fríggjadagur 15. apríl 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sambandið “endur-
nýggjar" seg !!!
MANGT bendir á, at valstríðið undan
løgtingsvalinum í november longu er
byrjað. Í hvussu so er eftir
Fimmaranum at dóma. Og tað sær ikki
mætari út, enn at vit fáa at sera hart og
hvassorðað valstríð - sambært somu
útvarpssending - har ein av
aspirantunum hjá sambandsflokkinum
legði út við síni fyrstu valrødu.
VIT hava í seinastuni umrøtt fleiri týð-
andi val í gðrum londum, eitt nú í
Danmark og í Suðurafrika - val sum
beinleiðis og óbeinleiðis hava ávirkan á
og týdning fyri okkara lítla samfelag.
Men fyri føroyingin man tað helst vera
júst løgtingsvalid í heyst, sum hevur
størsta åhugan, hóast tað at veljara-
kanningar vísa, at áhugin fyri einum
vali í Føroyum ongantíð áður hevur
verið so lítil.
LÍTIR tú tó kring teg, so er virksemið
stórt og økist fyri hvønn dag, har teir
politisku flokkarnir hvgr í sær skipa fyri
landssfundum og landsstevnum. Hesar -
saman við uppstillingarfundunum kring
landið - hava verið eitt slag av start-
skoti til valstríðið, og mangt bendir á, at
ikki minst størsti andstøduflokkurin,
sambandsflokkurin, hevur lagt allan
konstruktivan andstødupolitikk å hillina
og istadin er farin at markera seg - reint
persónliga. Hetta hoyrdu vit eisini í
sama Fimmara, har tveir framstandandi
sambandsmenn áttu stóran part av
tíðini. Lítið er at ivast í, at hesir báðir
fara at vera við til at mynda henda flokk
til komandi val. Meðan annar er nýtt
stjórnuskot á sambandshimmalinum
hevur hin - og tað er Vágadal - áður
roynt seg sum valevni hjá flokkinum.
Og tað munnnu vera fá javnaðarfólk,
sum ikki minnast sera niðurgerandi og
haturfullu greinar hansara í Dimma-
lætting, tá valið skuldi vinnast uppá
kontoina at útrópa allar javnaðarmenn
til heidningar. Vit minnast hvussu
Vágadal og Wurmbrand tá, lið um lið,
vórðu brúktir í vælsmurdu propaganda-
maskinuni hjá sambandinum.
MEN ikki nóg mikið við tí. Sama
sambandið, sum hevur sagt seg vera
einasta alternativ til rikna politikkin og
Lagt er upp til
åhugaverda
landsstevnu
sum skal vera ein endurnyggjan av
politikkinum, vartar nå eisini upp vid
einum av sínum gomlu høvdingum,
sum tykist farin at ganga aftur.
Fyrrverandi sambandshøvdingin Pauli
Ellefsen, sum fyri nøkrum árum síðani,
slapp sær undan øllum upptakinum eftir
m.a. sínum egna politikki fyrst í 80-
unum - tá lunnarnir vórðu lagdir undir
yvirupphitinginga - kemur nú - og
sjálvandi við Pilatusvaskaðum hondum
- sum tann nýggi frelsarin hjá
endurnýggingarflokkinum
sambandinum. Og ikki hevur hann
meira enn latið munnin upp fyrr enn vit
hoyra sama gamla opportunistin, sum
bara hevði eittans til endamál í
endaleysa orðavavstri sínum, nevniliga
“Skeg og balladu”. Hetta er nú
maðurin, sum “serigst" skal mynda
“nýggja" politikkin hjá tí gamla
sambandsflokkinum.
FØROYA fólk, sum sambært ávísar
veljarakanningar, tykjast at tysja til
sambandsflokkin, hava nú fingið sann-
leikan um henda flokkin at vita. Flokk-
urin, sum segði seg standa fyri eini
endurnýgging í føroyskum politikki -
dregur nú framaftur politikarar, sum
stungu halan millum beinini, tá óstóð.
Og millum fremstu framherjar móti
verandi samgøngu og serliga javnaðar-
flokkinum hevur flokkurin sett eitt
fyrrverandi sambandsvalevni, ið á
fúlasta og mest niðurgerandi hátt tók
krossin í hond og brúkti hann í einum
fanatiskum valstríði móti júst javn-
aðarfólki. Nei ikki borgar hetta fyri
nakrari endurnýgging í føroyskum
politikki. Heldur tvørturim6ti er tað
tekin um, at sambandið er einki broytt
og at sambandið ongan ítgkiligan
alternativan politikk hevur. Sambandið
er sambandinum líkt. Tí fer tú ongantíð
skeivur av. Sambandið vendir altíð
aftur til tað "gamla". Og tað eru front-
tropparnir hjá flokkinum Ellefsen og
Vágadal besta tekinið um.
SOSIALURIN
Leygardagin hevur Føroya
Javnaðarflokkurin lands-
stevnu í Norðurlandahús-
inum. Stevnan byrjar
longu klokkan 9 og heldur
so fram allan dagin.
Ætlanin var at stevnan
skuldi byrja longu í dag,
men vegna vánaliga rutu-
skrivari í javnaðarflokk-
inum sigur, at henda
broytingin ger, at teir eru
noyddir at útseta orða-
skiftið um sjálva virkis-
skránna til ein nýggjan
fund, sum helst verður í
mai.
Virkisskráin hevur ver-
sambandið millum Suð- ið úti hjá øllum
uroynna og Havnina, hev- felggunum til umrøbu.
ur flokkurin avgjørt at Hon snýr seg um
ganga einum ynski frå
suðuroyingum á meti um
at halda alla stevnuna
leygardagin.
Eyðólvur Dimon,
politikkin hjá flokkinum
fyri øll tey komandi fýra
árini. Vanliga er tað so, at
júst góðkenningin av
virkisskránni, sum fer
fram á landsstevnuni 4.
hvørt ár, er byrjanin til
sjálvt valstríðið. Hon
verður so at bíða nakað.
Men annars verður
nógv orðaskifti á stevnuni
í morgin, tá eitt nú
frágreiðingar frá formann-
inum,
landsstýrisfólkunum og
feløgunum skulu um-
ráðast. Roknað verður vid
stórari luttøku á stevnuni
við umboðum úr gllum
teimum 11 javnaðarfel-
øgunum kring landið.
Í sambandi við lands-
stevnuna fer Sosialurin í
dag og í morgin at hava
eykainnlegg. Í dag eru tað
kvinnurnar í flokkinum,
sum hava orðið.
jan
Eysturoyar
Røktar á
Ellisheim
620 Runavík
Sekt verður eftir
sjúkrasystrum og
sjúkrahjálparum
at arbeiða sum avloysarar í summar.
Umsóknarfreist: 30. apríl 1994.
Nærri størvunum viðvíkjandi fæst at
vita frá fyristødumanninum, tlf. 48185
ella 48201
Starvsnevndin í javnaðarflokkinum.. Fv. Jóanne
Eidesgaard, Eyðálvur Dimon, Vilhelm Johannesen. Dar
Petersen og Marita Petersen