hósdagur 14. apríl 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 70 — 14. APRÍL 1994
Heimkendi ferðavinnustjórin í Bergen, Ola Hiis Bergh (í midjuni) vitjaði í Føroyum fyrst í vikuni. Til vinstru stend-
ur fóroyski umboðsmaðurin hjá Smyril Line í Noregi, Helge Evensen og til høgru, Heri Niclasen, leiðari á ferða-
mannadeildini hjá Smyril Line. Mynd: Kalmar
Heri Niclasen á Smyril Line:
Bert samstarv
evur úrslit
— Orsøkin til at ferða vinnan gongur so væl eitt nú í Bergen er at
allir partar innan vinnuna samstarva tætt, sigur Heri Niclasen
Smyril Line ætlar í summar
at styrkja munandi um
rutuna millum Bergen og
Føroyar. Tilboðini verða
økt og fleiri serlig tilboð
verða á hesi leiðini.
Heri Niclasen var eisini á
tíðindafundinum sum Ola
Hiis Bergh „ ferðavinnu-
stjóri í Bergen helt á Hotel
i
Føroyum fyrst i vikuni.
Hann heldur at føroyingar
havanakad at læra av ferða-
vinnuni í Bergen.
— Samstarv á øllum økj-
Løgmaður her á fundi i fiskivinnunevndini. Hon letur seg ikki ávirka av hóttanunum hjá manningarfeløgunum
um innan vinnuna hevur
givið sera gott úrslit í Berg-
en og hesum mugu vit
leggja okkum meira eftir,
sigur Heri Niclasen.
A
Fleiri við báti
í ár til Noregs
Stórt ferðalag hevur tikið av
bíliga tilboðnum hjá Smyril
Line
Í fjør legði Smyril Line fyri
at bjóða føroyingum ein
nýggjan máta at halda frí
uttanlands, og tað var at
gera bátaferð í norska sker-
garðinum.
Eit føroyskt ferðalag
royndi tilboðið og læt væl at
ferðinum við áttamannafari
sínum.
Smyril Line hevur nú
fingið bílegging frá einum
stórum ferðalagi, ið ætlar at
fara til Noregs aftaná jóan-
søku við trimum seksær-
ingum.
Hetta er ein einfaldur og
bíligur máti at fáa nakað
burturúr summarinum.
Tey fara við Norrønu,
sum tekur bátin upp á dekk-
ið og setir hann aftur á sjógv
við krana í Bergen, har báta-
ferian so byrjar
Fólkini avgera
hvussu leingi tey sigla við
bátinum, og hvagar tey fara
Smyril Line útvegar góð
siglingarkort og yvilit yvir
havnir, har tey kunnu leggja
inn.
Ferðin kostar í lágárstíð
5.500 krónur fyri bát og fýra
fólk aftur og fram við
Norrønu í 4-koyggjukam-
ari. Á hægstu summartíð
kostar ferðin 7.500 krónur.
sjálv,
— Hjá Norrønu er tað ser-
liga á rutuni til Esbjerg at
nógv fólk ferðast. Taðer eitt
sindur torført at seta prísin
niður á eini yvirfyltari rutu,
um ein hugsar um at vinna
pening. Men vit fara at geva
fleiri tilboð, har tað ber til at
ferðast yvir Bergen til
Danmarkar. Á tann hátt
rokna vit við at fáa fleiri
fólk á hesa rutu, sigur Heri
Niclasen.
Norðmenn eru raskari at
vitja Føroyar enn føroy-
ingar Noreg. Í fjør vitjaðu
7000 norðmenn Føroyar,
talið av føroyingum hinveg-
in er heldur minni.
Umboðsmaðurin hjá
Smyril Line í Bergen,
Helge Evensen sigur, at
Bergen er ikki longur ein
dýryr býur at ferðast í.
Broytingar í kursinum hava
ført til at ein norsk króna
hevur bert 80 oyri í virði í
mun til donsku krónuna.
Í fjør bjóðaði Smyril Line
føroyingum at taka bátin við
til Noregs og síðan kundu
teir sigla í norska
skergarðinum. Tilboðið
fekk ikki stóra undirtøku,
bert ein tók av. Men Heri
sigur, at hetta er besta
summarfritid hesin hevur
havt.
jústinus
Styrkis-
Málið um broytingar í
inntøkutrygdini hjå
fiskimonnum er endað
sum ein styrkisroynd
millum Tinganes og løg-
tingið á aðru síðuni og
manningarfeløgini = á
hini.
Týsdagin varð upp-
skotið um at rokna dag-
studning bert frá einum
fiskiparti samtykt við
aðru viðgerð í tinginum.
Málið var beint aftur í
fiskivinnunevndina og
hendan nevd skal við-
gerða uppskotið til tað
kemur til triðju og sein-
roynd
astu viðgerð væntandi í
morgin.
Óli Jacobsen hevur
boðað frá, at verður
uppskotið samtykt so
fara manningarfelggini
at stevna landstýrinum
so skjótt sum lógin er
kunngjørd. Óli heldur at
talan er um eitt nýtt
uppskot og tí kann ikki
verða talan um at senda
tað beinleiðis til aðru
viðgerð. Ein stevning vil
seinka at lógin kemur í
gildi.
jústinus