Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 70 — 14. APRIL 1994 Síða7 POLITID KANNAR Danski fotografurin Kitty Reedorf úr Odense og føroyska modellin Bergtóra Poulsen úr Klaksvík avmyndaðar, tá Kitty Reedorf hevði fingið heidurslønina fyri myndina av Bergtóru, id er tikin oman fyri Vidareidi Mynd av føroyskari modell vann stora Kodak-fotokapping Danski fotografurin Kitty Reedorf vann Kodak Gold Award fyri norður- lendskar fotografar við mynd av modellini Bergtóru Poulsen úr Klaksvík. Vinnandi myndin varð tikin oman fyri Viðareiði á páskum í fjør Tað er ikki á hvørjum degi, at myndir, ið eru tiknar av føroyskum fotomodellum, fåa heidursplåss i kapping- um f londunum rundan um okkum. Men av og å hendir tað so kortini. Á páskum í fjør vóru tveir danskir fotografar, Kitty Reedorf og Ib Larsen úr Odense, i Føroyum fyri at hava skeið við føroyskum fotografum, og samstundis nýttu tey bæði høvid at taka nakrar myndir sjálvi saman við føroyska fotografinum Per å Hædd, id eisini legdi Kitty Reedorf og Ib Lar- sen vid sinum vinnara- myndum í kappingini hjá Professionelle Dan- ske Fotografers Club í sambandi við 20 ára há- tíðarhaldið í mars. Frá vinstru Mogens Gabs frå Gabs Foto í Tønder, amerikanski dåmarin i kappingini, Hellen Bo- ursier, Kitty Reedorf og Ib Larsen. Myndin vin- strumegin er av Vivian Andreasen i Havn, og hana hevur Ib Larsen tikid i fotoatelierinum hjå Per å Hædd i Havn høli til skeidid, sum var i atelieri hansara i Havn. Tvær av hesum myndun- um havanú vunnið heidurs- lønir í fotokappingum niðri — myndin hjå Kitty Reedorf av Bergtóru Poulsen úr Klaksvík vann Kodak Gold Award fyri norðurlendskar fotografar og myndin hjá Ib Larsen av Vivian Andrea- sen vann kappingina hjá Pro- fessionelle Danske Foto- grafers Club í sambandi við 20 ára hátíðarhald. Tann dagin, Kitty Ree- dorf fekk heidurslønina, var Bergtóra Poulsen í Odense og vitjaði systir sína, so tær fotografurin og modellin fingu tå høvi at hittast aftur. Tær báðar modellirnar, Bergtóra Poulsen og Vivian Andreasen eru forrestin eis- ini systkinabørn, so óivað liggur til familjuna at hava góða fotografiska útsjónd. Tað, ið serliga hugtók teir báðar donsku fotografarnar, var skiftandi føroyska ljós- ið, og tað hava teir so fingið brúkt so mikið skilagott, at ikki færri enn tvinnar heið- urslønir spurdust burturúr. Vinnaramyndirnar = av Bergtóru og Vivian fáa báð- ar sera góð skoðsmál fyri serliga høga dygd. bj. FRAM- VEGIS MORÐIÐ Tveir mans hava verið i Føroy- um og avhoyrdu tey avvarðandi hjá 44 ára gomlu kvinnuni, ið 46 ára gamli maður hennara er skuldsettur fyri at hava tikið av døgum friggjakvøldid 3. mars Týsdagin var varðhalds- fongslingin hjá einum 46 ára gomlum manri, ið er skuldsettur fyri at hava tikið 44 ára gomlu føroysku konu sína av døgum í Skybby fríggja- kveldið 3. mars, longd við fýra vikum til týs- dagin 10. maí. Politiið í Frederiks- sund arbeiðir í stórum álvara við málinum. Enn eru kanningarnar ikki komnar so langt, at ákærurit kann skrivast, men sambært kriminal- politistinum Michael Sørensen væntar politi- ið í Frederikssund um fýra vikur at vera komið sera langt við kanning- unum, so málið tá fer at nærkast endanum. Verið í Føroyum Tveir mans hava verið í Føroyum og avhoyrt fleir av teimum avvarð- andi hjá 44 ára gomlu kvinnuni. — Vit gjørdu fleiri av- hoyringar, tå vit vóru í Føroyum, sum eru við til at kasta ljós yvir málið, sigur Michael Sørensen. —Men burtursæd frå at hava fingið fleiri upp- lýsingar at arbeiða við, so eru hesar avhoyringar ikki beinleiðis við til at uppklára málið, tí tað eru bert tveir persónar, ið vita nakað um, hvat hendi hetta kvøldid — og tað eru 44 ára gamla kvinnan og 46 ára gamli maður hennara, ið situr fongslaður. Og av tí at maðurin ikki hevur við- gingið nakað, noyðast vit at byggja arbeiðið á tær kanningar, vit hava gjørt — bæði læknaligar og tekniskar. At vardhaldsfongsl- ingin týsdagin enn eina- ferð varð longd, gevur tó eina ábending um, at tað errættiliga tungtvigandi próvtilfar, politiið hevur funnið fram í málinum. Tann 46 ára gamli maðurin varð fongslað- ur, eftir at kanningar av 44 ára gomlu kvinnuni vístu, at hon ikki — sum hann hevði sagt teimum, ið komu á staðið — var dottin, men at hon varð kvald. hj. Umsøkjarar til midnåmsutbugvingar i 1994 Uppsøkjarar til miðnámsútbúgvingar- nar í 1994 fáa boð frå tí skúla, har teir eru tiknir upp, í seinasta lagi 27. april 1994. Landsskúlafyrisitingin