hósdagur 14. apríl 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hví er tað so torført hjá fólka-
seg til sannleikan? Hann kem-
Enn nógvir
ósvaraðir spurningar
SO kom bankasamanleggingin. Men
hví kom hon kann verða spurt! Hon er
ma. eitt úrslit av teimum mongu
samráðingum, sum hava verið millum
føroyskar og danskar myndugleikar og
teimum avgerðum, sum tiknar eru hesi
seinastu árini, síðani avgjørt varð at
bjarga Sjóvinnubankanum fyri seinni
eisini at fevna um Føroya Banka.
SPURNINGURIN um fusion - banka-
samanlegging - er ikki nýggjur. Tað
hevur við jóvnum millumbili verið
frammi, at tað er alt ov nógv við fleiri
bankum i Føroyum við hvør sínari deild
í nærum hvgrjari bygd - umframt
sparikassarnar. Víst hevur verið á, at so
lítið samfelag hevur ikki ráð til at hava
hesar mongu bankarnar og hevur eisini
verið hildið fyri, at meðan aðrir partar í
samfelagnum hava roynt at rationali-
sera, effektivisera og leggja saman, so
er bankasektorurin bara bólgnaður. Men
hesum hava ikki øll verið samd um.
Víst hevur verið á vandan við banka-
monopol i og lítlari ella ongari kapping.
Vit fingu Fossbankan sum ein kapp-
ingarneyta til teir stóru bankarnar. Hann
fór á heysin og varð ikki eins og hinir
bankarnir bjargaður.
Í dag eru tað helst tey, sum spyrja, hvør
orsøkin í veruleikanum 'er til banka-
Lesarabrøv
Áðrenn ...
ur jú sum oftast fram fyrr ella
valdum politikarum at halda seinni. Tak nú kjakið millum Mortensen. Lisbeth skrivar nú
Lisbeth Petersen, býráðsfor-
samanleggingina. Er bara talan um at
fylgja við tíðini og fremja tær
skilabestu loysnirnar fyri hetta lítla
samfelagið - ella eru tað heilt aðrar
orsøkir, sum liggja til grund fyri
samanleggingini?
TAÐ eru helst nógvir føroyingar og
ikki minst tey mongu starvsfólkini, sum
gráta um samanleggingina. Eitt søguligt
kapittul hevur fingið sín enda. Men tað
er helst meira enn tað. Spurningurin er
eisini, hvat t.d. vinnulívsfólk siga til
hesa samanlegging. Er ikki vandi fyri,
at bankin fer at virka sum eitt monopol,
ið fyrst og fremst tænir sínum egnu og
ikki samfelagssins áhugamálum?
Hvussu við Fiskavirking og teirri sunnu
og neyðugu kappingini, sum tosað
hevur verið um at geva hesi fyritøkuni?
Hvønn tjans hava vinnulivsprojekt, sum
bara so mikið sum kunnu gera Fiska-
virking fortreð, at fáa fígging frá stór-
bankanum, nú hann fyrst og fremst skal
tæna Fiskavirking (les Fíggingar-
grunninum, sum so aftur eigur stór-
bankan)!
ALT hetta við bankabjarging, parta-
brævakeypi, bankasamanlegging osfr.
er komið so knappliga inn á føroyska
samfelagið, at flestu okkara klára ikki at
fylgja við. Hóast roynt hevur verið at
seta spurningar í fjólmiðlunum og á tí
politiska pallinum, so standa alt ov
nógvir spurningar ásvaraðir, og hetta
Kommunuskuldin og býráðið
mann, og partamannin Heðin
langar greinir í Dimmu um
AFTUR Í 60-INI«
leygarkvøldid 16. apríl
Í bjóðar HOTEL FØROYAR
| bakadum epli & chips
| fyri
BUFF BEARNAISE v/ sås, grønmeti,
EINANS
| | Eisini fæst okkara å la carte matskrå
Altid
vælkomin å
Hotel Føroyar
Vinarliga bíleggið borð
GÅ 17500
fremur so avgjørt ikki nakra trygdar-
kenslu. Tvgrturímóti hevur allur hesin
útviklingurin serliga á bankagkinum
ørkymlad og gjørt føroyingin tryggan.
Framvegis er ikki allur sannleikin kom-
in fram um tað, sum hendi 6. oktober
1992 og seinni eisini, tá størsti danski
bankin og helst eisini størsti makt-
faktorurin í Danmark, nærum snikka-
leysur slapp sær undan gllum sínum
skyldum í Føroyum. Tað kann vera, at
tað er ikki rætt bara at júka um tað, sum
farið er og sum ein møguliga einki kann
gera við nú, men sannleikan vilja vit í
hvussu so er hava fram og hann skal
fram, kosta hvat tað kosta vil.
DANSKI biskaparfrødingurin Lise
Lyck vitjaði í Føroyum fyri stuttum og
nam hon við nógvar áhugaverðar spurn-
ingar í sambandi við alt hetta banka-
tosið. Okkum vitandi arbeiðir hon
víðari víð hesum málum og vónandi fer
tað at hepnast henni og helst ødrum
eisini at fáa hol á: hvat hendi 6. oktober
1992 og í februar 1993 osfr. - og hví
hendi tað!
FØROYSKIR politikarar skuldu helst
aftur til Danmarkar at samráðast og
neyvan er nakar ivi um, at teir í hesum
samráðingum eiga at brynja seg út við
stórri vitan um, hvat hendi og hví. Júst
henda vitanin skal vera við til at
tryggja, at gjørdar avtalur og komandi
avtalur byggja á fair play. Tað er ikki
ÁRSAÐAFUNDUR
Ársaðalfundur Norðoya Sparikassa
verður á Klaksvíkar Sjómansheimi týs-
ov seint. Hava vit gjørt avtalur við danir
á fullkomiliga skeivum grundarlag og
hava hesar avtalur verið við til at gera
støduna í Føroyum uppaftur verri - enn
um alt fór sína nátúrligu gongd - tá
hava vit fullan rætt til at fáa hesar
broyttar so ella so.
VIT hava á hesum stað fyrr borið upp á
mál, at tað hevði einki verið meira
nåtårligt enn, at danski forsætisráðharr-
in vitjaði í Føroyum. Hetta hevur einki
við svartan sambandspolitikk ella und-
irbrotligheit at gera soleiðis sum onkur
hevur fingið tað til, tá oddagreinin í
Sosialinum nú um dagarnar varð end-
urgivin í danska útvarpinum. Vit meta
nettup, at mangt av tí, sum er hent á eitt
nú bankagkinum og sum kann hava
verið okkum til bága, kundi verið
fyribyrgt, hevði danski forsætisráð-
harrin longu havt vitjað Føroyar. Tá
hevði forsætisráðharrin kanska verið
tvingaður at mett fólki og fingið vitan
um viðurskifti, sum hann annars ikki
hevur fingið gjøgnum sínar ráðgevar
aleina, og tá hevði samrådingarstøda
okkara eisini havt kunnað verið ein
heilt onnur.
SOSIALURIN
tann drúgva eykabýráðsfund,
ið varð hildin tann 28. mars og
skrivar hon hann vardi lika til
midnátt.
Men hví vardi hann til mid-
nátt, jú, tí tann eini samgongu-
limurin, annað umboðið hjá
Tjóðveldisflokkinum, íkki
kundi meta fyrr enn kl. 10.30 á
kveldi, var upptikin aðrastaðni
segðist tað, men tað eru tey nú
so von við, atsami býráðslimur
sjáldan metir til tíðina, man
kann jú ikki einaferð gloypa
øllum, hvussu fegin man vil.
Sokl. mundi vera tætt við 23, tá
tann endaligi fundurin var, og
harfráog til midnátt er jú ikki so
langt, tað er søgan um tann
drúgva fundin, sum vardi líka
til midnátt.
Hvussu stóra ábyrgd hesir
somu býráðslimir hava við at
binda Havnar kommunu til at
gjalda ta veldugu skuld, bygda-
kommunurnar hava, er ógvu-
liga ivingarsamt.
Men aftur til Lisbeth og Heð-
in, sjálvandi er tað ein kempu-
fyrimunur at hava sjálva
»Dimmu« til pápa.
Nei, tað er so sanniliga ikki
lætt at vera borgari í Tórshavn-
ar Kommunu í dag. Og so
sanniliga ikki lætt at stýra
somu kommunu. Tað veit Jens
Marius Poulsen alt um.
Borgari
dagin 26. apríl 1994 kl. 19.00 við hesi
dagsskrá:
Val av fundarstjóra.
Formaður umsjónarráðsins gevur frágreið-
ing um virki kassans í farna árinum.
Tann grannskoðaði roknskapurin verður
framlagdur til góðkenningar.
Val av limum í umsjónarráðið.
. Val av grannskoðarum og einum ella fleiri
grannskodaratiltaksmonnum.
Uppskot um nyggjar vidtøkur og valreglur.
Møgulig onnur uppskot, sett fram av stjórn-
ini, umsjónarráðnum ella ábygdarmonn-
um.
g. Ymiskt.
Klaksvík, hin 8. apríl 1994
Umsjónarráðið
INS) Norðoya Sparikassi
Sinnisbati
Frítíðarholið í Krossgotu 15 er opið månakvøld kl.
19-22.