týsdagur 12. apríl 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 68 — 12. APRÍL 1994
Tíðindablaðið (SK)
GÍ endar í Klaksvík
og HB á Sevmýri
FSF hevur givið teimum trimum bestu liðunum í fjør torføran endadyst
Tá landskappingin verður
løgd til rættis eru tað nógvir
lutir, sum skulu takast við.
Men einki er at liggja oman
á, at tað hevur ikki so lítið at
siga, hvussu teir í FSFrokna
við, at liðini fara at standa
seg. Ynskidreymurin er jú
altíð, at einki er avgjørt
seinasta leikdag, og at talan
tá verður um rættiliga fin-
alu.
Onkuntíð er hetta komið
soleiðis fyri, men ikki altíð.
T.d. var GÍ vorðið FM vinn-
ari, áðrenn KÍ kom á vitjan
síðsta leikdag í fjør, og í
fyrraárið skuldi meiri enn
tað vanliga til, um B68 ikki
skuldi gerast FM vinnari, tá
niðurflytararnir úr Runavík
vitjaðu á Svangaskarði.
Tveir lykladystir
Tå KI í 1991 vann FM var
einki avgjørt áðrenn síðsta
leikumfarið. Klaksvíkingar
kappaðust við B36, og inn-
anhysisdysturin teirra mill-
um var í Klaksvík næstsein-
asta leikdag. KÍ vann og
gjørdist FM vinnari, hóast
teir taptu í Gøtu, ti HB
hjálpti teimum í Gundadali
móti B36.
Unglingakappingin |sjey lid færri
Æ
Venjarin hjá føroyameistarnunum úr Gøtu, Johan Nielsen, verður her tveittur upp í loft í
síðsta dystinum í fjór iGøtu. Í ár endar GÍ landskappingina í Klaksvík móti KÍ meðan hinir
endadystirnir eru TB-HB, NSÍ-B68, B36-EB/Streymur og ÍF-B71 |
Í ár skulu meistararnir úr
Gøtu leika móti bronsu-
vinnarunum í Klaksvík
seinasta leikdag. HB vann
nógv áhugaverdari
Stórt sannlíki fyri, at dystirnir verða javnari og kapp-
ingin tískil harðari
FSF hevur lagt kappingina
hjáunglingunum soleiðis til
rættis, at hon verður meiri
áhugaverd. Sambært skip-
anini er tað týðuligt, at ætl-
anin er at gera einstøku
dystirnar meiri javnar og
harvið harðari og mennandi
fyri leikararnar. Attað kem-
ur væl við, tá ætlanin er at
taka lut í altjóða kappingum
fyri unglingalandslið, er
eyðsýnt.
Undan summarfrítíðini er
kappingin lík henni undan-
farin ár, tó við tí undantaki,
at nú eru liðini flokkaði í
tveir bólkar, har hvort liðið
leikar 10 dystir. Tá summ-
arfrítíðin er liðug verða tvey
tey bestu liðini í hvørjum
bólkinum flokkaði fyri seg.
Øll spæla móti øllum á
heima — og útivglli.
verða flokkaði av nýggjum,
verður kappingin eisini
áhugaverdari. Í hvussu so er
verður sannlíki fyri úrslit-
um sum td. 15-0 ikki so
stórt, sum tað hevur verið
árini frammanundan!
Einki erat ivast í at broyt-
ingin er til tað betra. Spurn-
ingurin er bara, um hetta er
nóg mikið. Tað hevði
kanska verið uppaftur bet-
ur, um tey seks liðini, sum
vórðu roknað at verða tey
bestu, undan summarfrítíð-
ini leiktu fyri seg, og hini
seks fyri seg. So kundi verð-
ið flokkað av nýggjum eftir
summarfrítíðina, soleiðis at
tvey tey vánaligastu úr ov-
ara bólkinum fluttu niður og
tvey tey bestu í lægra bólk-
inum fluttu upp — møguliga
skuldu hesi fýra liðini leikt
um tey bæði plássini í ovara
bólkinum.
Kanska fer tað undan
summarfrítíðini hjá fleiri
liðum at kennast á sama
hátt, sum hondbóltsleikar-
amir kendu tað, áðrenn
komið varð til endaspælið,
men nýggja skipanin boðar
tó greitt frá, at FSF er sinnað
at gera karmarnar fyri ung-
lingarnar meiri áhugaverd-
ar, enn teir hava verið árini
frammanundan.
Stórur åhugl
At nógv fólk fer av land-
(Savnsmynd)
silvur i fjør, og teir skulu å
Sevmyri seinasta leikdag.
At nógv fólk er flutt av
landinum tykist hava við
sær, at færri lið eru meld-
aði til fótbóltskappingina
í ár. Ovastu deildirnar eru
sjálvsagt fullmannaðar,
men væl færri lið eru í
lægru vakstramannadeild-
unum. Í 4. deild boðaðu í
fjør 30 lið frá luttøku,
meðan talið í ár er 23.
Tað kunnu vera fleiri
orsøkir til lægru luttgk-
una. Ein er at talið á leik-
arum er lægri, ein onnur
kann vera, at felggini eru
inum tykist ikki nerva til-
meldingina millum ung-
lingar. Í fjør vóru 10 lið í
skipanini, men MB tók seg
skjótt burturúr. Í ár hava 10
feløg meldað 12 lið til kapp-
ingina. Sammett við í fjør er
FS VAGAR við í staðin fyri
MB, B36 hevur tvey lið — í
fjør var tað bara HB, sum
Einki er at ivast í, at FSF
hevur roknað við, at hesir
dystirnir fara at vera Ógvu-
liga avgerandi fyri, hver
vinnur FM heitið í ár.
Men teir í FSF vita eins
væl og vit onnur, at tað er
torført at rokna framtíðina
út. Tað hava teir royndir í,
og tað man hvørki loypa
hvøkk í teir ella okkum onn-
ur, um FM heitið verður av-
gjørt í onkrum av hinum
dystunum: NSI-B68, B36-
EB/Streymur og IF-B71.
Spenningur
beinanvegin
Fyrsta umfarið verður
annan sunnudag — 24. apríl.
Tá fær B36 vitjan av NSÍ,
og tá verður møguleiki hjá
árstalsliðnum at fáa frægari
úrslit, enn teir fingu sunnu-
dagin í steypakappingini.
IF tekur ímóti EB/-
Streymi. Fyri fuglfirðingar
man hetta kennast frægari
enn í fjør, tá teir tey bæði
fyrstu umførini vóru í Suð-
uroy, men Meinhardt Dal-
búð og hansara menn eru
neyvan heilt fegnir um at
hitta nýggja liðið í fyrstu
deild fyrsta leikumfar. Tá
vísir tað seg ofta, at uppflyt-
ararnir gera meiri við tað,
enn í ødrum dystum.
KI fær vitjan av B71. Tað
man kennast frægari enn í
fjør, tá teir í fyrsta dystinum
vóru í Gundadali móti HB,
men sandoyingar hava ong-
antíð verið lættir at syfta í
Klaksvík.
TB tekur ímóti føroya-
meistarunum úr Gøtu. Tor-
fórur dystur hjá GÍ, og
spennandi undir øllum um-
meiri nágreinilig í tilmeld-
ingini, so tað ikki verður
neyðugt at taka lið úr
kappingini, og ein triðja
og sannlik orsøk er, at tað
eru fleiri feløg, sum halda
seg spara eitt sindur við at
hava færri lið, sum skulu
ferðast.
Í yngre deildunum
kennist tað ikki aftur, at
stór fólkaflyting hevur
verið síðstu tíðina. Í
fjør 20 lið, meðan tað eru
27 lið í smådreingjadeild-
hevði tvey lið — og B68 er
við aftur.
FSF hevur býtt liðini í
tveir bólkar. B36a, HBb,
EB/STREYMUR, NSÍ, TB
og IF eru í abólkinum, med-
an Kf, B68, B36b, HBa, Gf
og FS VAGAR manna hin
bólkin. Í b bólkinum eru all-
ir dystirnir ásettir at vera
í 4. deild
stóðum: Her fæst greið
ábending, um TB er betri
fyri enn miseydnaða kapp-
ingarárið í fjør.
Dystirnir millum B68 og
HB eru vornir klassikarar,
ikki minst teir á Svanga-
skarði. Í fjør var talan um
satt drama, og við allari
virðing fyri hinum dystun-
um, so tykist tað, sum hetta
verður ein av stórdystunum
í fyrsta umfari.
Neyðugt at broyta
Ætlanin var, at skipanin
skuldi koma út undan fyrsta
umfarinum í steypakapp-
ingini, men í síðstu løtu var
neyðugt at broyta okkurt.
Sammett við uppskotið,
sum felggini hava havt til
ummælis, er tann munurin,
at kappingin endar 25. sep-
tember í staðin fyri 2. oktob-
er. Ætlanin var at finalan um
løgmanssteypið skuldi
verða sunnudagin 7. august
og at fyrsta umfarið í lands-
kappingini skuldi verða 14.
august, men nú verður final-
an mikukvøldid 3. august.
Orsøkin til broytinginaer,
at dystur hjå unglingalands-
liðnum er settur at vera
sunnudagin 2. oktober.
Fyri EM landsliðið er tað
óheppið, at landskappingin
endar hálva triðju viku und-
an dystinum móti Skotlandi,
og at tað ganga sjey og ein
hálv vika frá kappingarenda
og til dystin í Finlandi, men
hetta tykist at vera
viðurskifti, vit mugu liva
við, skulu vit taka lut í al-
tjóða kappingum og alt skal
ganga upp.
-nn-
ini ella eitt lið færri. Í
piltadeildini vóru í fjør 24
lið, men har er talið hægri f
ár: 22 líð taka lut í meist-
arabólkinum og í økis-
bólkunum, sum spæla á
heilum velli. Harafturat
eru 9 lið, sum taka lut í
tveimum bólkum, ið skulu
leika á hálvum velli.
Hjá kvinnunum er lut-
tøkan í 1., 2. og gentu-
deildini hin sama sum í
fjør.
=nn-
mikukvøld. Í a bólkinum
verður eisini leikt miku-
kveld, burtursæð frá tá
tvøråmenn eru annar partur-
in. Tá verður leikt í viku-
skiftinum.