Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (ST) Nr. 70 — 14. APRÍL 1994 Síða 3 Dýra yvirtøka Atlantic Airways noyðist helst at lata Grøn- landsfly standa fyri tyrluflúgvingini i Føroyum Tað var ikki so einfalt, sum Atlantic Airways helt, at yvirtaka tyrluflúgvingina frá Strandferðsluni. Nú eru tvær vikur farnar, og Snípan er enn ikki farin á flog. Hvat í grundini bagir, tykist vera torført at fáa greiðu á. Sum skilst var einki í pá- standinum um, at Strand- ferðslan hevði hildið aftur nøkur pappír, sum skuldu til, fyri at Atlantic Airways kundi byrja. Tað vóru aðrar forðingar, og bæði Grønlandsfly, sum átók sær at hjálpa Atlantic Airways við at byrja, og Atlantic Airways, hava nú sgat, attey høvdu undirmett fyrireikingarnar. Atlantic Airways fær ikki loyvi til at flúgva, ti tað hevur ikki fólkið, sum skal til. Tað var heldur ikki nóg mikið, at svenski flúgvi- skiparin hjá Grønlandsfly, Ove Olsson, kom til Før- oya. Hann hevur annars øll pappirini, er sera dugnalig- ur og royndur, og tað var eisini hesin maður, sum hjålpti til, tá Strandferðslan skuldi byrja aftur aftaná vanlukkuna. Ove Olsson kom til Før- oya, men hann fór avstað aftur, tí alt var ikki í lagi. Grenlandfly skal flúgva Sum skilst er tað Grøn- landsfly, sum vegna At- lantic Airways nú sekir donsku flogferðslumynd- ugleikarnar um loyvi til tyrluflúgvingina í Føroy- um. Fólkini ikki góðkend Fólkini hjá Atlantic Air- ways verða ikki góðkend av donsku flogferðslumynd- ugleikunum, tí ein hevur ongar royndir í sivilari tyrluflúgving, ein kann vera Landsstýrið vildi, at Atlantic Airways skuldi yvirtaka Eyrluflúgvingina, men 18 var ikki so einfalt, sum Atlantic Airways helt stýrimaður, men ikki skip- ari, ein, sum flýgur við flog- farinum hjá Atlantic Air- ways, vil ikki standa við ábyrgdini. Ein nýggjur er, sum ikki hevur royndirnar. Trupulleikarnir hjá At- lantic Airways við at koma í gongd kostar ikki føroyska flogfelagnum einki, tí flog- skipararnir hjá Grønlands- fly eru væl løntir og skulu havasamsýning hareftir fyri at koma til Føroya. Fyrst var Ove Olsson her, og nú koma tveir mans aftrat. Menninir skulu hava 40.000 krónur um vikuna. Atlantic Airways væntar at kunna taka tylruflúgving- ina uppaftur í seinasta lagi um vikuskiftið. Heri Mortensen, stjóri í flogfelagnum var ikki at hitta í gjár. randi Arbeiðsloysisskipanin: Framvegis eingin loysn Stødan er tann sama: Landsstýrið hevur vil ikki taka lán, og stýr- ið fyri Arbeiðsloysisskipanina vil bara læna ein part av pengunum Í allan gjár kimaðu tele- fonirnar á Arbeiðsloysis- skipanini, ti arbeiðsleys vildu hava at vita, hvørii útlit eru til, at tey fáa sínar pengar hesa vikuna. Men tey kundu íkki fáa nakað svar. Á Arbeiðsloys- isskipanini vistu starvs- fólkini einki at siga, tí har ov líuð av pengum í kass- anum til útgjaldið hesa vik una. Nakrar milliónir eru tøkar, og ikki var greitt, um arbeiðsleys fáa ein part av pengunum, ella tey mugu bíða. Stýrið segði til fyri stutt- um kortanei til at taka nakað lån, tí stýrið heldur ikki, at skipanin kann taka meira skuld á seg. Men sum eina semings- loysn gekk stýrið so kortini læna 24 mió. n treyað av, at útvegar tær írestandi 24 milliónirnar. Heimild Týsdagin við ul at krónur, me land in 1anNUSSLYTIO svaraði lands- stýrið stýrinum, at tað sam bært avtaluni við donsku stjórnina ikki kann veita ALS beinleiðis stuðul úr landskassanum, og at danska stjórnin má geva landsstýrinum heimild til at taka upp lán. T.v.a., sígur landsstæyrið, at tað íkki hevur heimildina at taka lán úr føroysku peningastovn- unum. Høgni Joensen, formadur í styrinum fyri Arbeiðs- loysisskipanina, sigur, at landsstýrið hevur heimild til at taka lán. Heimildina hevur landsstýrið tryggjad sær við lóg, so tað skuldi ikki verið nøkur forðing, um landsstýrið vildi taka lánið. Landsstýrið ger í bræv- inum ul stýrið enn einaferð vart við, at landsstýrið hevur heimild til at veð- halda fyri láni, sum stýrið tekur. Tað merkir, at um skipanin við galdandi út- gjaldingarháttinum íkki megnar afturgjøldini av lån- unum, so leggur landskass- in út, og landsstýrið hevur ikki skyldu til at krevja pengarnar innaftur beinan- vegin, verður neyðugt at leggja út. Fast grundarlag Annars heldur landsstýrið tað vera ein fyrimun, um inntøkugrundarlagid, sum útgjaldið verður roknað út eftir, verður fast í staðin fyri at minka sum nú. Hetta ætlar landsstýrið nú at kanna. Til seinast sigur land- sstýrið í brævinum til stýrið, at stýrið og landsstýrið eiga at fylgja betur við fíggj- arligu gongdini hjá skip- anini, og at meira eigur at verða gjørt fyri at troyta møguleikamar fyri arbeiðs- skapandi tiltøkum. Høgni Joensen vildi fyrra- partin í gjár ikki gera nakrar viðmerkingar til svarið frá landsstýrinum. Stýrið hevði fund seinnapartin í gjár. randi sagt seg frá Nevndin fyri Atlantic Airways er trimanna- nevnd, men nú hava tveir teirra sagt seg frá, vildu góðar keldur í gjár vera við. Teir báðir, sum hava sagt seg úr nevndini, eru formaðurin John Dan- ielsen og Heri Niclasen, sum er deildarstjóri á Smyril Line. Tað eydnaðist í gjár Farnir úr nevndini Tveir av trimum i nevndini | fyri Atlantic Airways hava ikki at få hesi tíðindi váttað frå leiðsluni i | flogfelagnum. Heri Niclasen vildi sum meinigur nevndarlimur ikki siga nakað. For- maðurin John Danielsen hevði onga viðmerking og vildi hvorki vátta ella avsanna tíðindini. John Daniensen vísti til stjór- an, sum ikki var at hitta. randi SuðurstreymoyardJavnaðarfelag LANDSSTEVNU VEITSLAN 94 verður LEYGARKVØLDID 16. APRIL, KL. 19.30 í HB-húsinum Rare í seinasta så 14. ap á tlf. 15808 ella tlf. 16369 - KAR MEL IST PE Se rs TS ASSSSSOS SSR SRS I SR SEGS Legg til merkis: rættaður KOSTNAÐUR: Per: Stok: Pensionistar: 150,- 100,- 75,- EA