leygardagur 9. apríl 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 67 — 9. APRÍL 1994
»Vinkonan
gav avboð
— ti gjørdist
eg sangari<
Tad var upprunaliga vinkona Yasmin, id skuldi byrja
sum sangari í einum bólki. Men vinkonan, Terese, fekk
kaldar fótur, tá hon skuldi standa sína roynd, og so tók
hon í evstu løtu og segði frå, at hon átti eina vinkonu, ið
eisini dugdi at syngja. Soleiðis endaði tað við, at Yas-
min, ið hevur føroyska mammu, gjørdist sangari.
„Men so løgið tað ljóðar, var tað eisini vinkona mín, ið
syrgdi fyri, at eg nú eri komin til Føroya fyri aðru ferð í
lívinum, av tí at hon tilvildarliga hitti Páll Arge niðri í
Keypmannahaun,< sigur Yasmin. >Og nú eru vit so báð-
ar komnar til Føroya. Higartil hevur ferðin verið g60.«
Einsamallar við eitt borð á
Atlantis matstovuni á Hotel
Føroyum sita tvær ungar
kvinnur í friði og náðum.
Tær eru hálvavegna lidn-
ar vid døgurdan, ið er borð-
reiddur fyri teimum.
Tá blaðmaðurin nakrar
minuttir yvir níggju hós-
kveldið kemur inn í mat-
stovuna, er mestsum ikki
neyðugt at spyrja, um ein
songkvinna skuldi sitið her
onkunstaðni, ið kallast Y as-
Yasmin (vinstrumegin)
og vinkona hennara, Te-
resa, ið bæði syrgdi fyri,
at Yasmin gjørdist sang-
ari og at hon nú er kom-
in til Føroya fyri aðru
ferð í lívinum
min, tí øll hini borðini eru
fullkomuliga órógvað. Her
eru ikki aðrir gestir hesa løt-
una.
Kortini spyr hann ein av
tænarunum, um Yasmin er
tilstaðar í matstovuni. Hes-
in tænarin, ein ung myrk-
hærd genta, veit ikki rætti-
liga, men skal fara at spyrja
ein av hinum tænarunum.
Men longu áðrenn hon er
afturkomin við svarinum,
hevur Yasmin sjálv gjørt
vart við seg, har hon situr
við borðið. Hin kvinnan, ið
situr saman við henni, er
hennara besta vinkona. Tær
hava kenst frá barnaárum
av, kemur fram seinni, tá
samrødan er farin á glid.
Tað er ikki júst nakað
stjórnukent yvir 24 ára
gomlu Yasmin, ið alt lív sítt
— síðani hon var fødd á Rík-
ishospitalinum i Keyp-
mannahavn — hevur búð í
danska hgvuðsstaðnum.
Her er einki yvirdrivið
gull og glitur, men ein heilt
náttúrlig ung kvinna, ið er
blíðsníðað og smílandi ein
stóran part av tíðini, sam-
rødan fer fram.
Heldur ikki besta vinkona
hennara, Terese, hevur upp-
átikna medferðella ger nak-
að burtur úr sær sjálvari.
Tað er, sum hevur tú kent
tær leingi, og at hetta bert er
eitt vanligt prát, sum tað so
ofta kann koma fyri, tá tú
hittir fólk, ið tú kennir, á
gøtuni, til handils ella aðra-
staðni.
Væl uppløgd
— Vit høvdu eina góða
ferð til Føroya, og tað tókt-
ist eitt sindur løgid, men tó
spennandi, at koma til eitt
land, har tú hevur tínar rgt-
ur, men kortini ikki hevur
vitjað so ofta, sigur Yasmin.
Hon hevur einaferð fyrr
verið í Føroyum, men tað
eru mong ár síðani.
— Tåeg varð konfirmerað,
fekk eg eina summarferð til
Føroya í konfirmatións-
gávu frá ommu míni í Vest-
manna, og her var eg so í
einar tvær ella triggjar vik-
ur. Eg var tá fjúrtan ára
gomul, so eg hefti meg ikki
akkurát so nógv við, hvussu
hetta góða landið sá út, men
tað geri eg nú. Her er veru-
liga vakurt.
Ovfarnar
av náttúruni
Bæði Yasmin og vinkona
hennara eru ovfarnar av før-
oysku náttúruni, og Terese
heldur, at tað er ótrúligt,
sum føroyingar hava dugað
væl at verið diskretir, tá teir
hava gjørt vegir og tunlar.
— Tað er ikki sum aðra-
staðni, at trgini í skógini
verða barberað burtur ogein
breiður motorvegur verður
lagður mitt gjøgnum alt tað,
ið var vakurt frammanund-
an. Her hevur náttúran fing-
ið frið, heldur hon.
Ferðin til Føroya — ella
kanska rættari til Havnar —
Tíðindablaðið (ST,
gjørdist drúgvari, enn hon
hevði roknað við framman-
undan.
— Fyrst sótu vit jú í tveir
tímar í flogfarinum, men tó
var ferðin ikki liðug, tá flog-
farið hevði sett seg. Tá fóru
vit víðari í bussi, ferju og
aftur bussi, áðrenn vit nakr-
ar tímar seinni komu vegin
fram til hotellid.
Av tilvild at Yasmin
byrjadi at syngja
Tad var mestsum av ber-
ari tilvild, at Yasmin gjørd-
ist sangari og tann vegin
kom at uppliva alt tað, hon
hevur gjørt hesi seinnu ár-
ini.
— Terese skuldi byrja at
syngja við einum bólki,
men tá tað kom til stykkið,
tordi hon ikki kortini, men
so segði hon fyri hinum í
bólkinum, at hon hevði eina
vinkonu, ið eisini sang, og
sum hon skuldi spyrja, for-
telur Yasmin, ið hevur eftir-
navnið hjá mammuni Berg-
ljót, ið er Jacobsen.
--Eg tók av, og síðani havi
eg verið sangari. Áðrenn
havi eg ikki beinleiðis fing-
ið ta bakgrund, ið fleiri aðrir
sangarar kanska hava, at
hava verið við í kóri og so
framvegis, men kortini
hava eg og Terese altíð havt
áhuga fyri sangi.
Sum smágentur spældu
tær í bakgarðinum, har tær
búðu í Keypmannahavn, og
tá kom meira enn so fyri, at
tær trivu í onkran sang av og
á, eitt nú Abba, Bee Gees og
annað, ið tá var framm i í tíð-
ini.
— Sum tíðin leið, funnu vit
eisini uppá at syngja tví-
røddad, og hesum høvdu vit
stóran stuttleika av. Men
tað hevur fyri mítt viðkom-
andi ongantíð verið tann
traditionella bakgrundin, tó
at mær altíð hevur dámað
væl at sungið og fingist við
tónleik.
Yasmin sigur, at hon onk-
untíð tey seinnu árini hevur
gingið til sang, men at hon
ikki hevur bindini til tað.
— Eg eri ov bráð. Alt skal
henda so skjótt, og eg havi
als ikki tol til sovorðið. Og
so er tað eisini tað, at eg
helst vil royna eitt sindur av
hvørjum, og tá verður tað
oftast til tað, at einki kemur
burturúr, sigur hon.
— Men eg havi verið aftur
til sangundirvísing nakrar
ferðir, tá eg havi hildið, at
røddin hevur havt gott av
eitt sindur av avpussing.
Meira tilvild
At Yasmin nú er komin til
Føroya og í gjårkvøldid var
í Gundadalshøllini í sam-
bandi við kappingina um
Ársins Songrødd, er eins
nógv av tilvild, og tað var,
at hon yvirhøvur byrjaði
sum sangari.
Og enn einaferð hevur