leygardagur 9. apríl 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
--
… se .
——. ..
*
-
… ...
. +»
kalki
Síða 4
Fóroya Sparikassi gott ár í fjór
Heldur tørn
meðan bank-
arnir bloða
og
A —|2[———|—|€———o$% 7
Nr. 67 — 9. APRIL 1994
Meðan innlånini í hinum báðum bankunum minkaði við einari
góðari hålvari milliard fyri hvønn i fjó,r minkaðu innlánini í Før-
oya Sparikassa bert við 3,8 prosentum
Hóast samfelagið liggur
lamið, so er tað í hvussu er
ein peningastovnur, sum
hevur góðan byrð í segl-
unum í hesum døgum. Tað
er Føroya Sparikassi og í
gjár helt hesin gamli
peningastovnur sín hundr-
að og tvey og trýssins-
tjúgunda aðalfund við ein-
um klokkureinum yvirskoti
uppá 13,3 milliónir krónur.
Tá vórðu allar útreiðslur
goldnar. Men úrslitið hevur
verið munandi betri, um
ikki landskassin hevði verið
so slúkin. Sparikassin rind-
ar í dag um 50 prosent av
vinninginum í skatti. Hetta
er fyrsta árið, at sparikassin
rindar so nógvan skatt. Fyrr
hevur hann rindað um 10
prosent í skatti. Orsøkin er
at landskassin nú krevur
fíggjarognaravgjald = og
fíggjarvinningsskatt.
Sparikassin er ikki so vid-
kvæmur sum bankarnir yvir
fyri teimum búskaparligu
rembingunum sum hava
verið í samfelagnum í sein-
astuni. Hetta kemst av at
høvudsiåtlånid er til sethús
við fyrsta veðrætti. Tapini
av tvingsilsølunum av set-
húsum hava ikki verið so
Stór, tí trygdin hevur verið í
lagi.
Javnvigar við trimum
milliardum krónum
Tað eru stór tøl leidslan í
Føroya Sparikassa við Eyð-
un á Rógvi Olsen sum
ovasta, Halgir Winther
Poulsen sum umsjónar-
ráðsformanni og Carl Vil-
helm Weihe sum grann-
skoðara, arbeiða við, tá
rokniskapurin skal setast
upp.
Samlaðu innlánini vóru í
fjór 2,454841 krónur.
Hetta eru góðar hundrað
milliónir minni enn í 1992.
Í einum yvirlitid í rokni-
skapinum yvir seinastu
fimm árini kann banka-
kreppan í Føroyum eisini
lesast. Í 1991 vórðu sam-
laðu innlánini 2, 284.519
milliardir krónur. Í rokni-
skapinum næsta árið, 1992
hækkað innlánini við 302
milliónum krónum. Í 1992
mundi Sjóvinnubankin far-
ið av knóranum og tá fluttu
fólk eina rúgvu av peningi í
Føroya Sparikassa.
Ótryggu tíðirnar hava eisini
ført við sær, at nógv fólk
hava klerað lán. Tað vil
siga, at tey hava fingið pen-
ingastovnarnar at gera upp
lán, sum tey hava havt við
trygd í peningi. Hetta
merkir av innlán og útlán
eru minkað og harvið ein
lægri javna.
Peningur endan í virð-
isbrøvum uttanlanda
Búskaparliga hevur tíðin
seinastu árini verið so vána-
lig í Føroyum, at fólk hava
ikki havt møguleika til stóru
uppsparingina. Tf er ongin
ivi um, at ótrygleikin í
fóroysku bankunum hevur
ført til peningastreymin í
Føroya Sparikassa. Hevdi
Sparikassin, sum banki,
fylgt samfelagsgongdini,
so høvdu innlånini verið
munandi minni.“ Høvuds-
inntøkan er sum fyrr nevnt
rentan av útlánunum til
sethúsini. Við nýggju spari-
kassalógini hevur spari-
kassin møguleika at fara
meira virkið uppí vinnu-
lívið. Hendan møguleika
hevur sparikassin ikki havt
fyrr.
Hyggja vit eftir hvar
Sparikassin hevur sett
peningin sum er komin inn,
so er ein fittur partur settur í
virdisbrøv. Undan banka-
kreppuni í 1992 átti Føroya
Sparikassi fyri 182 milliónir
í útlendskum virdisbrøvum,
obligatiónum. Hetta er pen-
ingur sum saman við kassa-
peninginum er tøkur pen-
ingur. Virdisbrøvini kunnu
seljast frå degi til dags,
skuldi Føroya Sparikassi
knappliga komið í figgjar-
trot. —.
Tá Føroya Sparikassi
leggur rokniskapin fram
fyri 1992 eru virdisbrøvini
økt við 144 milliónum upp
til 326 milliónir krónur. Í
rokniskapinum fyri í fjør eru
tey hækkaði við 120 milli-
ónum krónum upp til 446
milliónir. Umleið helvtin av
hesum milliónum eru stats-
garanteraði virdisbrøv sum
ganga inní endurfíggingina
av føroyska bankakervin-
um.
jústinus
— íðindablaðið S0Sialurin
Mynd 1
V
jan-93 Apr-93 > Jul-93 Okt-93 Jan-94
Meðalsethusaprísir i Foroyum í 1993
Mynd 2
|
4% 21% 8%
soliditetsprosent
36%
Mynd 3
Skylður
tilsamans
Udsat auktion
Det meddeles herved, at tidligere be-
kendtgjort tvangsauktion (AS 528/93)
over matr. nr. 257 c, Glyvrar, v/ Advo-
katskrivstovan j. nr. 930659 der var
berammet til den 07. april 1994 kl.
09.20, er udsat til
Torsdag den 28. april 1994 kl. 09.10
Færøernes fogedret, den 07.04.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.