leygardagur 9. apríl 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Inntøkutrygdin
— ein ålvarsom
bumba
ORÐINI hjá forsætisráð-
harranum fullu sum ein
bumba. Uttan nakað fyri-
varni sló hann fast, at før-
oyingar hava sjálvir tikið stig
til at fáa inntøkutrygd fiski-
manna broýtta. Danir høvdu
ikki lagt seg upp í hetta málið,
men inntøkutrygdin var síð-
ani komin upp í avtalurnar
sum ein treyt, segði forsætis-
ráðharrin.
VIÐ øðrum orðum fekk Fiski-
mannafelagið rætt. Felags-
formaðurin hevur ferð eftir
ferð hildið fast um, at henda
broytingin var »bestilt« úr
Føroyum. Nú er bara eftir at
avdúka, hvør hevur verið so
lítil, at hann er farin til danir
at biðja um hjálp í hesum pín-
liga og álvarsama máli.
LØGMAÐUR ella landsstyr-
ið kann tað ikki vera. Útvarp-
id visti hóskveldið frá løg-
manni at siga, at føroyingar
høvdu ikki tikið stig til at fáa
inntøkutrygdina broytta. Um
føroyingar høvdu tikið stig til
hetta, so visti forsætisráð-
harrin meira enn hvat lands-
stýrið visti.
TÍ má nidurstødan verða, at
hava politikarar ikki lagt
fram ynskið um at fáa inn-
tøkutrygdina broytta, so
mugu tað vera embætismenn
í Tinganesi, sum pilka ein løn-
arbólk burtur úr og annars
fremja landsskaðiligt virk-
semi.
TÍ annað enn landsskaðiligt
virksemi er hetta málið ikki. Í
hvussu so er ikki, sum tað
hevur háttað seg. Verður
hetta málið samtykt í verandi
líki, sum landsstýrið eftir øll-
um at dóma vil, so verður flot-
in lagdur við brestin. Og tað
verðurikki ínakrar dagar ella
eina viku, men í vikur. Mann-
ingarfelggini hava jú sagt, at
framferðin í hesum máli er
ein krígsavbjóðing.
VIT kunnu bara ímynda okk-
um ruðuleikan ella ræðuleik-
an. Og tað í eini tíð, tá landið
er um at kollsigla, og hungur
og hall valdar í mongum
heimi. Og hungur er eitt
hvasst orð.
OG hetta verður gjørt fyri at
spara lisa sjey milliónir krón-
ur — ella tríggjar-fýra, tá
skatturin er farin av!
MONG — við einum sindri av
sunnari fornuft — mugu tí
spyrja í dag, um hetta er tað
vert, tá møguligar avleiðingar
verða havdar í huga. Tí tær
fara at kosta mangar ferðir
hesar milliónirnar.
TÁ hetta er sagt, so skal eisini
leggjast afturat, at í mongum
eygum tykist tað órímiligt, at
fiskimenn — tað verið seg yvir-
menn ella aðrir — sum kanska
hava forvunnið eina hálva
millión krónur ella meira ein
part av árinum, eisini skulu
hava rætt tilinntøkutrygd ein
annan part av árinum.
MEN lítið er at ivast í, at
ynskti landsstýrið at broyta
gamla javnaðarmálið -—
minstulgn skipsfiskimanna —
so hevði tað óivað borið til at
rættað skeivleikar — ella eitt
ávíst órættvísi — í vanligum
samrådingum við røttu feløg-
ini. Og tey virka ikki å Kristi-
ansborg, men á Bryggjubakka
og Yviri vid Strond.
BER tað ikki til í samråding-
um við manningarfelggini at
finna eina loysn í ellinta tíma,
so er einki annað at gera, enn
at boða donsku stjórnini frá
nýggjum samráðingum um
hetta mál.
VÓRU orðini hjá forsætisráð-
harranum hósdagin ein
»bumba« í mongum oyrum, er
hetta mål einki annad enn ein
nógv ålvarsamari bumba und-
ir føroyska samfelagnum.
Føroya Banki + Sjóvinnubankin =
Atlantsbankin
Herfyri bjóðaðu bankarnir av
til kapping um navn á tí nýggja
samanlagda bankanum. Inn
komu tilsamans 2520 uppskot
-harav 620 ymisk, og av teim-
um skutu yvir 100 uppá at
nevna tann samanlagda bank-
Tlf. 84471
an: Atlantsbankin. Hesum
gloypti démsnevndin helst tí,
at tey vóru so mong, ið skutu
upp ásama hugflogleysa navn-
ið, og so vórðu goldnar 30.000
Er einki frægari navn imill-
um hini 2400 uppskotini? —
Eitt navn sum Atlantsbankin
kann ein og hver banki hava í
Sudurgrønlandi, Íslandi, Før-
oyum, Hetlandi — ja, í allari
Vestureuropu, Vesturafrika og
á eystursíðunum á Suður- og
BILSKAÐAR
og MEKANISKAR UMVÆLINGAR
Fax 10783
Norðurameriku. — Halda upp-
skotsstillaramir og dóms-
nevnd, at Føroyar eiga einarætt
til Atlantshavið?
Eitt hava vit føroyingar í øll-
um vesaldóminum tó einarætt
til, og tað er navnið Føroyar.
|
dÁ
Á
Til 1932 var einans ein banki í
Føroyum, og hóast meginpart-
urin av partabrgvunum í mong
ár lá í útlondum, so æt hann tó
Føroya Banki. Frá 1. januar í år
verður tann samanlagdi bankin
Feroyabanki, hví so ikki nevna
hann FØROYA BANKI. —
Heitið sjóvinnu hava vit ikki
einarætt til.
Eg havi ikki luttikið í navna-
kappingini; men eg skjóti upp-
á, at bankaaðalfundurin hin 11.
í hesum mánaði samtykkir at
Slættanesgøta 9 (v/ Velbastadvegin)
navngeva tann nýggja bankan
Føroya Banki, og hetta uppskot
mítt skal vera heilt ókeypis.
Navnið ATLANTSBANK-
IN við einans fýra sjálvljóðum
(harav 3 A) og heili níggju hjá-
ljóðum — tilsamans 13 stavum
er alt ov knortlut til eitt navn, ið
so ofta verður at nevna.
HHS
TIf. 18383 |