Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 3 Tíðindablaðið Marita Petersen, lógmaður: Eg tími væl - Men tað er ein spurningur um tingið og flokkurin stuðlar mær, og um landsstýrið veruliga fær gjórt nakað, hetta hálva árið, sum er eftir av setuni, sigur Marita Peter- sen Tá lógaruppskotið um inn- tøkutrygd fiskimanna var til 2. viðgerð á tingi hósdagin, setti Niels Pauli Danielsen, tingmaður uppskot um at fáa tað aftur í nevnd. Atkvøtt var fyri hesum, og 10 javnaðartingmenn vóru millum teirra, sum at- kvøddu fyri andstøduupp- skotinum.. Tað fekk Trónda Djur- huus í SYF at viðmerkja, at nú timdi løgmaður ikki meir. - Tímir tú ikki meir? - Eg havi ikki tosað við sjónvarpsmannin, so tað havi eg onga viðmerking til, sigur Marita Petersen og leggur aftrat: - Um eg tími? Jú, eg tími væl. Spurningurin er bert um landsstýrið hevur und- irtøku í tinginum og um eg havi flokkin aftan fyri meg, sigur Marita Petersen. - Tað er ikki óvanligt at andstødutingmenn biða um at fáa eitt mál aftur í nevnd. - Hendingin hósdagin, tá allir javnaðartingmenn at- kvøddu fyri einum uppskoti saman við andstøduni, setur spurnartekin við, um tað yvirhøvur er møguligt hjá mær at gera nakað veruligt hetta hálva árið, sum er eftir av setuni, sigur Marita Pet- ersen. - Vit hava havt eitt sera trupult ár, men vit. hava gjørt hesa avtaluna við donsku stjórnina, og hon var neyðugt, fyri at bjarga landinum fíggjarliga. Tátað kemur til lógararbeiðið á tingi, sum er ein partur av arbeiðinum at fáa avtaluna staðfesta, so kemur stígur í. - Í avtaluni eru eisini nøkur "kontroversiell" mål, sum tad politiskt er torført at semjast um, men lands- styrid hevur gjørt hetta fyri at skapa trygd og framburð her á landi. - Treytin fyri avtaluni er, at lógarbroytingar verða gjørdar, men tað hevur tíkið alt ov langa tíð. Nakrar av hesum eru ikki fingnar upp á pláss enn, og áðrenn tað er Nr. 67 — 9. APRÍL 1994 Marita Petersen, løgmadur : - Tað er ein spurningur um tingid og flokkurin stuðlar mær, og um eg fái gjørt nakað veruligt, hetta seinasta hálva árið gjørt, koma vit ikki víðari, sigur Marita Petersen. Dagny Marita Petersen, lógmaður um tað, sum Poul Nyrup Rasmussen hevur sagt brot í avtaluni: Vit kenna einki til tað Løgmadur hevur fingið bandupptøku av tí, sum Poul Nyrup Rasmuussen segði við ein tíðindamann í vikuni, har hann upplýsti, at initativið til at taka inntøkutrygd fiskimanna við í avtaluna, var komið frá føroyskari síðu Fríggjadagin frættist í tíð- indunum úr Danmark, at Poul Nyrup Rasmussen hevði sagt við danskan tíð- indamann, at initativið til at lógarbroyting um inntøku- trygd fiskimanna, var kom- ið úr Føroyum. Sosialurin spurdi Maritu Petersen, løgmann, um hetta var rætt? - Eg haldi, at um Nyrup Rasmussen sigur tað, so veit hann meir enn lands- stýrið og eg veit. - Fyrstu ferð eg hoyrdi um málið var 30. januar 1993. - Hetta var eftir fund mill- um danskar og føroyskar embætismenn í Danmark, sigur løgmaður. - Eg var ikki við á hesum fundi, men var tó stødd í Keypmannahavn í samráð- ingarørindum í sambandi við avtaluna. - Ein føroyskur embætis- maður ringdi til mín hetta kvøldid, og boðaði mær frá, at eitt punkt í avtaluni snúði ho Henda myndin varð tikin, tá avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina var undirskrivad seg um inntøkutrygdina. - Vit royndu å fundi dagin eftir at åvirka málið, við at vísa á, eitt uppskot um lógarbroyting viðvíkjandi inntøkutrygdini var lagt fram á tingi, og eisini, at hetta var føroyskt sermál. Vit royndu eisini at fáa hetta punktið burtur úr avtaluni, men danir vildu ikki, - At enda samdust vit so um, at fáa staðfest í avtaluni at inntøkutrygdin er før- oyskt sermál, og vit fingu loyvi at gera broytingar í orðingini um hetta mál. Marita Petersen fekk í gjár eina bandaða upptøku av tí, sum Poul Nyrup Ras- musssen segði við ein tíð- indamann í Danmark, og sum er upprunin til tíðindini i seinastuni. - Tað, sum Poul Nyrup Rasmussen sigur á band- inum, kann væl skiljast sum at initativið er komið frá føroyskari síðu, men vit vita einki um tað, sigur Marita Petersen, sum í gjár sendi fyrispurning til forsætis- málaráðharran, har hon spyr, hvat liggur í svarinum hjá Poul Nyrup Rasmussen til tíðindamannin, og um landsstýrið hevur misskilt hetta. - Vit hava ongan kunn- leikatil tað, sum Poul Nyrup Rasmussen førir fram, sig- ur Marita Petersen. Dagny Frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Limafundur um Landsstevnuna verður í FELAGSHØLUNUM månadagin 11. april kl. 20 NEVNDIN MEK. VERKSTADUR Í SANDÁ - TORSHAVN - Tlf. 15141 r Vit gera ALLAR | BILA- & DIESELUMVÆLINGAR | av Br. oljupumpum - Turbolødarum HOLSETT/K.K.K. - DYSUM og Forpumpum. ————nðnneóraeniii — | Bátamotorar verða eisini umvældir | SKJÓT & GÓÐ AVGREIÐSLA!