fríggjadagur 8. apríl 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tidindabladid (SKI)
Síða8 Nr. 66 —8. APRIL 1994
Yasmin - føroyskur
songfuglur å popp-
tindinum uttanlands
Songrøddin 94 hevur gjørt eitt rættiligt hål vid at hava fingið kendu song-
kvinnuna Yasmin úr Danmark, ið er hålvur føroyingur, at koma til Føroya
at medvirka til finaluna í kappingini um Ársins Songrødd. Tá Yasmin kom
fram nidri, skrivadu donsku blødini, at »hun synger som en våd drøm«
Tå finalan um Årsins Song-
rødd fer av bakkastokki i
kvold kl. 22, verður millum
tey luttakandi ein av størstu
poppstjórnunum í Dan-
mark, songkvinnan Yas-
min, ið er hålvur føroying-
ur.
Mamma hennara er Berg-
ljót Jacobsen, dóttir Jovinu
og Kjartan Jacobsen í Vest-
manna. Eisini er Yasmin
nær í familju við ein annan
av størstu og kendastu lista-
monnum og rithøvundum
føroyinga, William Heine-
sen. Påpi hennara er turki.
Altjóða
gjøgnumbrot
Yasmin fekk sítt altjóða
gjøgnumbrot fyri fåum år-
um sidani vid fyrstu plåtu
síni, ið kallaðist »Slow«. Tá
varð hon javnan at síggja og
hoyra á MTV, og skjótir
vóru danir at taka sær æruna
fyri hendan songfulgin, ið
teir skýrðu >hálvan danskan
og hálvan turkiskan<.
Men føroyingar vita nú
betur, og at ein hålvur før-
oyingur — og ikki hålvur
dani — er komin so langt å
altjóða popphimmalinum,
er bert at fegnast yvir her
heima.
Yasmin er annars fødd og
uppvaksin i Danmark, og
hon hevur altid havt dreym-
in f huganum um at gerast
sangari. Hennara fyrimynd
hevur verið Nina Simone,
og fyrsta plåtan hjå henni,
»Slow«, ber eisini fleiri tek-
inum fyrimyndina, ið hevur
hugtikið »okkara« góða
songfugl, ið herfyri sendi
nýggja plátu á marknaðin,
ið kallast >A Scent Of Flo-
WETS<.
Nýggja plátan er mettað
av hiphop-rútmum, ið sam-
stundis hava funnið íblástur
í gomlum soul-tónleiki.
Yasmin fer ói vað at fram-
føra fleiri av løgunum av
hesi nýggjastu útgávuni í
Gundadalshøllini í kvøld, tá
hon fer á pallin fyri fyrstu
ferð í Føroyum.
Sega hennara
Søgan um Yasmin sum
songkvinnu er annars í
stuttum hendan:
Sum 16 ára gomul flutti
hon heimanífrá, og kom
hon um sama mundið í sam-
band við ein danskan bólk,
ið gav henni møguleikan at
royna seg í studio.
Tað var teknikarin í Teen-
Town Studio, Depete, ið var
fyrstur at fáa eyguni upp
fyri dygdum hennara sum
sangari, og tey næstu árini
spældu tey bæði saman við
ødrum í bólkinum >Latin
Ice«, ið serliga fekst við at
spæla á kaféum í Danmark.
Tað er eisini tann stílurin,
henni líkar best, at framføra
fyri smærri fjøldum, tí tå
kennir hon seg tættari teim-
um, ið lurta.
Fyrsta danska hiphop-
plátan kom út í Danmark í
1988, og var tað plátuvend-
arin Shoulshock, ið kom út
við henni. Seinni fór hann
eisini í studio fyri at koma
út við sanginum >Stop This
Game«, ið varð gjørdur
saman við Yasmin, Depete
og einum ødrum plåtuvend-
ara, ið nevnist Cutfather.
„Okkara egni songfuglur« kunnu føroyingar saktans kalla Yasmin, sum ikvøldfer atfram- | nánd av toppinum
føra sin nýggjasta tónleik á palli í Gundadalshøllini í sambandi vid finaluna um Ársins
Songrødd. Mamma hennara er úr Vestmanna, so Yasmin er hálvur føroyingur
Síðani hevur Yasmin
hildið seg í nánd av altjóða
Mamma Yasmin er úr Vestmanna. Hon eitur Bergljót
Jacobsen og er dóttir Jovinu og Kjartan Jacobsen. Eis-
ini er Yasmin nær í familju við William Heinesen. Pápi
hennara hinvegin er úr Turkalandi
popptindinum, og spenn-
andi verður eisini at síggja,
hvussu nýggja pláta henn-
ara fer at klára seg.
Men fyrst og fremst er tað
Gundadalshøllin, ið fer at
vera karmur um fyrsta
møguleika føroyingar at
hoyra »okkara egna« song-
(Savnsmynd)
fugl í kvøld, tå finalan um
Arsins Songrødd verdur
fingin frå hondini.
Ikki kann sigast annad,
enn at tad er eitt rættiligt
hål, Songrøddin 94 hevur
gjørt hesaferð...
hj.
Skulu kjósa
Arsins Song-
rødd i kvøld
Finalan i kappingini um Arsins
Songrødd verdur i Gundadals-
høllini i Havn i kvøld kl. 22
Kappingin um at velja
Arsins Songrødd í For-
oyum hevur nå tiggju
år å baki, og tiggjunda
finalan verdur i kvøld
kl. 22 i Gundadalshøll-
ini i Havn.
Umframt sjålva fin-
aluna er eisini annað á
skránni, og nógvur
annar tónleikur verð-
ur at hoyra.
Sum nevnt er aðra-
staðni á hesi síðu, fer
kenda songkvinnan
Yasmin, ið er hálvur
foroyingur, at spenna
seg út á pallinum, men
eisini >heilir foroying-
ar< eru á skránni, so
sum kvinnubólkurin
SUX, tann sera væl
umtókti bólkurin Ika-
ros, ið spældi í ítrótta-
høllini á Hálsi annað
páskakvold, tá eingin
dansur var aðrastaðni
í Havn. Solistur í hes-
um bólki er Brandur
Jacobsen úr Runavík,
ið sjálvur í fyrraárið
gjørdist Arsins Song-
rødd.
Roknað verður við
rættiliga nógvum fólki
í Gundadalshollini í
kvold, og sum skilist
eru fleiri góð boð upp á
vinnaran í kappingini
um Arsins Songrødd,
so óivað verður undir-
hald og kapping á sera
høgum stødi at uppliva
har í kvold.
Vinnarin av kapp-
ingini fer ikki tóm-
hentur til húsar aftur,
tí umframt reiðan pen-
ing, er eisini ein út-
gávusáttmáli at vinna
hjå ti hepna.
hj.