Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 71 — 15. APRÍL 1994 onnur umboð inn á ting, sigur Marita Petersen Tað hevur verið sagt og skrivað nógv um Maritu Petersen, síðani hon 6. jan- uar 1993 bleiv løgmaður. Í fyrstuni varð hon róst fyri sín leiklut at fáa donsku stjórnina at stuðla føroyska samfelagnum, og eftir hetta at hava samráðst við danir um avtaluna, sum fyldi við hjálpini. Alt eftir um tað hevur gingið væl ella illa í hond, so hevur Marita Petersen sum leiðari tann leiklutin, at hon er fyrimyndin í gllum lutum, sum speglast í samfelaganum. Stendur fyri skotum Hava føroyingar kent seg kroystan av dønum ella av okkara egnu politikarum, ymsu flokkunum, vinnuliv- inum, fakfeløgunum, pen- ingastovnunum o.s.fr., so hevur løgmadur - vegna starv sítt - áhaldandi staðið fyri skotum. - Er tað lættari at finnast at løgmanni, ti hon er kvinna, ella er tað torført hjá eini kvinnu at fáa menn at taka stóðu? - Sjálv hugsi ikki um tað, at eg eri konufólk og hini í landsstýrinum eru menn. - Tað er ið hvussu so er eingin munur, tá vit eru einsamgll, men um onnur konufólk eru til staðar, havi eg ofta kensluna av, at mín leiklutur broytist í teirra eygum, sigur Marita Peter- sen. - Eg dugi ikki at siga ná- greiniliga, hvar munurin er, og hann kann eins væl vera heftur at teimum einstøku persónunum, sum eru til staðar. - Sjálvandi eri eg eins og * sonógv onnur konufólk fyri sonevnda herskarateknikk- inum frá monnum, men hinvegin, so kunnu vit held- ur ikki dylja, at tann háttin nýta konufólk eisini. - Í mínum dagliga arbeiði og í samstarvi við politik- arar er eingin munur. Eg fati øll sum samstarvsfólk, bæði innan- og uttanflokks, og tað havi eg als ikki havt trupulleikar av, sigur løg- maður. ' Stórar avbjóðingar Marita Petersen bleiv ikki gomul í løgmanssessinum, áðrenn hon fekk avbjóðing- ar av slíkum slag, sum eing- in løgmaður áður hevur roynt. Bert 14 dagar eftir tilnevnanina komu bodini at fara til Danmarkar at sam- ráðast við donsku stjórnina. Løgmadur og embætis- fólk fingu til uppgåvu at staðfesta fyrru avtaluna, sum Atli Dam og Jógvan Sundstein høvdu gjørt árið fyri, umframt at fleiri onnur mál vórðu drigin inn í avtal- Tíðindablaðið (371, una. Tað eru hesi mál, sum í seinastuni hava ørkymlad í Føroyum og í Danmark, og sum skiftivís hava skýrt løgmann lygnara, ella eisini hava vent somu ákæru móti danska stjórnarleiðarar- num. - Hvussu kennist tað per- sónliga - umframt at hava stórt arbeiðstrýst - at verða løgd undir líkt og ólíkt í hesum døgum? - Tá tú ikki hevur verið so leingi í politikki, og als ikki so frammalaga sum eg eri nú, so er tað ógvuliga tyngj- andi, alt tað, sum verður sagt um meg. Hug at fara í bað - Tad virkar - hvussu skal eg siga tað - sum havi eg hug at fara í bað. - Ikki fyri at sleppa undan mínum av- gerðum í samband við av- taluna, men fyri tað sum verður sagt um meg, og tað, sum eg verði løgd undir at hava sagt og gjørt. - Eg standi fyri at hava gjørt eina avtalu, og skal tryggja mær, at hon verður hildin, men lóggávuarbeið- ið í tinginum verður seink- að, og tað er ikki úl fyri- muns fyri føroyingar. - So mikið harmiligari er hetta, tí tað skapar Otrygg- leika í samfelagnum. Borg-