týsdagur 12. apríl 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kom til Føroya Nyrup!
FLEIRI týdningarmikið verða
hildin í hesum árinum. Her um
okkara leiðir verður løgtingsval
og fólkatingsval. Hesi bæði valini
verða sera avgerandi fyri gongd-
ina í Føroyum komandi árini. Tað
eru helst tey, sum meta úrslitið av
einum donskum vali at hava
stórri týdning fyri komandi
útviklingin her á landi, enn eitt
løgtingsval.
TAD er sera torført at meta um
samansetingina av løgtinginum
eftir komandi val. Men hvussu
tað enn fer at síggja út og hvussu
komandi landsstýrissamgonga
verður sett saman, so verður
samansetingin av eini komandi
danskari stjórn helst av mongum
mett at vera av uppaftur stórri
tydning fyri gongdina í Føroyum.
TÁ nettup samansetingin og
leiðslan av eini danskari stjórn
hevur so stóran týdning fyri
gongdina og støduna í føroyska
samfelagnum man tað tykjast
mongum legið, at ikki danski for-
sætisráðharrin Poul Nyrup Ras-
mussen ikki hevur vitjað Føroyar.
Vit eru millum teirra, sum halda,
at danski forsætisráðharrin fyri
langari síð síðani átti at verið í
Føroyum fyri her at kunna seg
um viðurskiftini. Tað er sera
løgid fyri ikki at siga vanærandi,
at ein danskur forsætisráðharri,
sum skal taka nógvar stórar og
álvarsligar avgerðir um føroysk-
donsk viðurskifti, ikki virðir
føroyingar og føroyska samfel-
agið so mikið sum at vitja hetta
landið.
MEN kanska er tað nettup
komandi fólkatingsvalið, sum er
orsgkin til, at danski forsætis-
ráðharrin letur bíða á sær at vitja
Føroyar. Hann man væl hugsa, at
tað er ov "vandamikid” at leggja
leiðina henda vegin. Ein slík
vitjan kann fáa óhepnar av-
leiðingar fyri komandi val.
Annað kunnu vit ikki fáa tað til,
tá danski stjórnarleiðarin ikki
dittar sær at vitja júst tann partin
av danska ríkinum, sum er so illa
fyri og krevur eyka áhuga frá eitt
nú ríkisins síðu. Og er tað so, tá
er hetta bart út ov vánaligt av
ovasta leiðaranum í ríkinum.
VIT ivast ikki eina lotu í, at tað
hevði tænt bæði føroyskum og
donskum áhugamálum best, um
danski stjórnarleiðarin vitjaði
Føroyar. Her kundi hann so við
egnum eygum sæð, hvussu til
stendur og hann kundi hitt
føroyingar og tosa við teir. Ikki
bara landsins hægstu politikarar
men fólk úr øllum stættum í
samfelagnum. Tað er í veruleik-
anum fantastiskt, at hann ikki
longu hevur verið her, tá hugsað
verður um, hvussu nógv júst
føroysk viðurskifti hava verið
frammi bæði á fólkatingi og á
stjørnarstødi.
TAÐ skal vera vón okkara, at
Poul Nyrup Rasmussen sum
skjótast tekur seg um reiggj og
leggur leiðina henda vegin. Hann
skal vera hjartaliga vælkomin.
Tað er einum donskum forsæt-
isráðharra til lítlan sóma, um
hann aftrar seg at vitja Føroyar av
ótta fyri, at hetta skal fáa óhepnar
avleiðingar fyri hansara flokk til
eitt komandi val. Í veruleikanum
átti tað at verið beint øvugt,
nevniliga soleiðis at ein vitjan her
bert kundi gagnað einum donsk-
um forsætisráðharra og flokki
hansara. Tí tástaðni tá hevði hann
út frá egnum metingum og upp-
livingum kunnað gjørt sær eina
neyva mynd av veruligu støduni í
Føroyum.
SOSTALURIN
Politiska viðmerkingin:
Aftursvar til Hilmar Gaardbo
i grein tann 9. april
Fyrst vil eg takka Hilmari
fyri ta góðu grein, hann
skrivaði tann 9. apríl við
heitinum >er nakað stýri í
Føroyum«.
G60i Hilmar, eg veit væl
at tú ikki hevði væntað svar
frá júst undirritaða tl
spurningin um vit hava eitt
stýri í Føroyum. Mítt svar
skal vera stutt til júst spurn-
ingin um stýri ella ikki, vit
hava eitt politiskt stýri við
útinnandi uppgávu og við
einum støduføstum útinn-
andi leiðara, nevniliga
Maritu Petersen.
Eg fari niðan fyri at loyva
mær at gera nakrar við-
merkingar til grein tína,
sum tykist í so borgarlig
ella...?
Tú sigur at samgongu-
limir siga eitt í dag, men
dagin eftir koma aðrir og
avsanna somu tíðindi. Hetta
hvat politikarar siga og ikki
siga, er ikki nakað nýtt fyri-
brigdi í politikki, so vel
heldur at taka positiv ting
fram, ella vegleið teir
hvussu teir skulu frambera
seg í framtíðini, tað hevði
gagnað.
Tað má tykjas perfekt
tala, tá tú boðar frá, at skip-
arin á føroysku skútuni ikki
hevur stýring ånøkrum sum
helst, veit fullvæl at tú
meinar við Maritu Petersen,
løgmann, men tú skuldi
gjørt tær greitt HVØNN
/HVØRJUM hon er skipari
fyri, nevniliga Føroya fólki.
Taka vit støduna sum hon
er, so er tað nokk løgtings-
formaðurin Harra Lasse
Klein, tú meinar við, tá tú
skrivar um skipara, hann er
nevniliga FLAGGSKIP-
ARI, og lítil ivi man vera
um, at hann ikki hevur
stýring á nøkrum sum helst.
Tá tað her verður sagt, at
Harra Lasse Klein ikki hev-
ur stýring á nøkrum sum
helst, er besta prógvið nú
um dagarnar, tá hann billar
Føroya fólki inn, at upp-
skotið, sum skattanevndin
skuldi leggja fram um olju-
avgjald, ferðafrádrátt,
skattalætta til pensionistar
0.2., ikki skuldi kosta eina
krónum, meðan umsitingin
sigur at hetta kostar uml.
100 mill. kr. So hvussu skal
útinnandi | myndugleikin
(Landsstýrið) kunna ar-
beiða, tá formaðurin fyri tí
lóggevandi tinginum ikki
skilir munin millum Okr. og
100 mill. kr. Ja, ringt er at
skilja hjá okkum á síðulinj-
uni.
Tátað í greinini stendur at
nú eru politikararnir byrj-
aðir at lova til høgru og
vinstu, tí nú er valár, ja,
Hilmar, tað hevur ALTID í
politikki verið so, tá tað
nærkast valdegnum (ser-
liga seinasta árið), at at-
kvødufiskariid byrjaði tíð-
liga, hvat annað skal ein
vænta og munurin er ikki,
um tað er borgarligt ella
sosialistiskt, lurta eftir ella
les bert andstøduuppskot-
ini, ið liggja á tingi. Man
hetta ikki vera byrjanin til
valagitatiónina hjá teimum,
men eingin ivi man heldur
vera um at teir mongu
>kurlarnir< í samgonguni í
seinastuni eru fyri at bjarga
so frægt sum gjørligt til val-
ið. Jú, víst er SOLOLØBID
byrjað, hvgr einasti (32)
tinglimur er heilt víst byrj-
aður sítt egna SOLOLØB til
valið í heyst ella fyrr...? Tú
tekur dómi hvat landsstýris-
og tinglimir hava lovað og
úttalað seg um, t.d. sigur tú
at Finnbogi hevur lovað
skattalætta, men hann
hækkaði MVG-gjaldið úr
23 til 25%. Men góði Hilm-
ar, við hvørjum skal Finn-
bogi Ísakson geva skatta-
lætta og hvar skal pening-
urin koma frá, um MVG
gjaldið ikki hækkað, tað er
ikki nokk bert at HARTA
hini, kom við hugskot-um
ella bert hugleiðingum um
hvussu tað annars skuldi
verið gjørt.
Tá tað so rámandi frá tær
verður sagt, at henda sam-
gongan so ruddiliga hevur
prógvað hvat næsta sam-
gonga ikki eigur at gera, má
eg við positivum anda siga,
at so er langt rokkið, tí
hendir tað at Javnaðar-,
Tjóðveldis- og Sjálvstýris-
flokkurin koma í samgongu
eftir valið, so er ikki annað
at vænta enn alt positivt, tí
feilirnir eru gjørdir, sum tú
sjálvur sigur, men aftur her
manglar tann sama frágreið-
ingin HVAT SKAL TIL
FYRI AT SAMFELAGIÐ
GERST EITT BETRI
SAMFELAG. Nei, eg
Spyrji.
Tá eg sá greinina í
Dimmalætting og navnið
hjá tær, Hilmar, kom eg
beinanvegin at hugsa um
sethúsatrupulleikan, tí eg
veit at tú gongur hart inn fyri
at hjálpa teimum, sum hava
trupulleikar við sethúsa-
skuld síni. At tað longu í ár
eru farin 157 hús á tvang er
ein katastrofa, og eingin
skal vera í iva at eg og nógv
við mær, eisini landsins
politikarar, eru hørm um
støduna. Men Hilmar, í á-
heitan tíni til Maritu Peter-
Framhald á síðu 7
) HØLLIN
A HALSI
Nú vetrarítróttargreinirnar eru givnar,
er aftur meguleiki hjá fyritøkum og
einstaklingum at leiga tímar til bólt-
spæl.
ITROTTARHØLLI
Å HÅLSI
Tlf. 11475
Sudurstreymoyar Javn-
aðarfelag hevur árs-
veitslu nú leygarkvøld-
ið.
Veitslan verður í HB-
húsinum, og hon byrjar
klokkan 19.30.
Borðreitt verður við
| neytakjøti og súpan, og
aftaná borðhaldið spælir
Javnaðarveitsla
Driv til dans.
Kostnaður 200 krónur
fyri einstaklingar, 300
krónur fyri pør og 150
krónur fyri pensionistar.
Tey, sum ætla at fara
við í veitsluna, kunnu
tekna seg á tlf. 15808
ella tld. 16369. |
I—————————————————po————mmm—————