Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (HM Eyðun av Rógvi, sparakassastjóri: lata illa at — Men vit hava sett 54 milliónir av móti tapi komandi ár, í fjør Vit kunnu ikki settu vit bert 10 milliónir av móti tapi, sigur hann Stjórin í Føroya Sparikassa er væl nøgdur við árið sum farið er. Peningastovnurin, sum hann dagliga stýrir, heldur tørn hóast landið liggur svárastu búskapar- ligu kreppuni í nýggjari tíð. Innlánini minkaðu bert við 3,68 prosentum í fjør. Í 1992 tá Sjóvinnubankin mundi farið av knóranum vuksu innlánini við 11,5 prosentum. — Innlánini í ár eru heldur slakari. Hetta kemst serliga av at fólk havaklerað lánini. Tey sum hava havt lán móti veð í peningi, hava millum annað orsakað av fíggjar- ognaravgjaldinum útlíknað hetta. Netto kunnu vit siga, at innlánini standa í stað í sparikassanum, sigur Eyð- un av Rógvi. Hyggja vit eftir virðis- brøvunum hjá sparik- assanum, so síggja vit at hesi eru hækkað við 120 milliónum frá 1992 -93. Hvussu ber hetta til. Hava tit umsett allan tann inn- komna peningin í útlend- skum virdisbrøvum? — Talan er um eina um- flyting av peningi. Pening- ur, sum vit hava havt stand- andi í gørum føroyskum peningastovnum hava vit tikið út og sett í virdisbrøv. Tann tøki peningurin hjá Sparikassanum í virdis- brøvum og kassapeningur- in er samanlagt 610 milli- ónir krónur, sigur hann. — Umleið helvtin av virdisbrøvunum — føroysk Í Í Eyðun av Rógvi sparikassastjóri og Halgir W. Poulsen, form. í umsjónarráðnum við statsgarantiið. Hesi keyptu við í februar í 1993 aftaná at tað varð álagt okkum í samband við endurfíggjanina av før- oyska av føroyska banka- kervinum, sigur Eyðun av Rógvi. Hevdi tað ikki verið gagnligari fyri føroyska samfelagið um virdisbrøv- ini heldur vórðu nýtt í før- oyska samfelagnum fyri at skapa virksemi? — Plaseringin av pening- inum er úrslit av hvar vit halda er skilabest at seta tøka peningin. Tað at fíggja virksemi er ein spurningur sum stendur við síðuna av hvat vit skulu gera við tøka peningin, sigur hann. — Vit eru í hesum árinum komnir undir sama lóg- arkarm sum bankarnir. Men tað verður sparikassin sjålv- ur, sum kemur at avgera, hvussu vit koma at útfylla hesar karmarnar, hvussu vit fara at stuðla vinnulívinum. Vit hava nakrar umsóknir liggjandi um at fíggja vinnuligt virksemi og vit hava longu gjørt nakrar smærri fløgur. Men á hesum øki eru vit rættuliga varnir. Tað er altíð rætt at fara varisliga fram á einum nýggjum virkisgki hjá sparikassanum, sigur hann. Men metir tú ikki tað er eins trygt at seta peningin í føroyskt vinnulív heldur enn at keypa donsk virðis- brøv? — Eg haldi ikki handan samanberingin er rættvís. Vit arbeida vid tøka pen- inginum sum vit halda er frægast. Eitt nú er tað ikki serliga áhugavert hjá okk- um, at lata tøka peningin standa í føroyskum pen- ingastovnum orsakað av nýggja fíggjarognarav- gjaldinum. Bæði bankarnir og vit koma at rinda figgjar- ognaravgjald av rentuinn- tøkunum, sigur Eydun av Rógvi. jústinus Nr. 67 — 9. APRÍL 1994 P/F GRANNSKOÐARAFELAGIÐ RASMUSSEN & WEIHE | , STARVSFOLK til skuldarabókhald v.m. Fyri ein av kundum okkara sækja vit eftir einum starvsfólki. Talan er um eina stóra fyritøku í Tórshavn, har møguleiki er fyri einum spennandi starvi fyri rætta fólkið. Umframt at taka sær av skuldarabókhald- inum/-innkrevjingum, hevur viðkomandi ábyrgdina av EDV-skipanini, og skal kunna gera annað fyrifallandi skrivstovu- arbeiði. Fólkið, sum sett verður, kemur at referera beinleiðis til roknskaparleiðaran. Lønin verður ásett í samráð við felagið. Roknað verður við at umsøkjarar hava hesar royndir/kvalifikatiónir: * útbúgving á merkonomsteði og royndir innan skrivstovuyrkið. . Royndir innan skuldarab6khald/innkrevj- ing + Hollan kunnleika til EDV + Fyrikomandi og fryntligt + Kann arbeida sjålvstødugt Umsóknarfreistin er sett til 11. apríl 1994. Skrivlig umsókn saman við møguligum prógvum og starvsroyndum verður at senda til Síða 5 P/F GRANNSKOÐARAFELAGIÐ RASMUSSEN & WEIHE STATSAUT. REVISORAR TLF. 11017 - BOKS 30 Å GLADSHEYGGI - 110 TORSHAVN Udsat auktion Det meddeles herved, at tidligere be- kendtgjort tvangsauktion (AS 832/93) over matr. nr. 440 |, Toftir, v/ Advokat- skrivstovan j. nr. 931122 der var be- rammet til den 07. april 1994 kl. 13.50 er udsat til Torsdag den 26. maj 1994 kl. 14.40 Færøernes fogedret, den 07.04.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. 7 'Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49 Møti er hvort leygarkveld kl. 19.00. — Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 eila 031- 578999.