leygardagur 9. apríl 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 67 —9. APRÍL 1994
Victor Danielsen 100 ár:
Týddi Bíbliuna umaftur
ti hann var ikki nøgdur
handritid kom at liggja yviri i Noregi øll krigsårini. Hann
ta føroyska Bíblian. Lesið í dag na par
havt í útvarpinum, nú hátíðarhald hevur verið hildið
Victor Danielsen vrakaði bíbliutýðing sína frá 1 939, tá
fór undir at týða av nýggjum,
av áhugaverda fyrilestrinum,
Fleiri ár áðrenn Victor av
álvara fór undir at yrkja og
umseta sálmar, hevði hann
royntseg sum greinskrivara
og rithgvund.
Eftir ta stóru umbroyting
sum fór fram í 1913, finna
vit fleiri greinar á prenti í
Dimmalætting og Tinga-
krossi, ið eru undirskrivað-
ar við stavunum VD. Hesar
fyrstu greinarnar eru allar á
donskum. Yvirskriftirnar
eru Ld. >Kristendom og op-
lysning<, »Fritænkeriet«,
»Fysisk magt og ándsmagt<
o.s.fr.
f hesum greinum er Vict-
or óvanliga hvassordadur
ímóti tí, ið rópt varð >vana-
kristindómur<. Greinarnar
minna ikki sørt um fleiri av
teimum greinum, ið danski
missiónspresturin = Axel
Moe skrivaði í Færøsk
Kirketidende ngkur ár
frammanundan.
Samtaluevni bæði
á sjógv og landi
Skrivingin hjá Victor fall
sum vituligt er ikki bert í
góða jørd. og mong tóku
sær tykni av hesum. Hann
varð samtaluevni bæði á
sjógv og landi.
Tey, ið kendu hann frá
skúlaárunum í Havn, vóru
heilt bilsin, tey kendu ikki
hin friðarliga skúlanæm-
ingin aftur. Victor var um
hetta mundið bert 20 ára
gamal og las tá nógv tað, ið
danski heimsspekingurin
Søren Kierkegaard hevði
skrivað.
Seinni í tíðini var Victor
ikki so fegin um alt í hesum
greinum. Ikki so at skilja, at
hann fekk aðrar sannføring-
ar, men hann helt at orða-
valið kundi verið hóvligari.
Seinni fór hann so at
skriva á føroyskum burtur-
av. Skriftmálið tá var ungt
og lítið mýkt, og í trúarmál-
um var danskt stórt sæð
einaráðandi. Stíðið um
móðurmálsins stóðu innan
kirkjugátt var nógv meira
viðkvæmt enn málstríðið
innan skúlagátt. Ein ný-
komin fríkirkja kundi tí
lættari fara undir at nýta
móðurmálið, av tí at hetta
ikki vakti nakra métstødu
innanífrá.
og í 1949 kom endiliga fyrs
Símun Absalonsen hevur
Tíðindablaðið
Grundlógar-
tryggjað frælsi
Hjá fólkakirkjuni sum
siðbundnum stovni hevði
danskt valdað í gldir og tað
kundi ikki uttan víðari
skúgvast til viks. Men av tí
at Victor stóð uttan fyri
fólkakirkjuna, so kundi
hann prædika, yrkja og
skriva á føroyskum, uttan at
biðjaum loyvi frá prósti ella
biskuppi. Hetta frælsi var
tryggjad i grundlógini frá
1849.
Summir granskarar
meina, at tað frælsið, ið
móðurmálið hevði í frí-
kirkjuligum umhvørvi,
gjørdi sitt til, at kirkjan sum
stovnur at enda gav eftir i
málspurninginum.
Í 1923 gav Victor út an-
daktsbókina >Hin trúfasti
lovarin<, ið hann hevði týtt
úr donskum. Men Victor
hevði ongan illvilja ímóti
donskum, tí í 20unum um-
setti hann tvær bøkur úr
enskum til danskt, onnur
kallast >Fra vantroen til
Kristus< og hin »Lidt er me-
get, nár Gud er i det«.
Føroyskt burturav
Eftir hetta fer hann at
halda seg til føroyskt burt-
urav. Í 1927 gav hann út
skaldsøguna >Aðru ferð<.
>Aðru ferð< er ein lýsing
av føroysku bygdini N. og
hvussu Victor imyndar sær
Jesu afturkomu. Bókin er
einavgjørd uppgerð við tað,
ið høvundurin kallar >deyð-
an navnkristindóm<.
Tað er neyvan nakað at
av bygdini N hevur nýtt
Søldarfjørd sum fyrimynd,
og tað, ið fór fram í bygdini
á tí átrúnaðarliga økinum í
árunum 1914-26.
Bersøgid orðalag
Orðalagið í bókini er ikki
hóvligt, men bersøgid og
hvassorðað, eisini tá høv-
undurin umtalar eitt nú
prestin og skúlalæraran í N.
Tá ið bókin >Aðru Ferð<
verður lisin, er vert at hava í
huga, undir hvørjum um-
stóðum bókin er skrivað.
Eitt brot úr bókini ljóðar so-
leiðis:
>Lærarin í N var, sum
mangir av ti stættinum:
Tad materiella var honum
alt, religiónin einki, í besta
lagi nakað, sum so dánt
kundi vera tolt, táið hon
tænti tí meteriella. Sjálv-
andi var hann noyddur at
hava religión — sum lærari;
hann tók jú livibreyð sítt
fyri m.a. at undirvisa í reli-
gión. Men sum maður
hevði harra Peter Olsen
onga religión, og tað
royndi hann heldur ikki at
dylja. Ein óreligigsur reli-
giónslærari tykti honum
einki løgid at vera. >Ég
beri ikki orð fyri at vera
nakar religiøsur madur!«
segði hann einaferð á ein-
um fólkafundi, og honum
tyktist ikki at koma í hug, at
hetta ljóðaði heldur løgið í
munninum á einum manni,
sum tók løn fyri at undir-
og týsdagin seinna partin
nógv umrødd bók. Við hesi
bók sást, at Victor hevði
ikki bert evnir sum sálma-
skald, men eisini sum rit-
høvundur.
Til Fuglafjardar
Í 1928 fluttu Victor og
Rikka úr Søldarfirdi til
Fuglafjarðar, og búsettust
tey í íbúðini í samkomuhús-
inum >Siloa<, sum varð
bygt í 1923. Í 1933 bygdi
Victor sethús úti við
7» Gjónna, og hetta gjørdist
vísa í religión.
At fólk varð vakt upp til
álvara viðvíkjandi tí, sum
er ævigt, tykti læraranum
ein óbótaligur skaði fyri
samfelagið. »Hvør djevul
má hava sína tíð, og so eis-
ini henda religiøsa rørsl-
an!« segði hann einaferð.
Hann aldi børnini upp í ti
hugsunarhátti, at øll tíð og
megi má nýtast til tað, sum
likaminum viðvíkur; at
hugsa um ódeyðiligu sál
sína og um hvar ein skal
koma at vera í aldur og all-
ar ævir, tað helt lærarin
vera eitt >apukattavesin<
sum var drepandi fyri alt
praktikt lív. Skuldu tey
endiliga hava nakað við re-
ligión at gera, mátti tað tó
fyri alt vera hin gamla —
sum harra Olsen føldi, var
máttleys og hvørki gjørdi
til ella frå. Hetta nýggja
skulturdrepandis = máttu
tey ikki koma sær uppi.«
>Aðru Ferð< kom av góð-
um grundum at verða ein
| bústaður hansara restina av
lívsskeiðnum.
Í Fuglafirði er tað, at hann
ger síni størstu skrivligu av-
rik. Her er tað, at hann týðir
bíbliuna, ikki minni enn
tvær reisur, umframt flest-
allar bøkurnar og sálmarnar.
Á vári 1934 fór Victor
undir at umseta Nýggja
Testamentið og varð tað út-
givið í 1937. Málbúnin lá
ógvuliga tætt upp at talu-
málinum og hesum fýltust
málmenn at. Victor sjálvur
segði seg at hava verið í eini
tvistødu viðvíkjandi mál-
búnanum.
Eitt fornt, mergjað og
ramligt føroyskt bibliumål
verður av mongum mett
sum betri målrøkt, men
Victor ynskti at geva van-
liga føroyingum eitt nýggja
testamenti ið ikki tóktist
fremmant frá gerandismál-
inum.
Byrjaði í 1937
Sama ár, í 1937, fór hann
undir at umseta gamla testa-
mentið, og í 1939 varð øll
bíblian send til Noregs til
prentingar. Prentsmiðjan í
Oslo fór undir arbeiði og út-
við 100 síður vórðu sendar
til Føroyar til rættlestur, tá
Noreg vard hersett av tysk-
mum.
Táið kríggið var av kundi
prentingin takast uppaftur,
men tá avgjørdi Victor at
vraka tað gomlu umseting-
ina og gera eina nýggja.
Hon varð prentað í Føroyum
og kom út 19. mars 1949.
Samanber ein NT frá
1937 við 1949, so er málið
so mikið nógv broytt, at tal-
an kann ikki vera um eina
endurskoðaða útgávu, men
heldur eina nýggja umset-