leygardagur 9. apríl 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 67 — 9. APRIL 1994 Tíðindablaðið { sosíalurin }
Ronja á
Strondum
Ævintyrleikurin Ronja
Ránsmannadóttir varð
frumsýndur í bygdar-
húsinum á Strondum annan
páskadag.
Leikurin er gjørdur eftir
kendu skaldsøguna hjá
svenska rithøvundanum
Astrid Lindgren, og sum
mong føroysk børn munnu
kenna. Bókin kom í før-
oyskari týðing fyri nøkrum
árum síðani.
Leikurin um Ronju er eis-
ini sýndur í gðrum Norður-
londum, men neyvan á so
lítlum palli sum inni á
Strondum. Men hóast um-
støðurnar kanska ikki eru av
teimum allarbestu, so má
sigast, at væl er komið burt-
uniår. Leikurin verður
spældur í biografhøllini,
sum tekur einar 100 áskoð-
arar, Av tí at hølid er so lítið,
so ert tú sum áskoðari meira
við í leikinum, tí tú situr so
tætt hjá, og tað ger uppliv-
ilsið stórri.
Leikurin er um tey bæði,
Ronju og Birk. Pápi Ronju,
Mattas, og pápi Birk, Borki,
eru ránsmenn og fíggindar.
Mattas og hansara harka-
lið við tí gamla Skalla-Peri
á odda búgva á Mattasar-
borgini. Eina náttina —
somu nátt sum Ronja verður
borin í heim — slær toran
niður og kloyvir borgina í
tvey. Nú flyta Borki og
ránsmenn hansara inn í
norðara part á borgini.
Ronja og Birk hittast, og
hóast tey í fyrstuni ikki
torga hvørt annað, so gerast
tey sum frálíður vælog vilja
ikki góðtaka, at páparnir eru
rånsmenn og taka frá gðrum
fólk, uttan at biðja um loyvi
til tess. Tey bæði rýma
heimanífrá og flyta út í
bjarnahellið í skógini. Vin-
skapurin teirra millum førir
til endans páparnar saman,
og alt endar sum eitt rætt
ævintýr eigur at enda.
Umframt Mattas og
Borka og húski teirra hitta
vit eisini tær ónáttúrligu
verurnar — grådvørgarnar,
villvættrarnar og rumpu-
nissurnar.
Tað er hugaligt, at
Stranda Sjónleikarfelag
torir at fara í holt við slíkan
leik, sum als ikki er ein-
faldur at seta upp. Leik-
stjórin, Laura Joensen, hev-
ur gjørt tað á hepnan hátt, og
fleiri góðar og snildar
loysnir hevur hon funnið.
T.d. tá ið Ronja rennur úti í
skógini í kava og smokkar
niður í hellið hjá rumpu-
nissunum. Somuleiðis var
tað snildisliga gjørt, tá ið
Ronja og Birk svumu í ánni
og máttu flýggja undan vill-
vættrunum. Jú, tað ber eis-
ini til á einum lítlum palli at
gera tað stóra.
Teir litføgru búnarnir
hava pensionistarnir á
Strondum hegnisliga til-
evnað til teir 17 leikararnar.
Ein fongur fyri bygdina at
bólkar kunnu standa saman
um eitt felagstiltak.
Teir flestu leikararnir
stóðu á palli fyri fyrstu ferð,
og teir sýndu allir eina sanna
leikgleði og gott saman-
spæl. Har varð flent og har
varð grátið, har varð rópt og
har varð eymleiki sýndur.
Tað var sum vart tú sjálvur
Kórið Glymur verður í morgin kl. 16 at hoyra á stórari tíggju ára jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum
Kórið Glymur stóra
jubileumskonsert
Tey tíggju árini, kórið hevur verið til, verða hildin við konsert í Norður-
landahúsinum í morgin, 10. apríl, kl. 16, har Bjarni Restorff og Sunleif
Rasmussen fara at stjórna framførsluni, ið fevnir um rytmiskan kórtónleik
| Nú skjótt tíggju ár eru liðin
eiga fólk, sum vil prógva, at |
tað ber til, at allir aldurs- | virka, verður jubileums-
| konsert í Norðurlandahús-
síðani kórið Glymur fór at
inum í Havn sunnudagin
10. apríl kl. 16.
Kórið varð stovnað undir
Tórshavnar Kvgld- og Ung-
dómsskúla, og æt tá Rytm-
iska Kór Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla,
og var tað stjórnað av Sun-
leifi Rasmussen. Hetta var
fyrsta kórið, sum framførdi
rytmiskan kórtónleik í býn-
um tá.
Í 1987 tók Jógvan Telling
Joensen leiðsluna av kór-
inum, og varð navnið á kór-
inum broytt til Glymur.
Í fjør tók Bjarni Restorff
yvireftir Jógvan Telling Jo-
ensen.
Sum fyrsta navnið hjá
kórinum ber bráð av, verður
í høvudsheitinum sungin
rytmiskur kórsangur. Kórið
hevur hesi tíggju árini hild-
ið nógvar konsertir kring
landið. Tað hevur luttikið í
fleiri tiltøkum, so sum Tórs-
havnar Jazz-, Fólka- og
Bluesfestival í 1991. Eisini
hevur kórið givið band út,
sum er sera væl umtókt.
Á jubileumskonsertini
fara teir báðir, Bjarni Rest-
orff og Sunleif Rasmussen,
at stjórna kórinum. Sunleif
Rasmussen fer at stjórna
verkum, hann sjálvur hevur
gjørt, meðan Bjarni Restorff
fer at stjórna verk, hann
sjálvur hevur gjørt til kór,
umframt verk hjá Jógvani
Telling og gørum.
Væntandi verður hetta ein
fjølbroyu og áhugaverd
konsert við breiðum úrvali
av tí, sum kórið hevur sund-
ið hesi seinastu tíggju árini.
A—AA|A||h|ÁÞKKhK|||||FÝVK||||—————|——"—
Mattas, Ronja og Lovisa í leikinum um Ronju Ránsmannadóttir , ið fær nøkur rósandi orð frá ummælaranum ON
við í leikinum, og tú visti
ikki av, fyrr enn liðugt var.
Onkur hevði kanska hug
at yvirspæla vidhvørt, men
tað kann rættast. Serliga
stuttligt var at síggja so
nógv ung á palli í so stórum
leiki. Tey stóðu seg væl, ser-
liga tey bæði, ið spældu
høvudsleiklutimar = sum
Ronja og Birk. Ingálvur
Hansen hevði leiklutin sum
Skalla-Per. Ingálvur hevur
staðið á palli fyrr, men
neyvan í leikluti, sum hósk-
aði so væl til hansara.
Vónandi fer nógv fólk at
vitja bygdarhúsið á Strond-
um, nú leikurin verður
sýndur alment. — Børnini
fara at elska leikin um
Ronju Ránsmannadóttir!
ON
Udsat auktion
Det meddeles herved, at tidligere be-
kendtgjort tvangsauktion (AS 674/93)
over matr. nr. 159, Glyvrar v/ Advokat-
skrivstovan j. nr. 930902 der var be-
rammet til den 07. april 1994 kl. 12.00,
er udsat til
Torsdag den 05. maj 1994 kl. 14.30
Færgernes fogedret, den 05.04.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.