týsdagur 12. apríl 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 68 — 12. APRIL 1994 Síða 19
Lesarabrøv
Útróðrarvinnan eigur at fáa betri kor
Tjóðveldisflokkurin fer at
geva útróðrinum størri åvirkan
á fiskivinnupolitikkin her á
landi. Útróðurin hevur prógv-
að sítt virði fyri føroyska bú-
skapin, og tað er hann, sum
seinastu mongu árini hevur
goldið tann almenna stuðul,
sum hini fiskiskipini á Føroya-
grunninum ikki hava megnað
at klárað seg fyri uttan.
Men samfelagsliga hevur
hann verið ov lítið virdur og
politiskt hevur tað bert verið
Tjóðveldisflokkurin, sum hev-
ur givið honum sína fullu við-
urkenning. Ta viðurkenning,
sum hann so avgjørt hevur
uppiborið.
Fyrimunir við
útróðrinum
Kanska onga aðrastaðni í sam-
felagnum enn akkurát í útróðr-
inum er tað galdandi, at tað er
verkafólkið sjálvt, sum eigur
og rekur framleiðslutólini, t.e.
fiskiførini. Og tað vísir seg eis-
ini, at tað eru útróðrarbátarnir,
sum vóru teir stinnastu í fiski-
Útróðurin hevur so avgjørt
tann besta fiskin og tað er hesin
fiskurin, sum gevur tann
hægsta prísin, og ivaleyst
kundu vit fingið meira fyri
henda heimsins besta og rein-
asta fisk.
Men í mong, mong ár hava
útróðrarmenn ikki fingið nóg
góðan prís fyri sína veiðu, av tí
atteir hava goldið inn í ráfiska-
grunnin øll hesi mongu árini,
samstundis sum alt ov stór og
dyr skip á Føroyagrunninum
hava fingið stuðul goldnan úr
hesum sama ráfiskagrunni.
Ráfiskagrunnurin, sum upp-
runaliga var ætlaður at geva
eina javna príslegu fyri útróðr-
arfisk, bleiv skjótt til ein dren-
ingsgrunn fyri teir stóru og alt
ov dýru trolaramar, sum við
stuðli frá afturhaldsflokkunum
støðugt hava trokað seg inn á
Føroyaleidina og bert hava
dúvað uppá mongd og aftur
mongd, ístaðin fyri góðsku.
Stórir trolarar fóru eftir ups-
anum við stórari hjáveiðu av
dýrari hýsu og dýrum toski og
við stuðli úr ráfiskagrunnin-
um, og afturat hesum kom par-
trolingin, sum hevur gjørt út-
litini hjá útróðrinum sera, sera
vánalig.
Ráfiskagrunnurin er sostatt
eitt gott dómi um, hvussu hent
og mennandi tiltøk skjótt
kunnu verða oydiløgd og mis-
brúkt av politikarum, sum bert
hugsa um at sæta sær og síni
fyri ein løtuvinning, uttan at
hugsa um, at landið er bert ein
arvur, sum vit skulu umsita,
fyri seinni at handa eftirkom-
arum okkara hann.
Samanborið við teir stóru
trolararnar (við ella uttan reidi-
ligan eginpening) eru útróðrar-
bátarnir lutfalsliga ódýrir; í-
løgan fyri teir einstøku er ikki
stór, viðlíkahaldið er ikki stórt
og tað sama kann sigast um út-
reiðslurnar til rakstur.
Afturat øllum hesum kemur,
at útróðurin skaðar ikki grunn-
arnar og húkurin tryggjar okk-
um bestu stovnsrøktina.
Eisini skapar útróðurin eins
nógv arbeiðspláss sum teir
meira ivasomu risa trolararnir
við teimum monguniðurskriv-
ingum og ílegustuðlinum
hvers møguleiki er skaptur við
milliardalánum úr danska rík-
iskassanum til føroyska lands-
kassan vid trygd i skatti og av-
gjøldum hjá Føroya fólki. Við
hverjum útróðrarbáti eru 2 til 3
mans, umframt ein á landi, og
teimum aftrat koma 4 úl 6
mans, sum egna á landi, tá ið
tað er lína. So her hava risa-
trolararnir ongan fyrimun at
tosa um; als ongan.
Vánaliga stødan hjá
útróðrinum
Hóast útróðrarvinnan hevur
allar hesar fyrimunir og fleiri
afturat, fær hon ikki ta viður-
kenning, sum hon hevur uppi-
borið, tí bankarnir tykjast at
halda útróðrarflotan uttan fyri
allari niðurskriving. Eisini her
verður útróðrarvinnan latin
upp til skutls. Útróðurin kann
jú altíð fara, tí her eru tað út-
róðrarmenninir sjálvir, ið veð-
halda við húsum og allari ogn
fyri bankalánunum. Her missir
bankin ikki tað stóra — hann fær
so altíð húsini og ognirnar. So-
leiðis tykist bankahugsanin at
vera.
At bankarnir føra ein slíkan
fíggjarpolitikk er skilligt, tí teir
vilja bjarga so nógv av sínum
lánum sum gjørligt í hesum
risa-trolarum og tá ið nú lands-
kassin stendur við endan, so
ber til at finna serligar gjalds-
treytir við t.d. at leingja aftur-
gjaldstíðina. Eigararnir eru
sum kunnugt skipaðir í felag
við bert lítlum eginpeningi.
Henda stødan er bæði sið-
menningarligaog búskaparliga
skeiv. Her má vend koma í.
Men nú haldi eg at fólk yvir-
hevur eru við at fáa eyguni upp
fyri, at tann høgravenda åvirk-
anin á fiskivinnupolitikkin má
halda uppat. Ohugnaliga girnd-
in eftir at fáa, at ogna sær, at
hava so nógv sum gjørligt inn-
an fyri so stutta tíð sum gjørligt,
tykist at vera grundfest í poli-
tikkinum.
Ríkidsmið í havinum, ein
gåva frå skaparans hond til
okkum at umsita við skili, skal
alt takast beinanvegin, ongan-
tíð ov skjótt — og sjålvt um hes-
in politikkur førir beint ímóti
síni egnu undirgongd, tykjast
teir ikki at vilja helma í fyrrenn
alt er oyðið.
Politikkurin hevur stutt og
greitt gingið út uppá hesi tiltøk
landskassaveðhald, lands-
kassastuðul, landskassalán,
rakstrarlán, oljustudning, prís-
ískoyti, fløgustu8li, sanering
o.a.m.
Hesin ørskapur må stedg-
ast!!
Hvat kunnu vit gera
ella hvat er gjørt?
Fyrsta treytin fyri at vit aftur
kunnu veiða stóran og góðan
fisk, er, at fiskurin fær frið til at
menna seg.
Ymisk tiltøk eru møgulig
fyri at geva toskinum og hysini
betri umstødur til at vaksa í. Eitt
er at friða tey tydningarmestu
økini tann partin av árinum, tá
ið fiskurin er mest sárbærur.
Eitt annað er at seta bann á
økjum fyri nýtslu av ávísum
reiðskapi, serliga teir stóru
trolarunum, og so avgjørt par-
trolingini.
Eitt stig á røttu leiðina er ný-
liga samtykta lógin um at friða
ávísar leiðir kring Føroyar fyri
trolveiðu, soleiðis at útróðrar-
flotin vinnur aftur síni søguligu
rættindi og soleiðis at gytingar-
stovnarnir og tann hvíti fiskur-
in aftur fáa ein meguleika at
menna seg.
Ogeitt annað stig er lógin um
minstuløn til útróðrarmenn,
sum er ein royndarskipan.
Og at stållinuskip yvir 110
BRT ikki skulu fiska innan fyri
6 fjórðingar úr grundlinjunum.
Hetta fyri teir smærru bátarnar.
Útróðrarmenn ynskja at vera
óheftir menn við egnum bát-
um, sum teir sjálvir reka, egn-
ari útgerð og egnum arbeiðs-
skúrum.
Men Tjóðveldisflokkurin
meinar, at tað hevur stóran
týdning, at landsins myndug-
leikar viðurkenna trongu kor
útróðrarmanna og týdningin av
at hann verður mentur, so at
hann ikki kemur at standa fyri
falli.
Tjóðveldisflokkurin fer at
manna politisku støðuna hjá út-
róðrarvinnuni. Hon má styrkj-
ast við at geva hesari vinnu
sjålvstøduga umboðan í
nevndum og ráðum, sum hava
nakað við fiskivinnuna at gera.
Hans Tausen Olsen
legtingsmaður
Runavík
RIMMAR
BINGO
við hópi av
FRALIKUM
VINNINGUM
mm UM FÁAR DAGAR
Verið við frá byrjan
mYsse Øj | BLØDINI
Búgva tygum óhegliga til
bladsølu
GERIST SO HALDARAR
BEINANVEGIN
og fái blaðið frá bingo-
byrjan — eisini tað við
PLATUNI — umframt O-
KEYPIS bloðini, id eftir
eru av jan. ársfjórðingi.
Fyll út og send inn hald-
aralepan beinanvegin —
ella ring 11820
3
<
v €,5% þá g
e 2 u DE os
> a mæ
o 2 o kj Í …-
v.E%5 — DC 5
5 8 Q2DS or
8 Våd —
væ 20
Com 2”
=0 0"
D Ø
HØLU
& 2 ; É
e<g : : : :
HE50 oo : : : ;
S2g8s 2 Ps 3 3
350 PU0O On : . 4 :;
DØ . SE ; í í
LOSE Do : : : :
est? I ss sg sg.
G E EP, : : : :
<292325 SS : : : :
oe : : : :
DBESEE ER í í í í
orS 0925: : : : ;
BESES O : : - ;
UPSSTDE SEE i on
TG. — 2 . . : :
—o SED : 3
…ee =9e : Í 8 :
mg > is <=
th *. =
NN = 5533 .. FX .
=. Oo = v
TE SSO s S 2
22>- FS 200 I
Kannað postverkinum