Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CD Nr. 68 — 12. APRIL 1994 Sida 5 Neyðin er skelkandi -Telefonin hjá okkum hevur ikki staðið still, síðan vit leyg- ardagin søktu eftir seks monn- um til ein norskan bát, sigur ein Rútasorl Knústir rútar eru tað vanliga um vikuskift- ini. Ofta eru tað skúlar- nir, sum standa fyri skotum, og soleiðis yar eisini í vikuskifunum, ið fór. Á Sankta Frans skúla og Kommunuskúla- num vórðu fleiri rútar knústir. Hjá City var ein rútur brotin, helst í samband við ætlað innbrot, og tveir rútar vórðu brotnir hjá fótbóltsfelagnum Fram eins og hjá Havn- ar Dartfelag. Stuldur í privathúsi Leygarnáttina hevur onkur brotið inn í eini hús í Havn. Tiknar eru 800 krónur úr eini pengamappu í húsun- um, og nakrar fløskur av víni eru eisini horvn- ar. Innbrot hjá Sveipi Flestu handlar hava sum minst í kassanum, tá afturlatið er, um tað skuldi hent, at tjóvar vitjaðu. Av og á er onkur óheppin og hevur reið- an pening liggjandi. Tað kann sigast um fyritøkuna Sveip á Argjaboða. Har hevur onkur ver- ið í víkuskiftinum og tikið 2500 krónur, sum lógu í einum bræv- bjálva. Tikid 200 kr. Bekurnar í H. N. Jac- obsens Bókhandli í Havn høvdu ongan áhuga hjá teimum, sum friggjakvøldiO ella leygarnáttina = brutu inn. 200 krónur eru tiknar úr kassanum, og har- aftrat nakrir tushpenn- ar. Gjørdu mat i skålanum Tvey innbrot véru å Tvøroyri leygarnátt- ina. Innbrotini vórðu tó meira at rokna sum her- verk. Annað var í handli- num hjá Thomsen, og hitt í skúlanum. Har eru teir farnir inn í skúl- akgkinum og hava gjørt sær mat. randi Lágargarður koyrir longu nú mat út til eldri fólk, sum búgva í grannalagnum hjá Lágar- garði, t.d. til teirra í vardu íbúðunum í Stoffalåg Lágargarður í Havn: Koyra mat út til tey gomlu Aftaná 1. mai kunnu pensionistar í Havn keypa døgurda og fáa hann koyrdan heim Síðan røktar- og umlætting- arheimi Lågargardur kom, hevur ætlanin verid, at heimið eisini skuldu bjóða pensionistum, sum búgva heima, dógurða. Og nú skal tað verða. 1. maí byrjan skipanin við at koyra mat út til teirra, sum biðja um at fáa døg- urðamat. Marjun Smith, leiðari á Lágargarði, sigur, at Lágar- garður hevur fingið ynski um hetta bæði frá kommun- al- og landspolitikarum. Køkurin á Lågargardi hevur orku til meira mat- gerð enn nú, og eyka mat- gerðin krevur at kalla onga fløgu. Ætlanin er eisini, at húsavgrðirnir á Lágargarði sjálvir skulu koyra matin út, í hvussu er í fyrsta umfari. Skipanin verður, at pen- sionistar kunnu boða frá hvgrjar dagar í vikuni, teir vilja hava mat. Koyrt verð- ur út tríggjar dagar um vik- una, og tey kunnu so fáa mat til tveir ella tríggjar dagar. Maturin verður sendur út í alubakkum, og hann skal so bara hitast í ovninum. Ein heilur døgurdi fer at kosta 30, men tað fer eisini at bra til at keypa 3/4 døg- urða fyri 25 krónur. Eru maður og kona í húsunum eta tey kanska ikki meira enn hålvan annan døgurda, sum fer at kosta teimum 50 krónur. Lágargarður fer í næstum at geva heimahjálparunum, kommunulæknunum, sosi- alu deild, Almannastovuni og ødrum faldara til pensio- nistarnar, og tey, sum vilja hava mat heim, kunnu krossa av í faldaranum, hvørjar døgurda tey vilja hava døgurda heim. Kenna ikki tørvin Marjun Smith sigur, at tad er 6gjørligt frammanundan at vita, hvør tørvurin er hjå pensionistum at fåa mat heim. Tað ber illa til at kanna tørvin, og tí royna tey tað bara. Lágargarður ætlar við hesum ikki at yvirtaka nak- að arbeiði hjá heimahjálp- arunum. Nógvastaðni gera heimahjálparar mat til tey gomlu. Tey, sum vilja hava tað so, kunna halda fram við tí skipanini. Lágargarður koyrir nakr- ar døgurdar út hvønn dag sum er. Tað er heitur matur, men hetta er bara til fólk, sum búgva nærindis Lágar- garði. Nøkur fólk koma á Lágargarð at eta døgurda, men hesi eru ikki fleiri enn eini fýra hvønn dagin. haraftrat koma tey 12-14 fólki, sum nýta Lágargarð sum dagstovn, og tey eta eisini hjá teimum. Mikuvkøldid hevur Lág- argarður boðið umboðum fyri pensionistafelagið, heimahjálparum, heima- sjúkrasystrum, kommunu- læknum og ødrum at koma og færi nærri at vita um ætlaðu døgurda-skipanina. randi Handtikin tvær ferðir Ein maður í 30-árunum varð hetta vikuskiftið tvær ferðir tíkin av politinum. Fyrst varð hann tíkin í vesturbýnum, har hann órógvaði í einum handli. Maðurin varð tá tikin við á politistødina, har hann var til morgunin eftir kl. 11. Longu klokkan hålvgum átta leygarkvøldid kom aftur klaga til politiið um henda mannin, sum tá var staddur í eysturbýnum og gjørdi ónáðir hjá fólki. randi Fl kona Millum allar hinar kunn- gerðimar í útvarpinum leygardagin á middegi var ein, har søkt varð eftir seks monnum til ein norskan flakatrolara. Henda kunngerð vakti so sanniliga ans. - Eg visti ikki, at tað stóð soilla til. Telefonin hjá okk- um hevur ikki staðið still síðan, og vit fingu alt viku- skiftið einki annað gjørt enn at taka telefonina, sigur konan í húsunum. - Tað var so galið, at við- hvort brann alt saman, so fleiri vóru á linjuni í senn. Tá vit høvdu skrivað 120 upp, var ikki annað at gera, enn at taka stikkid úr, sigur hon. Tey lýstu fyri svágin, sum er skipari á norska flakatrol- aranum. Hann vil fegin hava føroyingar vid og helt seg eisini kunna hjálpa nøkrum familjum við at biðja nakrar føroyingar koma við. Sjálvur var hann ikki heima og fekk tí beiggj- an og bróðurkonuna at lýsa fyri seg. Bróðurkonan er skelkað og forfard, ti tær mongu telefonsamrødurnar góvu henni innlit, hvussu illa stendur til f veruleikanum hjå mongum familjum. - Tad ringu menn f besta aldri, menn í 30-årunum, familjumenn vid fimm, seks og åtta børnum, og teir hava einki arbeidi. Hjå summum stóð so illa til, at teir høvdu ikki mat at geva børnunum, sigur konan. Hon sigur, at heilt nógvir ringdu úr småbygdum, nógvir úr Suðuroynni. Royndirsjómenn, sum hava verið arbeisleysir leingi Fleiri hava ringt aftur og aftur fyri at hoyra, um teir verða millum teir útvaldu Konan sigur, at skiparin sjálvur var so illa við, at hann útsetti at taka avgerð- ina til í morgin um, hverjar av monnunum hann biðjur koma við sær við norska trolaranum. randi MENNINGIN BÍÐAR IKKI EFTIR NOKRUM.... …Men Føroya Dataskúll gevur tær møguleikan fyri at fylgja viði SKEIÐ Í APRÍL/MAL: Navigator, bókhald WordPerfect, frá DOS til WIN 11., 12.,99 13. april 15. april 18., 19., og 20. april 21. og 22. april 2. maí 3. maí 5. og 6. maí 9. og 10 maí 16., 17. og 18 mai Lundin, Com-Data bókhald WordPerfect 6.0 til Windows Undirvisingorhøj: Brekkusún 1. Tíðir: Frá 9 - 16 "Allar upplýsingar annars fóast á if 16173. har BREKKUTÚN 1 - 188 HOYVÍK - TLF. 1 6173