týsdagur 12. apríl 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 68 — 12. APRIL 1994 Síða7
Faroe Wool, ið seinasta árið
hevur arbeitt við at virka
ymiskt burtur úr føroyskari
ull, hevur nú eisini fingið
tógv av bestu góðsku. Talan
er um 1,2 og 3 tráðað tógv í
ymiskum litum og tjúgdum,
og eru tey eins og tey væl-
umtóktu teppini, tey byrj-
aðu at selja á jólum, virkað
burtur úr 100% føroyskari
ull.
Sum er selja tey tógv og
vovin teppi, jakkar og vest-
ar. Um stutta tíð verða eisini
troyggjur í ymiskum snið-
um at fáa. Umframt heima-
marknaðin verður miðað
eftir at selja til turistar og til
útflutnings.
Dygdarvorur frá
Faroe Wool
Endamálið hjá Faroe
Wool er at vinna á teimum
trupulleikum at okkara
góða ull ikki verður nýtt,
Fyribils verður ullin virk-
að í Onglandi, men er ætl-
anin at flyta ein part av ar-
beiðinum heim til Føroya so
skjótt sum eftirspurningur-
in á heimamarknaðinum og
Í handlinum hjá Faroe
Wool í Runavík virka tey
jakkar og vestar burtur úr
vovnum tilfari
men ístaðin tyrvd ella
brend. Hesum trupulleika
kunnu vit vinna á um vit
nýta reina føroyska ull til
ullvgrur, vit framleiða. Um
áhugin verður nóg stórur,
verður um stutta tíð byrjað
at taka ímóti føroyskari ull.
Verurnar kunnu í løtuni
síggjast og keypast í handl-
inum hjá Faroe Wool í
Runavík, í Bindibúðini í
SMS, Búnanum í Klaksvík,
Tógvhandlinum á Elspu
Sumberg við Norðskála og í
Kurvini í Vatnsoyrum.
til útflutnings er nóg stórur.
Sjálvt um tógvið er av
bestu góðsku og bæði vask-
að og lagt á 100 gram's
noðir, eru prísirnir væl
kappingarførir.
( Lesarabrøv — i fu
Fakfeløg studla farloyvisskipan
Teirra arbeidstøku
Felag Teirra Arbeidstøku
loyvir sær enn einaferð at heita
á Føroya Landsstýri um at seta í
gildi eina farloyvisskipan, sum
verður fíggjað av Føroya
Landsstýri og umsitin av ALS.
Heitt verður við hesum á
Føroya Landsstýri at broyta
uppskotið um farloyvisskipan,
ið var lagt fyri Løgtingid 4.
mars 1994, soleiðis at paragr.
12 c í uppskoti landsstýrisins
verður orðað á henda hátt:
Fastlønt og timalønt ar-
beiðsfólk kunnu fara í farloyvi.
Í farloyvistíðini hava fólk rætt
sa ULLVØRUR
1, 2 & 3-tráðað, vaskað
tógv úr 100% føroyskari ull
í noðum
å 100 gr. EINANS 290,-/kg
ULLINT
TEPPI/PLAID | VESTAR
140 x 220 cm í
8 ymsum sniðum
EINANS 425,“
EINANS
325,-
FAROE WOOL
Runavík - Tlf. 41075 - 49075
til farloyvisveiting.
Útgjaldingarupphæddin pr.
dag til fólk í farloyvi verður
grundað á 70% av A-inntøkuni
seinastu 12 mánaðirnar, áðr-
enn farloyvið byrjar, býtt við
252 døgum.
Útgjaldingarupphæddin pr.
dag kann tó í mesta lagi verða
70% av eini arbeidaraløn
sambært sáttmálanum millum
Føroya Arbeiðarafelag og
Føroya Arbeidsgevarafelag.
Tíðarskeiðið, ein kann fáa
veiting eftir hesi skipan, eigur
at verða ásett til í minsta lagi
3 mánaðar, og í mesta lagi 12
mánaðar. Timalønt kunnu
somuleiðis fara í faroyvi 4.
hverja viku, við rætti til far-
loyvisveiting. Hetta tí vit
meta at fleiri fólk ætlandi fara
at nýta farloyvisskipanina á
henda hátt.
Afturat broytingaruppskot-
inum ynskja vit at
Landsstýrið eisini tekur
fylgjandi uppskot við í
farloyvisuppskotið.
Fólk, ið arbeiða fulla tíð,
kunnu fara í farloyvi svarandi
til 1/2 tíð. Útgjaldingarupp-
hæddin pr. dag til fólk í hálv-
tíðarfarloyvi kann í mesta lagi
vera 1/2 x 70% av eini arbeið-
araløn, sambært såttmålanum
millum Føroya Arbeiðarafelag
og Føroya Arbeiðsgevarafe-
lag.
Felag Teirra Arbeiðsteku
Undirritaðu fakfeløg mæla
Føroya Landsstyri at seta í
gildi farloyvisskipan fyri bædi
fastlønt og fólk í timaløntum
starvi. Vit taka undir við upp-
skoti Felag Teirra Arbeiðs-
tøku, har Føroya Landsstyri
figgjar skipanina og ALS um-
situr hana.
Føroyskir Fysloterapeutar
Føroyskir Ergoterapeutar
Radiografar í Føroyum
Pleygarafelagið
Økonomafelag Føroya
Hjálparlæknaráð Føroya
Føroyskir Sjúkrahús-
laborantar
Føroya Sjåkrahjålparafelag
Føroya Postfelag
Starvsmannafelagið
Føroya Lærarafelag stuðlar
eini farloyvisskipan, um hon
tekur hædd fyri starvs- og eftir -
lønaraldri.
Tað vil siga, at um lærari
tekur av at nýta hesa skipan,
skal hann ikki missa starvs-
aldur ella eftirlønaraldur.
Heilsan
v/ Føroya Lærarafelag
Esmar Berg, formaður
Hilmar Jan Hansen,
blaðmaður, skrivar
FARNA VIKAN GJØRDIST stytri enn
tær flestu. Annar páskadagur fór avstað við
mánadeginum, men kortini gjørdist vikan
ikki hendingarleys.
STØRSTAN ANS MUNDI nýggja tiltakið
hjá løgtingsformanninum og formanninum í
løgtingsins skattanevnd, Lassa Klein, fáa. Í
bløðunum segði hann frá, at hann fegin
vildi frætta frá pensionistum um viðurskifti,
ið annars verða hildin at vera fortrólig. Tað
fekk onkrar av samstarvsfelgøum hansara í
skattanevndini at taka til orðanna móti >til-
takinum«, ið teir skýrdu vera eitt beinleiðis
»ego-tripp«, fyri at fáa atkvødur. Sigast má,
at tiltakið er rættiliga sjáldsamt, og í eyg-
unum á mongum kann tað óivað tykjast,
sum hevur løgtingsformadurin her yvirspælt
sín leiklut. Spennandi verður so at síggja,
um pensionistnir eru av somu áskoðan.
TRUPULLEIKAR HAVA STAÐIST av
at fáa tyrluflúgvingina í gongd, av tíat ikki
hava øll skjól verið tók, og nú er heldur ikki
ein tyrluskipari tøkur. Hetta hevur ført við
sær, at eingin tyrluflúgving hevur verið,
síðani Atlantsflog yvirtók tyrlutænastuna.
Tað eigur ikki at gera lívið lættari á smá-
plássunum, at slíkir trupulleikar stinga seg
upp, tí fleiri av hesum plássum kunnu ikki
vera tyrluna fyriuttan. Vónandi kemur tyrl-
an tó á flog skjótt, so eisini útjaðaragkini
kunnu kenna, at tey hóast alt eru ein partur
av landinum.
TEY FÓTBÓLTSÁHUGAÐU HAVA í
farnu vikuni fingið góð tíðindi: Føroyar fáa
aftur rætt at vera við í UEFA-Cup, og hetta
gevur í ár HB møguleikan at royna seg. So
er at vóna, at måétstødulidini hjá HB hesa-
ferð meta upp, so teir ikki vera ein dyst og
kanska nógvar túsundtals krónur fátækari,
enn tå RAF Latvia í fjør skuldi koma til
returdystin í Europa Cup. At føroyskur fót-
bóltur endurvinnur rættin til UEFA-Cup, er
sera gott fyri heimligu kappingina. Tá verða
ikki bert silvur- og landskappingargullið at
spæla um, men eisini næstbesta plássið í 1.
deild, ið áður einki hevur havt at sagt. Sam-
stundis er her ein kærkomin inntgkukelda
til føroysku feløgini í hesum trongu tíðum.
BÁTUR ÚR EIK
ynskist til keyps
Tveir íslendingar ynskja at fáa fatur á ein-
um gomlum føroyskum báti úr eik, 18-30
tons stórum. Báturin skal hava motor og
vera sjófgrur, so hann kann siglast til Ís-
lands. Áhugað kunnu ringja á tlf. 11820,
lokal 33 millum kl. 8.30 og 15 i dag