Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ararnir hava verið tolnir, men teir kunnu ikki áhald- andi bíða eftir, at hesi viður- skifti verða fingin í rættlag. - Í seinastuni eri eg gjørd til ein óálítandi persón ein dag, tann næsta at løgmaður lýgur fyri Poul Nyrup Ras- mussen, triðja dagin, at eg eri landasvíkjari 0.s.fr.. - Hetta verður sagt av fólki, sum við sínum gerð- um ikki virða demokratisku skipanina, sum tey sjálvi eru partar av. Tað er ógvuliga 6- - Eg kenni meg illa, og eg haldi, at tað er órættvíst, júst tí tað er so umráðandi í hes- um máli, at tú ikki ber skeiv boð víðari. Sjálvandi kunnu tað verða ymisk mál, sum tú ikki kanst upplýsa um, av tí at tað kann órógva samráð- ingar og tílíkt. Marita Petersen er tí fegin um svarið frá Poul Nyrup Rasmussen í vikuni, har hann tekur orðini í seg aftur, og hervið váttar, at løgmad- ur ikki hevur borið skeiv tíð- indini um málið viðvíkjandi skerjing av inntøkutrygdini hjá fiskimonnum í avtaluni. Trúðvirðið umráðandi - Tað er ógvuliga umráðan- di fyri meg, at tað kemur fram, at tað eg havi sagt, er rætt, sigur Marita Petersen. - Ósemjur, kegl, tingmál sum ikki verða avgreidd, politikarar id virka sum einstaklingar á tingi. Er tingskipanin um at syndrast í hesum krepputíðum? - Tingskipanin verður al- tíð merkt av teimum politik- arum, sum til einhverja tíð hava sæti á tingi. Eingin persónur ella nøkur regla kann forða fyri, at tinglimir føra seg fram av sínum ein- tingum, so sum hevur verið gjørt nakrar ferðir í sein- astuni. Spurningurin er, um tað er rættat samgongulimir gera slíkt, men tað er annað mál. - Hver hevur eftirlit við tingarbeiðinum? - Tað hava veljaramir, sum hava valt tinglimirnar. Løgtingid kann t.d. koyra landsstýrið frá, men tingið er hægsti myndugleiki í landinum, og bert borgarar nir hava ávirkan á, hvussu tingið er sett saman. Tað hevur verið tosað um at havt ein stovn, sum hevur yvir- umsjón við tinginum, men hver skuldi tað verið? - Skulu vit lata dómstólar- nir hava slíkt eftirlit? Tað ber als íkki til. Hetta er grundarlagið fyri okkara kunnu teir bert velja sær onnur umboð á ting, sigur Marita Petersen. Standa "skúlarætt" Tað eru politikarar sum skemtandi siga, at nú skulu teir í "tíma" ella standa "skúlaræu" fyri løgmanni. Marita Petersen sigur, at hon íkki hevur hoyrt tað. $ Marita Petersen er fyrsti kvinnuligi løgmadur í Føroyum, og hon hevur eisini á so nógvum øBrum økjum royni seg í hesum starvi, sum undangongumenn hennara ikki hava. Kenda 6lavsøkumyndin var eisini broytt í fjór, tá Marita Petersen gekk á odda í skrúðgonguni Hon heldur, at tað helst kemstav, at hon hevur verið lærari í nógv år, og at henn- ara verimáti kanska er litað- ur av, at hon er von við at halda skil á fólki. - Tað kann eisini vera ein háttur hjá politikarunum at skemta við mínum yrki. Kanska havateir trupulleik- ar av tí, men tað havi eg ikki, sigur løgmadur og brosar skamtandi. - Er tað ikki neyðugt hjá einum løgmanni av og á, at gera bart, fyri at fáa arbeiðið at glíða? - Við hvert er neyðugt at siga tað, sum sigast skal, men menniskjuni eru so ymisk av lyndi. Nøkur leita eftir ósemjum, meðan onn- ur renna undan teimum. - Tí er tað umráðandi, hvussu tú ber teg at „eitt nú, at tú ikki skapar ósemjur, og at tú er diplomatisk í tíni roynd at fáa glið á eitt mál. - Hinvegin, so noyðist tú at gera vart við teg, um tað er neyðugt. Tað kann vera, at eg ikki dugi tað nóg væl, sigur Marita Petersen. - Sæð frá mínum sjónar- horni, so havi eg ikki aðrar trupulleikar í mínum starvi, enn eitthvørt mannfólk í mínari stóðu hevði havt. - Tá tað er sagt, so hava politiskir leiðarar og leið- arar í samgongum havt somu trupulleikar at berjast við sum eg. - Eg haldi kortini, uttan at hetta skal skiljast sum ein atfinning, at tað hevði verið lættari, um vit vóru fleiri konufólk í politikki. Tað hevði eisini verið demo- kratiskt rættari - helvtin av okkum eru jú konufólk. Kvinnur og politikkur - Er nóg mikið gjørt í javnaðarflokkinum, til tess at gera kvinnur virknar í politikki? - Vit hava ofta skipað fyri tiltøkum gjøgnum árini, til tess at fáa kvinnur at fáa á- huga fyri javnaðarpolitkki. Vit hava havt ymisk skeið, og eisini hava javnaðar- kvinnur í norðurlondum hildið skeið í Føroyum. Tað var leiðslan í javnað- arfeløgunum, sum skipaði fyri skeiðnum, og tå vóru teir bert menn í leiðsluni. - Hetta var í 1988, tá vit júst vóru komnar aftur av kvinnuráðstevnuni í Nor- egi. - Tað eydnaðist væl, og fleiri kvinnur komu inn í bygdarådini kring landið, í nevndir í javnadarfeløgum, eins og vit vóru triggjar, sum vóru valdar á ting. Tað er ikki nógv, men tað var tó ein munandi framgond tá. - Núerein kvinnubólkur í Javnaðarflokkinum farin at virka, og kvinnurnar hava sjálvar skipað fyri skeiði í Havn og á Tvøroyri. - Tá vit eftir skeiðið í Havn tosaðu um, hvatkundi gerast, fyri at hetta virksemi ikki skuldi detta nidurfyri aftur, sum so mangan áður, samdust vit um, at kvinnu- bólkurin skuldi hittast 14. hvønn dag, og tað hava vit gjørt í einar tríggjar mán- aðir. - Fyri meg hevur tað verið áhugavert, tí eg havi hitt fólk, sum eg ikki kendi frammanundan. Fyri meg sum politikara hevur tað eisini verið gagn- ligt, tí sum løgmaður hevur tú so nógv at gera, at tú kanska ikki fylgir so væl við, hvat fyriferst í ger- andisdegnum, hvat fólk eru upptikin av, tosa um o.s.fr.. - Onnur í flokkinum kunnu fata hetta, sum vilja kvinnurnar troka seg fram- at. Tad haldi eg ikki, at mannfólkini skulu taka sær nær. Tey mannfólk, sum eru í flokkinum, skulu bert fegnast um, at nøkur fólk aftrat verda virkin i flokks- politiksa arbeidinum. Hetta er eitt positivt iskoyti f flokkinum, sigur Marita Petersen. Demokratiski rætturin - Tú hevur bert verið floksformaður í eitt ár. Er tað rætt at løgmaður og formaður i Javnaðar- flokkinum er ein og sami persónur? - Tað hevur mangan verið tosað um, hvert tað er rætt ella ikki. Nú havi eg bert sitiðeitt ár, og júst hetta árið hevur verið ógvuliga bald- rut. Eg hugsaði eisini nógv um tað, áðrenn eg læt meg stilla upp til formansvalið í fjør. - Tað er siðvenja innan javnaðarflokkarnar í ymsu løndunum, at leidarin og formaðurin er ein og sami persónur. - Tað er ein stór arbeiðs- byrða, sum hvílir á hesum persóni, men hinvegin, so hevði tað tydning fyri meg at vita, um eg hevði undir- tóku í flokkinum. Av tí at bert tingmanningin hevði valt meg til løgmann, visti eg ikki, um allir limirnir í Javnaðarflokkinum góð- tóku meg. Tað er einki loyndarmál, at allir javnaðartingmenni- nir atkvøddu fyri andstødu- uppskoti herfyri. Marita Petersen segði tá, at hon tók tað sum eina misálitisvátt- an, og at hon ivadist í, um hon hevði flokkin við sær. meir um tað, men heldur, at tá tingmenn valdu hana til Nr. 71 — 15. APRÍL 1994 Síða 13 Tíðindablaðið (SHU 2 lr løgmann, men nú seinka av- greiðsluni av tingmálum, kennist hennara støda 6- uygg. - Tað er hent so nógv í hesum árinum, og tað kann hugsast, at javnaðarfólk halda, at tað er best at fáa aðra leiðslu. Um so er, fari eg at taka stóðu út frá tí, sigur Marita Petersen og skoytir uppí, og at tað er ein demokratiskur rættur, sum hon vil virða. Samrådingarstødan og tillagingin - Er avtalan, sum alt snýr seg um í løtuni nóg góð, og hevði hon verið ødrvisi, um tú hevði tær royndir, sum tú hevur nú? - Hetta var ein bundin uppgáva, sum eg yvirtók, tá eg tók við sum løgmaður. - Eg noyðist at viðganga, at tá tann fyrsta avtalan, sum Atli Dam og Jógvan Sund- stein gjørdu í 1992, ivadist eg i, um hetta var rætta loysnin. Kreppan, sum tók seg upp henda veturin, sannførdi meg tó um, at tað var rættast ikki at lata før- oyska peningakervið og hervið alt samfelagið synd- rast. - Avtalan var einasti hått- ur hjå okkum at fåa åvirkan å framtidina, um vit sjålvi skuldu berja okkum burtur- úr kreppuni. - Høvdu vit ikki gjørt tað, so høvdu onnur fólk fingið avgerðarrættin her á landi, sigur Marita Petersen. - Tú kanst altíð spyrja teg sjálva, um hetta ella hatta var rætt, og um tað møgiu- liga kundi verið gjørt gðr- vísi, og um ikkki hetta ella hatta kundi verið tikið burt- urúr avtaluni, og hví tú ikki helst fast um tína stóðu í hesum og hasum o.s.fr. Tað er so lætt aftaná at siga hvussu vit ístaðin fyr skuldu gjørt. - Tá tú situr í eini samráð ingarstødu, fert tú gjøgnum eina tillaging. Í fyrstu atløgu vísir tú øllum aftur, síðani finnur tú útav, at tað ikki ber til, tí vit høvdu brúk fyri avtaluni. - Tí eri eg nógv meira sånnførd um he a avtaluna, enn eg var um hina, sum Jógvan Sundstein og Atli Dam gjørdu. - Tey fólkini, sum finnast at avtaluni, hava ikki verið gjøgnum hesa tillaging. Okkurt i avtalun! kundi verið betri - Eg haldi kortini, at okkurt í avtaluni kundi verið gjørt ødrvisi og betri, og at vit kundu verið sloppin undan nógvum ósemjum, um vit høvdu verið nóg kvik at uppfylgt avtaluna. Tá kundu vit beinavegin sagt við danir, um vit ynsktu at broytt okkurt. - Truplasta í øllum hesum er, at vit skulu fremja so nógvar sparningar, og at hetta hevur rakt vanliga borgaran í samfelagnum, og athetta eisini smittar aftur á peningakrevið, ið fær ov lítlan pening inn. - Neyðugt er at finna eina javnvág og at fáa ein ávísan umsetning aftur í samfelag- num, so at vit ikki gera somu feilir sum í 80'årunum - við mótsettum fortekni.. - Tú ert leiðari í landi við kreppustødu. Ert tú nóg sterk, at megna hesa upp- gávu? - Persónliga eri eg so- leiðis háttað, ateg vil síggja úrslit, tó at eg kann góðtaka ósemjur, sum standast. Er neyðugt at gera bart í einum máli, noyðist tú bert at gera tær greitt frammanundan, at tú ikki veit, hvat úrslitið verður. - Tað mest tyngjandi í mínum starvi er, um semja ikki fæst í málum, sum fyri langari tíð síðani átti at ver- ið loyst. Saknar familjulívið - Um eg nóg sterk? Ja, tað haldi eg, men tað hjálpir væl at fáa nøkur positiv orð frá borgarunum, og har havi eg bert mett vælvild. - Tad sigur seg sjálvt, at tå tú hevur tunga arbeiðs- byrðu og arbeiðir bæði dag og nátt - eg havi havt eina viku summarfrí, síðani eg bleiv løgmaður - so slítur tað nógv. - Tíbetur góðtekur familj- an hetta. Í so máta havi eg ongar trupulleikar heima. - Tað er tó ein stórur saknur, at tú ikki kanst hava eitt vanligt familjulív við síðuna av hesum starvinum. Tað er harmiligt, men so- leiðis eru krøvini, sigur Marita Petersen. Orð: Dagny myndir: Kalmar náir