Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RÆLSI--JAVNAÐUR-BROÐRALAG.. - - Joensen - Térfinn Smith - SE Valið í Suðurafrika Í oddagreinini í gjár nomu vit við tvey týðandi val, sum vera um okkara leiðir í hesum árinum, nevniliga løgtingsvalid og fólkatingsvalið. Serstakliga við- gjørdu vit leiklutin hjá einum komandi danskari stjórn i føroyskum og donskum viðurskiftum. Vit mettu tað vera stórt spell, at danski for- sætisráðharrin ikki hevur vitjað í Føroyum ella kemur henda vegin í hesum árinum, nú júst føroyskir| spurningar eru so nógv frammi í Danmark. Og nú føroyingar eisini hava serligan tørv á, at danskir politikarar og ikki minst stjórnarleiðarar hava so gott innlit í føroysk viðurskifti sum gjørligt. EITT annað val, sum vit føroyingar eisini eiga at geva gætur, hóast tað ikki beinleiðis fer at hava ávirkan á viðurskifti í okkara landi, er komandi valið í Suðurafrika. Men sum partur av altjóða samfelagnum eiga vit kortini at geva hesum valinum ans, tí tað kann fáa ávirkan á spenningin í heiminum sum so. Tess stórri ruðulleiki á tí annars til- afturskomna afríkanska kontinentinum, tess stórri ábyrgd fer tað at leggja á vesturlendskar stjórnir. Uppreistur og borgarakríggj í stórum parti av Afrika kann skjótt forkoma tí mesta av tí, sum eitt nú Vesturlond og altjóða felags- skapir hava verið við til at byggja upp. Tað er tí inniliga vón okkara, at koll- veltandi valið í Sudurafrika, ikki fer at elva til uppaftur stórri ruðulleika í Afrika. Tað hevur Afrika ikki ráð til, og neyvan heldur heimurin uttanum. Tvgrturímóti mugu vit vóna, at júst hetta valið fer at venda útviklinginum í Afrika sum heild, soleiðis at eitt demokratiskt Suðurafrika fer at vera slóðbrótarin og fyridømid fyri einum rættvísari og menniskjanligari Afrika. HVÍ í heila tíkið seta kykaran á eitt so fjarskotið land kundi verið spurt! Jú, tí hetta er eitt tað einasta landið í heiminum, sum heilt fram til okkara tíð, hevur praktiserað rasuskilnað í sínum almenna politikki. Og tá hetta landið sum eitt nú ein av heimsins størstu framleiðarum av gulli hevur stóra ávirkan á altjóða búskapin, so er tað greitt, at væl verður fylgt við, hvat hendir í hesum landinum. Apartheid- skipanin hevur verið mett og verður tað framvegis at vera nakað av tí mest óndsinnaða, ið ein tjóð, ið annars kallar seg siviliserad, dagliga fremur í verki. Undir hesi skipan er ein meiriluti av fólkinum - tí hann hevur svartan húðalit - vorðin kúgaður og vanvirdur av einum minniluta av vælstandandi hvítum borgarum. HÓAST Suðurafrika liggur fjarskotið í mun til okkum, so er tað ein sannroynd, at eisini føroyingar eiga sín leiklut í, at Apartheidskipanin nú so smátt er við at blíva avtikin. Altjóða boykottið av suðurafrikanskum vørum ol. hevur havt stóran týdning í stríðnum móti apart- heid. Og hesum stríði vóru eisini føroyingar við í, hóast tað tó vóru tey her á landi, sum ikki ynkstu at virða hetta altjóða boykott. Ein kann í dag siga, at hóast okkara leiklutur hevur ikki verið tann stóri, so hevur hann eisini verið partur av tí altjóða solidaritetinum við tey svertu í Suðurafrika mótvegis ti ómenniskjanligu apartheidskipanini. NÚ er tað so komið hartil, at fyrsta frælsa valið skal haldast í landinum, og fyri fyrstu ferð í søguni sleppa tey svørtu nú til at atkvøda. Tvs. at tey nú sleppa at vera vid til at avgera framtidar lagnuna hjå sær sjålvum og vera vid til at fordeila samfelagságóðarnar. Hetta er úrslitið av tí einastandandi og fyrimyndarliga dialoginum, sum hevur verið millum fremsta hvíta og svarta leiðaran. Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at hesir báðir leiðararnir hava víst so stórt skil og skynsemi í hesum sera torføra máli og at tað loksins eydnaðist teimum at áseta ein dag fyri tí fyrsta veruliga valinum í landinum, sum er seinast í apríl. KORTINI eru langt frá allir trupulleikar harvið loystir. Tvørturim6ti stendur nógva staðni til at bresta. Spenningurin millum teir hóvligu og tey víðgongdu er stórri enn nakrantíð og kann fara at seta eld í tað heila, so alt landið endar í einum blóðugum borgarakríggi. Men hetta er so tann kjansurin, sum teir báðir leiðararnir taka. Teir hava longu innsæð, at tað at lata standa til fer at verða uppaftur vandamiklari fyri framtíðina hjá hesi tjóð. Og tað er framtíðina hugsað verður um, tá de Klerk og Mandela royna at stinga ein heilt nýggjan politik út í kortið. HER er eingin vegur aftur. Tað er bert ein vegur, og tað er frameftir og tvs. fullkomin avtøka av apartheidskipanini og íverksetan av einum demokratiskum styri, har allir landsins borgarar hava líka rætt. So má tað næstan kosta, hvat tað kosta vil. Tí alt annað fer at gera kostnaðin túsundfals dýrari upp á longri sikt. Tí er tað gott, at teir báðir leiðar- arnir ikki lata seg taka av fótum av teimum mongu hendingunum, sum hava verið í seinastuni, og har víðgongdir á báðum síðum royna at gera alt fyri at forða friðargongdini. Hetta er tað sama, sum vit uppliva í so mongum gørum londum við, har minnilutabólkar - fyri at verja síni fanatisku, ódemokratisku og oftani órættvísu sjónarmið - drepa ósek menniskju. Hetta síggja vit ikki minst í Ísrael, har júst fanatisk umboð fyri minnilutabólkar báðumegin royna at forða fyri eini friðargongd, sum má koma fyrr ella seinni og sum er einasti útvegur fyri at fáa frið í økinum upp á longri sikt. LÍKA lítið sum vit kunnu taka undir við fanatiskum Hammasterroristum og orto- doksum jødum í Israel, líka so lítið eiga vit at taka undir við rasistunum á høgra- vonginum í Suðurafrika og teimum víð- gongdu svørtu, sum royna at seta kílar í friðarroyndirnar. Eitt val og annað. Legtingsvalið verður sum áður nevnt eisini í hesum árinum. Tað skulu vit venda aftur til. SOSIALURIN Varð avhelvaður Tveir ungir menn í Havn eru handtiknir fyri at hava lagt á ein drong á alfara vegi Sunnunáttina varð ein 15 ára gamala drongur álopin í Eysturbýnum í Havn. Hann varð so bukaður, at hann noyddist út á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum, men slapp kortini heimaft- ur. . Álopið varð meldað til politiið, sum mánadagin tók tveir ungar menn, og teir eru skuldsettir fyri álopið. Menninir eru ávikavist 20 og 21 ára gamlir. randi Innbrot í Fuglafirði Mánanáttina varð brot- ið inn í handilin hjá Haraldsen í Fuglafirði. Stolið er nakað av sígarettum og pengum. Ung arbeiðsleys og pensionistar At Føroya land er farið av knóranum og fólk flýggja í hópatali, er eingin ivi um. Eftir eru so bert nøkur, sum enn royna at halda skansan, hóast alt bendir á, at tey neyvan fara at megna tað. Sambært bløðunum eru 20— 25% arbeiðsleys, og eingin vón fyri framman, sambært ráðgevandi nevndini, og tó hevur hópur av pensionistum framhaldandi arbeiði, serstak- liga hjá tí almenna. Ungir menn verða sendir úl hús, meðan pensionistar, ið óivað standa leiðsluni nærri, verða verandi. Felag teirra arbeiðsleysu hevur fleiri ferðir verið frammi við uppskoi um av- loysaraskipan, og er hetta iva- leyst ógvuliga áhugavert. Um- boð fyri Arbeiðsloysisskipan- ina hevur somuleiðis nevnt um solidaritet frá teimum fast- løntu, um t.d. at taka part av pensiónsgjaldinum til hjálpar sum inngjald til skipanina. Hetta tykist somuleiðis við fyrsta eygnabrá eisini skilagott fyri vanlig fólk, men formaður Starvsmannafelagsins hevur í viðmerking greitt frá hesum viðurskiftum. Mær tykir, at leiðslurnar á teimum ymisku stovnunum (serstakliga teimum almennu) fyrst áttu at syrgt fyri at fylgt áheitanini frá løgmanni fyri 1 1/2 ári síðani, tí sum er eru fleiri pensionistar í føstum størvum, sum bæði fáa løn fyri sítt ar- beiði, fólkapensión og eftir- lønargjald samstundis, so tíðin má ivaleyst vera komin, at rudda upp innan almennu fyri- sitingina. Vónir hevdu tá kanska verið um, at onkur ar- beiðsleysur kundi komið í teirra stað, og nakrar menn- iskjalagnur høvdu verið bjarg- aðar, áðrenn Føroya land gjørdist enn fátækari fyri fólki í besta blóma, sum annars høvdu farið av landinum. Starvsfólkaleiðarar kring alt landið og øll tit, ið hava pen- sionistar í starvi, áttu at givið hesum gætur. Áheitanin frá løgmanni, um at siga øllum upp, ið eru blivin 67, samsvar- andi teimum treytum, tey nú einaferð hava, eigur at verða fylgd. Eg skal í hesum umfari lata vera við at nevna nøkur á- vís arbeiðspláss, men tey eru fleiri. Eg skal ístaðin minna á orðatakið, sum sigur, at maður kemur aftur í manns stað. Við heilsan og tékk fyri upp- tøkuna arbeiðsleysur starvsfólkamaður TILBOÐ frá LI LJ U N | DAMUKLIPP 150,- HARRAKLIPP 100,- REFLEKS 50,- Vinarliga bilegg tid! | SALONG LILJAN 7 Torfinsgøta 6 100 Tórshavn Tlf. 14768 N |} | A DC -heitsotan Láarvegur 14 - Tórshavæ- Tlf. 15828 - Fax 15893 | “ARBEIÐSHANDSKAR til øll endamál — bæði á sjógvi og landi