týsdagur 12. apríl 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rende GI
Stórbankin Føroya Banki settur á stovn
Nýggjur Foroya
Banki avloysir
gomlu bankar
Seinnapartin í gjár vóru teir gomlu bankarnir í
Føroyum, Føroya Banki og Sjóvinnubankin
strikadir av av kortinum og risabankin, reis úr
havi
f gjår, månadagurin 18.
april fer at standa sum ein
varði í føroysku banka-
søguni. Í gjár hvurvu tveir
bankar, sum hava havt al-
stóran týdning fyri allar
núlivandi føroyingar.
Klokkan 14.00 í gjár varð
Føroya Banki svævdur og
hálvan annantíma seinni
Sjóvinnubankin. Blóðið
rann saman í ein sveita og
sveitin eitur Føroya Banki.
Sosialurin frætti frå ålti-
tandi keldum beint áðrenn
blaðið fór til prentingar, at
nýggja navni á bankanum
fór at vera Føroya Banki .
Nýggi bankin skal nýta
búmerkið hjá Sjóvinnu-
bankanum, vælkenda
mannin í útsynninginum til
róðurs.
Nýstovnaði bankin bjóð-
aði til tíðindafund í gjár
klokkan fimm. Men tá var
blaðið tú situr við í hondini
fyri langari tíð síðan prent-
að. Ógvuliga trekt gekkst at
fáa nakað at vita undan
seinastu aðalfundunum.
Leiðslumar í bankunum
vóru tættar.
Privatfólk hava mist
Um middagsleitið í gjár
var ikki avgjørt um teir
privatu partaeigararnir
skuldu verða umboðaðir í
nýggja bankanum. Teirra
partabrøv vórðu á seinastu
aðalfundum niðurskrivaði
til null krónur. Men tá varð
borið fram eitt veikt lyftið
um, at partabrøvini vórðu
uppskrivaði aftur til eina
krónur á komandi aðal-
fundi, soleiðis at gomlu
partaeigararnir, sum bót á
svullin, kundu fáa rætt til at
taka orðið á komandi aðal-
fundum. Annars er tað
skattagjaldarin sum eigur
nýggja bankan, so mest
sannlíkt er, at allir føroyskir
skattagjaldarar kunnu móta
til komandi aðalfundir.
Fleiri hava mist nógvan
pening av vánaligu fíggjar-
stóðu bankanna og niður-
skrivingini av partabrøv-
unum. Í åttatiårunum heittu
bankarnir á fólk um at
keypa partabróv. Hetta
skuldi verða ein trygg fløga.
Onevndar keldur Sosi-
alurin hevur tosad vid siga,
at tey kenna seg lumpadi.
— Eg keypti fyri 25.000
krónur i partabrøvum. Hetta
skuldi geva meir enn pen-
ingur á bók til vanliga upp-
søgn. I dag havi eg mist
peningin, sigur ein vanligur
Dagliga er Jørgen Astrup
Hansen stóri maðurin i
føroyska bankaheiminun
Nr. 68 — 12. APRIL 1994 Síða3
Ongantíð fyrr hevur nak-
ar umboðað so stóra makt í
føroyska peningaheimin-
um sum R. Mikkelsen,
form. í Figgjargruninum,
sum eigur nýggja stór-
bankan
føroyskur løntakari. Ein
annar greidir Sosialinum
frå, at hann misti 8000
krónur tå partabrøvini í
Føroya Banka vórðu nið-
urskrivaði. Her er talan um
ein arbeiðsleysan verka-
mann, sum megnaði at
leggja nakað til síðis í góðu
åttatiårunum. Í dag angrar
hann, at hann ikki heldur
setti peningin á bók.
Tað eru eisini fólk sum
hava mist risaupphæddir.
Tá Føroysa Banki helt sín
næstseinasta aðalfund kom
fram, tó ikki alment á fund-
inum, at onkur hevði mist
fyri 10 milliónir í parta-
brøvum. Líknandi tøl eru
eisini galdandi fyri parta-
Mm eigarar í gamla Sjóvinnu-
bankanum.
Stórur banki
Nýggi verður ein risa-
stórur banki eftir føroy-
skum tummastokki.
Um vit taka rokniskap-
imar hjá Føroya Banka og
Sjóvinnubankanum í ár og
leggja javnaðarnar saman,
so hevði rokniskapurin hjá
nýggja bankanum, um hann
varð stovnaður í fjør, javn-
vigað við umleið 4,9 milli-
ardum krónum.
Eginpeningurin hevði
verið um 300 milliónir
krónur. Men í hesum tólum
eru ikki ábyrgdirnar, tað er
at bankarnir hava veitt
veðhald til kundar, sum
hana lænt í útlendskum
bankum. Og júst við tílíkum
vedhøldum hava bankarnir
mist hundrað tals milliónir
seinastu árini. Nýggja
bankalógin krevur ikki, at
vedhøldini verða tíkin við í
årsjavnan. Føroya Banki
veðheldur fyri 410 milliónir
krónur. Sjóvinnubankin
fyri 317 milliónir krónur.
Nýggi bankin kemur sostatt
at hanga uppá 727 milliónir
í veShøldum.
Nakað sum kann koma at
ávirka nýggja bankan mun-
andi í fyrsta virkisárinum
eru gongdin á lánsbræva-
marknaðinum. Nú áðrenn
Føroya Banki lat aftur, átti
bankin fyri 629 milliónir í
lånsbrøvum, obligatiónum.
Sjóvinnubankin átti fyri 434
milliónir krónur í obliga-
tíónum. Nýggi bankin
kemur sostatt at eiga fyri
eina góða milliård í låns-
brøvum. I løtuni eru virðini
å lånsbrøvunum hækkandi,
so hetta kann fáa eina góða
ávirkan á fyrsta virkisárið
hjá nýggja bankanum.
Samanbera vit nýggja
bankan við hin stóra pen-
ingastovnin í landinum,
Føroya Sparikassa, so sæst
tíðuliga at talan er um tveir
gigantar í føroyska sam-
felagnum.
Rokniskapurin hjá Før-
oya Sparikassa javnvigaði
við góðum timum milli-
ónum í fjør.
Sparikassin er er ein sera
sterkur peningastovnur. Í
tókum peningi hevur hann
góðar 610 milliónir, at taka
av. Solitetsprosentið er heilt
uppi á 36. Nýggi bankin er
ikki heilt so sterkur. Soli-
tetsprosentið í Sjóvinnu-
bankanum var 12 prosent
áðrenn samanleggingina og
i Føroya Banka 10 prosent.
jústinus