Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 aftur Skírishósdag var Sund- aberg á veg eystur í Bar- entshavið. Teir høvdu bert síglt nakrar fáar tímar, tá maskinmenn- inir løgdu merki til, at okkurt var galið. Turb- inan riggaði ikki sum hon átti. Avgjørt var at venda við aftur og Sundaberg — "lorradi” heim aftur å Klaksvik. = Talan er um eitt ålv- arsligt brek og vit vita ikki enn nær Sundaberg fer aystað aftur. Men Sundaberg vendi heim Turbinan gekk fyri Nr. 66 — 8. APRIL 1994 turbinan kann umvæl- ast, sigur Svend Thule- sen, reiðari. — Annars hava bátarnir fingið nógvan fisk í Barentshavinum. Skála- berg fekk 66 tons í sein- astu viku. Hann hevur verið 14 dagar til fiski- skap. Skálaberg roynir á gráu leiðini og har royna eisini Enniberg, Vest- urvón og Beinir, sigur Svend Thulesen. jústinus Bjarti Mohr, stjóri: Framvegis á Fiskavirking Hesa. seinastu dagarnar hava leysatíðindi gingið um, at stjórin í Fiskavirk- ing, Bjarti Mohr, skjótt fer úr starvinum og at hann ístaðin fer at reka eitt fiskavirki í Skotlandi. Bjarti Mohr sigur, at hann einki hevur fyritikið sær í so máta. Hann er fram- vegis stjóri á Fiskavirking. Hann váttar, at nakrir skotar, sum hann kennir, hava spurt seg, um hann vil vera við í einum felag, sum skal leiga eitt flakavirki í Skótlandi, tvs. at seta pengar í felagið. - Eg havi ikki tikið stóðu til hesa áheitan. Hetta er alt eg kann siga sigur Bjarti Mohr í stuttari viðmerk- ing. jan Virkið á Sandi letur upp í mai Ætlanin var at lata upp virkið á Sandi nú eftir páskir, men hetta verður helst seinkað nakað og verður virkið neyvan latið upp fyrr enn í maí sigur Bjarti Mohr, stjóri í Fiskavirking, sum saman við russum hevur sett eitt felag á stovn, sum skal útvega fisk úr Barents- havinum til fiskavirkid á Sandi. Hann vísir á, at teir hava havt trupulleikar, eitt nú hevur russiski trolarin, sum fiskar til virkið fingið skaða, soleiðis at hann í løtuni er til umvæling. Hetta seinkar ætlanini. jan Thomas Arabo. landstýrismaður: Tíðindablaðið | Kunnu vænta okkum nógv av russum — Vilji er til gevandi samstarv á so mongum økjum. Eitt nú kunnu vit fáa nyttu av tí velduga kunnleika, russar hava til fiskiskap á djúpum vatni í altjóða sjógvi, sigur hann Spæla føroyskir myndug- leikar og føroyskt vinnuliv kortini rætt, so kunnu vit fåa nógv burturúr samvinnu við russar. Hendan velduga fiskivinnutjóð, tann næst- størsta í heiminum, hevur nógv at bjóða. Fyri páskir var ein føroysk sendinevnd og vitjaði í Ruslandi. Sendi- nevndin var mannad vid umbodum fyri vinnuna og landstýrismanninum í fisk- iveiðumálum, Thomas Arabo á odda. Føroying- arnir vitjaðu í Moskva og í Murmansk. — Vit høvdu tvey høvuds- endamål vid ferdini. Fyrst og fremst skuldi tingast um pris og treytir fyri teimum 5000 tonsunum, sum føroy- ingar samráddu seg til í Briissel herfyri. Hesum partinum tóku umboð fyri Reiðarafelagið sær av. Teir eru ikki heilt lidnir við samráðingarnar enn. Ting- ast verður gjøgnum tele- faxin í løtuni, sigur Thomas Arabo. — Sjålvur tingaðist eg við russiski fiskivinnumynd- ugleikarnar um samstarvið millum Feroyingar og russar á Skála. Har liggur nú ein trolari, sum er skrásettur í Fóroyum. Eg hitti millum annað Rodin, varafiski- málaráðharra. Vit tosaðu eisini um ætlanina á Sandi, har tríggir russiskir trolarar skulu flyta fisk til Sands. Síðan tosaðu við um roynd- arveiðu í Baréntshavinum við línu og húki. Føroyingar sleppa at veiða 300 tons sum ikki verða trekt av kvotuni sum royndarveiðu við húki í Barentshavinum. J&K Joensen í Miðvági skal standa fyri hesi ætlan, sigur Thomas Arabo. Vitan á djúpum vatni — Vit tosaðu eisini við russisku fiskiveidumynd- ugleikarnar og við fiski- rannsóknarstovuna PINRO í Murmansk um at fáa ella keypa vitan um fiskasløg og viðurskiftið í havinum vest- an fyri okkum. Russar hava í mong ár fiska á Reykja- nesrygginum og teir liggja inni við ógvuligari stórari vitan um hesar havleiðir. Teir siga, at har eru fleiri fiskasløg sum ber til at veida vid linu. Hetta er nakað landstýrið fer at hugsa um, nú farið verður undir praktiskar fiskiroyndi vesturi í havi. I framtíðini verður tætt samstarv mill- um føroysku fiskirann- sóknarstovuna og PINRO i Murmansk, sigur Thomas Arabo. Ahugadir i samstarvi — Russar eru sera åhug- adir i samstarvi vid føroy- ingar. Hetta kemst av at Føroyar er eitt lítið og opið land og vit arbeiða við opn- um kortum. Russar vilja hava ein góðan handils- felaga í Atlantshavi. Sam- starvið byggir eisini á at báðir partar slulu fáa nakað - burturúr, Arabo. — Royndirnar hjá føroy- sigur Thomas ingum við verkætlanum uttanfyri landoddarnar hava ikki verið ov góðar. Men eg haldi at vit hava møguleikar á Kolahálv- oynni. Har býr, eftir okkara mátistokki, nógv fólk og fiskivinnan er ein stór vinna. Russar innflyta næst- an alt sum teir nýta í fiski- vinnuni. Eitt nú vóru vit og vitjaðu á eini alistød sum alkdi síl. Øll kør og annað, sum er gjørt úr glastrevjum, er innflutt úr Noregi og Svøriki. Føroyingar høvdu saktans kunna hjålp russum at gera eina glastrevjaverks- midju. Eg fari at tosa vid Danida um hetta. Teir hava pening og eru dugnaligir at leggja ætlanir í menningar- økjum. Føroyingar skulu megna at gera tað praktiska, sigur Thomas Arabo. Føroyska sendinevndin kom heimaftur påskaaftan og um ikki so langa tid fara umboð fyri vinnulívið aftur til Ruslands. jústinus