Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; ; sálminum, ið Victor skriv- aði, lýsir hann deyðan sum eina ferð úr landi teirra, sum „Mær JBS at siggja staðin... Minningararð og minnis- lýsingar vóru nógvar at síggja á prenti teir næstu dagarnar. Og tað er kanska jústher, at vit fáa eina breiða lýsing av persóninum Vict- or Danielsen. Maurensius Viðstein tek- ur m.a. soleiðis til: >... men við sínum longu og væl umhugsaðu blað- greinum hevði granskarin Victor Danielsen gjørt seg so gitnan um allar Føroyar, at tað undraði ongan, at hann ikki treivst fjøtradur í lærarastarvi meiri enn 6—7 mánaðar, um tað var so frægt. Victor Danielsen steig fram sum trúboðari á Skálafjórðinum. Nú var tað ikki longur Søren Kierke- gaard, nei, nú vóru tað Moody, Spurgeon, Sankey og aðrir, sum hann í granskan síni var komin at standa undir liðini á. Hann talaði ikki júst sum aðrir, ivaðist ongamtíð í at vera bersøgin, og fekk frå mong- um orð av at vera nakað harðrendur. Tað er møgu- ligt at hann var tað, men mong vóru tey, ið lýddu á hann, og hann heyði við sær stórt fylgi, áðrenn hann gav seg í felagsskap vid brødra- samkomuna. Móðurmálinum mikil stuðul Victor hevur verið okk- ara móðurmáli mikil stuð- ul, hóast ikki øll hava ansað tað. Men tað rein ongantíð við Victor Danielsen, hvat ið onnur hildu um hann. Hann hevði valt at ganga sínar leiðir og lata fólk tosa. Og úrslitið hjá honum kom so kortini at verða, at mong lýddu á hann og fylgdu honum á hansara lívsleið. Victor Danielsen var eitt satt arbeiðsjarn, og einki prógvar hetta meira enn hansara týðing av bíbl- iuni til føroyskt. Hvat ið teir lærdu halda og ikki, so skerst tað ikki burtur, at tað var eitt bragd av Victor Danielsen, at geva lands- monnum sínum bíbliuni á føroyskum máli, tí hann var hóast sit læraraprógv, kortini bert ein leikmaður. Ja, ein leikmaður við stál- vilja og ótroyttiligum arb- eiðshugi, tað var Victor Danielsen. Hann útinti av- riksverk Í lívi sínum vid at néra um okkara áður so tannleysa føroyska bóka- heim, og ikki er tað langt síðani, at hann í samrødu segði mær, at hann nú aftur hevði eina bók at lata til prentingar, tá ið løgir vóru hjá prentsmiðjuni.e Maurentsius Viðstein skrivar bersøgid um tað fjøtrandi lærarastarvið, ið Victor slepti. Ein annar, ið eisini var út- búgvin lærari og sum eisini slepti hesum starvi, var skaldið Pól F. Joensen. Minnisyrking frá Poul F. Victor Danielsen og Pól F. kendust, og nakað høvdu teir til felags. Teir høvdu sinar meiningar um vidur- skifti, ið gingu ímóti fjøld- ini, og av hesum gjørdist skúlagáttin teimum í so høg. Báðir máttu teir ásanna, at Jantelógin er seiglívað í Føroyum. Eftir deyða Victors skriv- aði Pól F. hesa minnisyrk ing: Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var, sum alt gav fyri hugsjónir tínar, eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var millum hugmyndir tínar og mínar. Tí ymiskt var mið, og vit vegaðu slóð og ei víktu for ørvaroddum, tå bar gudsmerki — eg Simun Absalonsen hev- ur havt fyrilesturin, id verður prentaður í Tid- indablaðnum Sosialin- um, í útvarpinum í sam- bandi við, at Victor Dan- ielsen heyði fylt 100 ár í ár. Í dag prenta vit tann síðsta partin av hesum fyrilestrinum í blaðnum andmentans kyndil — óræddur mót heljarbroddum. Vit lærdu báðir til sama starv, men báðir slitu vit tjóðrið, tó atvoldin tín var mótvegis mín, og við hver sínum fari vit fóru. Tú setti mót stjórnum og himni kós, heim farm av gudsboðum tú hevði, við barlast av iva og fedranna mentan, eg ytst út í oyðuna legði. Tú akker læt falla á bíbilsku grund, sum ikki í stormi dróg, ivaleysur og sálartryggur, sum stríðsmaður Harrans tú stóð. Av botnleysum djúpum einsamallur meg mátti um streingin rógva, tá lýsti til landa meg andans viti, um ivans brotasjågvar. Tú hevdi eydnu og sálarbót, sum Harra tíns tænara vunnið, men eg havi funnið sálarfrið, tó eg ongan Gud havi funnið. Tú livdi eftir lyndi og læru, ti sælur tú før í mold. Var mið tíu eitt lognbrá, so vann tú 16, tín dýrdarríki á fold. Hin fremsti í víngarði Harrans tú var, og bjargaði sálum úr vanda; eingin er maður í mansins stað, so djúpt tíni fótaspor standa. Eitt stórmenni, ápostul og skald við tær av fold er farið, tú Bíbil og sálmabók føroyingum gav, tær verða tin minnisvarði. Blaðstjórin á Dimmalætt- ing tekur m.a. soleiðis til: »Tad mundi kennast drúgt at standa í andgletti til kirkjuna fyrstu árini, tí tá vóru fá, sum uttanfyri stóðu. Men Victor var ein stríðsmaður av lyndi, mót- stødan hvesti hann, búnaði hann og kom honum helst ikki so illa við heldur, með- an eynini enn vóru ung. Seinni gekst betur at flokka fólk um seg, men umskiftið frá ti einsliga stríðsmanni til lidførara samtykti ikki so væl. Hann helt í fylginum fram við at kenna seg eins- ligan og missiónsverk sítt legði hann til partvist um, fór í lag vid umsetingar- arbeiði av religiøsum verk- um, sum hugsjónir hansara vóru í ætt við og við ríku nåttårligu gávum sínum avrikaði hann eisini at týða bíbliuna til føroyskt eftir stuttari tíð. Tók ongantíð se sjálvan hátíðarliga Í tråarsøkum er intoler- ansa neyðug, skalt tú um teg gera. Hesa treyt helt Victor alla lívsleið sína í gerningi, men persónliga var hann, um ikki beinleiðis vinsælur, blíður og fyri- komandi, tók ongantíð seg sum persón hátíðarligan, men bar orðaskiftið við hann til andalig evni, kendi tú hin unga stríðsmannin aftur. Mýldur kom hann ongantíð at roynast, hvorki mótvegis kirkjuni ella mót- vegis nýggjum streymi inn- anhýsis, har hann hevði kastað akker, men hann dugdi at meta um mangt av tí, sum stríðið á ungum ár- um stóð um, við tí vísdóms- ins umbering, sum roynd- um eygum og anda er givin. Nr. 68 — 12. APRIL 1994 Síða 15 ÉN YgigYiiiiiiiigiggiiiuidi Vibhvørt funnust vit á ungum árum; ongantíð samdust vit í tí, hann metti smátt og eg stórt ella hin vegin. Men tó hann er farin, eftir okkara nútíðar meti á ungum aldri, legði hann drúgvan dag eftir seg, og nú deyðsboðini komu, rekur skøkt fram fyri meg minnið um hin unga ágrýtna evangeliumannin, sum stóð í dansistovuni við bert ungum, forvitnum og roykjandi ungdómi rundan um seg, einamallur syngj- andi ein einfaldan sang, vánaligan prentaðan í sanghefti á eingilskum, men við donskum teksti: »Ok, hvor stort at tro paa Jesus i de unge aar, og hvor børnealderen fra os gaar«.« Seinastu tíðina av lívi sín- um skrivaði Victor reglu- liga »Gudsordid« í blaðnum 14. sept. Í pappírunum eftir Victor lá eitt Gudsordid, ið hann varð byrjaður uppá, men sum ikki var fullført. Vit skulu her til seinast endurgeva henda ófull- fíggjaða greinastubba, sum er tað seinasta, ið kom frá penni Victors: >Ég eigi Frelsara; — fyri mær hann biður, vin, sum á krossinum synd mína bar, eymt hann í kærleika sær til mín niður — á vinur, at hann tín frelsari var!< Ja, hevði Jesus verið tín Frelsari! Hetta er ein so átroðkandi spurningur fyri ein og hvønn, tóat mangur sigst undan hesi avgerð... Her endar seinasti partur av fyrilestrinum hjá Sím- uni Absalonsen, ið við hansara loyvi er blivin prentaður her í blaðnum ÁRSVEITSLA Fyri! BRIDGESPÆLARUM v/ MAKA verður í HOYDØLUM leygarkvøldid 30. april, kl. 19.30 Tilmelding í seinasta lagi sunnudagin 24. apríl til Henriettu, tif. 14674 Føroya Bridgesamband Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 05. maj 1994, kl. 11.40 tvangsauktion, (AS 77/94) over matr. nr. 1244, Klaksvik tilhørende P/F Eiler Samuelsen. Auktionen er begæret af advokat Påll Nielsen, Hoyviksvegur 27, Torshavn, tif. 1.2171 (j. nr. 6675) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er en erhvervsbygning på en 253 kvm. stor grund. Det be- byggede areal udgør 182 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den.07.04.94 Mette Søgaard-Nielsen dím.