Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 12. APRÍL 1994 Síða 9 Tíðindablaðið (5711, Finalistarnir frá finaluni í kappingini um Løgmanssteypid í fjór, B71 og HB, eru komin víðari í steypakappingini, og tað eru NSI og Kl eisini Verða brotsspørkini í Vági tald við, má sigast, at talan var um eitt sera málríkt steypavikuskifti, tá kvart- finalurnar í kappingini um Legmanssteypið leygar- dagin og sunnudagin vórðu fingnar frá hondini. Tilsamans vórðu 22 mál skotin í teimum fýra dyst- unum, og leysliga roknad gevur tað hálvtsætta mål í hvørjum dysti í meðal. Um brotssparksmálini í Vági ikki verða tald við, er mál- meðaltalið framvegis stak gott — knappliga fýra mál. Úrslitið av kvartfinalun- um gjørdist, at bæði liðini, ið møttust í finaluni í fjør — B71 og HB — framvegis eru við í kappingini. Umframt komu eisini NSÍ og KI vid- ari. HB-GI 4-3 (3-0) Sum ikki einaferð megn- aði HB at koma væl frá ein- um steypadysti. Kortini ikki so væl, sum fyrri hálvleikur kundi givið eina skjóta ábending um. Eftir at GÍ fyrstu tjúgu minuttimar legði hart út, fekk HB hol á og legði seg við trimum lutfalsliga tøtt- um málum á odda 3-0. Gunnar Mohr legði fyri við einum skallara, eftir at GÍ ikki fekk bóltin burtur, og so kundi hann verða krýndur fyri sítt 100. mál á 1. deildarliðnum hjá HB. Fram móti endanum á fyrra hálvleiki fór Sigfríður Clementsen igjøgnum og x Jóan Petur Clementsen skoraði sigursmálið hjá B71 móti TB = (Savnsmynd) lobbaði bóltin kalt upp um Jens Martin Knudsen í GI- málinum. Tveir Gl-arar vóru staddir inni á strikuni, men í skeivari síðu, og teir kundu bara eygleiða, meðan bólturin sigldi í meskarnar. Fáar minuttir fyri hálvleik átti Sigfríður enn einaferð tórn, tá Julian Johnsson spældi hann blankafrían, so bert var at trilla bóltin í mál- ið úl hålvleiksstøduna 3-0. Í seinna hálvleiki kom GÍ rættiliga fyri seg, og við stórum trýsti eydnaðist eis- ini gøtumonnum at berja seg upp á javnleik 3-3. Fyrst gjørdi Andreas F. Hansen tíggju minuttir inn í seinna hálvleik brotsspark móti Paula Jarnskor, og tað sendi bróður Magni inn til 1-3. Harnæst spældi tridi Jarn- skor-bróðurin, Henning, inn til John Petersen, ið bert skuldi smekka bóltin í kass- an til 2-3. Løtu seinni fekk Rúni Justinussen sin kjans eftireitt hornaspark, tå hann lyfti bóltin upp í trikantin — beint oman fyri høvdid å einum HB-ara, ið royndi at toyggja seg, men uttan at fáa fatur á bóltinum. GI hevði betra spælið nú, og við eitt sindur meira hepni kundu gøtumenn ver- ið komnir víðari, men so gjørdi Jens Martin Knudsen ein brølara. HB fekk fri- spark beint framman fyri midjuna, id vard lyft inn fyri Gl-málið. Jens Martin og Julian royndu báðir eftir bóltinum, ið Jens Martin átti. Men Juliani eydnaðist at snitta hann við høvdinum innum til John Hera Dam, ið ikki kundi misbrúka hendan ókeypis kjansin, og so var HB aftur á odda. Stødan helt sær, og sum ikki einaferð er HB komið víðari til semifinalurnar. B71-TB 2-1 (1-1) Sandoyingar verda eisini at siggja i semifinalunum, og tað syrgdu teir fyri við at vinna 2-1 á TB. Í dystinum á Sandi hevði heimaliðið eisini tað betra spælið, og áðrenn teir settu hol á, høvdu einir tveir ella tríggir upplagdir kjansir staðið teimum í boði. Fyrra B71-målid skjeyt Torbjørn Jensen, eftir at sandoyingarnir í hesum eina álopinum høvdu havt eini fýra skot upp á málið, ið stak stinni TB-målverjin Bjarni hevði roynt at tíkið sær av sum frægast. Men tá síðsta skotið kom, var hann so mikið seldur, at hann endaði inni í málinum við bóltinum. Málið hjá TB kom eftir frispark í høgru síðu. Bólt- urin varð sendur innfyri, og í tættfólkaða B71-brots- teiginum fóru Óli Johanne- sen úr TB og Páll á Reyna- túgvu úr B71 upp at skalla. Eisini B71-målverjin royndi at koma sær framat, men ov tætt var fyri. Endin varð, at Óli skallaði bóltin niður í jørdina og inn til 1-1. TB hevði í létum gott spæl, og liðið royndi sítt besta, men tað botti ikki, tå sandoyingarnir vóru klárt betur fyri, og teimum eydn- aðist eisini at fáa sigursmál- ið — umframt nøkur koll- dømd mál. Sigursmálið skjeyt Jóan Petur Clementsen, eftir at Eli Hentze hevði send inn- fyri, og TB-ararnir royndu at fáa bóltin burtur: Hann kom fyri føturnar á Jóan Peturi, og so kundi hann smekka til í tóma TB-málið til endaliga úrslitið 2-1. Sigurin var uppiborin, og B71 er enn einaferð komið víðari í steypakappingini. NSI-B36 2-1 (1-1) Tað kom NSÍ eisini, og tað var júst móti tí liðnum, sum hesi seinnu árini hevur sent NSÍ úr steypakapping- ini, B36. Gestirnir úr Havn, ið vóru komnir við mannsterkari åskodarafjøld til Runavik- ar, fingu eisini eina dreyma- byrjan, tå Jåkup Mørk vid einum langskoti, ið fór frá hondini á NSÍ-málverjan- um Trúgva Mortensen, upp í tríkantin, legði B36 á odda. B36 kundi eisini havt økt meira, áðrenn Jack Jacob- sen við einum heilfluktara sjey minuttir seinni spoler- aði teirra dreymaverð. Fyrst sendi Djóni W. Joensen ein góðan bólt høgt innfyri, har Arnfinnur Langgaard varð hægstur og stútaði fyri føt- umar á Jack Jacobsen, ið ikki ivadist, men smekkaði til. Spælið skifti millum lið- ini, men stríðsviljin hjá NSI gjørdi munin, meðan B36 ikki rættiliga fekk spælið at ganga, hóast onkrir kjansir ognæskar royndir vístu seg. Yvirhgvur varð spælið so mikið hart, at nógv frispørk vórðu dømd, og triggir av spælarunum hjá B36 fóru aftur til Havnar við gulum kortum, meðan ein NSI-ari eisini fekk sína »gulu søk« fyri hjá dómaranum. Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið betra takið á spælinum, og hetta gav eis- ini úrslit í 68. minutti, tá Oddfríður Gaardbo úr 50 metra fjarstødu sendi eitt fríspark beinleiðis í B36- málið. Símun Danielsen mundi tó eiga helvtina av heiðrinum fyri málið, tí hann forfylgdi bóltinum, og av tí at Wiezcek Zakrewski væntaði, at hann fór at náa hann, stóð B36-málverjin púra stillur, til bólturin í friði og náðum var endaður í kassanum til 2-1. Símun Danielsen kundi havt økt til 3-1, tá hann sendi bóltin á tvørtræid úr stuttari fjarstødu, og eisini kundi Jack Jacobsen púra friur havt økt, men hann sansaði ikki, hvussu stórur kjansurin var, fyrr enn hann var farin... Samanumtikið var talan um uppibornan sigur, og NSÍ slapp av við sína ring- astu »plageånd« í steypa- kappingini seinnu árini. VB-KI 4-5 (eftir 1-1 í vanligu leik- tíðini, umdyst og brots- sparkskapping) Málríkasta steypaupp- gerðin stóð í Vági, har VB fekk vitjan av KÍ. Eftir van- liga dystin og umdyst var stóða 1-1, og so mátti av- gerð finnast við brots- sparkskapping. Her royndust klaksvík- ingarnir betur, og Fríðin Ziskason fekk heiðurin at seta síðsta brotssparkið í netið, og meðan bólturin enn sveimaði uppi í tríkant- Gunnar Mohr var ein av málskjúttunum hjá HB í Gunda- dc!;, og hann fekk tá síu mål nummar 100 á 1. deildar- liðnum hjá HB inum, kundu Kl-ararnir fegnast um, at semifinalu- plássið var teirra, eftir at tveir av VB-arunum høvdu brent síni brotsspørk og hetta bert hendi einum av klaksvíkingunum. Vanligu leiktíðina býttu liðini millum sín, við tað at KÍ kom best frá byrjanini og hevði ein tryggan og sann- førandi fyrra hálvleik. Góð ferð var yvir spælinum, og hesin hálvleikurin var eisini meira undirhaldandi enn seinni. Harley Bertholdsen fekk lagt KI á odda við einum bleytum langskoti, ið Bjarni Johansen nokk má taka á sín rygg. Hann royndi at fara niður eftir bóltinum, men fekk hann ikki, og so var KÍ á odda 1-0. Leygardagin 15. apríl verður kapping á Skála fyri motiónslið í flog- bólti. Treytin fyri at vera við, er at spælararnir ikki hava verið við í landskappingini síðstu trý árini, og aldursmark- Motions- kapping á Skala (Savnsmynd) Í seinna hálvleiki kom VB betur við, og heimaliðið fekk stórri part í tí, ið gekk fyri seg, meðan KÍ dovnaði eitt sindur. Tað gjørdist við einum brotssparki, at VB slapp at javna, tå Kurt Mørkøre rættiliga óneyðugt helt Egilli Steintórsson inni í brotsteiginum. Pól Thor- steinsson varð settur at skjóta, og hann sendi í netið hjá Jákup Mikkelsen til javnleik 1-1. Tí mátti umdystur til, men har hendi millum lítið og einki, so neyðugt varð at finna eina avgerð við brots- spørkunum. Har stóð KÍ seg sum sagt betur, og tí eru klaksvíkingarnir fjórða lið- ið í semifinalunum. hj. ið er sett til 25 ár. Tilmeldingin til kapp- ingina skal vera fingin frá hondini áðrenn hós- kvøldid kl. 22, og kann ringjast å tlf. 41333 ella tlf. 41323. bj.