fríggjadagur 8. apríl 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 66 — 8. APRIL 1994
Síða 3
Útflutningurin til USA minkaður niður í einki:
Holland keypir
meir enn USA
— Vánaligi toska og hysufiskiskapurin er orsøkin, sigur Niels
Sørensen, stjóri á P/F Føroya Fiskasølu
Hugaligu åtflutningstølini í
áttati árunum tá føroyingar
seldi fisk fyri hundrað tals
milliónir til USA síggjast
ikki longur í hagtølunum.
Sambært Hagtidindum,
so seldu føroyingar fyri 52
milliónir krónur av av fiski
til USA í fjør. Hetta eru 82
milliónir krónur minni enn í
1992 og 146 milliónir
krónur minni enn í 1991.
Samstundis keyptu vit fyri
42 milliónir krónur úr USA
í fjør og hetta gevur sostatt
eitt yvirskot í sam-
handlinum við USA uppá
10 milliónir krónur.
- Orsøkin til fallandi
handilin er einføld. Vána-
ligi toska og hýsufiski
skapurin hevur ført við sær,
at vit ikki hava havt tað
vøru, sum amerikanarar
keypa frá okkum, sigur
Niels Sørensen, stjóri á
Fiskasgluni.
— Amerikanaramir dáma
væl hvita toskin frå før-
oyingum og vit selja hann í
fimm pundspakkum. Toll-
verjugarðar gera tað ikki
Útflutningur, 1993, nytslulond í %
Onnur lond 10%
USA/Japan 5%
On. EF lond 5%”
N
tala 5%
Frakland 11%
lønandi at selja meira til-
virkadar vørur til USA,
sigur Niels Sørensen
Men tað er ikki bert hjá
føroyingum at útflutning-
urin til USA er fallin. Ov
lítið hevur verið til av toski
yvirhøvur og tí er alaska-
pollakurin komin ístaðin,
sigur Niels Sørensen, stjóri
— Men nú sær bjartari út
fyri toska og hýsuveiðuni.
Tí mugu vit leggja doyin á
at sleppa innaftur á ameri-
kanska marknaðin, sigur
Danmark 26%
Týskland
14% |
hann
Sambært Hagtidindum,
so loysir tað seg nógv best
at selja fisk til europæiska
samveldið. Vit høvdu ikki
undirskot í samhandlinum
við nakað ES land í fjør.
Sjálvt við Danmark høvdu
vit eitt lid yvirskot, 21
milliónir. I 1992 var und-
irskotið i samhandlinum við
Danmark 249 milliónir og í
1991 343 milliónir.
Norðmenninir vinna gylt
av peningi í samhandlinum
við føroyingar. Vit útfluttu
fyri 35 milliónir til norð-
menn í fjør og teir seldu fyri
272 milliónir hendanvegin.
Tað gevur føroyingum eitt
hall uppá 236 milliónir í
samhandlinum við norð-
menn, skriva Hagtíðindi.
Samhandilin við russar
gevur heldur ikki føroy-
ingum yvirskot. Vit seldu
fyri seks milliónir til russar í
fjør men keyptu fyri 32
milliónir. Hetta gevur 26
milliónir í halli.
Handilsjavnin er batnað-
ur munandi seinastu árini.
Øll åttatiårini høvdu vit stórt
hall á handilsjavnanum
útímóti 900 milliónum í
1986,87 og 88. Í 1989 var
javnvág og í fjør hvødu vit
eitt yvirskot uppá 672
milliónir. Hetta kemst av at
innflutningurin er fallin so
nógv. Vit innfluttu fyri 589
milliónir minni í fjør enn vit
gjørðu í 1992.
jústinus
I ÍlMlblllllblbBlllLLLILELELIESESESSMILLLILLLlLMllLMlMMMMMMALLITLMIAILILIMMMkMMMAIkkkkkkuluudi
Thoman Magnussen, stjóri á Strandferðsluni:
Atantsflog hevur
fingið oll skjól
— Tann 28. mars góvu vit Atlantic Airways gll neyðug skjól fyri at
kunna byrja tyrluflúgvingina, sigur strandferðslustjórin
Thomas Magnussen, stjóri
á Strandferðsluni avsannar
tað sum Heri Mortensen,
stjóri í Atlantic Airways
sígur um neyðugu skjølini
| til tyrluflúgving.
— Tann 28. mars lótu vit
Atlantic Airways øll tey
neyðugu skjølini, sum teir
høvdu brúk fyri, tá teir
skuldu fara undir tyrlu-
flúgvingina, siguir Thomas
Magnussen.
- Teir hava síðan ført
fram, at teir mangla nøkur
skjól, men tá vit hava biðið
um eina nærri útgreining
av, hvørji skjól talan er um, „
so hevur tað hverja ferð vist
seg, at hesi skjól vóru
millum tey skjól, sum teir
fingu 28. mars, sigur Tho-
mas Magnussen.
— Atlantic Airways hevur
ikki biðið um at fáa nøkur
skjól áðrenn 28. mars í ár.
Strandfaraskip Landsins
hevur annars fleiri ferðir
greitt teimum frá, at tað
tekur meir enn 2-3 dagar, at
gera allar fyrireikingar at
byrja tryluflúgving. Men
vegna tað at ongin í
leiðsluni = hjá Atlantic
Airways hevur royndir við
tyrluflúgving, varð tað
sópað av borðinum við eini
viðmerking um, at tað var
einki í vegin fyri at teir
byrjaðu at flúgva 1. apríl,
sigur Thomas Magnussen,
stjóri.
Undirmett uppgávuna
— Påstandurin um, at
Atlantic Airways ikki fær
byrja tyrluflúgvingina, ti
teir íkki hava fingið øll skjól
frá okkum er ikki annað enn
ein bílig roynd at skava
útyvir, at leiðslan í Atlantic
Airways hevur undirmett
fyrireikingararbeiðið í sam-
band við at byrja tyrlu-
flúgving, sigur Thomas
Magnussen, stjóri á Strand-
faraskip Landsins.
jústinus