Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 68 — 12. APRÍL 1994 Framhald av síðu 2 sen um at ÚTSKRIVA NY- VAL, áðrenn hon koyrir Føroyar heilt um koll, hevur tú heldur ikki hesaferð boð uppá hvussu trupylleikin kann loysast eftir valið. Um tað í hesi áheitan liggur ein hugsan, at borgarligt stýri eftir valið >klárar alt<, hevði verið áhugavert at vitað, hvat teir ætla við set- húsatrupulleikanum, tí hetta má vera tað tú sipar til við áheitan tíni tl Maritu Petersen um nýval. Tummas Arabo verður av tær sagdur at hava sagt seinastu trý árini, at politik- ararnir skapa karmarnar og vinnan skal koma við initia- tivinum. Í kjalarvørrinum á hesum skrivi sigur tú, at tað ikki er ein einasti maður ella kvinna, sum torir at byrja nakað nýtt, meðan HENDA samgongan situr í Nesinum. Tað hevði verið sera åhuga- vert at fingið at vitað, HVOR skal út í Nesið fyri at kvinna ella maður skal tora at byrja nakað nýtt. Er tað møguliga teir borgarligu? Nei, eg spyrji. Vit kunnu i dag konsta- tera, at nógv virkir eru komin aftur at virka, eftir SJOKKID, øll fingu, tá alt rapaði í 1989, og mangur man undrast, at menn hava áræði til at stovna virkir í so vánaligum tíðum. Ikki vænti eg at annað stýri broytir hetta í bræðið. Tummas Arabo hevur rætt, tá hann sigur, at karmarnir verða skaptir av politikar- unum, tí valla nýtti hann stóran part av tíð síni til samráðingar við Rusland, uttan hann ynskti at skapa arbeiðspláss her á landi. Vit eru samdir, at fyri okkum sær tað út til at ganga ov seint við at skapa arbeiðs- pláss her á landi, men eg veit av royndum, at frá tí at hug- skotið kemur og til verk- ætlanin gerst veruleiki, kann ganga ár til byrjast kann, so her krevst tolsemi. Tå tå eisini i stuttum vid- gerð arbeidsloysid og stað- festir, at tølini bara ganga uppeftir, og at fólk í stórum fer av landinum, ti alt gongur av skriðunum, ja, so kann eg ikki annað enn minna teg á, at alla staðni í Europa, har borgarligu flokkarnir hava valdið, er arbeiðsloysi ein NATUR- LIGUR partur av politikki teirra, tí tølinia pappírinum (fíggjarætlanin) hava stórri týdning enn mannalagnur. Tá undirritaði veit at tú stríðist av fullum huga fyri at sethúsaeigararnir skulu fáa rættvísa viðgerð og sa- nering av onkrum slagi, so eigur tú at hugsa um hvussu nógv onnur koma í sama vanda, um borgarligt stýri kemur til valdið. Hugsa bert um hvussu teir vanliga gera, tá fíggjarætlanin skal halda, nevniliga at seta stórar spar- ingar í almenna sektorinum, ella tú kundi hugsað hvat hendir, tá teir fara í holt við uppsagnir í skúlaverkinum, almannaverkinum, heilsu- verkinum — ella bert saman- leggingar. Nei, í løtuni er rættast EISINI at hugsa um tey, sum enn ikki eru upp- søgd, ti tann floymur av mannalagnum, sum eru í trongstødu ella fara av land- inum, hava vit nokk av. verður lagnan hjá teimum betri við at skifta stýri? Nei, hon gerst verri —og tey ger- ast enn fleiri — ver vísur í ti. Birgir Waag Høgnesen VALUTAKURSIR USA Bretland Týskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Dollari Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna Holland Italia Finnland island Eysturriki Spania Portugal Kanada Japan Írland Gríkkaland Pesetas Escudos Dollari Yen Pund Drakmur XEU 11.04.94 Skillingur 55,651 Ultimo síðsta mán. 659, 90 975, 13 393, 69 83,57 90, 39 115, 18 19, 107 463, 90 350, 06 0, 4041 119, 09 9,21 55, 952 4, 806 3, 794 478, 85 6, 4118 943, 72 2, 672 758, 09 668,15 985,86 391,42 84,94 90,41 114,30 18,987 464,70 348,70 0,4131 121,65 9,23 4,837 3,844 480,96 6,4171 952,11 2,667 757,68 Kelda: Føroya Sparikassi | Norskur "super" ferðavinnustjóri: Tit missa risa- inntøkur av halgidagslogini —Bergen eigur i dag 22 prosent av tollfriu søluni i Noregi, og hendan part hava vit fingid sidan vit fyri seks árum sidan fóru at hava opið i 2 handlunum um vikuskiftið, tå ferðamannaskip og stórri ferðalgg vitjað, sigur Ole Hiis Bergh, ferðastjóri í Bergen læra nakað av. Ola Hiis Bergh varð kosin sum árins ferðavinnustjóri í Europa í 1990. Hann vitjar í. Fóroyum í hesum døgum. Mynd: Kalmar Tíðindablaðið [ sostalurin ] Frå klokkan tvey seinnapart leygardag og ul månamorg- un klokkan átta er ikki møguligt hjå føroyskum handlum at havaopid. Hetta hevur ikki so nógv at siga fyri fastbúgvandi føroy- ingin, tí hann hevur lagt dagin tilrættis eftir van- ligum upplatingartíðum. Men at handlarnir hava stongt um vikuskiftið er orsøk til, at føroyingar missa nógvar pengar, sum teir annars kundu vundið burturúr ferðafólki, sum steðga stutt bil í landinum. Við heitinum besti ferða- vinnustjórin í øllum Europa í 1990 vitjar ferðavinnu- stjórin í Bergen, Ole Hiis Bergh í Føroyum. Tad er litil ivi um, at hesin madur er dugnaligur at selja. Fyri 12 árum síðan tók hann við starvinum og síðan er ferða- vinnan í Bergen økt við rúkandi ferð. ferðavinnan í øllum Noregi vaks við fimm prosentum í fjør, í Bergen vaks hon við heili nýggju prosentum. Hesum eigur Ole Hiis Bergh ein stóran part av heiðrinum fyri. — Fyri seks árum síðan fóru vit at handlarnar opnar, tå stórri ferðamannavitjanir vóru. Serliga tá ferða- mannaskip komu. Í fjør vit- jaðu 80.000 fólk av skipum Bergen,. Tey búgva um- bord, so gístingarhúsini vinna ikki so nógv burturúr teimum. Men hesi fólkini leggja hópin av peningi eftir seg í handlunum. Tað er ongin ivi um, at peningur er at heinta hjá føroyingum, hava teir opið tá ferða- fólkini vitjað. ferðafólk hava møguleika at keypa allar vørur tollfrítt í van- ligum handlum, sigur Ola Hiis Bergh. Tað er Smyril Line sum skipar fyri ferðini hjá Ola Hiis Bergh og hann helt fyrilestur um ferðavinnu í Norðurlandahúsinum í gjár. jústinus Nú er tað alment váttað: Landsstýrið hevur avreitt foroysk áhugamál Hósdagin fingu vit frá sjálvum danska statsministaranum váttað tað, sum vit onnur hava vitað frammanundan: Nevni- liga at tað er landsstýrið sjálvt, sum hevur tikið »initiativ« til skerjing í inntøkutrygd fiski- manna í avtalunum millum landsstýrið og stjórnina. T.v.s. at vit hava fingið vátt- að, at Føroya Landsstýri hevur avreitt føroysk áhugamál fyri at fáa framt síni privatu sjónar- mið. Tað sigur seg sjålvt, at utt- an mun til hvat landsstýrið heldur um td. skipanina við inntøkutrygd, so er tað skyldan hjá landsstýrinum at verja før- oyskan avgerðarrætt í øllum málum. Men her upplýsir sjálvur danski forsætismála- ráðharrin, at landsstýrið bein- leiðis hevur lagt upp til at av- reiða føroyskan avgerðarrætt í einum so reint føroyskum máli sum hesum. Tað skal ikki veranakar sum helst ivi um, at hetta minnir sera nógv um definitiónina av landasviki. Í útvarpinum hevur Marita Petersen avsannað hesar upp- lýsingar frá Nyrup Rasmussen. Hetta merkir, at annað av teim- um sigur ósatt. Men her kann fyrst sigast, at øll grund er til at ivast í av- sanningini hjá Maritu Petersen. Lutvíst hevur hon sjálv alment váttað, at hon ikki visti, hvat hon skrivaði undir uppá 1. februar. Lutvíst er aktuella løg- tingsmálið um inntøkutrygd eitt prógv fyri, at Marita Peter- sen segði ósatt bæði fyri Nyrup Rasmussen og í sjónvarpinum, tá hon upplýsti, at >tað ber til« at broyta inntøkutrygdina um- sitingarliga. Undir øllum umstødum má nú krevjast ein kanning av, hvat ið er sannleikin í hesum máli. Og tað er sera avgerandi hjá Føroya fólki, og ikki minst hjá fiskimonnum, at fáa at vita hver ið sigur satt í hesum máli. Tað er nevniliga ein stórur munur á, um landsstýrið hevur slakað fyri donskum trýsti, so- leiðis sum landsstýrið hevur greitt frá, ella um landsstýrið beinleiðis hevur avreitt før- oyskan avgerðarrætt fyri at fáa framt egin áhugamál, soleiðis sum Nyrup Rasmussen greiðir frá. Óli Jacobsen