Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 66 — 8. APRÍL 1994 Spennandi billard- Fríggjadagin og leygardagin hittast sjey av vøroyri til ársins mest spennandi og avgerandi starakappingina fyri einstaklingar. ardspælarum á T kapping, nevniliga fóroyamel Tað eru helst nógv år síðani, at lagt er upp til eina so spennandi kapping sum hesaferð, tí flest allir av landsins frægastu spæl- arum eru við. Urslitid av kvalifiseringskappingini í Havn herfyri gjørdist eis- ini tann, at júst teir bestu spælarnir komu víðari, tó við nøkrum undantøkum. Tad eydnadist sostatt ikki so frægum spælarum sum Sonhard Johannesen, Max Rasmussen, Eli Zachar- iassen og Magna Dalsgarð at koma vid til finalu- umfarið hesaferð. Teir sjey spælararnir, sum eru við í endaspurt- inum, eru Henrik Pe- dersen, Marinustødin, Eirikur Nielsen, Havnar Klubbi, Steinbjørn í Dali og Jan Miller, Mimir, Kristian Sune Høgnesen, Klaksvíkar Klubbi og Oddur Dimon og Tórur Holm úr Tvgroyrar Klubba. Kappast verður á báð- um borðunum í Tvøroyrar Klubba. Allir sjey spæla móti hvørjum ødrum, so talan verður um heilar seks dystir hjá hvørjum spælara. Byrjað verður longu at spæla fríggja- dagin klokkan 13. Tá leggja Henrik Pedersen og Oddur Dimon fyri á tí eina borðinum og á hinum Eirikur Nielsen og Sein- bjørn í Dali á hinum. Spælt verður til út móti midnátt. Byrjað verður so aftur leygarmorgunin klokkan 10. Síðstu dystir- nir verða klokkan 16 leyg- ardagin. Tá hittast Henrik Pedersen og Jan Miller og Eirikur Nielsen og Tórur Holm. Allir meguleikar opnir Flestu billardeygleiðarar rokna við eini sera spenn- andi og helst eisini javnari finalukapping. Men hyggja vit eftir úrslitunum frá liðkappingini í ár, har allir spælarnir luttóku, so er greitt, at Henrik Peder- sen og Eirikur Nielsen hava tey bestu einstøku úrslitini og vera tí ringir at taka. Teir hava víst sera gott spæl og fáa sum oftast nógv eygu. Henrik Pedersen er Oddur Dimon nýggjur á føroyska billardpallinum. Henrik hevur í liðkappingini víst framúr gott spæl og víst, at hann kann fáa fleiri eygu enn nakar annar. Tað er ikki óvanligt hjá honum at fáa upp í 800 eygu í einum dysti. Hetta er nógv, tá hugsað verður um, at bestu spølini millum teir fremstu spælararnar sjáldan eru stórri enn 600 eygu. Men sum nýggjur tur- neringsspælari hevur Hen- rik eisini tapt fleiri dystir, og tí verður tað rættiliga avgerandi fyri hann - skal hann tryggja sær sítt fyrsta FM-heiti - at hann klárar trýstið í so avgerandi kapping - tvs. at hann hevur nervarnar á rætta stað. “The grand old man" Eiríkur er eisini ein av favorittunum. Hann var ikki við í kappingini í fjør, og tí verður spennandi at síggja hann spæla í hesi avgerandi kappingini aft- ur. Hann er kendur fyri sítt nærum altíð 100% trygga (sikra) spæl. Tað er sjáldan, at hann ikki rakar júst har, hann hevur ætlað tað. Og hetta er hansara stóra styrki, og tann styrkin, sum hevur stóran týdning í eini kapp- ing, tá so nógv stendur Kristian Sune Høgnesen upp å spæl og nervarnir tiskil kunnu órógva hjá mongum. Torfør uppgáva hjá Jan Taka vit so verandi før- oyameistaran Jan Miller, so hevur hann ikki staðið seg so væl í liðkappingini. Og tí er ilt at meta um, hverjar skreytir hann fer at gera hesar báðar dagarnar á Tvgroyri. Men tað hevur tó víst seg, at hann stendur seg væl, tá hart leikar á og nógv stendur upp á spæl sum eitt nú í eini so spennandi kapping sum FM fyri staklingar er. Eins og Eirikur hevur hann eisini vunnið fleiri meistaraheiti í billard. Tað er tó greitt, at tað verður ein sera torfør uppgáva hjá Jan at verja sítt FM-heiti. Góðir tvøramenn Spennandi verður at síggja teir báðar tvøramenninar, Odd Dimon og Tóra Holm, sum so ruddiliga vunnu gull í liðkappingini. Teir hava víst gott spæl í lidkappingini og fara helst eisini at gera vart við seg í staklingakappingini. At teir so spæla á heimaborði er kanska eisini ein fyri- munur fyri teir. Teimum báðum eigur ein so avgjørt at rokna við sum kapping á Tvøroyri landsins bestu bill- Tórur Holm favorittar til eitt ella tvey av teimum trimum bestu plåssunum. “Qutsidarar" Meira óvist er vid Steinbjórn í Dali og Kristian Suna Høgnesen. Steinbjørn hevur tikid seg nógv fram seinastu árini og er hann “í stødinum” fær hann nógv eygu. Hann kann sum “out- sidari” taka allar hinar á bóli. Men tað er eingin létt uppgáva. Steinbjørn hevur verið við í finalu- kappingini øll tey seinastu árini, og besta úrslit hansara er eitt nr. 3 pláss. Kristian Sune hevur roynst klaksvíkingum hollur, nú tað ráddi at koma upp aftur í 1. deild og varðveita plássið har. Har kann spæla stór spøl, og tað er júst tað, sum ein hevur brúk fyri í slíkari avgerandi kapping, har hvørt spælið kann vera avgerandi. Um hann megnar at vera millum teir tríggjar bestu vil tíðin vísa. Hvussu og ikki so verður tað ein sera hørd kapping, og hvgr tann einasti dystur, fyri ikki at siga hvgr tann einasti stoytur kann vera avger- andi fyri, hvør vinnur FM- heitið í ár. Alt bendir á, at vit fáa eina spennandi kapping. Henrik Pedersen Eirikur Nielsen Steinbjørn í Dali