týsdagur 12. apríl 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 68—12. APRIL 1994
Victor Danielsen 100 ár:
Deyðin ein ferð úr landi teirra sum
doyggja til land teirra sum liva
Victor Danielsen var sera virkin líka til sína seinastu stund, og í tíðarskeiðinum frá 1946 til 1957 greiddi hann til
prentingar umleið 4.000 blaðsíður. Hann útynti eitt livsverk i
Umframt at týða Bíbliuna og nógvar hundraðtals sálmar og sangt
ur. Lesið í dag restina av seinna parti av áhugaverda fyrilestrinum,
nú hátíðarhald hevur verið hildið ti
Í tíðarskeiðnum 1946 til
1957 var Victor Danielsen
ógvuliga virkin, og við
bíbliu og sálmabókini frá
1952 greiddi hann í hesum
tíðarskeiði til prentingar
umleið 4000 blaðsíður. Í
1952 kom Guds Fólks
Sangbók í í øktari útgávu
við 1125 songum. Av hes-
um hevði Victor yrkt 27 og
umsett 870.
Hann skrivaði tvær skald-
søgur og umsetti 18 bøkur
umframt bibliuna. Av um-
fatandi umsetingararbeidi
umframt bibliuna kunnu
nevnast bøkur eftir John
Bunyan sum td. »Pila-
grimsferdin« og »Hin Heil-
agi Bardagin«, sum bådar
eru stórar í vavi.
Skaldsøgan >Nei, lyftið
sveik ikki« frå 1947 tykist á
ein serliga hátt at lýsa hans-
ara kristindómsuppfatan og
áskoðan á kirkju- og sam-
komuviðurskifti. Í hesi bók
finst hann hvassliga at partí-
anda og meinigheitspolit-
ikki. Kristindómurin var
fyri honum fyrst og fremst
ein samvitskuspurningur
um at fáa síni viðurskifti í
rættlag við Gud, og sam-
felag teirra heilagu var fyri
Victor eitt samfelag uttan
flokkakenslu.
Vanakristindómur
finst allastaðni
Hann ásannaði, at vana-
kristindómur eins væl kundi
grógva í fríkirkjum sum í tí
hákirkjuliga. Hann var ær-
ligur og sjálvrannsakandi,
og við sínum bersøgni kom
hann eisini til tíðir at rógva
andróður innan fyri ta trúð-
arrørslu, har hann hevði valt
at kasta akker.
Alt hetta skrivliga arbeið-
ið avrikadi hann í eini tid,
har hann samstundis ó-
troyttiliga ferðaðist runt í
Føroyum, fyri at onnur
kundu fáa lut í tí uppliving,
ið honum hevði verið fyri í
1913.
Í 1955 var Victor eitt
skifti í Íslandi. Á hesi ferð
gjørdist hann óvanliga hug-
tikin av skaldskapinum hjá
Íslendska prestinum Hall-
grimi Pétursson, ið livdi frå
1614 til 1674. Serliga vóru
tað passiusálmarnir ella líð-
ingarsálmarnir, ið bergtóku
Victor.
Hallgrim Pétursson hevði
stóra mótgongd í lívinum.
Hann bleiv spitalskur og
mátti av hesi orsøk leggja
prestastarvið niður. Sein-
Tíðindablaðið (XD,
nnan skaldskap, ið eingin kemur upp
ir skrivaði hann tvær skaldsøgur og týddi 18 bøk-
Símun Absalonsen hevur havt í útvarpinum,
I minnis um Victor Danielsen, ið heuði fylt 100 ár mánadagin 28. mars.
astu árini livdi hann í pínu
og fátækt, misti konuna og
gjørdist blindur. Seinni
misti hann dóttur sína og fá
ár áðrenn hann doyði
brendu hús hansara í grund.
Týddi íslendskar
passiusálmar
Íslendingar siga um Pét-
ursson tað sama sum danir
siga um Brorson, at van-
lukka og neyð stemmaðu
hørpu teirra til klárari og
yndisligari spæl. Kendi ís-
lendski rithøvundurin og
nobelvinnari Halldór Lax-
ness sigur um passiusålm-
arnar, at teir eru tindurin í
íslendskum skaldskapi.
Victor fór undir at týða
teir til føroyskt, men av
teimum í alt 50 sálmunum
rakk hann ikki longur enn til
at umseta 10.
Passiusálmarnir hava eis-
ini verið fastur táttur í
páskasending útvarpsins.
Eftir at Útvarp Føroya fór
undir regluligar sendingar í
1957, var røddin hjá Victor
nakrar ferðir at hoyra í sam-
band viðevangeliskar fund-
ir. Seinasta ferðin hann var
. athoyra í útvarpinum, var á
heysti 1960.
Hóast nógv viknaður lik-
amliga, so mundi fáur grun-
að, at hann bert fáar vikur
seinni skuldi leggja ferða-
stavin. Victor hevði ferðast
við boðskapinum í nærum
i øllum bygdum í Føroyum,
Í og hevði
enntá gingið
Kleivina á Stóru Dímun fyri
at kunngera gleðiboðskap-
in har.
Seinastu ferð
í útvarpinum
Men hendan heystardag-
in í 1960 røkk rødd hansara
fyri seinastu ferð igjøgnum
útvarpið út í hvønn krók í
Stórur partur av Ii, id
Victor Danielsen legdi
úr hondum, varð skriv-
að á hesi skrivimaskinu
á síðuna av.
landinum. Hóast Victor var
ein maður við stórari vitan
og gløggskygni, so var hann
til tað seinasta óvanliga ein-
faldur í sínari kristniboðan.
Soleiðis ljóðar endin á
hesi talu, sum vit eisini
kunnu kalla hansara sein-
asta heilsan til landsmenn
sínar:
Nú gevist eg skjótt at
tala. Men hvørji tit so eru,
og hvussu tykkara viður-
skifti í verðini eru, annað-
hvert tit eru rík ella fátæk,
klók ella ikki, lærd ella ikki,
annadhvørt tit eru ónd ella
góð, sum verðin roknar,
fallin ella standandi — um
eg skal málbera meg —-
hoyrið meg øll: Tit mugu
koma til Jesus! Einki má
forða tykkum í tí!
Mangt hjarta verður nú
bleytt -— einki ivist eg í tí- og
leitar sær lívd undir hini
ævigu náði. Hon er ikki
uppi enn, sum orðið sigur —
hon er nýggj hvønn morg-
un. Um tú ert vikin burt av
leiðini og hevur spottað Je-
sus, ja, stórliga spottað
Hann. Kom til Jesus! Øll
synd og spottan verður tær
fyrigivin.
Byrja nú rætt! Tak móti
Jesusi! Tað er ikki so, at tú
mást betra teg fyrst og gera
teg verdigan til náðina
Eg minnist, hvat hin stóri
gudsmaðurin Tersteegen,
sum livdi í Týsklandi 300 ár
herfyri, skrivar um hetta
»Byrjanin av sæluvegnum
er eitt stig: Úr fortaping Og
inn í frelsue. Skammast ikki
við Jesus! Ver til reiðar at
kennast við Jesus! Leita
ikki eftir ú, sum verðin
roknar stórt! Tað er Gudi
ein andstygd.
Veri tín og mín heiður, nú
og í allari framtíð, Kristus
ossår Hansara
Amen.e
Ka 1,1 ia " F p,
Kyndiismessudagur 2
is um ljósið, id skuldi koma
í heimin. Men sjálvan kynd-
ilsmessudag 1961 var kynd-
ilin hjá Victor Danielsen