Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið MS" { sostalurin ) Nr. 67 — 9. APRIL 1994 SíðaS eisini vinkonan Terese havt ein fingur vid f spælinum. — Eg møtti av tilvild Påll Arge í Keypmannahavn á einum staði, har eg arbeiði. Har var ikki so nógv at gera hetta kveldið, so eg prátaði eitt sindur við hann og ein annan, ið var saman við honum, sigur Terese. — Tað visti seg, at Páll var“ føroyingur, og so kundi eg ikki lata vera við at fortelja, at eg hevði ein vinkonu, ið var ættað úr Føroyum, og at talan var um sangarinnuna Yasmin. Endin varð tann, at Páll gjørdist áhugaður í at fáa at vita, um tað kanska hevði borið til at fingið hana at komið til Føroya at sung- ið, eftirsum hon kortini hev- ur sínar røtur her. Hetta prátið hevur so ført við sær, at Yasmin fyri aðru ferð í lívi sínum er komin til Føroya. Aftur til Føroya i summar — Eg havi tvey eldri systk- in, ið av ymsum orsøkum hava verið eitt sindur dúg- ligari enn eg at vitja hend- anvegin, meðan eg ofta heldur eri farin suðureftir. Pápi mín er jú úr Turka- landi, sigur Yasmin. — Men eg dugi nú væl at síggja, at hetta als ikki er seinasta ferðin í Føroyum, um tað stendur upp til mín. Tá eg fyrr í dag tosaði við drongin hjá mær, fekk hann næstan ikki orðið upp, tí eg alla tíðinavildi fortelja hon- A Meðan tær eru í Føroy- um, búgva Yasmin og Terese á Hotel Føroy- um. Her hyggja tær at listaverkum hjá Tróndi Patursson, sum hanga í gongini á hotellinum um, hvussu gott tað var at vera í Føroyum, og at higar skuldu vit fara — helst longu í summar, tá veðrið óivað eisini er betri í Føroyum. Nógva familju rundan um seg Yasmin er annars avgjørt ikki 6von við føroyingar. Í Keypmannahavn og yvir- høvur niðri í Danmark hev- ur hon ein ståran part av før- oysku familju síni rundan — Mamma min flutti niður til Danmarkar sum åtjan åra gomul, og nakad eftir tad møtti hon pápa mínum. Og herniðri býr eisini ein most- ur mín, so eg havi systkina- børn og onnur, ið eg havi tætt tilknýti til, greiðir Yas- min frá. — Tá familjan er saman, eitt nú tá mamma mín og mostur tosa saman, gongur tað fyri seg á føroyskum. Her skundar blaðmaðurin sær at stinga ein spurning inn ímillum, um Yasmin so eisini skilir føroyskt og dugir at tosa føroyskt: — Eitt lítið sindur, sigur hon, sum um hon ikki hevdi gjørt annað í lívinum, enn tosað føroyskt… Einaferð seinni í samrød- uni svarar hon við einum so stórum »Noy«, at ein aftur fer ativast í, um tað veruliga passar, at hon bert einaferð fyrr hevur verið og vitjað í Vestmanna, har omman og abbin, umframt onnur fam- ilja, búgva. Dåmar skerpikjøt - men ikki luktin Føroyskur matur er held- ur ikki fremmandur fyri henni. Eitt nú dámar mær væl at eta skerpikjøt, og tað er nakað, eg saktans kundi hugsað mær at átt inni, soeg kundi fingið mærein bita av og á, tá eg havi hug til tað. Men so er tað lukturin, ið býður mær eitt sindur ímóti. Tað ber tó helst til at venja seg ul hann, sigur hon. — Turran fisk dámar mær eisini væl, og tað plagi eg at eta vidhvørt. Men eg havi ikki spik afturvið — tað er eitt sindur ov nógv av tí góða, so eg fái mær smør í staðin. Hinvegin eri eg ikki so glað fyri knetti. Har er tað tálgin, ið ikki hugar mær serliga væl. Stolt av at vera føroyingur Yasmin heldur um seg sjålva, at hon er meira før- oysk enn turkisk. — Eg kenni stórri tilknúti til Føroyar enn Turkaland, . og eg må siga, at eg eri stolt av at vera føroyingur, eisini hóast meginparturin av tíð- indunum, ein frættir úr Før- oyum niðri í Danmark snúgva seg um kreppu og arbeiðsloysi, sigur hon. — At eg nú eri komin til Føroya og líkasum kann hyggja meg eitt sindur um, haldi eg eisini er við til at styrkja mín føroyska identi- tet. Skiftir nå stil Illa ber til at gera eitt prát við Yasmin uttan eisini at koma eitt sindur inn á tón- leik. Og har hevur hon okkurt at fortelja, tí hon er júst nú í ferð við at skifta stíl tón- listarliga. - Eg havi frammanundan mest fingist við hip-hop og house music, men eri nú meira farin yvir til jazz. SO í løtuni havi eg tveir bólkar, ein til tann tónleikin, eg havi fingist við, og so ein jazz- bólk, sigur hon. Jazzurin og tann eitt sindur stillari tónleikurin er hóskar mær betur, og tað er eisini eitt annað publikum, ið lurtar eftir tí tónleikinum. Tey, ið lurtaðu eftir mær, tá eg kom fram síðst í 80-un- um, eru júeisini blivin eldri. Yasmin leggur aftrat, at ein av hennara komandi tón- leikadreymum fer at vera, at hon kundi hugsað sær at sungið jazz á festivalinum, sum er í Havnini hvort summar. — So hevði eg jú havt enn eina orsøk til at vitja Føroy- ar, endar hon samrøduna. Nú er klokkan farin av hálvgun ellivu, og tær báðar treingja til eitt sindur av hvíld eftir ein strævnan dag við nógvari ferðing. Vit biðja góðanátt, og so skundar blaðmaðurin sær avstað fyri at fáa myndir og orð upp ápláss í góðari tíð til leygardagsblaðið. Orð & myndir: Hilmar Jan Hervið verður sekt eftir manning til M/F. Norrønu til summarsiglingina 1994, sum byrjar 4. juni. Størvini, ið sett verða, umfata allar deildir innan catering, so sum: hovmeistarar/pursarar, kokkar, bakar- ar, sleiparar, barrfólk, cafeteriafólk, tænarar, kioskgentur, koytugentur, in- formatiónsgentur og hjálparfólk. Tað er ein fyrimunur fyri at verða settur í starv, at viðkomandi hevur lokið brandskeið, sum er undir 5 ára gamalt, og trygdarskeið viðvíkjandi útsetan av bjargingarbátum og flakum. SKRIVLIG UMSÓKN verður at senda P/F. SMYRIL LINE Postboks 370 FR-110 Tórshavn