Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 71 —15. APRIL 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin | Klaksvik Eyðgunn Samuelsen, deildarleiðari á Tekniska skúla i Tey arbeiðsleysu — ein samfelagsábyrgd Ungdómurin eigur framtíð- ina verður ofta tikið til, men hvørja framtíð hava vit at bjóða teimum ungu? Nógv kjak hevur verið um ALS skipanina og hvør skal hava ábyrgd av hesi skipan: arbeiðsmarknaður- in ella tað almenna. Hesin spurningur hevur stóran týdning so leingi sum tað stendur á at tryggja teimum arbeiðsleysu pening, so tey fáa mat í munnin. Men tað eru eisini aðrir stórir spurn- ingar at taka stóðu til í sam- bandi við arbeiðsloysi. Tað er heilt greitt at tað er ein samfelagsábyrgd at skapa karmar, so arbeiði verður aftur til so nógv sum gjørligt, helst til øll, ið onki hava at gera. Tað er líka so greitt, at hetta hendir ikki eftir einum degi, spurning- urin er hvat vit kunnu bjóða hesum fólki so leingi sum onki arbeiði er og kanska serliga teimum ungu, ið ongantíð hava verið á ar- beiðsmarknaðinum. Hesi ungu skulu byggja samfelagið víðari, men hvat verður tað fyri eitt samfelag vit fáa, um vit bert lata standa til nú? Um tey ungu kenna seg uttan fyri alt, tí ongin hevur brúk fyri teim- um, so verður okkara felags framtíð hareftir. Lóggávuvaldið og polit- ikararnir kunnu ikki seta ar- beiðspláss á stovn, men teir kunnu lóggeva miðvíst, so vit fáa karmar, ið kunnu geva teimum arbeiðsleysu nakrar møguleikar, so tey kunnu menna seg sum best til tað vónandi verður brúk fyri teimum. Í grannalondum okkaraer nógv lóggivið fyri at geva fólkinum ymisk tilboð: ar- beiðstilboð ella útbúgving- artilboð, framleiðsluskúlar fyri bert at nevna nøkur dómi. Í dag svelta vit okk- ara ungu út av landinum at fáa sær útbúgving longu eftir fólkaskúlan, tí vit gjalda teimum so lítlan stuðul, og foreldrini kunnu ikki hjálpa teimum eins og tey heldur ongan møguleika hava at arbeiða við síðuna av fyri at klára at ganga í skúla heima í Føroyum. Í Danmark er m.a. so- nevndur framleiðsluskúli, har tey ungu kunnu koma inn og sleppa at royna seg innan ymisk øki (mest handverk), fyri at finna út- av, hvat teirra áhugi er. Síð- an verða tey hjálpt víðari har frá, antin út á arbeiðs- marknaðin ella í útbúgving. Tað er ikki lætt at finna arbeiðstilboð til tey ungu, tá alt okkara vinnulív er í kreppu. Eins og ein heldur ikki kann vænta at fáa júst ta útbúgving, ein ynskir sær. Ein regla, ið verður nýtt í Danmark í sambandi við at hjálpa ungum fólki at fáa lærupláss er hvussu ágrýtin tey sjálvi eru, skipað soleið- is fyri, at tey fyrst skulu royna sjálvi at fáa lærupláss feitt tíðarbil. fødrum lagi, tå hetta ikki eydnast, so fåa tey hjålp og tå verdur mett um, hvussu fakliga mobil tey eru. Hetta vil siga um tey vilja taka eitt lærupláss, sjálvt um tað ikki er júst tað økid, tey ynsktu sær. Eina líknandi skipan kundu vit nýtt í Føroyum, so nøkur ung kunnu fóta sær í Føroy- um, heldur enn at rýma av landinum. Um vit ikki vilja skapa karmar, soleiðis at ungdóm- urin kann finna sær eitt pláss í okkara samfelag, so er iva- samt um vit hava nakra framtíð — tí ungdómurin fer ikki at vilja kennast við samfelagið og tey, ið kunnu, rýma av landinum. Ein hátt- ur at venda gongdini er tí at steðga fólkaflytingini við at skapa teir neyðugu karmar- nar fyri tey arbeiðsleysu og viðurkenna, at samfelagið bæði hevur ábyrgd og brúk fyri llum. Eyðgunn Samuelsen Hvar fór javnaðar- flokkurin? Sjålvt um ein mangan er so kolandi sint inn å tann førda politikkin, so vísir tað seg, at ein verður hangandi og setir krossin á sama stað. Hvi? Jú, ti eg trúgvi upp á hesa hugsjón. Og kunnu hinir gera tað betur? Ni alt Føroya land liggur meir ella minni f skeljasori, so kunnu vit spyrja okkum sjålvi: »Hvar fór javnaðar- flokkurin og hvar er flokk- urin nå?« Havi altíð valt henda flokk, tí eg altíð havi gingið inn fyri teim sjónarmiðum, sum hesin flokkur stendur fyri. Flokkurin hevur staðið fyri teim veikastu í hesum samfelag og hevur so sanni- liga eisini arbeitt fyri hesum bólki. Her hugsi eg um ar- beiðaran, tey gomlu, tey minni mentu, tey sjúku og annars gll tey, sum hava brúk fyri einum flokki, sum er fyri framburði. Jú, so sanniliga hevur javnaðarflokkurin fylgt síni stevnuskrá. Men hví endaði alt sum tað gjørdi? Alt tað, sum vit fingu, verður nú strikad. Barnafa- miljurnar hava ongantíð havt tað so ringt sum nú. Barnsburðarfarloyvið er stytt, vit hava fingið karens- dagar (har ikki eitt oyra er spart — og hví ikki læra av > Elsa M. Davidsen, leiðari í barnagarðinum Sýsluni í Sørvågi grannum okkara?) o.s.fr. 0.s.fr. 0.s.fr. Sjålvt um ein mangan er so kolandi sint inn å tann førda politikkin, so vísir tað seg, at ein verdur hangandi og setir krossin å sama stad. Hvi? Jú, tí eg trúgvi upp á hesa hugsjón. Og kunnu hinir gera tað betur? Men skal flokkinum verða lív lagað, má vend koma í. Flokkurin má venda sær aftur til tey, ið hann sigst at standa fyri. Tað kann ikki vera rætt, at ein skal skammast við at siga at >eg velji javnaðar- flokkin«, og ikki kunnu fara út í eitt kjak, tí at ein ikki dugir at forsvara flokkin. Javnaðarflokkurin hevur eina stóra ábyrgd av hvussu húsast hevur verið í hesum landi. Tað sama politiska ættarliðið hevur sitið á land- sins pengapungi, og sigast má,atheilin hevur ikki fylgt 10ndini. Ni er tidin komin at tøra ein politikk, ið fólkið skilir, tí at álitið á demokratiið rill- ar. Føroya fólk hevur mist á- litið á ta politisku skipanina við tí ættarliði, sum hevur sitið á fólksins trúnu í ein heilan mansaldur. Eitt er víst, at um javn- rættindi vóru á landsins á- byrgdarsessum, so hevði stødan verið ein heilt onnur, enn hon er í dag. Tey sum dagliga føra húsarhald hava so sanniliga eisini føling við landshúsarhaldinum, bæði út frá praktiskum, sosialum og menniskjaligum virðum. Tier neyðugt, at framtíðar politikkurin verður førdur av teimum, ið fyrst og fremst hava tær praktisku og sosialu royndirnar, og síðst, men íkki minst, hava ta menniskjaligu følingina. Góðan landsfund. Við javnadarkvødu! Elsa M. Davidsen Leigulog Nú allir teir, ið eg helt vera tryggu múrarnir um okkara samfelag eru rapaðir — líkasum Berlin múr- urin — er tað so ikki upp á tíðina at seta seg niður og hugsa um okkara karmar — mål og virðir, snøgt sagt, at revidera okkara lívsuppfatan. Tak nú t.d. lykkjuna, sum hongur um hálsin á nógv- um — húsalánini. Um tú vart sjúkrasystir, vaskikona, krambakvinna, handverkari ella juristur, ja, so skuldi tú partú skaffa tær títt egna hús — ella vart tú ikki eitt hampafólk. Ja, so galið bleiv, at vit kundu líka so væl hoppað í ta 1,2 millióna djúpu grøvina við bindi fyri eygunum — vælvitandi um, at vit tey næstu 20 árini „ alsamt meðan vit fingu familju, ikki høvdu ráð til feriu — ikki høvdu tíð til børnini, altíð skuldu arbeiða fullan dag + alla yvirtíð, ið kundi skavast inn, fyri at vit kanska sum 55 ára gomul kundu sita í køkinum og gløda yvir á hvort annað og spyrja — var hetta nú tað? Hví eru vitso? Hví kunnu vit ikki hava eina hampu- liga leigulóg, sum tryggjar bæði leigara og útleig- ara? Tå id tað ber til alla aðra staðni, so má tað eisini bera til hjá okkum. Tað hevur altíð undrað meg, at føroysk fakfeløg ikki hava tikid seg saman og uppkeypt traðir og bygt 1-2 hæddar hús við leiguíbúðum. Í dag er stødan so syndarlig, at lívið snøgt sagt ligg- ur í knúsi hjá mongum. Tí skuldu almenn/privat set- húsa/íbúða feløg verið sett á stovn við tí endamåli at leigað út fyri sámuligan prís. At taka við læru av sín- um feilum er ongin skomm. At royna at bjarga tí, ið bjargast kann, mugu og skulu vit. At hava sosialt medvit er okkara størsta skylda. Eg vil ikki påstanda at øll verða glad, tí tey fara at leiga — men tú fært ein valmøguleika — tú sleppur kanska at njóta tey fyrstu árini við smábórnum. Súsanna