hósdagur 14. apríl 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin | Nr. 70 — 14. APRIL 1994 Síða5
Jéan Hendrik Djurhuus, skipari:
Vit verða tvingaðir
uttanlands at selja
—Fiskaprisirnir eru so vánaligir í Føroyum, at tað loysir seg væl at
selja uttanlands, sjálut um 10 prosent fara av áðrenn vit kunnu
tosa um nettoprís, sigur skiparin á Skansatanga
Beint eftir páskir seldi
Skansatangi í Scrabster og
trolarin hann samtrolar Ko-
lumbus vid seldi í í Skot-
landi. Teir høvdu fiskað í
átta dagar og høvdu til-
samans 225.000 pund. Hesa
veiðunggd seldu teir fyri
71.000 pund, ella góðar
700.000 krónur.
— Tíggju prosent fara av í
ymiskum útreiðslum til
søluna, men hóast hetta so
fingu vit munandi betri prís
enn um vit høvdu selt í Før-
oyum. Leggjast skal afturat,
at hetta er ikki besta tíðin at
selja í Bretlandi, sigur Jóan
Hendrik Djurhuus, skipari á
Skansatanga.
— Upsaprísurin er í botni í
Føroyum og tað fæst mun-
andi meira fyri upsa bæði í
Skotlandi og í Íslandi. Fleiri
trolarar fara í framtíðini at
landa í Íslandi. Tað er bert
eitt hanagleiv yvir á Horna-
fjørdin, sigur Jóan Hendik
Djurhuus.
— Eg haldi Fiskavirking
steinsvevur. Vit høvdu ikki
farið niður á páskum, um
Fiskavirking kom við
einum boði, sum fekk
okkum at setast aftur. Eg
skilji heldur ikki at fiska-
keyparar í okkara granna-
londum kunnu fáa handilin
at ganga upp við at geva
okkum betri prís, tá Fiska-
virking ikki fær hetta at bera
til. Íslendarar hava longri
tein á europæiska markn-
aðin enn føroyingar og har
fæst í løtuni betri prísur,
sigur Jóan Hendrik Djur-
huus.
— Tað er ongin ivi um, at
vit høvdu selt i Føroyum um
upsaprisurin og hysupris-
urin hevdi verið betri, sigur
hann.
Tvungna uppbodssøl-
an riggar als ikki
Jéan Hendrik Djurhuus er
ikki serliga fegin um, at
hann vid låg er tvingadur at
selja triðingin av veiðuni
gjøgnum tær alment góð-
kendu uppbodssølurnar.
— Í veruleikanum er, eins
og í gomlum døgum, ein
fastur prísur á upsa.
Fiskakeypararnir eru samd-
ir um ein minstaprís. Bjóða
tú fimm oyru yvir minsta
prísin so sleppur tú ikki av
við fiskin og tú verður
noyddur at fara niður á
minstaprís, sigur Jóan
Hendrik Djurhuus.
— Eg haldi, at føroysku
myndugleikarnir mugu
gera nakað um ikki meg-
inparturin av trolarunum fer
uttanlands at selja. Í løtuni
fara bátarnir so dundrandi á
húsagang av at selja í
Føroyum. Tað er ikki bara
prísirnir sum eru lágir í
Føroyum. Neyðug útgerð til
skipið er eisini ovurhonds
dýr. Vit bunkraðu í Skot-
landi 32.000 litrar av olju
fyri 110 oyru fyri liturin,
sigur Jóan Hendrik Djur-
huus.
Av hevuðsskrivstovuni
hjá Statoil í Havn verður
upplýst at liturprísurin av
olju til vanligar trolarar er
145 oyru fyri liturin.
- Um vit hugsa um
hvussu stutt tað er at sigla á
marknaðin í Skotlandi og í
Íslandi, so haldi eg at
. +
i 1u8308
føroysku fiskakeypararnir
eiga at hugsa seg ålvarsliga
um, skulu teir fåa fisk i
framtíðini. Tað eru ikki
meir enn 160 fjórðingar ella
18 tímar aftur á fiskileid á
Munkagrunninum, selja vit
í Skotlandi, sigur Jóan
Hendrik Djurhuus, skipari.
jústinus
Góð 300 starvsfólk í
samanlagda bankanum
vóru á fundi á Hotel
Borg tyskvøldid. Fund-
urin byrjaði klokkan
sjey.
Leiðslan í nýggja
Føroya Banka hevði
tíkið stig til fundin.
— Vit greiddu starvs-
fólkunum frá fusíónini,
samanleggingini og
greiddu neyvt frå hvussu
deildarnetið fór at verða
umskipað. Vit greiddu
eisini frá uppsagnunum,
sigur Jórn Astrup Han-
sen, stjóri í nýggja Før-
oya Banka.
— Tað varein ógvuliga
Starvs-
fokini
å fundi
ålvarsamur fundur og
tað er ikki so legið, tí
uppsagnirnar liggja fyri
framman, sigur Jørn
Astrup Hansen,
Øll, sum verða upp-
søgd, fáa brævid 27
april.
Tíðindablaðið Sosial-
urin frættir frå ålitandi
keldum, at talid lættliga
kann koma uppå 130
fólk sum verða uppsøgd.
Hetta kemst av at mong
arbeiða í bankanum
hálva tíð og talið 85 er
heiltidarstørv. Stórar
umflytingar eru í bank-
anum av starvsfólki í
løtuni, jústinus
TILBOÐ
TILBOÐ
TILBOÐ
STÓRT
| URVAL AV
„SKERMUM
AVSLÁTTUR #30%
;3 SPOTS il loft & vegg
| — AVSLÁTTUR =20%
Nógvarn Ýggjar
lampur
heimkomnar
LAMPUBUDIN
Dr. Jakobsensgøta 9 — Tlf. 17303