fríggjadagur 8. apríl 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 66 — 8. APRIL 1994
Síða 9
Sannur kærleiki?
Rianne hevur glett seg øgiligt til í summar,
tá hon skal kampingferð saman við for-
eldrum og tvíburðabeiggjanum. Men alt
miseydnast, tí foreldrini bara klandrast, og
beiggin verður forelskaður.
Ffiggiodogin kl. 21.25:
Rangan å medaljuni
Ken Wahl og Cheryl Ladd —
Am. krigsfilmur frå 84. Undir Vietnam-
krignum arbeidir læknin Don Jardian vid
hermótið, har ræðuleikar og deyði eru
gerandiskostur. Tá hann skal fylgja einum
illa meiðslaðum hermanni til eitt sjúkrahús
eina aðra staðni í landinum, hittir hann
sjúkrasystrina Deboru. Tey gerast góð,
men so verður hann sendur eina vanda-
mikla loyniliga ferð inn í fíggindagki.
Fríggjadagin kl. 23.25:
Wexford: Heim til
dráp -1:3
George Baker
Ensk raðsending í trimum pørtum frá 92.
Á eini arbeiðs- og stuttleikaferð í Kina
kemur detektivurin Wexford í samband við
eitt enskt ferðalag. Tey, sum eru við, sita
ikki serliga væl um sátt. Tá Wexford er
heimafturkomin til Kingsmarkham finna
tey Adelu Knighton, sum var við í ferða-
lagnum, myrða.
Hinir partarnir koma leygarkvøldid og
sunnukvøldid.
Leygardagin kl. 19.00:
Indiana Jones
Írland 1916. Indy og Remy koma aftur úr
Meksiko og ætla sær at fara upp í tann
belgiska herin. Men teir eiga ikki fyri ferð-
ina og Indy fær sær arbeiði á einum verts-
húsi, har hann m.a. hittir tann írska dramat-
ikaran Sean O'Casey. Indy verður eisini
blandaður upp í páskauppreisturin í Dublin,
tå írar gjørðu uppreistur ímóti tí bretska
stýrinum.
Leygardagin kl. 21.10:
Loynidómurin hjá
eini stjørnu
Romantiskt kærleiksdrama grundað á bók
eftir Daniellu Steel.
Tá tann mæti Holly wood-leikstjórin Max
Wexler skal seta ein bólk av sjónleikarum
saman til eina nýggja sjónvarpsróð, sum
hann skal gera, fær hann fatur á nøkrum
fólkum, sum hava so fløkjaligt og trupult
privatliv, at intrigumar í sjónvarpsrgðini
einki eru afturímóti.
Sunnudagin kl. 18.25;
Pavarotti í Modena
Pavarotti
Heimbýurin hjá ti mæta italska tenorinum
Pavarotti er Modena á Po fløtuni. Fyri at
gleða fólk har helt Pavarotti eina konsert á
høvudstorginum í býnum í fjør, har hann
saman við sopraninum Niccia Focile sang
ariur eftir Puccini og Mascagni umframt
nakrar vælumt6ktar italskar sangir.
Sluppin Albert
Bretska drotningin Victoria læt hesa kendu
slupp byggja í 1889 sum hospitals- og
missiónsskip hjá bretskum fiskimonnum.
Hon varð kallað upp eftir manni Victoriu,
Albert. Dias á Heyggi í Vági keypti Albert í
1923. Hon fórst í ísinum í Grønlandi í 1968.
Í sendingini hitta vit menn, sum vóru við
Albert. Tiltikin er hendingin, tá sluppin
skáksigldi undan týskum flogálopi undir
krígnum.
Lagt til rættis hevur Zacharias Hammer.
nn in kl. 14.50:
Calamity Jane
Doris Day í høvudsleiklutinum
Am. filmur frå 1953. Í »Villa Vestri« vóru
tað næstan bara menn, sum gjørðu um seg,
men nøkur einstøk konufólk vóru kortini
eisini, sum gjørdu vart við seg á ymiskan
hátt. Ein teirra var Calamity Jane, og
hennara søgu fara vitatsíggja í hesum musi-
cal-filminum við Doris Day í høvudsleik-
lutinum.
Sunnudagin kl. 17.40;
Frælsið leingi livi!
Danskur sjónvarpsfilmur við Ebbe Rode,
Frits Helmuth, Kirsten Peuliche og Poul
Bundgaard í høvudsleiklutunum.
Alfred Rising var einaferð ein stórur
maður í Árhus. Nú býr hann á ellisheimi og
keðir seg eitt sindur. Ein dagin rýmir hann,
og á vegnum igjøgnum Århus metir hann
Josefinu, sum eisini er rýmd heiman, tí hon
ikki sleppur at fáa sær hol í oyruni.
Lotte Tarp hevur skrivað handritið, og
Birgir Larsen hevur leikstjórnað.
Sunnudagin kl. 19.40:
Litli lækni å preriuni
Am. sendirgð um læknan Michaelu Quinn,
sum hevur búsett seg úti á preriuni.
Ein dagin kemur ein fremmandur maður
og tað vísir seg, at hann er pápi tey trý
børnini, Ethan, sum rýmdi frå familjuni fyri
fleiri árum síðani. Nú sigur hann, at hann vil
gera alt fyri at vinna børnini aftur.
Jane Seymour hevur høvudsleiklutin sum
Dr. Quinn.
Sunnudagin kl. 21.20;
Kontrapunkt
Spurnarkapping um tónleik úr Tapiola
Høllini í Mentanarhúsinum í Esbo, Haga-
lund, har danir, finnlendingar, íslendingar,
norðmenn og Sviar royna at svara spurn-
ingum úr tónleikaheiminum. Kappingin
hevur 12 umfør og í tí fyrsta kappast Ísland
og Svøriki.
Tysdagin kl. 21.10:
Kina imillum fortid
og nútíð - 3:3
Eldur og metal verða brúkt sum metaforur
fyri vald, orku og menning. Í ti tridju og
seinastu sendingini um Kina hoyra vit um,
hvørji hjáárin menningin hevur havt á
fólkið og á djóralívið í ymiskum pørtum í tí
stóra landinum.
Roma
Ítalskur filmur frá 72. Tann kendi leik-
stjórin Federico Fellini lýsir í hesum film-
inum býin Rom, sum hann minnist hann, tá
hann var barn og ungur.
Mik in kl
Vinirnir hittast aftur
Am. filmur frá 83 við Glenn Close, William
Hurt, Kevin Kline, Tom Berenger, Jeff
Goldblum, Meg Tilly og JoBeth Williams í
høvudsleiklutunum.
Í sambandi við eina jarðarferð hittast
nakrir gamlir vinir aftur til eitt vikuskifti við
Glenn Close og Kevin Kline