Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 66 — 8. APRÍL 1994 Síða 7 Heini O. Heinesen, limur í skattanevdini: Vit verða hildnir fyri gjøldur - Við hetta lag er tað 6gjørligt at arbeiða i skattanevndini, sigur Heini O. Heinesen - Tað er myndandi fyri framferðin hjá Lassa Klein, at vit júst í hesum døgum viðgerða nýggja stýrisskip- anarlóg, sum sigur, at tað skal verða "vatntætt" mill- um tað útinnandi og lóggev- andi valdið, at formaðurin í skattanevndini fer út til al- menningin og biður um upplýsingar, sigur Heini O. Heinesen. - Hatta er bóndafangari, men Lasse Klein hevur ikki tosað við okkum í skatta- nevndini um spurnarblaðið, sum hann í dag sendir út til pensionistarnar. - Eg ivist eisini stórliga, um tað er lóglig framferð. Vit í skattanevndini hava ikki loyvi at biða privatfólk um persónligar upplýsing- ar, sigur Heini O. Heinesen. - Annars er tað vanligt at vit í skattanevndini kalla serkøn fólk inn, sum upp- lýsa okkum um ymisk mál, eitt nú við at taka vanlig dómi fram. Verður tað gjørt, eru navn og P-tal á viðkomandi strikad, so vit ikki síggja, hvørjir persón- arnir eru. - Eg veit ikki, hvat Lasse Klein skal gera við tilfarið, tá hann fær tað inn. Hatta er so langt úti, at eg ikki havi orð fyri tí, sigur Heini O. Heinesen. - Fær hetta ongar avleið- ingar fyri formannin i skattaneyndini? - Hvat verður gjørt veit eg ikki, men vit fara at taka málið upp á fundi í skatta- nevndini í dag. Um tað fær avleiðingar fyri formannin, kann samgonguna slitna. Ívasamt er, um tað nyttar at slíta samgonguna fyri slík- an einmansleik, sum henda hjá Lassa Klein. - Tað er ikki loyvt at tosa niðursetandi um politikar- ar, men tá tú hugsar um, at talan er um formannin í eini løgungsnevnd, og at sami persónur samstundis er for- maður á tingi, so er tað ør- kymlandi, at slíkt kann koma fyri. - Tað bøtir ikki um ar- beidsumstødurnar í skatta- nevndini, sigur Heini O. Heinesen. Dagny Lasse Klein, tingformaður um spurnarblaðið til pensionistar: Min skylda at fåa tølini til vega - Hvussu hetta verdur gjørt hevur mini at tyda, sigur Lasse Klein, tingformadur og formadur i skattanevndini Lasse Klein sigur, at tad ikki er so einfalt at fåa upp- lysingar frå almennu umsit- ingini, sum menn vilja vera vid. - Fyri at siga tað bart út, so ertad næstan Ogjørligt at fáa neyvar upplýsingar, við navni og P-tali frá umsit- ingini, sum er neyðugt, um vit skulu fáa eina rætta mynd av viðurskiftunum hjá fólki í hesum landi, sig- ur Lasse Klein í viðmerking til spurnarblaðið til pen- sionistarnar í Dimmalætt- ing í gjár. - Tað gerst bert við at fáa fólk at geva mær hesar upp- lýsingar í trúnaði, sigur Lasse Klein. - Hví gert tú hetta uttan at siga limunum í skatta- neyndini frá? - Eg haldi tað vera mína uppgávu - sum talirgr fyri skattanevndina - at fáa neyvu tølini fram. Fyrst og fremst fyri skattanevndina, men eisini fyri samgong- una. - Hvat skalt tú nýta úrslit- ið av spurnarblaðnum til? - Eg skal prógva, at teir upplýsingar sum eg havi fingið frá umsitingini, ikki siga allan sannleikan um støðuna hjá fólki í dag. - Sum formaður í skatta- nevndini er tað ålagt mær at fáa hesi tølini til vega. Tað kann væl vera, at hetta er eitt sindur gørvísi manna- gongd enn vanligt hevur verið á tingi, men eg havi valt hesa loysnina, tí tað er neyðugt hjá pensionistu- num at fáa skattalætta. - Hví hevur tú ikki boðað limunum í skattanevndini frá hesum tiltaki, áðrenn tú einsamallur setur hetta í verk? - Eg havi boðað frá - bæði í samgonguni og í skatta- nevndini, at eg fór at gera okkurt, men eg havi ikki sagt, hvat eg fór at gera. Tað helt eg ikki vera so umráð- andi. - Hver skal viðgerða til- farið, sum tú fært inn? - Tað skal eg sjálvur gera. Eg fái jú upplýsingar frá fólki í trúnaði, og tí kann eg ikki lata nøkrum tilfarid, uttan so at spurnarblødini hava fingið eitt frávik, so fólk ikki kennast aftur. Eitt nú kann skattanevndin fáa nærri upplýsingarum úrslit- ið av kanningini, tá eg havi vidgjørt spurnar 31fðini. - Hvat sigur samgongan um tiltakið? - Eg havi einki hoyrt, hvorki frá skattanevnd ella samgongu, men eg rokni vid, at allir partar fegnast um tiltakið. Eg haldi, at hetta er mest rímiligt at gera fyri at fáa míni og hini sjón- armiðini fram. - Er tað bert pensionistar sum hava brúk fyri hjálp. Hvussu við sethúsaeigar- um og teimum arbeiðs- leysu. Fert tú at senda spurnarbleð til tey eisini? - Viðvíkjandi viðurskift- unum hjá sethúsaeigarum, so eru tey so mikið væl lýst, at eg haldi tað vera óneyð- ugt at gera meira við tað. - Teir trupulleikar sum ar- beiðsleys hava í dag, eru teir somu sum sethúsaeigarar. Hesir bólkar eru fyri so vítt eisini í somu korum sum pensionistar, og kunnu tí eisini fáa ágóðan av spurn- arblaðnum. -Vit mugu leggja dentin á at hjálpa okkara borgarum, sumnú ikki hava arbeiði, og sum eisini kunnu vænta at missa síni sethús. Úrslitið er, at tað sum áð- ur var kærleikin millum hjún, er endað í fíggjarlig- um frustatiónum, orsakað av tí førda politikkinum. - Sjålvandi kunnu vitong- antíð gera ov nógv. Tað er eisini málssetningurin á tingi, men møguliga er tað neyðugt hjá tinginum at gera slíkar uppgávur sum hesa, ið tað almenna annars átti at syrgt fyri, sigur Lasse Klein. Dagny Heini O. Heinesen, limur í skattaneyndini: - Eg ivist stórliga, um tað er lóglig framferð. Vit í skattaneyndini hava ikki loyvi at biða privatfólk um persónligar upplýsingar i Lasse Klein, formaður í skattanevnd Løgtingsins: - Eg havi boðað skattanevndini og samgonguni frå, at eg fór at gera okkurt, men er havi ikki sagt, hvat eg fór at gera. Tað helt eg ikki vera so umráðandi b VR v øtur 0.a | Av tí at tað er trupult at fåa någreinilig tøl yvir om- anfyrinevndu spurningar i eini telefonsamrødu, hevur undirritaði gjørt av, sum ein líður í tí arbeiði sum vit fá- ast við, at biðja allar pen- sjónistar um at útfylla > spurnablaðið, sum stendur aðrastaðni í blaðnum í dag, og senda tað aftur til undir- ritaða skjótast gjørligt Tilfarið skal brúkast til at dokumentera støduna hjá tu Longu nú kann sigast frå, at undirritaði eri ikki sertq skelkaður yvir støðuna, sum foroyskir pensjónistar eru í, og tí hevur tað stóran týdn-4 ing, at so stórt tal av fólki, sum móttaka veitingarnar Á sum nevndar eru, svaraq spurnablaðnum 4 Tórshavn, tann 30 mars 1994 Vinarligar heilsani Lasse Klein