fríggjadagur 15. apríl 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 71 — 15. APRIL 1994 Sida 11
Hjálpir ikki at
sita heima og
finnast at ollum
Helena Eliasen á Toftum vildi ikki tigandi
góðtaka sína stóðu
sum vandaleys. Hon kravdi av sær sjálvari, at hon ikki bert
setti seg hendur i favn heima í køkinum
Arbeiðsloysi er hjá teimum
flestu ein tung byrða, sum
fólk hava ógvuliga ilt við at
góðtaka, men tað er so
ymiskt, hvat tann einstaki
megnar at gera við stóðu
sína.
Helena Eliasen á Toftum
er ein teirra, sum ikki vildi
sita hendur í favn og bert
góðtaka, at hon ein dag í
september í fjør misti trý
parttidarstørv eftir einum
degi.
Hon gjørdi skjótt av, og
innlimaði seg í Javnaðar-
flokkin.
- Eg havi búð í Danmark í
níggju ár, og tá valdi eg
sama flokk, og tí kom tað
av sær sjálvum, at eg valdi
Javnaðarflokkin, sigur He-
lena Eliasen.
Ovmikid at gera áður
Eins og so nógvar føroyskar
kvinnur, fór Helena Eliasen
við manni og barni til
Danmarkar, tá maðurin
skuldi hava útbúgving. Hon
tók sjálv HF-prégv, og
starvaðist í barnagarði og á
bókasavni í Danmark, með-
an maðurin læs á universi-
tetinum.
- Familjan kom heimaftur
í 1985, og búsettist á Argj-
um í Havn. Helena fekk
starv á Girostovuni, og
seinni í privatari fyritøku,
har hon hevði roknskapin
um hendi.
Seinni fluttu tey í Eystur-
oynna at búgva, sum er
heimstaðið hjá familjuni,
og tey bygdu sær hús á Toft-
um.
Helena Eliasen og maður-
in eiga 16 ára gamla dóttur.
- Vit eru bert trý vaksin
fólk heima, so tað er av-
markað, hvussu nógv tíð fer
við tí. Umframt tað, so
høvdu vit brúk fyri minari
løn, av tí at vit bygðu í
1990, tá alt var so dýrt, sigur
Helena Eliasen.
Arbelåsleys
eftir einum degi
Tí arbeiddi hon fyrrapart í
einum mathandli, seinna-
part á eini bókahaldsstovu,
umframt at hon førdi rokn-
skap fyri fólk heima.
- Eg misti øll try arbeidini
eftir einum degi, sigur He-
lena Eliasen.
- Hvussu kendist tað so-
leiðis at verða sett uttan
fyri arbeiðsmarknaðin eft-
ir einum degi?
- Fyrsta mánaðin vóru
eingir trupulleikar. Eg
Helena Eliasen, neyndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag ?
hevði havt so nógv um at
vera, og tí lá nógv á láni
heima, sum eg nú fekk frá
hondini.
- So var tað heldur ikki
stuttligt meir. Eg havi onga
beinleiðis útbúgving, men
bert praktiskar royndir inn-
an skrivstovuyrkið í bók-
- Tað er umráðandi , at politik-
arar gera okkum borgarum greitt, hvat teir ætla at gera við arbeidsloysid
haldi og tílíkt.
- Síðani eg bleiv arbeiðs-
leys havi eg fingið okkurt
roknskapararbeiði, sum eg
nýti ein part av tíðini til,
men tað er ov lítið. Eg sakni
eisini at koma út millum
fólk á arbeiðsplássinum.
Her á Toftum er bert
flakavirki, og har kann eg
ikki kappast við flakafólk,
sum hava royndir á hesum
øki.
Neri fyri at skilja
egnu stødu
Helena Eliasen varð vald í
nevndina í Eysturoyar Javn-
aðarfelag seinast, og har
tekur hon lut í nevndarar-
beiðinum, politiskum fund-
um 0. ø. sum felagið hevur
at bjóða, umframt at hon er
við í kvinnubólkinum.
- Eg geri eisini hetta, fyri
at skilja tær broytingar, sum
fara fram í samfelagnum í
hesum tíðum, og fyri at geva
mítt ískoyti til at broyta hesa
gongd.
- Við ødrum orðum, eg
haldi ikki, at tað nyttar nak-
að, bert at sita heima við
køksbordid og bara finnast
at hinum.
- Tað er lættari hjá mær at
góðtaka mína stóðu, so sum
hon nú er vorðin, tá eg havi
fingið eina frágreiðing, hví
tað er so statt hjá okkum,
sigur Helena Eliasen.
Javnaða
Javnaðarflokkinum
- Eg havi altíð havt stóran á-
huga fyri sosialmålum, og
hóast eg ikki kendi nógv til
føroyska javnadarflokkin,
so helt eg kortini, at hann er
tann frægasti flokkurin.
Sum umstødurnar nú eru í
Føroyum, er tað eisini um-
ráðandi, at Javnaðarflokk-
urin ger nakað munagott
fyri at venda gongdini, og
fyri geva fólki eina vón um,
at tað aftur verður liviligt í
Føroyum.
- Er umhvervið hjá tykk-
um merki av, at nógv fólk
eru arbeiðsleys?
- Samfelagsliga aftur-
gongdin merkist væl hjá
okkum. Alt liggur stilt í løt-
uni, fólk síggjast íkki í
gøtunum, og tey koma held-
ur ikki saman.
Ølleru í bidistødu, og her
hendir als einki. Tað tykist,
sum eingin ger nakað fyri at
bøta um støðuna, men at øll
bert bíða eftir, at politikar-
arnir skulu siga fólki, hvat
skal henda framyvir.
Politikararnir
mugu taka stødu
- Tí haldi eg eisini, at tað er
umráðandi, at politikarnir
gera okkum borgararum
greitt, hvat teir ætla at gera
við arbeiðsloysið. Skulu vit
venja okkum við eitt ávist
arbeiðsloysi, ella eru hetta
bert fyribils trupulleikar,
sum kunnu vinnast á eftir
stuttari tíð?
- Skulu vit hinvegin hava
varandi arbeiðsloysi, so
mugu politikarnir eisini
skipa so fyri, at fólk kunnu
fáa livilig kor. Er tað so, at
arbeiðsloysið skal vera ein
partur av samfelagnum í
eini 10 ár, hvat skulu fólk so
gera, meðan tey bíða?
- Tað haldi eg, at politik-
arnir ikki hava tikið stóðu
til, hóast teir hava vitan um,
hvussu kroyst fólk eru, og at
tað er Ogjørligt hjá nógvum
familjum at fáa endarnar at
røkka.
- Kappingin millum fólk
tey g6du årini gjørdi, at
eingin vildi standa aftan fyri
annan, viðvíkjandi húsa-
bygging og ødrum materi-
ellum virðum. Slík kapping
fæst ikki burtur frá einum
degi til annan.
- Eg haldi, at fólk mugu
læra at gera vart við sína
stóðu, og ikki bert sita inni
og kúra. Nógv eru nú so
niðurundirkomin, at tey
ikki duga at síggja sær nak-
ra loysn úr fíggjarliga ófgri-
num, sum tey ósek eru kom-
in í, og einki kunnu gera
við.
- Veruleikin er tann, at
fólk fáa einki gjørt. Rokn-
ingarnar eru tær somu sum
áður, men peningurin mink-
ar í hverjum, orsakað av
skattum og avgjøldum.
-Tosa fólk við bankarnar
er sama bidistøda galdandi.
Har verður eisini sagt, at
fólk skulu bíða og geva tol.
- Úrslitið er, at fólk sita
heima við hús og tora ikki at
vísa seg úti. Tað sigur seg
sjálvt, at hetta er slítandi
fyri tær einstøku familjur-
nar, tí meginparturin av før-
oyingum eru ábyrgdarfólk,
sum helst vilja svara hvørj-
um sitt.
Bøtir um
sjålvsvirdingina
- Hvat hevur tað havt at
týða fyri teg persónliga, at
tú hevur gjørt nakað við
tína egnu stóðu?
- Tað bøtir um sjálvsvirð-
ingina, og tað ger tað lættari
hjá mær at skilja mínar trup-
ulleikar.
- Umframt tað, so hevur
tað verið hugaligt at fáa inn-
lit, sum eg ikki hevði áður í
ymisk mál. Tað hevur eisini
havt nógv at týða fyri meg
og at hitta fólk, ið hava
somu hugsanir sum eg.
- Tað er eisini stuttligt at
vit í kvinnubólkinum taka
onnur evni enn sosialmál
upp, so sum kvinnur oftast
gera. Við at fara inn á ókend
økir hevur tú eisini kenslu-
na av, at tú ikki stendur í
stað, og at alt ikki bert
steðgar upp, tí arbeiðsmark -
naðurin ikki hevur brúk fyri
tær.
- Eg noyðist at viðmerkja.
at tað helst ikki hevði verið
so illa statt í Føroyum, um
konufólk høvdu tikið meira
lut í politiska lívinum í átta-
tíárunum, sigur Helena
Eliasen, og kvikar sær 2:
skoyta uppí, at hon ikki hev-
ur ætlanir um at stilla upp.
Mynd: Kalmar