Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 67 — 9. APRIL 1994 Sida 13 I NNNN———KHWU ing. Málsligi búnin í 1949út- gávuni er fornari og treyst- ari enn frá 1937útgávuni og og hevði harvið flutt seg nakað í mun til talumálið. í dag tykjast flestøll at vera samd um at broytingin var til tað betra. Victor var målkønur og hevði stóran áhuga fyri máli. Hann kendi ikki frum- málini, men týddi bíbliuna år donskum, norskum, svenskum, íslendskum, enskum og týskum máli. Granskaði mest móðurmálið Tað málið, ið hann granskaði mest og sum hann legði seg mest eftir at duga, var móðurmálið. Hann las eisini nørrønt og íslendskt og kunnaði seg so- leiðis við tær málsligu rgt- urnar, ið føroyskt er í ætt við, og hann var ógvuliga stinnur í føroyskari mål- læru. Tá hann fór undir at um- seta 1949útgávuna, kom tað honum tilgóðar, at hann hevði umsett bibliuna eina- ferð áður. Fyri Victor var málið ikki bert eitt amboð til samskifti, men eisini ein mentunar- arvur, ið ein átti at handfara vandaliga. Hin søguligi og tjóðskap- arligi týdningurin er tó ikki — so nógv hann enn kann hava at siga — upprunaliga orsøkin til, at farið varð undir at fáa Hinar Heilagu Skriftirnar út á føroyskum. Victor ynskti, at boðskapur bíbliunar skuldi náa út til føroyingar, uttan at verða skerdur av málsligum skila- Føroysk bíblia fyri 1 árum síðani Ikki er óhugsandi, at før- oyingar fyri nærum 1000 árum síðani hava lisið bíbl- iuna á móðurmálinum. Vit vita, at øldir undan sidaskiftinum høvdu ís- lendingar umsett står brot år gamla testamenti til is- lendsk og eru tey samlaði í ritsavninum Stjórn frá 14. øld. Tá hevur munurin ímillum islendskt og før- oyskt ikki verið stórur, so kanska hevur Sverri kongur sitið í Kirkjubø og lisið bíbliupartar á móðurmál- inum. Við sidaskiftinum umleið 1540 vóru føroyskt mål og mentan fyri stórum bak- kasti. Latínskúlin varð nið- urlagdur og danskt gjørdist heilagt mál her á landi. Fyrsta royndin at flyta tær heilagu skriftirnar yvir í før- oyskt mál gjørdi presturin Schrøter í 1814. Hann var tå einasti føroyingur ímillum prestarnar her á landi, og fekk hann frá Sælands bis- kuppi Munther loyvi at um- seta nyggja testamenti til føroyskt. Byrjast skuldi við Matteus evangelium sum eina roynd. Í 1823 kom >Matteus ev- angelium« í hvørt hús í Før- oyum. Umframt at umseta, hevði Schrøter sjálvsagt fyrst gjørt eitt skriftmál, og harvið lagt stødi undir før- oyskum bókamáli, og må hetta metast sum eitt hitt størsta bragdid i føroyskari békmentasøgu. Kaldliga mottøku Men »Matteus« fekk kaldliga móttøku, og hevur hetta óivað gjørt sitt til, at stígur kom í bíbliuumset- ing. eini kæru til Sælands biskup um >Matteus<, var m.a. sagt úr Fóroyum: >Or- det er ikke helligt nok, til at betegne sá hellige ting. Vort maal kan være godt nok i daglig tale, men om de aandelige ting høre vi helst på dansk, for hvis udtryk i religionssager vi have baa- ret ærbødighed fra vi vare smaae.« Onkur rødd i Føroyum vildi kortini vera vid, at Matteus kundi vera onkrum her å landi at gagni, »især } Í gamle og enfoldige,< varð tikið til. Eiu brot úr týðing Schrøthers, sum umtalar tær 10 moyggjarnar, ljóðar soleidis: »Tær óvitigu tóku kolur sínar, men tóku ikki lýsi við sær. Men tær vitigu tóku lýsi við sær í kerum sínum afturat kolum teirra.« Fólk vóru kanska skelkað yvir, at roykstovutos nú var vorðið bíbliumál. Sælands biskuppur Munther, ið gav loyvi til hesa umseting, kann so ikki lastast fyri at stígur kom í føroyska bíbliutýðing. Hvat ið vidvikur fjøtran av føroyskum máli, so mundi afturhaldið her á landi vigað eins tungt, sum danskt hjálandaveldi. Forbodnar fruktir gjørdust fólkaogn Um somu tíð sum >Matt- eus< kom út á føroyskum, setti Munther biskuppur Grundtvig undir cencur. Tann kenda sálmin hjá Grundtvig >Hin signede dag<skýrdi Munther at vera »uforståelig og smagløs«. Somu lagnu fingu samtidar- sålmarnir hjå Ingemann. Hesar forbodnu fruktir blivu seinni fólkaogn í Dan- mark og Føroyum, og henda søgan hevur endur- tikið seg mangan, bæði áðr- enn og aftaná, serliga í trú- arsøkum, at tað, ið samtidin vanvirdi, er vorðið dýrgrip- ir hjá eftirtíðini. Bíblian frá 1949 varð sum heild væl móttikin, men eini tvey ár seinni kyknaði eitt blaðkjak um hesa bíbliuum- seting. Hetta stríð neit fast hjá Victor, og tað er tí neyv- an rætt at lata tað fara 6- nevnt aftur við borðinum, hóast hetta var eitt lítið heiðurligt stríð. Søgan um bíbliustríðið er í stuttum henda: Bíbliustríðið Hin Føroyski Bíbliu- grunnurin hevði í eina tíð lýst í bløðunum við før- oysku bíbliuni, og mæltu teir fólki til at ogna sær hana. Hetta fekk eiðisprest at taka til pennin, og í blød- unum mælti hann kirkju- fólkinum í Føroyum frá at keypa bíbliuna, av tí at týð- ingin ikki var nakað dygdar- verk. Feilir kundi ávísast og talan var um eitt framúr óvandað arbeiði — tað kundi prógvast á hvørjari blað- síðu. Teir, ið høvdu ábyrgd av útgávuni, hvørki kundu ella vildu lata hesi orð standa 6- svarað. Úrslitið varð eitt umfatandi blaðkjak, har bæði leikur og lærdur legði í vaði. Dimmalætting, Dag- blaðið og Føroya Sosial- demokratur noyddust at rudda fleiri sidur fyri at veita blaðrúmd. Tað verður ov drúgfórt og kanska lítið gagnligt at gera stórvegis burturúr øllum tí, ið skrivað varð. Tey itøkiligu dømini um eina møguliga ranga og 6- vanda tyding, sum løgd vórðu fram, vóru eitt orða- felli úr jólaevangeliinum og úr profetinum Amos kap. 12, har týðingin hjá Victor tekur soleiðis til: >Harrin skal brøla av Zion<. Prest- inum dámar ikki orðið »brølar«, hann heldur at orðini >ýla< ella »belja« var betri føroyskt. Missiónsboðini skeivt umsett Presturin í Fuglafirði, sum um hetta mundið var dani, hevur óivað hildið, at tey itøkiligu dømini hjá starvsbróðri sínum á Eiði hava verið í so veik, tí hann vísir nú á, at missiónsboðini í Matt. 28 eru skeivt umsett. Í umseting Victors ljóða tey soleiðis: >Tá steig Jesus fram, tal- aði til teirra og segði: >Mær er givið alt vald í Himli og á jørd. Farið tí út og gerið øll fålkasløg til lærisveinar, doypið tey til navn Faðirs- ins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið tey at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum.«« Fuglfjarðaprestur vísir á, at tey trífaldu missións- boðini, um at 1) gera følkasløg til læri- sveinar, 2) at doypa 3) at læra verða øll nevnd í boðshátti í týðing Victors, ímeðan frummálið nýtir lýsingar- hátt (participium) til tey tvey seinnu orðini. Tað kundi sostatt ljóða >doyp- andi tey og lærandi tey.< Týdningurin av muninum skal óivað síggjast í, at nýtir tú boðsháttin í øllum trimum boðunum, so tykist talan at vera um eina raðfylgju, tað vil siga, at dópur og frálæra koma eftir at ein er vorðin ein Kristi lærisveinur, og tað tykist ikki at samsvara við lutherska dópsáskoðan. Participium >doypandi og lærandi< verður av summ- um tulkað soleiðis, at rað- fylgjan nú hevur minni týdning. Lagdur undir at vera dogmatiskur Victor Danielsen varð so- statt lagdur undir at hava verið dogmatiskur í sínum umsetingararbeiði. Hetta eina bíbliugrindið, bleiv so vent og snarað í blødunum, og ein kann so ímynda sær, hvussu drúg- ført kjakið kundið verið, tå havt verður í huga, at tað eru meira enn 31.000 vers í bíbliuni. Men vit kunnu kanska hyggja nærri at Matt. 28.19 fyri at fáa eina hóming av hvussu krevj- andi og torført bibliuumset- ingararbeiði er. Í 1937 útgávuni umsetir Victor Mt. 28,19 til >doyp- andi tey og lærandi tey< men í 1949 broytti hann hetta til boðsháttin >doypið tey og lærið tey.< Í reformatiónstíðini í miðgldini var eisini kjakast um, hvussu hetta grindið skuldi umsetast. Í fyrstu bibliuumseting — Luthers brúkar hann boðsháttin >doypið tey< og >lærið tey«, men í ti seinni endur- skoðaðu útgávuni hjá Luth- er, er hetta broytt til >...gerið øll fólkasløg til lærisveinar við at doypa tey...“ Raðfylgjan endavend Við hesari týðing er rað- fylgjan endavend, av tí at lærisveinurin er eitt úrslitav dópinum. Í staðin fyri parti- cipium er nú meira talan um eina tulking av tekstinum. Broytingin hjá Luther er gingin aftur á øðrum mál- um, men fleiri, ið eru kønir í frummálinum, hava kallað hettaeinadogmatiskaneyð- tøku av frumtekstinum. I 1887 umsetir danski bis- kupurin Rørdam Matt. 28,19 til »gør folkeslag til mine diciple ved at døbe dem«, men í autoriseraðu útgávuni i 1907 er hetta broytt til tað bleytari orð- ingina »idet i døber dem«, ið tykist at førka seg frá tulking Luthers. Sama verður endurtikið í 1931, men í 1992 fingu dan- ir sína seinastu autoriseraðu bíbliuútgávu, og har er ein áhugaverd fótnota til Matt. 28,19 ið ljóðar soleiðis: — Anden mulig oversættelse: »Mig er givet al magt í him- len og på jorden. Gå derfor hen og gør alle folkeslag til mine disciple, døbdem í Fa- derens og Sønnens og Hel- ligåndens navn, og lær dem at holde alt det, som jeg har befalet jer.« — ella ordarætt i samsvar við 1949 útgávuna hjá Victor. Sjálvkritikari Victor skrivaði undir bíbliustríðnum drúgva grein, ið hann kallaði >Bæði til ålop og verju«. At hann var sjålvkritikari, framgongur týðiliga av greinini, og hetta var eisini lyndi hansara. Hann metti seg ikki at hava avrikad eitt fullke-" - = lýtaleyst verk, og hevði hann tí einki ímóti sakligum metingum av verki sínum. Orsgkin til bíbliustríðið er óivað at finna í einum søguligum baksýni, heldur enn í umseting Victors. Eitt av aðalmálunum hjá Luther var, at fólk skuldu fáa bíbli- una á egnum máli. Í sam- svar við andan í reformati- ónini, kom bíblian á svenskum í 1541, hin danska í 1550 og hin ís- lendska í 1584 men føroy- ingar máttu bíða í 400 ár til 19. mars 1949, tá ein leik- mansumseting lá á borð- inum. Tey itøkiligu dømini um skeiva umseting sum td. >ýla, belja ella brøla« og »participinum« í Matt. 28 eru so mikið veik, at ein fær ein illgruna um, at tað er ikki so nógv umsetingin sum umsetaran, onkur er 6- nøgdur við. Umseting Victors í 38.000 eintøkum Ein prestur, ið skrivaði drúgv ummæli um umset- ing Victors, var Gudmund Bruun. Hesar greinar vóru á einum meira sakligum stødi. Victor og Bruun skrivaðu persónliga saman í mong ár eftir hetta og gjørd- ust teir góðir vinir. Og Bíbl- ian reið stormin av — hon varð í 1949 prentað í 5000 eintøkum. Umseting Victors er til dagin i dag prenta f 38000 eintøkum, og í mun tað av- markaða tal av fólki, ið dug- ' ir føroyskt, so munnu tað ” vera fáar bíbliutýðingar yv- irhøvur, ið hava fingið so dyggiliga undirtøku. Síðsti partur av fyrilestr- inum kemur týsdagin HAVNAR FAT Tel. 88100 SKANDINAVISK TALE ÍSLENDSKT MÁL ENGLISH SPOKEN DEUTSHE SPRACHE I —