gunnar Mohr fekk um varr- arnar, tá Tíðindablaðið Sos- ialurin seinnapartin í gjár fortaldi honum um nýggju vendina í UEFA Cup-mál- inum. — Vit hava sjálvandi vónað, at kjansurin til at spæla við í UEFA Cup aftur fór at standa feroyingum í boði, men hetta må eg siga, at eg tó ikki hevdi roknaðvið. Eg eri bæði bilsin og fegin um at hoyra hasi tíð- indini. Gunnar Mohr sigur, at ivi neyvan stendur um, um HB fer við ella ikki. — Fáa vit møguleikan, fara vitatgeraaltvit kunnu, fyri at brúka hann. Tí rokni eg heilt givið við, at vit fara at royna okkum enn einaferð í euro- peiskum fótbólti, sigur HB- formaðurin. — Tað hevur ljóðað, at HB gjørdist eitt ríkt felag, av tí at vit vóru við í tveimum umfer- um í Europa Cup fyri meist- arar í fjer, men so er ikki. Seinna umfarið gjerdist okk- um dýrt, men kortini mól lut- tekan runt fíggjarliga, og so kanska eitt sindur aftrat. Serliga mistu vit nakað, tá ið returdysturin móti RAF Lat- via, ið vit høvdu glett okkum til at vinna á Svangaskarði, gjørdist av ongum, tí teir ikki mettu. Fyri føroyskan fótbólt yvir- hevur má vendin í hesum máli takast sum ein sigur. Í hvussu verður tað áhugavert at vinna annað enn gull í landskappingini, og um rætt verður atborið, fáa liðini eis- ini fíggjarligan vinning av at vera við. hj. og MEKANISKAR UMVÆLINGAR Skjótt — væl og fyri sámuligan prís + fr Bilskrokk Slættanesgøta 9 (v/ Velbastadvegin) Bilmek TIf. 18383 Tlf. 84471