mikudagur 13. apríl 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ES.
Meira enn
>Hevði eg ikki verið í fall-
hjálmi, kundi eg verið
deyður í dag<. Sjey ára
gamli Tróndur Olsen í Hoy-
vík hyggur so takksamur
yvir á tann bláa fallhjálmin
á borðinum. Hjálmurin er
klovin framman.
Tróndur er altíð í fall-
hjálmi, tá hann súkklar í
grannalagnum í Hoyvík.
Tað var hann eisini hin dag-
in óhappið hendi.
»Eg súkklaði oman eftir
eini síðuggtu frá Gróthús-
vegi og skuldi taka eitt krapt
sving<, greiðir hann frá.
»Men ferðin varð so nógv,
at eg kláraði ikki svingið og
mistið tamarhaldið á súkk!-
uni. Eg datt og smekkaði
høvdid í ein stein á vegn-
um«,
Men lukkutíð. Fallhjálm-
urin tók stoytin, so høvdid
fekk ikki mein. Og súkklu-
handskarnir, sum hann altíð
er í, vardu hendurnar, sum
ikki fingu eitt skursl.
Nýggjan hjálm
>Tá eg kom heim upp-
dagaðu vit, at fallhjálmurin
var klovin framman. So
ógvusligur hevur stoyturin
verið<, greiðir hann ágrýtin
frá.
Næstu dagamar hevði
Tróndur eitt sindur ilt í
nakkanum. Men tað linnaði
skjótt, og í dag kunnu tey á
Gróthúsvegi 11 fegnast um,
at drongurin er frískur og
ferðugur sum ongantíð fyrr.
»Eg elski at súkkla<, sig-
ur Tróndur við einum stór-
um brosi >og eri eg altíð
fremst<.
Mamma Trónd fann uppá
ráð. Hon avgjørdi, at tey
skuldu lata Ráðnum fyri
Ferðslutrygd tann skalaða
fallhjálmin, sum hevði tænt
fyri seg. Afturfyri fekk
Tróndur ein spildurnýggjan
fallhjálm frá Ferðslutrygd
til gávus. So nú eigur hann
tveir hjálmar.
»Hasin er betri«, sigur
hann og peikar errin á tann
grøna. >Hann hevur tit
framman, so detti eg fram
eftir rommum, er túturin
fyri<, sigur hann avgjørdur,
sum tað sømireinum réttum
súkklumanni.
Hóast hann fyllir átta
fyrsta dagin, er Tróndur enn
so lítil, at hann ikki sleppur
út í ferðsluna einsamallur á
súkklu. So hanr: heldur seg í
grannalagnum, har eingin
ferðsla er.
Nr. 69 —
13. APRÍL 1994 Síða 15
Fallhjálmurin klovnaði. Eg kundi doyð, um eg ikki var í fallhjálmi, sigur sjey ára gamli
Tróndur í Hoyvík
Skaðar
raka hevdið
Vit fregnast, um hini
børnini brúka fallhjálm líka
trúliga sum Tróndur. Jú, tað
gera tey, sigur hann, øll sum
ein. Men, verri er við teim-
um vaksnu.
„Nei, tey brúka ikki fall-
hjålm«, sigur hann avgjørd-
ur »tey duga helst so væl at
súkkla, at tey hava ikki brúk
fyri ti«,
Taber ikki kravt við lóg at
brúka fallhjálm. Tað er upp
til hvønn einstakan av av-
gera.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
sigur, at nógv børn brúka
fallhjálm, men verri er at
læra tey vaksnu henda góða
vana. Tað er líka trupult,
sum at læra tey at brúka bil-
belti.
Royndimar visa, at ring-
astu skaðarnir, sum henda á
súkklu, raka høvdid. Tí áttu
øll at brúkt fallhjálm, og tey
vaksnu áttu av réttum at
verið børnunum ein fyri-
mynd.
Hjá unga Tróndi loysti
tað seg í øllum fórum.
»Eg var meira enn hepp-
in<, sigur tann umhugsni
súkklumaðurin. Og rætt
hevur hann. Trygd er meira
enn hepni.
Ediligur
gangari
Hann droymir
um
privatbilar, har fólkið ferðast
utta
i bussi
elti tand
eila á súkklu. Síðani asfaltið kom
fyri 20 árum síðani,
hevur Jóhan
Hendrik Winther Poulsen trúliga
súkkla teir 13 kilometrarnar til arb
eiðis
Professarin, málreinskarin
ella orðabókamaðurin. S0-
leiðis kenna vit hann best.
Men vinir og kenningar
kundu lagt eitt heiti afturat:
súkklumaðurin, Jóhan
Hendrik.
Eitt prát við magistaran á
Føroyamålsdeildini, byrjar
altíð við málinum.
>Fyrr kallaðu vit tað hjól-
hest, frá Regini Dahl hava
vit tvíhjóling, men nú hava
vit súkklað so leingi, at tað
man vera í lagi<, heldur
málmaðurin. Og á súkkluni
stevna vit so út í ferðsluna.
isturshøvil
>Súkklan er ein ediligur
gangari«, sigur Jóhan
Hendrik við alskni í rødd-
ini. »Hon er løtt at hava við
at gera, etir einki gras
(red:bensin), men krevur
bert eitt sindur av smyrju-
olju viðhvgrt<.
Fyrstu lønina Jóhan
Hendrik fekk, eftir at hann
varð liðugur at lesa, setti
hann í eina súkklu. Tað var
ein grøn Raleigh, sum kost-
aði 525 krónur. Tað vóru
nógvir pengar tá, so hann
mátti gjalda súkkluna eftir
tíggju mánaðum, minnist
hann.
»Tå vit fluttu til Kirjubøar
at búgva síðst í 60-unum,
setti eg mær fyri, at sotitt og
knapt asfalt kom á vegin,
skuldi eg royna at súkkla til
arbeiðis<. Asfaltið kom í
1973/74, og síðani hevur
hann súkklað so trúliga um
Velbastaðháls.
>At súkkla hevur verið
mín stóra yndi. Tú upplivir
alt so nógv ødrvisi, hoyrir
hvortljóð, og fært fríska luft
í lunguni. Hevur tú inniarb-
eiði, sum eg, er tað vælsign-
að at kunna koma út at røra
seg eitt sindur vidhvørt«,
sigur professarin og stingur
tummilin innum buksu-
reimina.
»fsturshøvulin plagi eg at
kalla súkkluna<, sigur hann
viðeinum brosi. >Taðer eitt
vælsignilsi ikki at verða ov
tungur á sær. Tíverri er tað
er ein sjúka sum eyðkennir
nógv fólk í dag«, leggur
hann álvarsamur afturat
Kring Norðsjógvin
Jóan Hendrik hevur eisini
verið longri túrar á súkki
uni, ella langterðu sun
hann røpar iá
i 1982 var hann samar
við soninum eina ferð kring
Norðsjógvin. Íei byrjaðu í
Scrabster og fÍyra vikur
seinni stóðu teir á keimni í
Hanstholm. 2.000 kilo-
metrar løgdu feðgarnir aftur
um bak, 100 kilometrar um
dagin. A ferðini gistu teir á
vallarheimum og hjá skyld-
fólki.
Eina aðru ferð vóru hjún-
ini við tveimum børnum á
súkkluferð í Orknoyum.
Ætlanin var at vera burtur í
14 dagar, men tey máttu
stytta ferðina, tí tað viðraði
so illa. Ur Orknoyum gekk
leiðin til Skotlands, har tey
súkklaðu framvið strondini
aftur til Scrabster.
>Eg droymi um eina ser-
liga langferð<, sigur Jóhan
Hendrik eitt sindur duldar-
fullur. Hann og ein vinmað-
ur hansara hava mangan
tosað um at farið til Galicia í
Norðurspania, har ætlanin
er at súkkla eftir eini gaml-
ari pílagrímsleið frá mið-
øld, sum kallast Jákupsveg-
urin.
>Um tað verður til nakað,
veit eg ikki<, sigur hann,
»men dreymamir kunnu
vera lika vakrir sum veru-
leikin<.
Verður Galicia-ævintýrið
Altíð á súkklu. — At súkkla er min stóra yndi. sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen í
Kirkjubó
av ongum, kann hann altíð
súkkla ein túr til dóttrina,
sum býr í Gøtu. Tann ferðin
tekur bert fýra tímar, og
hana hevur hann gjørt
mangar ferðir.
Føroyar eru eitt ógvuliga
spennandi súkkluland,
heldur Jóhan Hendrik. Nátt-
úran er fjølbroytt og tú sært
allatíðina okkurt nytt. Tú
verður eitt við náttúruna og .
ert frískur og væl fyri tá
kemur til arbeiðis.
Verður ferðin ov leiðilig
eru ráð fyri ti. Jóhan
Hendrik fer út fyri dyr, men
er aftur beinanvegin við
einum lítlum tóli í hondini.
»Gongulurt«, sigur hann
við einum skálkabrosi. >Ég
eri eri útvarpsnarkoman<,
viðgongur hann.
Alt tos um, at tað ikki ber
til at súkkla í Føroyum fyri
brekkum og ringum veðri,
heldur súkklumaðurin í
Kjrkjubø lítið um.
>Súkklurnar nú á døgum
eru so góðar, at tú klárar
lættliga einhverja brekku<.
Og við 21 gearum á stikkl-
uni vinnur hann sjálvt á
Brøttubrekku. Sitendi.
>Tað ræður um at keypa
eina góða súkklu. fløgan
kostar, men útreiðslur eru
mestsum ongar, so tað loys-
ir seg í longdini. Mín súkkla
kostaði 5.000 krónur. Fyri
somu upphædd kanst tú
fylla bensintangan 25 ferðir.
Skalt tú keypa konuni
eina gávu fyri 200 krónur,
hveppir tú teg kanska við í
hesum døgum. Men tá tang-
in skal fyllast, gert tú tað við
heilt góðari samvitsku. Bil-
urin er ein herviligur penga-
tjóvur, og tað hugsa vit
sjáldan um<.
Veðrið, heldur Jóhan
ing fyri ikki at súkkla Tað
ræður bara um at verða í
góðum klæðunum, í nylon
frá hevur til tá. Gamani,
viðhvert er veðrið so ring, at
tað ikki ber til at súkkla.
Men tá ber til at fara í bussin
og har hittur tú altíð fólk. Í
bilinum situr tú ofta einsam-
allur.
>Jú<, sigur hann stillisliga
veg droymi um eitt land utt-
an privatbilar. Men, sjálv-
andi verur tað altíð onkur,
sum má hava bil<.
Á hillini aftanfyri hann á
Kirkjubø, stendur ein lítil
bók. >Den fattige mands
bil<, kallast hon. Rithøv-
undin, Hans Scherfig skriv-
ar um, hvussu komandi ætt-
arliðini einaferð fara at
flenna at oyðslinum, tá hver
maður skuldi hava sín egna
bil.
Scherfig hevur ið hvussu
ein samhugaðan. Tað er
súkklumaðurin Jóhan
Hendrik.