hósdagur 14. apríl 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 70 —14. APRÍL 1994
45 minuttir — trý korter av skomm
Fyri stuttum varð send
ein sending um føroysk
viðurskifti í danska
sjónvarpinum. Tað fall
tíverri mongum føroy-
ingi fyri bróstið, og
loyvi mær tí at koma við
hesi viðmerking.
Hvussu nógva skomm
skulu vit føroyingar verða
vitni til, og hvussu nógv
skulu vit taka afturat, áðr-
enn vaksið fólk kennir á-
byrgd av sínum gerðum, og
drypir høvur fyri borgarun-
um og bidur mirdiliga um
fyrigeving
29. mars høvdu tveir
menn, sum eiga høvudså-
byrgdina av okkara van-
lagnu, høvi at greida frå sin-
um sjónarmiðum, ella verja
sína skuld, um man vil, í
donsku sjónvarpssending-
ini 45 min. Uttan at sýna
angur, uttan at føla åbyrgd,
hóas teir innleiddu við ti,
valdu teir at sýna sína van-
virðing fyri ti vanliga før-
oyinginum, teimum, teir
hava sent frá húsi og heimi,
teimum, teir hava sent í út-
legd, teimum ungu, hvørs
framtidarmøguleikar teir í
Føroyum hava sorlað, og
teimum eldru, hvors familj-
ur teir hava sent av landin-
um. Atli Dam og Jógvan
Sundstein eru menninir. Illa
mæltir, tó við einum ferðili
av samvitskubiti, royndu
teir at skúgva ábyrgdina til
síðis.
Skalt tú, Atli Dam, halda
fram við at fortelja fólki, ið
sita inni við konkretum
upplýsingum, at tú ikki hev-
ur ført vina- og kenninga-
politikk, og hvat harav til-
hoyrir. Skalt tú i ramasta
álvara billa dønum og tør-
oyingum inn, tað sum fleiri
og fleiri vita, at tú ongi lík
hevur í lastini? Hvussu
arrogantur og hástórur skal
man hava loyvi til at vera?
Eitt er tað tú hevur gjørt av
beinleiðis skaða móti tí før-
oyska fólkinum, men við
hasi sendingini legði uttan
himpr stein oman á byrðu.
Minst til, at sjálvt um tú ikki
hevur slíkar kenslur, so eru
vit framvegis fleiri føroy-
ingar, ið kenna ábyrgd fyri
okkara landi.
Tín starvsbróður í svans-
inum tykist heldur ikki enn
at hava fatað ålvaran i stød-
uni. Fyri opnum skermi av-
noktadi Jógvan Sundstein
sin dupultmoral. I sendingi
nevnir Sundstein, at hann
var vid til at innføra ta
tvungu uppsparingina, fyri
at tålma nytsluni. Til upp-
lýsingar skal nevnast, al
hendan uppsparing, sum
man tók frá vanligum borg-
arum, tilsamans gav lands-
kassanum umleið 89 mill. Í
somu handavending seldi
grannskoðaravirkið hjá
Jógvani Sundstein, saman
við ødrum grannskoðara-
virkjum, skattafidusir í ár-
unum 88-90, sum høvdu
sín uppruna í skattafrådrøg-
um, fyri 2.000.000.000,- kr.
Ja, rætt er tað, 2 milliardir.
Hvør av hesum 2.000 milli-
ónum góvu ein skattalætta
upp á uml. 37.000,- kr. Ja,
spegla tær í dupultmoralin-
um, Jógvan Sundstein. Eitt
er vist, tú hevur ongantíð
vent tínum klientum bakið,
hóast tað kostaði tí meiniga
borgaranum dýrt. So mátti
samfelagið Føroyar heldur
koma í aðru rød. Kanska tú
eisini kundi upplýst hvussu
nógvar milliónir, út yvir
prísin, ið læntur var til
bygningin? Men tað eru
kanska eisini hini, ið lúgva
Tíðindablaðið GSK)
so illa upp á meg, soleiðis
sum tú royndi at fjala tín
dupultmoral í sendingini.
Onkur vil koma inn upp á
korruptión, men tað sum
hevur verið normalt hjá
landsins politikarum, kann
kanska vera eitt feitt. Ella
hvat?
Skommina sær tað út til,
at bara vit skulu bera. Uttan
at blunka ætla teir at halda
fram. Eg ivist ikki eina løtu,
at bådir eiga uml. 400 at-
kvødur í part frå sínum
vina- og kenningapolitikki,
so samfelagið skal gera seg *
út til, minst nøkur ár afturat,
at bera teimum breyð inn
um dyrnar. Eitt dýrabært
samfelag, teir eftir fáum ár-
um hava týnt, eina sjálvre-
spekt hjá einum fólki, teir
hava knúst og eina framtíð
hjá eini tjóð, sum liggur í
skeljasori. Vit mega bert
vóna, at fortíðin og vanligi
moralurin hjá fólki stødgar
teimum og gllum hinum,
áðrenn tímaglasið er runnið.
Kristin Vestergaard
Høglbyrsa
tikin
Úr útróðrarbátinum
Guðrið, sum roynir út
av Oyndarfirði, er ein
høglbyrsa tikin.
BILLUTIR
útvegast til
FLEST ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
TIL. Fax.
21605 21666
Vinkonur hava
felags framsýning
Tríggjar íslendskar listakvinnur lata í morgin
upp framsýning í Norðurlandahúsinum
þ;
Få
Í morgin letur listafram-
sýning upp í Norðurlanda-
húsinum. Taðeru tær tríggj-
ar listakvinnurnar Bjørg
Thorsteinsdóttir, Jóhanna
Boga og Valgerður Hauks-
dóttir ið vísa fram tekn-
ingar, málningar og grafikk.
Tær tríggjar hava kenst í
nógv ár, men er hetta bert
aðru ferð tær stilla út saman.
Fyrru ferð høvdu tær fram-
syning í Svøriki.
„ Sum sagt eru tær allar
Íslendskar, men tær hava
verið um allan heimin og
útbúgvið seg, t.d. í Amer-
iku, Svøriki, Fraklandi,
Íslandi og Tysklandi, so tær
eru veruligar heimskvinn-
ur
Men hvat fær tær so at
koma til litlu Føroyar at |
stilla út? Jú, tær vóru stutt
og greitt innbodnar, og tá ið
ongin av teimum hevði ver-
ið í Føroyum áður, so tóku
tær av.
Framsýningin letur upp kl.
17.00 í morgin og verður
opin allar gerandisdagar frá
kl. 10.00-18.00, og sunnu-
dagar frá kl. 14.00 - 18.00,
og verður hon opin til og við
15. mai.
Lovisa
Tær tríggjar íslendsku
listakvinnurnar, frá
vinstru: Valgerður
Hauksdóttir, Bjørg
Thorsteinsdóttir og
Jóhanna Boga
Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum:
Villar nætur
i Paris
Filmsfelagið sýnir sunnu-
kveldið kl. 20.00 filmin
»Villar nætur« í Sjónleik-
arhúsinum. Filmurin er
um ungan mann, sum hó-
ast hann er HIV-positiv-
ur, livir vilt náttarlív í
París. Leikstjórin Cyril
Collard doyði sjálvur av
AIDS tríggjar dagar ådr-
enn filmurin > Villar næt-
ur< varð frumsýndur í
Fraklandi.
Ein skuggi
í blóðinum:
Jean er 30 ára gamal og
fotografur. Hansara kær-
leikslív er alt annað enn ein-
falt, hann elskar ta 17 ára
gomlu Lauru (Romane
Bohringer), og er góður við
tann 20 ára gamla Samy
(Carlos Lopez). Samstund-
is rekst hann úti um nætur-
nar, og hevur tilvildarligt
samband við bæði menn og
kvinnur.
Men Jean hevur skert
flog, hann er HIV -positivur.
Hann nevnir hetta ikki fyri
Lauru fyrstu ferð, tey eru
saman, kanska hevur hann
smittað hana, kanska ikki.
Men Laura er bergtikin av
Jean, og er ti tilreiðar at
velja kærleikan og kanska
eisini deyðan saman við
honum.
Sjálvslýsing
leikstjórans:
Filmurin >Villar nætur«
vakti miklan ans, tå hann
varð frumsýndur í Fraklandi
í fjør. Filmsleikstjórin Cyril
Collard hevði sjálvur
leiklutin sum Jean, og var
hetta einasti spælifilmur
hansara. Cyril Collard
doyði av AIDS tríggjar dag-
ar áðrenn filmurin varð
frumsýndur, bert 35 ára
gamal.
Villar nætur er bygdur á
skaldsøgu Collards, sum er
ein sjálvslýsing og ein mynd
av samleikatrådandi ung-
dóminum í Paris. Í mars
mánaða í fjør fekk filmurin
Cesar virdislønina „sum
besti franski filmur tað árið
og Romane Bohringer vann
eisini prís fyri leiklut sín
sum tann unga Laura.
TEKJUTRUPULLEIKAR
- Ikki við Hertalan EPDM
v Reint gummi - einki PVC
wW 100% tott
wW Elastisk frå +50 til +150
VW 15 ára trygdarvåttan
Vegil. prísur ålagt
v/ trygdarvåttan
Kr. 170-220/m? (u. MVG)
Nærri upplýsingar og
óbindandi tilboð
FINNUR SIMONSEN,
Timburmeistari
Borgartún 4 - 160 Argir
Tlf. 14549 — 87549 — 84549